NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Standa saman um felags avbjóðingar

27/6/2020

Comments

 
Billede
Í dag høvdu teir norðurlendsku stjórnarleiðararnir fund um Covid-19 og tær avbjóðingar, sum fylgja við hesi heimsumfarsótt. Vanliga hittast stjórnarleiðararnir á summarfundi, men vegna Covid-19 bleiv hesin fundurin í ár hildin sum videofundur.

Allir leiðararnir greiddu frá støðuni og avbjóðingum í teirra landi viðv. Covid-19. Teir góvu hvør øðrum gott innlit í støðurnar og tiltøkini í Norðanlondum.

Á fundinum greiddi løgmaður frá støðuni og gongdini við Covid-19. Hann vísti á, at orsøkin til góðu støðuna í Føroyum er, at landið bleiv tíðliga latið aftur, at fólkið hevur hildið seg til tilmælini, og at sera nógv fólk hava verið kannað.

Løgmaður legði fram uppskot um, at tey norðurlendsku londini saman tryggja, at Covid-19 kanningarnar verða góðkendar av londunum, so tað gerst smidligt og lætt at ferðast millum londini. Uppskotið fekk jaliga móttøku, og samdust leiðararnir um at heita á teir norðurlendsku heilsumálaráðharrarnar um at arbeiða víðari við málinum.

Stjórnarleiðararnir harmaðust um, at neyðugt hevur verið at steingja landamørk í Norðanlondum vegna Covid-19. Víst varð á, at hetta hevur verið ein undantaksstøða, sum ikki skal gera norðurlendska samstarvið veikari. Semja var um at taka lógvatak saman um tað norðurlendska samstarvið, so hetta samstarv, sum fleiri ættarlið hava bygt upp, ikki fer fyri skeyti.

Løgmaður nýtti høvið at kunna um, at norðurlendsk ráðstevna um Covid-19 verður eftir ætlan hildin í Føroyum í heyst. Landsstýrið skipar fyri ráðstevnuni.

“Fundurin í dag hevur givið gott innlit í avbjóðingar og gongdina viðv. Covid-19 í Norðanlondum. Tað er gott og neyðugt, at undirtøka var fyri at arbeiða víðari við uppskotinum um Covid-19 kanningar fyri at lætta um ferðing millum londini. Á fundinum samdust vit um at styrkja og menna norðurlendska samstarvið enn meira í hesum avbjóðandi tíðum” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir fundin.

 
Løgmansskrivstovan

Billede
Comments

Myndir, vakurt í gjárskvøldið

20/6/2020

Comments

 
Billede
Her nakrar myndir, tá ið sólin fór niður klokkan 22:25 í gjárskvøldið tann 19.06.2020.

Tað er ikki altíð man er so seint uppi, men vakurt var tað, sjá herundir.

SáH

Comments

Fyrispurningur um innkoyringarnar til Norðragøtu

20/6/2020

Comments

 
Billede
Fyrispurningur um innkoyringarnar til Norðragøtu, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at bøta um ferðslutrygdina við innkoyringarnar til Norðragøtu?

Viðmerkingar:
Norðragøtu bygd hevur tríggjar innkoyringar frá landsvegnum. Hesar innkoyringar eru ofta íblandaðar ferðsluóhapp, harav flest øll ferðsluóphappini henda við tær báðar sunnaru innkoyringinar til Norðragøtu.

Ferðsluóhappini, sum henda við innkoyringarnar til Norðragøtu, eru ofta ógvuslig. Hetta kemst helst av, at talan er um vegastrekki, har ið tað er loyvt at koyra 80 km/t.

Hóast onkrar ábøtur eru gjørdar á strekkinum, so henda framvegis nógv ferðsluóhapp við hesar innkoyringar. Tað tykist, at tað er bert ein spurningur um tíð, til at ein ferðsluvannlukka fer at henda, sum fer at kosta mannalív.

Meiningarnar, um hvat skal gerast, eru nógvar. Ynski eru um at bøta uppmerkingina, bøta um útsýnið við innkoyringarnar, at seta hámarksferðina niður á hesum strekkinum v.m.

Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um nakrar ætlanir eru um at bøta um ferðsluviðurskiftini við innkoyringarnar til Norðragøtu fyri at kunna forða fyri ferðsluóhappum í framtíðini. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 19. juni 2020
Uni Rasmussen

www.facebook.com/Folkaflokkurin/Fólkaflokkurin

Billede
Comments

Býlingur á Fossum verður nú veruleiki

19/6/2020

Comments

 
Billede
Nýggja útstykking á Fossum er nú farið ígongd. Sostatt er klárt at fara undir arbeiðið, at klárgera 91 nýggj grundøkir. Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum settið 'spakan í', og harvið er dagurin í dag er eitt stórt stig í bústaðarbyggingini í Klaksvik.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum er 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.
​
Øll grundøkini verða útgvivin og gjørd byggiklár, og fer hetta at lætta um arbeiðið hjá teimum, ið keypa grundstykki.

Klaksvíkar kommuna gjørdi í septembur 2018 avtalu við SNA arkitekar um projekteringina. Øll verkætlanin fer væntandi at taka trý ár, eftir at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara.

Røðan hjá Kristian Eli Zakariassen, formanni í Umhvørvis og býarskipanarnevndini, kann lesast her:

Vælkomin til nýggja býlingin á Fossum
Loksins standa vit her og kunnu seta spakan í. Tilgongdin hevur verið long. Havi sjálvur sagt, at fyrsta byggistig skuldi vera liðugt ultimo 2017. Tað er sjálvsagt harmiligt, at tað hevur tikið longri tíð, men hetta hevur verið alneyðugt. Av og á skal ein miða móti stjørnunum, fyri at náa mánanum.

Tá ið vit kunngjørdu ætlanina, at byggja á Fossum, var grundstykkjalistan akkurát nullstillaður, og komu tá áleið 15-20 fólk á listan. Fáar vikur aftaná at okkara ætlan á Fossum varð kunngjørd, vóru á áleið 50 fólk á grundstykkjalistanum. Í dag eru yvir 100 fólk á listanum. 21 av hesum borgarum fingu í síðstu viku boð um, at tey kunnu fáa eitt grundstykki á Fossum. Hetta verður lutað við lutakasti.

Eg ivist onga løtu í, at komandi íbúgvar í býlinginum á Fossum, koma at stórtrívast her.

Her er ein tann besti sólargangurin í Klaksvík á sumri. Tíðliga á morgni kemur sólin seigliga upp um Oyrafjall og haðani, spakuliga ferðast móti zenit yvir Hafjalli. Út á seinnapartin verða Hálgafelli og Klakkur lagt afturum seg, so at sólarmamman kann senda sínar síðstu glæmur yvir nýggja býlingin á Fossum, meðan hon fer í kav handan Nestindarnar. Tað verður ein sonn frægd at njóta hendan stórbara sólargangin.

Verkætlanin á Fossum fevnir um 3 byggistig, ið samanlagt geva 91 grundstykkir, býtt á 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús. Fyrsta byggistig, ið skjøtil verður settur á í dag, er 21 grundstykkir til sethús og 13 raðhús. Samanlagt kemur fyrsta byggistig at kosta áleið 31. Mil. Kr.

Við fyrsta ørindi í sálminum “Nú dagur steig”, ið langabbi mín, Símun Michael Zachariasen, yrkti á Kirkju, fari eg at ynskja okkum øllum blíðan byr við tí nýggja býlinginum.

Nú dagur steig

úr eysturleið,
hann lívið upp man yngja.
Burt myrkur flý!
Dagsglæman ný
bjart gyllir ský,
og túsund tungur syngja.

Við vón um at dagsglæman fer at lýsa bjart yvir okkara nýggja býlingi.

Takk fyri.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Ársaðalfundur í Norðoya Fólkafloksfelag

16/6/2020

Comments

 
BilledeKári Kallsberg, Lena í Buð og Símun Gullaksen
Mánakvøldið tann 15. juni 2020, hevði Norðoya Fólkafloksfelag ársaðalfund og var fitt av fólki møtt til fundin, sum var hildin í Gamla Seglhúsinum.

Fundurin viðgjørdi umframt vanligu dagsskránna, eisini kommunustýrisval í heyst. Gott kjak var millum fundarluttakarnar.

Nevndarval var eisini á skránni, og skipaði nevndin seg aftaná fundin.

Nevndin:
Símun Gullaksen, formaður
Kári Kallsberg, næstformaður
Lena í Buð, skrivari og kassameistari
Hallstein E. Jacobsen, nevndarlimur
Heri Ellingsgaard, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Herfríð Sørensen
Finn Hansen
Hans Jákup Kallsberg

Limir í Floksleiðsluni
Símin Gullaksen og Kári Kallsberg
Lena í Buð er tiltakslimur í Floksleiðsluni

Norðoya Fólkafloksfelag

Comments

Beinir spyr um lestrarpláss?

16/6/2020

Comments

 
Billede
​Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett, settur landsstýrismanninum í uttanríkis - og mentamálum, Jenis av Rana, skrivligan fyrispurning um lestrarpláss.

Koronukreppan hevur havt nógvar avleiðingar. Tær merkjast eisini í búskapinum, og hevur tað havt uppsagnir við sær, serliga í tænastu- og ferðavinnuni. Ein aldursbólkur, ið er hart raktur, eru tey ungu. Í svari til § 52a fyrispurning nr. 82 kundi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum t.d. vísa á, at tann 12. mai 2020 var ein triðingur av teimum í COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS undir 30 ár.
Ein vandi kann nú verða, at ungfólk leita sær uttanlands at arbeiða ella lesa, orsakað av avmarkaðum møguleikum her heima.

Í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri, at vit skulu menna og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar. Eisini hevur Løgtingið samtykt ein lærlingafrádrátt, ið samgongan eisini setti sær fyri í samgonguskjalinum, ið skal lætta um hjá lærlingum, og samstundis gera tað meira áhugavert at velja eina yrkisútbúgving.

Tískil hevði verið áhugavert at fingið svar uppá, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at økja um lestarplássini, og tað innan allar greinar, og hvussu nógv eru tøk í løtuni til komandi skúlaár.

1. Hvussu nógv tøk lestrarpláss eru til miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar fyri komandi skúlaár?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at økja um lestrarplássini innan hesar útbúgvingar?
Viðmerkingar:

Beinir Johannesen
Løgtingsmaður

Fólkaflokkurin


Billede
Billede
Comments

Jóhan Eli frá Fólkaflokkinum dámar als ikki lógina

12/6/2020

Comments

 
Billede
Mær dámar als ikki lógina sum hon fyriliggur nú, tað eru nøkur ting ið skulu vendast og broytast.

Lógin gevur Landsstýrismanninum heimild at steingja matstovur og skeinkistøð við kunngerð. Í prinsippinum havi eg onki ímóti at landsstýrismðurin fær hesa heimild, men hon má verða eftir greiðum reglum.

Fyrsta krav er um nakað Covid-19 útbrot verður í Føroyum eigur landsstýrismaðurin at fáa heimild at steingja skeinkistøð annars ikki.

Somuleiðis um nakað Covid-19 útbrot verður í Føroyum eigur landsstýrismaðurin at fáa heimild at steingja vitjandi matstovuvinnuna, men ALDRIN “tak við” søluna

At seta summarlegur upp ímóti festivalum er so nakað heilt annað. Ein summarlega eri max 500 skrásett fólk/børn samlaði og festivalarnar millum 1.500-12.000 samlaði har fleiri eru óskrásett.

At steingja skeinkistøðini nú, skapar ónøgd og rumbul, ið als ikki tænir samfelagnum upp á nakran máta. Ballini verða flutt til hús hjá ymiskum og politiið verður undirdýkt við óneyðvendigum klagum ið ongum tæna. So leingi vit eru Covid-19 frí skulu skeinkistøð og matstovur hava frið at virka sum vanligt.

Jóhan Eli L Poulsen

Comments

Stovnar handan læstar dyr

12/6/2020

Comments

 
Billede
Hvat er tað, sum gongur fyri seg ? Fólk sleppa ikki inn í bankarnar, sjálvtøkurnar verða tiknar niður, tað kostar meira og meira at hava konto, og tað verður gjørt so tvørligt og dýrt sum gjørligt at brúka tænasturnar. Tað kundi eins væl staðið á hurðini “vit ynskja hvørki kontakt ella kontantir”

Ikki tí, tað sama ger seg galdandi á øðrum stovnum. Har sita fólk eisini handan læstar dyr og arbeiða. Ikki lukkuligt at hava opið fyri viðskiftafólki. Og spyr man, hví so er er svarið, at tað eru so fá fólk, sum koma á gátt. Júst tí skuldi tað so slett ikki verið ein trupulleiki at latið tey sleppa inn, sum ynskja tað. Og hinvegin, tá ið tað verður gjørt so tvørligt at brúka tænasturnar, so sigur tað seg sjálvt, at tær ikki vera brúktar.

Kundin er so ikki í miðdeplinum. Og kundin er heldur ikki ein samfeldur skarið við somu ynskjum og tørvi, men ymisk vanlig fólk, sum tørva ymiskt. Tað finnast faktisk kundar, sum ynskja at brúka reiðan pening. Og tað eru eisini kundar, sum ikki hava bil. Og tað eru enn handlar og feløg kring landið, sum royna at yvirliva, og sum hava tørv á, at t.d. sjálvtøkur eru í nærumhvørvinum, nú flestu bankadeildirnar eru latnar aftur. Og hesin kundaskarin hevur eisini sín tilverurætt eins væl nú, sum tá ið hann var við til at bjarga bankunum.

Tað er uppá pláss at spyrja seg sjálvan hvørjum peningastovnarnar arbeiða fyri ? At fólk kring landið so eisini hava trupult við at fáa húsalán ger bara spurningin uppaftur áhugaverdari. Hvørjum arbeiða peningastovnarnar fyri ?

Gongdin í løtuni er miðsavnandi og hevur uttan iva til endamáls at avskaffa reiðan pening. Alt skal ganga umvegis netið. Pengaleysa kontaktleysa samfelagið er málið. Og hvønn er hetta gott fyri ? Kundan, nei neyvan, men fyri peningarstovnarnar ja. Tá hava peningastovnarnar tað fullkomna valdið og yvirlit yvir hvønn mjólkapakka, tú keypir, og hvar.

Úr grannalondunum verður sagt, at tað er rætt at avskaffa reiðan pening, tí tað skal fyribyrgja svørtum arbeiði, hvítvasking og øðrum kriminaliteti. Tað kann í ávísan mun vera nakað um tað, men hyggja vit eftir stóru hvítvaskingargølunum, sum hava verið seinastu árini, so hava bankarnar í grannalondunum havt sín stóra leiklut í tí.

Eg havi altíð hildið, at gomlu sparibússurnar, har børnini lærdu at spara upp, vóru við til at økja um tilvitskuna og virðingina hjá børnunum fyri pengum. Men hetta er eisini við at doyggja út. Tú skalt gjalda fyri tað í dag. Tað sama við lønarkontuni. Hana skalt tú eisini gjalda fyri. Og eigur tú pening, er rentan negativ. Tað er slett ongin ivi í mínari verð um, at vit eiga at fáa gjørt nakað við hetta og hugt eftir, um ikki fólk eiga at fáa eina almenna lønarkontu. Serliga havandi í huga, at hvør einstakur borgari sambært lóg er álagdur at hava eina lønarkontu.

Vit í Tjóðveldi hava havt uppskot frammi um, at negativ renta ikki kann áleggjast, eins og vit í áravís hava stríðst fyri at fáa KT-skipanirnar hjá peningarstovninum heim aftur til Føroya. Tíverri hevur ikki verið meirluti fyri hesum enn.

Tá ið hetta er sagt, so er í hvørfall eitt annað sera týdningarmikið atlit at taka. Tað er menniskjaliga kontaktin, sum er so avgerandi fyri øll fólk. Hví skal hendan partú avskaffast. Fáa vit eitt betri samfelag, tá ið vit uppbyggja skipanir, har vit ikki mugu hava kontakt við hvønn annan. Nei, als ikki. Alt verður kaldari og ópersónligt.

Eg ynski mær so bæði kontakt og kontantir í einum menniskjavinarligum samfelag.

Sirið Stenberg
Tjóðveldi

Comments

Reyða ábyrgdarloysi

5/6/2020

Comments

 
Billede
​Hugdi við áhuga eftir kjakinum í KVF í gjárkvøldi, um fíggjarligu støðuna hjá Atlantsflogi.

Har fekk eg endaliga staðfest illgrunan um, at hugsjónarliga er Tjóðveldi í dag væl ytri á reyða vonginum enn Javnaðarflokkurin.

Tað varð tærnakrympandi píniligt at hoyra Høgna royna at binda skattgjaldaran uppá ein starvsfólkahóp innan flogvinnuna, sum ikki skuldi sleppa at tillaga seg nýggja veruleikan ið stendur fyri framman.

Starvsfólkatalið hjá Atlantic og Vága Floghavn hevur verið tillaga eitt ferðafólkatal sum kemur og ferð um flogvøllin á 425.000 í 2019.

Útlitini fyri 2020 eru ikki hugalig, og ferðafólkatalið verður kanska ikki meiri enn helvtin av talinum 2019, um tað verður so frægt. Tí er tað ein sjálvfylgja at feløgini ið reka flogvinnu repa starvsfólkahópin, og harvið gera sítt til at laga feløgini til nýggja veruleikan. Eisini hóast hetta svíður hjá teimum sum tíverri hava mist starvið.

Undanførslan, at landið eigur Atlantic 100% kann ikki brúkast, tí tað kann ikki verða ein uppgáva hjá landinum at halda fólk á lønarlistanum sum ikki brúk er fyri, serliga tá útlitini eru ivasom hvørt virksemið kemur uppaftur á sama støði í bræði.

Atlantic eru vit øll góð við, og kemur felagið at hava tørv á kapitali, koma vit at játta tað sum krevst fyri at felagið yvirlivir.

Hinvegin má leiðsla og stjórn hava ræsur at laga raksturin á felagnum til veruleikan á marknaðinum ið til eina og hvørja tíð er galdandi. Vilja vit ikki geva teimum tað, er ongin grund til at hava raksturin í nøkrum felagi, so kann landsstyrismaðurin tað sama hava leiðsluna og raksturin verða játtaður beinleiðis av fíggjarlógini. Trúgvi ikki at nógv onnur enn Tjóðveldi høvdu tikið undir við hesum.

Tað skulu borgarligir herðar til fyri at bera tungar tíðir, og vit eiga øll at prísa okkum lukkulig at tað ikki er Tjóðveldið sum hevur stýrisvølin í hond í hesum tungu tíðum, ið so brádliga komu yvir okkum.

Tað finst ikki borgarligur neisti eftir í Tjóðveldinum yvirhøvur.

Flokkurin er farin so langt til vinstru, at hann er á eini heilt aðrari bylgjulongd enn restin av politisku skipanini.

Hetta líður tjóðskapargongdin undir í dag.

Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Billede
Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly