NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Bara Fólkaflokkurin avnoktar ognarskatt

23/6/2017

Comments

 
Billede
Magni Laksáfoss, næstformaður í Sambandsflokkinum, vil áleggja húsaeigarum at rinda ognaskatt.

Sum skilst arbeiðir samgongan við ognarskatti.

- Tað er so fjart frá føroysku fólkasálini, at rinda fyri egna ogn. Tað er eitt álop á frælsi. Fólkaflokkurin kemur ongantíð at taka undir við ognarskatti, sigur Jørgen Niclasen formaður í Fólkaflokkinum.

Hoyr samrøður við Jørgen Niclasen á R7 her: "Jørgen Niclasen, um ognarskatt"

Kelda: Fólkaflokkurin

SáH

Comments

​Føroyar skal desentraliserast nú

19/6/2017

Comments

 
Billede
Nú Tórshavnar Kommuna er komin uppum 22.000 fólk er tíðin komin at vit fara at desentralisera Føroyar nú, ongantíð ov skjótt.

Uppskot eigur at leggjast fyri Løgtingið, har Ladsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið løgtingsuppskot til samtyktar fyri alla umsitingina í Føroyum og reglur, sum setir karmar og mannagongdir í sambandi við at áseta mest loyvdu umsiting í høvuðstaðnum og áseta hvussu nógv umsiting skal leggjast út til útjaðaran.

Desentralisering av Føroyum nú:
1) 50% av umsitingini kann vera í Tórshavnar Kommunu og 50% skal vera í útjaðarnum.
2) Hvørjir stovnar og hvussu nógv arbeiðsfólk skulu flytast beinanvegin.
3) Endamálið við æltanini og hvørji atlit skulu takast, tá desentarlisering fer fram ultimo 2017 og frameftir.
4) Lønarviðurskiftir, har mest loyvda lønin fyri ein aðalstjóa, ikki má fara uppum 40.000,00 kr. írokna viðbøtur og eftirløn og at sami persónir bert hevur loyvið til eina løn og ikki hevur loyvið at sita í almennum nevndum. Verður tað gjørt, so skal nevndarlønin trekkjast av teimum 40.000,00 krónunum.
5) Reglur, sum verður brúkt sum grundarlag undir áseting av mest loyvdu umsiting, her verður tonkt uppá, at vit bert eru 50.000 fólk, so kvotur mugu setast á, hvussu nógv almen fólk skulu arbeiða á hvørjum stovni.
6) Mannagongdir fyri ráðgeving o.a.
7) Hølisviðurskiftir, um bygningar skulu keypast, leigast ella byggjast.
8) Tíðin har desentralisering skal vera liðug. Málið skal vera 2020.

Eftir 2020 er ikki loyvt at hava meira almenna umsiting í høvuðstaðnum enn 50 prosent av allari landsins umsiting. Hetta uppskotið fer at gera, at vit fáa einari fjølbroyttari Føroyar og Fólksins ogn verður fyri allar Føroyar og ikki sum nú bert Tórshavnar Kommunu, har 70 prosent av skattakrónum, avgjøldum, mvg, blokkurin, uppskipan osv. osv. enda í høvuðsstaðnum.

Danmark er í holt við líknandi tiltøk júst nú og hetta fer at gera, at landi blivur meira javnaðari og nú er útjaðarin byrjaður so smátt at koma fyri seg aftur og fólk eru byrjaði at seta búgv aftur í útjaðarnum og at borgarnir í útjaðarnum eru tættari uppá Landins mynduleikar nú. 

Lars Løkke Rasmussen arbeiðir hart fyri at flyta túsundvís av almennari umsitingini frá Keypmannahavn og út til útjaðaran. Hetta fer at gagna øllum landinum, sigur Lars Løkke, lat okkum gera tað sama.

Símun á Høvdanum

Comments

​Ørindadrongur hjá samgonguni!

12/6/2017

Comments

 
Billede
Í kvøld royndi tíðindamaðurin Jan Lamhauge at venda aftur til januar 2015, tá Fiskimálaráðið broytti eina avgerð hjá Vørn, at flyta eitt veiðiloyvið frá einum minni líniskipi á eitt størri líniskip, sum um tað hevði nakað við aktuella málið at gera, har landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, í heimildarloysi hevur flutt veiðiloyvir frá líniskipum á ídnaðarskip.
Sama evnið varð viðgjørt í útvarpstíðindunum ónskvøldið í síðstu viku, tá Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, greiddi frá, at málini onki høvdu við hvørtannað at gera. Flyting av veiðiloyvum ímillum línuskip er ikki tað sama sum at flyta veiðiloyvir frá líniskipum til ídnaðarskip.
Tað er mark fyri, hvussu nógva línu/húkar eitt línuskip kann seta og draga ein fiskidag. Tá tað markið er nátt, økist veiðiorkan ikki, hóast línuskipið verður størri. Eitt størri línuskip fær ikki sett og drigið meira línu/húkar enn tað sama.
Hetta var orsøkin til at støddaravmarkingin fyri bólk 3, línuskip, varð avtikin í 2011.
Í januar 2015 hevði Vørn onga siðvenju at flyta veiðiloyvir frá línuskipum til ídnaðarskip. Vørn hevði harafturímóti siðvenju at flyta veiðiloyvir frá einum línuskipi til eitt annað línuskip. Eisini frá einum minni línuskipi á eitt størri línuskip.
Tí bað Fiskimálaráðið Vørn halda áfram við teirri siðvenju, sum Vørn hevði havt, nevniliga at flyta veiðiloyvið frá einum línuskipi á eitt annað línuskip.
Síðan 13. nov. 2015 hevur Høgni Hoydal "de facto" umsitið flyting av veiðiloyvum.
Í hesum tíðarskeiði hevur Høgni Hoydal, VÆL VITANDI og UTTAN HEIMILD, flutt veiðiloyvir frá línuskipum á ídnaðarskip.
Síðan hetta kom fram, hevur Høgni Hoydal við ósannindum og undanførðslum roynt at runnið undan ábyrgd.
Hann er nú í ferð við, UTTAN HEIMILD, at taka veiðiloyvini frá ídnaðarskipunum aftur.
Í staðin fyri at lata landsstýrismannin standa til svars fyri ólógligu flytingunum av veiðiloyvum og fyrisitingarliga óskilinum, umframt allar undanførðslurnar, hann er komin við, viðger Jan Lamhauge sama evnið, sum Jón Brian Hvidfeldt viðgjørdi fyri einari viku siðan, í royndini at káva útyvir lógloysið og fyrisitingarliga óskilið hjá Høgna Hoydal.
Hevði slíkt hent undir síðstu samgongu, hevði Jan Lamhauge ligið uppá lúr, fyri at fáa viðmerking frá landsstýrismanninum, samstundis sum hvør einasta tíðindasending hevði viðgjørt óskilið og lógloysið í landsins leiðslu.

Tey siga seg vera politisk óheft. Eg meini tað!

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.