NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvussu kunnu vit hava álit á sjúkrahúsálitinum?

30/6/2016

Comments

 
Billede
Eftir at hava hugt ígjøgnum hesa seinastu menningarætlanina, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fekk handað í vikuni, eri eg ógvuliga vónbrotin, tí tað er torført at hava álit á hesum áliti, har duld hagtøl og enntá beinleiðis skeiv hagtøl verða brúkt til at seta Klaksvíkar Sjúkrahús í eitt ringt ljós í mun til Landssjúkrahúsið.

Sum ein av teimum, ið hevur fylgt føroyska sjúkrahúsverkinum seinastu árini, fekk eg eina lítla vón, tá ið tað frættist, at tveir útlendingar – ein úr Íslandi og ein úr Noregi – skuldu standa á odda fyri arbeiðnum at orða eina menningarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini.

Klaksvíkar Sjúkrahús óhugnaliga mótstøðu
Í fleiri áratíggjur hava hagtøl og kanningar staðfest, at Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt væl virkandi og produktivt sjúkrahús, og fyri fáum árum síðan varð ein nøgdsemiskanning gjørd, sum gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi besta skoðsmálið av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Tí kann tað ikki annað enn undra og harma okkum, at serlæknar og ymsar læknaleiðslur á LS í fleiri áratíggjur á ymsan hátt hava roynt at niðurlaga Klaksvíkar Sjúkrahús – fyrst og fremst við at tosa niður á KS, við at blokera fyri samstarvi, við at nokta fyri at loyva sjálvsagdum tænastum á KS o.s.fr.

Ein fær ikki ta fatan, at serlæknarnir á LS ganga og hálsfevnast, men tað tykir mær, at teir kortini altíð megna at semjast um at vera ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- - -

Men nú skuldu tveir útlendingar standa fyri hesari menningarætlanini, og tí fekk eg – sum sagt – eina lítla vón um, at nú fór at verða øðrvísið, nú fór úrslitið og niðurstøðurnar at verða óheftar, sakligar og væl grundaðar.

Tíverri var mín optimisma ógvuliga skjótt gjørd syndarliga til skammar!

Duld hagtøl
Sum limur í politiska fylgibólkinum fyri hesa sonevndu menningarætlan havi eg eisini havt møguleikan at fylgt arbeiðnum og tilgongdini tætt, og fyri at siga sum er, so tænir tað, eg her havi sæð, ikki leiðsluni fyri hetta arbeiðið til heiður – tvørturímóti!

Meðan arbeiðið er farið fram, havi eg brúkt høvið at samskift við nøkur av umboðunum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í ymsu arbeiðsbólkunum, sum veruliga hava gjørt ein innsats fyri at fáa tað best møguliga úrslitið í hesa menningarætlan.

Nú úrslitið fyriliggur, er mín greiða fatan tíverri, at dugnaligu umboðini frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki kenna seg aftur í fleiri týðandi pørtum av álitinum. Teirra viðmerkingar eru snøgt sagt ikki hoyrdar, og enn meira álvarsamt er tað, at týðandi hagtøl um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi simpulthen ikki verða tikin við í álitið – tey eru tøgd burtur!

20-túsund fólk vitja KS um árið
Sum limur í politiska fylgibólkinum havi eg eisini kunnað sæð tær ávegis skrivaðu útgávurnar av álitinum, so hvørt sum arbeiðið er gingið.

Eitt nú kann eg upplýsa Føroya fólki, at upprunaliga vóru fleiri talvur um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við, sum vísa tað stóra virksemi, sum fer fram har.

Her hugsi eg um talvur um tað ambulanta virksemið og um virksemið hjá røntgendeildini og á rannsóknarstovuni, sum vóru ógvuliga týðandi at hava við í álitinum, tí hesar høvdu givið 
Føroya fólki kunnleika um veruleikan, sum er, at tað vitja nógv fólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Samlaða talið av vitjanum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi liggur nevniliga um 20000 fólk.

Men so hendir tað undrunarsama og ófrættakenda, at leiðslan fyri hetta arbeiðið av eini ella aðrari, mær ókendari orsøk at taka burtur hesi tølini! Orsøkina kunnu vit bara gita um, og tað er einki hugaligt og als ikki nøktandi.

Enntá eisini skeiv hagtøl
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur hesi seinastu árini (í 2013, 2014 og lutvíst í 2015) verið undir umbygging, og hetta hevur gjørt, at virksemið hesi árini hevur verið lægri enn tað vanliga. Sum eg dugi at síggja, so verður einki upplýst um hetta í álitinum. Tað er ein stórur feilur.

Heldur ikki faktuellu tølini fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eru røtt. Millum annað eru hagtølini fyri kirurgisku deildina, deild A, ikki við fyri árini 2013, 2014 og lutvíst 2015.

Ein annar skeivleiki í hesum álitið kemst av skeivum og villleiðandi talvum og hagtølum, har eg havi varðhugan av, at tølini fyri Landssjúkrahúsið eru betri (størri) enn veruleikin. Men tað ger kanska einki, tí tað styrkir jú bara um endamálið at sentralisera alt til Havnar?!

Hvør eigur dulda pennin?
Tað hendi nakað løgið og ófrættakent við hesum álitinum í seinastu løtu, tá ið tað bleiv umsett úr skandinaviskum til føroyskt, tí talan varð ikki bara um eina umseting. Tónin er ikki tann sami, nú føroyski pennurin er sloppin framat, og í støðum eisini um eina umskriving og broyting av týðandi niðurstøðum.

Hvat er hetta fyri ein arbeiðsháttur, og hvør eigur hendan dulda føroyska pennin?! Eg kann ikki prógva tað, men eitt og annað bendir á, at tað nú aftur er tann læknaliga leiðslan á LS, ella í serlæknafelagnum, sum er sloppin framat, tí nøkur av tingunum, sum eru komin við og eru broytt í sambandi við umsetingina, eru viðurskifti, sum nevndi bólkur hevur ført fram frammanundan.

Eg kann her bert nevna onkur dømi, so almenningurin fær at vita, at her ruggar ikki alt rætt:

• Áðrenn føroysku umskrivingina stóð í álitinum, at tær tríggjar sjúkrahúsleiðslurnar í felag skuldu manna og skipa felags leiðsluna fyri alt sjúkrahúsverkið – nú er tað broytt.

• Áðrenn føroysku umskrivingina stóð í álitinum, at viðgerðin av knø og mjødnum framvegis skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – nú er tað broytt.

• Áðrenn føroysku umskrivingina vóru orðingarnar ógvuliga rundar viðvíkjandi peningi til nýggjar læknar á LS, og um at seta útbúgvingar á stovn saman við donskum universiteti, men nú hesin føroyski pennurin slapp framat, er hetta alt blivið nógv meira ítøkiligt, og enntá eru neyvar upphæddir settar á.

Sum limur í politiska fylgibólkinum eri eg sostatt komin til ta niðurstøðu, at eitt annað álit er handað, enn tað, sum tey luttakandi fingu at gjøgnumganga og gera viðmerkingar til, áðrenn álitið varð lagt alment fram, og tí er ógvuliga torført at hava álit á hesum áliti um føroyska sjúkrahúsverkið!

Áheitan á landsstýriskvinnuna og Føroya Løgting
Vit eru sostatt enn einaferð endaði har, sum vit so mangan áður hava verið, at óheppin og ónøktandi arbeiðsháttur máar støðið undan álitinum á enn einum áliti um sjúkrahúsverkið, tá ið leiðslan fyri hetta arbeiðið loyvir og enntá brúkar órættar upplýsingar.

Eg fari tí at enda hesa grein við at senda eina inniliga áheitan á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu – ið eg kenni sum ein dugnaligan politikara, sum higartil hevur sýnt áhuga í øllum okkara landi – um at taka omanfyrinevndu, óhepnu viðurskifti í hesum áliti til álvarsama umhugsan, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um hetta týðandi mál.

Tað er tó skjótt till, at ein landsstýriskvinna verður kroyst til óhepnar avgerðir, um viðkomandi – sum í hesum føri – verður útsett fyri massivari og einsíðugari ráðgeving, og tí vil eg at enda heita staðiliga á okkara høga Føroya Løgting um at fylgja hesum máli tætt, so lagnan hjá sjúkrahúsverki Føroya ikki verður offur fyri støðutakanum, ið byggja á faktuelt skeiva og subjektiva ráðgeving.

Klaksvík, 30. juni 2016
Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Comments

Brexit kann ávirka okkara handils- og fiskivinnupolitikk

26/6/2016

Comments

 
Billede
At Stórabretland ætlar sær úr ES, kann - sum frálíður - ávirka okkara handils- og fiskivinnuviðurskifti. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir úrslitið av fólkaatkvøðuni í Stórabretlandi. Løgmaður vísir kortini á, at tað er sera týdningarmikið at vera varin við at gera ov greiðar niðurstøður um avleiðingarnar fyri Føroyar, so stutt eftir úrslitið í Stórabretlandi.

”Úrslitið kemur eitt sindur óvart á meg. Hetta er ein spildurnýggj støða, sum ávirkar alt Evropa. Tá so stór óvissa valdar á fleiri økjum, er tað trupult at siga heilt ítøkiliga, hvussu úrslitið fer at ávirka okkum í Føroyum. Tað er hugsandi, at okkara viðurskifti við Stórabretland á handils- og  fiskivinnuøkinum kunnu broytast", sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað er nógv, ið bendir á, at tað kann taka nøkur ár, áðrenn Stórabretland formliga tekur seg úr ES. So leingi Stórabretland er partur av ES, verða okkara formligu viðurskiftini óbroytt.

”Landsstýrið og sendistova Føroya í London fylgja væl við gongdini. Stórabretland er ein týdningarmikil samstarvsfelagi, og málið er sjálvsagt, at vit framhaldandi fara at hava gott handils- og fiskivinnusamstarv við Stórabretland”, vísir løgmaður á.

Kelda: Løgtingið

Comments

Kommunuvalið 2016: Hví hoyra vit onki um tað ?!?

26/6/2016

Comments

 
Billede
Eftir at tað bleiv avgjørt, at Donald Trump og Hilary Clinton skuldi vera valevnini at velja ímillum til Forsetavalið í Amerika, so hava vit ikki skrivað so nógv um Trumpin, sum annars er ein sera stuttligur persónur at skriva um ...

Men tað er nú ikki tað, sum henda greinin snýr seg um - hon snýr seg nevniliga um Kommunuvalið 2016, sum vit næstan onki hava hoyrt um frá fjølmiðlunum. Ok, gott nokk er Kommunuvalið ikki fyrr enn november, men tað er Forsetavalið í Amerika eisini - og tað hava fjølmiðlarnir bæði sagt & skriva eina rúgvu um. So hví ikki Kommunuvalið ..? Fyri okkum á Norðoya Portali virkar tað sum um, at fjølmiðlarnir eru sovnaði og als ikki hava nakran áhuga í Kommunuvalinum 2016.

Hetta fara vit nú at broyta eitt sindur uppá - og eru tit meira enn vælkomin, at senda okkum polistiskar greinar longu nú, so at vit vita - hvønn ella hvørja vit fara at velja, tá ið Kommunuvalið verður í november. Eisini fara vit at gera ymiskar "online" kanningar, har tú kanst stemma uppá - hvør fær tína stemmu.

Hevur tú eina politiska grein ella meining um ta heila, so send tað til: mynameisjogvan@gmail.com ella klips.fo@live.dk og minst til at myndirnar, sum tit senda við greinini ikki muga fylla ov nógv.

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Kristina Háfoss á vitjan í Suðuroy

21/6/2016

Comments

 
Billede
Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vitjaði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum stovnar og kommunur í Suðuroy.

Vitjað varð hjá TAKS á Tvøroyri, Tvøroyrar kommunu, Vágs kommunu, Suðuroyar Sparikassa og í Saltsiloini á Drelnesi. Leiðin varð eisini løgd framvið nýggju íbúðunum, sum Bústaðir letur byggja í Vági.

Vitjanin var partur av eini skrá, har landsstýriskvinnan vitjar stovnar, kommunur og onnur, ið eru viðkomandi fyri tey málsøki, sum Fíggjarmálaráðið umsitur. Ætlanin er eisini at gera líknandi vitjanir aðrastaðni í landinum.

Kelda: Løgtingið


Comments

Vaksnamannaútbúgving í Føroyum

21/6/2016

Comments

 
Billede
Samgongan millum Javnaðarflokkin, Framsókn og Tjóðveldi hevur sett sær fyri at seta í verk skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.


Í samgonguskjalinum verður sagt, at neyðugir tættir í einari skipaðari vaksnamannaútbúgving eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.


Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið varða av teimum ymisku skipanunum, ið eru galdandi innan útbúgving, almannaverk og arbeiðsmarknað. Tey eru nú í felag farin undir at greina møguleikarnar at fáa í lag breitt samstarv um skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.


Vaksnamannaútbúgving hevur ein týðandi leiklut fyri arbeiðsmarknaðin og trivnaðin hjá landsins borgarum, tá ið talan er um møguleikan at velja starvsøki ella arbeiði, tá ið landsins tilkomnu borgarar skulu menna sínar førleikar, og tá talan er um at nøkta tann økta og broytta tørvin á væl og viðkomandi útbúnum fólki, ið hava teir røttu førleikarnar.


Í londunum rundan um okkum hevur skipað vaksnamannaútbúgving verið roynd við góðum úrsliti í mong ár. Somuleiðis hava grannalondini skipanir á hesum øki, ið varða av teimum við skerdum førleikum, teimum, sum eru í vanda fyri at missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, umframt teimum, ið nýliga eru flutt til landið og hava eina aðra mentanarliga bakgrund og aðrar fakligar avbjóðingar at stríðast við.


Miðað verður ímóti, at uppskot um yvirskipaðu karmarnar fyri einari vaksnamannaútbúgving og møguligum arbeiðsmarknaðardepli skal verða klárt at leggja fyri landsstýrið seinni í ár.

Kelda: Løgtingið


Comments

Landsstýriskvinnur vitjað Barnahúsið

8/6/2016

Comments

 
Billede
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, vóru í vikuni og vitjaðu Barnahúsið.
Har fingu tær kunning um virksemið í Barnahúsinum, sum skjótt hevur virkað í trý ár.

Oddbjørg Balle og Jendis Gærdbo vístu landsstýriskvinnunum hugnaligu hølini, eins og tær greiddu frá virkseminum í Barnahúsinum.

Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, har myndugleikar savnast í sambandi við mál um ágang móti børnum, ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar av barninum gerast, og kreppuhjálp kann veitast barninum og avvarðandi. 

Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum.

JáH (y) 08.06.2016
Kelda: Løgtingið

Comments

Hilary verður valevni hjá Demokratunum

7/6/2016

Comments

 
Billede
AP tíðindastovan veit at siga frá, at Hilary Clinton verður valevni hjá Demokratunum - tí hetta er nakað, sum teir hava rokna seg framm til. Teir meta, at hon longu nú - hevur nokk av umboðum, so at hon verður komandi forsetavalevni og sostatt kemur at berjast ímóti Trump um Forsetasessin í Amerika.

Fólk runt um heim - vóru annars bangin fyri at hetta skuldi henda, tí tað sigst, at bæði Clinton og Trump eru sera glað fyri at fara í kríggj og ein kann rokna við KAOS í november í ár, tá ið amerikanska valið er av ...

JáH (y) 07.06.2016

Comments

Landsstýriskvinnan vitjaði stovnar undir Almannaverkinum í Klaksvík

2/6/2016

Comments

 
Billede
Fríggjadagin, 27. mai 2016, var Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, í Klaksvík og vitjaði stovnar undir Almannaverkinum.

Jansy B. Klein, eindarleiðari, og Margee Dam, leiðari, buðu vælkomin við morgunmati í Sambýlinum á Mýruvegi. Síðani var víst runt í sambýlunum á Mýruvegi, Kelduskákinum og íbúðini hjá Emil.

Jansy og Margee greiddu frá, at arbeitt verður við at skapa eitt gott og trygt heim, og við støði í tí einstaka at menna førleikarnar hjá búfólkunum.

Sambýlið á Mýruvegi er ætlað fólki við menningartarni og við autismu. Búfólkini hava egna íbúð, umframt felags køk og stovu. Í sambýlinum, Kelduskákið, búgva børn og vaksin við autismu og við menningartarni. Hvørt búfólk hevur egið kamar við egnum baðirúmi. Harafturat eru felags køkur og stova.

Odda Højgaard og Ester H. Áarskarð tóku ímóti landsstýriskvinnuni í sambýlinum við Mylnutún 7. Víst var runt á sambýlinum og landsstýriskvinnan fekk eisini høvi at síggja búfelagsskapin á Heygavegi 65. Tosað var um hesi nýggju tilboðini, sum geva búfólkunum betur møguleika til at verða sjálvstøðug. 
Til seinast var Eyðgunn Samuelsen á Verkstaðnum á Brekku, har umleið 30 borgarar við ymiskum avbjóðingum arbeiða.

Arbeiðið verður skipað í mun til førleikarnar hjá arbeiðsfólkunum. Á verkstaðnum gera arbeiðsfólkið ymiskar lutir; plattar til fiskivinnuna, kassar til Føroya Bjór, dukkuvognar, postkassar, pútur, bundin pløgg o.a. Verkstaðurin hevur eina sølubúð, sum hevur opið allar yrkadagar frá 8-16.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum var eisini við á vitjanini.

JáH (y) 02.06.2016
Kelda: Almannamálaráðið 

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly