NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólkaflokkurin besta kvinnuliga boðið til Fólkatingið - nú 100 ár síðani kvinnurnar fingu valrætt

16/6/2015

Comments

 
Picture
Allir flokkarnir bjóða seg fram til fólkatingssess. Fyri at røkka sessunum, stilla allir upp sum frægast - eisini kvinnur í ymsum tali.

Fólkaflokkurin verður hartaður fyri bert at hava tvær kvinnur á listanum, meðan Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn breggja sær av javnstøðu, sum eisini er væl loftað í miðlunum.

Spurningurin er so, hvørjir flokkar ynskja veruliga kvinnu á Fólkating?

MunnuJavnaður,Tjóðveldi ella serliga Framsókn vilja, at mannligu frontfigurarnir verða yvirhálaðir av eini kvinnu? Hugsið bara um Sjúrð/Aksel, Høgna og Poul - nei, ikki sannheit?!

Hjá hesum flokkum er uppstillingin tílítið annað enn javnstøðu-gluggapynt.

Upp móti hesum veruleika hevur Fólkaflokkurin sett sítt besta kvinnuliga valevni í fremstu røð.

Fólkaflokkurin hevur eisini tryggjað sær, at atkvøðurnar á listanum ikki verða pettaðar sundur valdagin, so kvinnuliga umboðanin dettur niðurfyri - soleiðis, sum hinir flokkarnir sýnast at gera.

Og Fólkaflokkurin veit eisini, at Annika Olsen er framúr egnað til Fólkatingssessin. Annika hevur umsitið burturav truplasta málsøkið farnu árini. Og tað hevur hon gjørt serstakliga væl.

Hennara drúgvu royndir í politikki síðani 2008, har hon hevur staðið fatt og dugnalig á teimum málsøkjum, hon hevur umsitið, ger hana til besta og sjálvsagda kvinnuliga valið í Føroyum.

Tað veit Fólkaflokkurin. Tað vit øll, sum hava minsta skil fyri politikki.

Tí hevur flokkurin ikki hópin av kvinnum á listanum bert fyri at náa einum politiskt korrektum javnstøðutali.

Í mun til hinar flokkarnar, satsar Fólkaflokkurin veruliga uppá møguleikan at fáa eina dugnaliga kvinnu á danating, nú vit hava rundað 100 ár síðani kvinnurnar fingu grundlógartryggjaðan valrætt.

Bjarni Djurholm


Comments

Eg havi ikki ligið í nakari heingikoyggju - eg havi skaffa Føroyum nógv ríkidømi.

16/6/2015

Comments

 
Comments

Hanus Samró - Nei til ES - Ja til øktan samhandil

16/6/2015

Comments

 
Comments

Framgongd við flatskattinum - lønargjaldingar vuksu 7.4%

16/6/2015

Comments

 
Picture
Tað var ein tíð, tá tað ikki loysti seg at arbeiða. Loysti seg ikki at taka eitt tak ella ein tíma afturat, tí landið fór við vinninginum. Skatturin var alt ov høgur. Tað køvdi allan framburð.


Tí kom Fólkaflokkurin við flatskattinum.

Nú loysir tað seg aftur at arbeiða. At taka ein tíma afturat. At arbeiða longri. Nú er tað arbeiðarin, ið situr eftir við vinninginum - ikki landið. Tí er hugurin at arbeiða størri. Tað síggja vit eisini í feskastu tølunum frá hagstovuni.

Sambært hagstovuni vóru samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 4 mánaðirnar av 2015 2.625 milliónir kr. í mun til 2.443 milliónir kr. í 2014. Munurin er 182 milliónir kr. Ein vøkstur á 7,4%.

Fólkaflokkurin fegnast um góðu gongdina, tí tølini vísa enn einaferð, at flatskatturin er við til at skapa vøkstur og framgongd.

Comments

Sjálvandi Fólkaflokkin hósdagin

16/6/2015

Comments

 
Picture
Hesi fólk bjóða seg fram at fara á Fólkating hósdagin og biðja tey um tykkara stuðul. X við Fólkaflokkin.

Comments

Símun Gullaksen nýggjur formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag

7/6/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Fólkaflokksfelag hevur fingið nýggjan forðmann. Eftir drúgva tið sum formaður, hevur Absalon í Buð avgjørt at leggja frá sær og í hansara stað er komin Símun Gullaksen.

Nýggi formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag hevur drúgvar royndir innan vinnulív og í løtuni er hann bóndi úti í Fuglø og drívur fyritøkuna Grafia saman við konuni Jastrid Gullaksen í Klaksvík.

Tillukku við nýggja starvinum Símun Gullaksen.

SáH

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.