NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eru játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús horvnar

26/5/2020

Comments

 
Billede
Í 2018 vórðu 6 mió. kr. játtaðar til endurvenjing (neurorehabiliterning) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og somuleiðis tvíhildu løgtingslimir um, at aðrar 15 mió. kr., ið vórðu játtaðar, skuldu koma Norðurøkinum til góðar. Hvar er hesin peningur endaður?

Í løgmansrøðuni 2018 segði táverandi løgmaður: „Avgerð er tikin um at seta á stovn deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til endurvenjing (neurorehabilitering). Hetta er nýbrot í Føroyum, og frameftir fara vit at bjóða eina tænastu, sum vit í dag keypa uttanlands. Játtaðar verða í alt 6 mió. kr. til endamálið 2018-2019”

Nú vit hava fingið nýtt løgting og landsstýri, og eru komin út í mai mánaða 2020, eftirlýsi eg, hvar hetta mál liggur. Sum eg skilji, hevur hetta ligið stilt og tað harmiliga er, at hóast sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar hava eina røð av endurvenjingartænastum til borgararnar, so finst onki samanhangandi yvirlit yvir tænasturnar. Hetta ger, at tað er ymiskt, hvørja hjálp borgarar fáa. Somuleiðis verða tænastur eisini veittar uttanlands, har hópin av peningi verður sendur, ið kundi verið brúktur í Føroyum.

Tað gongur næstan ikki dagur, har vit ikki hoyra um borgarar, eisini í bestu árum, ið av eini ella aðrari orsøk hava tørv á dyggari endurvenjing. Tað kann vera eftir sjúku ella vanlukkutilburð. Umráðandi er fyri okkum øll, at vit hava góðar karmar og tilboð til hesar borgarar, so teir hava møguleika at koma fyri seg aftur, so skjótt sum tilber. Hetta er sera umráðandi fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka og teim avvarðandi. Sum orðatakið sigur: „Skjót hjálp, er dupult hjálp”.

Eisini er stórur ivi um hvar tær 15 mió. kr. eru endaðar, sum vórðu játtaðar Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 2018. Løgtingslimir tvíhildu um, hóast broytingar, at henda játtan skuldi koma Klaksvíkar Sjúkrahúsi tilgóðar.

Er lógin eins fyri øll trý sjúkrahúsini
Meðan hesar smáu játtanir sýnast at hanga í leysum lofti, síggja vit, at tað trýtur ikki vilji at játta tíggjutals milliónir til Landssjúkrahúsið, játtanir sum koma hálsandi aftaná peningurin er brúktur, viðgjørt sum eykajáttanir av Føroya Løgtingi.

Er tað veruliga so, at meirnýtslur vit hava sæð í ovurstóran mun á Landssjúkrahúsinum verða premieraðar, og at Klaksvíkar Sjúkrahús verður revsað fyri at halda sínar játtanir.

Spurningurin til Heilsumálaráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen, er tí: Kunnu vit, allir føroyingar, fáa at vita, hvar tær 21 mió. kr. eru, og hvørjar ætlanir fyriliggja? Er lógin eins fyri øll trý sjúkrahúsini?

Eg veit, at leiðslan og starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi áhaldandi og miðvíst arbeiða við menning av virkseminum, og tí er uppá tíðina, at tey fáa nakað aftur frá Løgtingi og landsstýri.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur
Klaksvíkar Býráð

Comments

​Navnið ‘Klaksvíkar Sjúkrahús’ er vart av lóggávuni og kann tí ikki broytast

22/5/2020

Comments

 
Billede
Navnið ‘Klaksvíkar Sjúkrahús’ er meir enn eitt navn – tað er ein sera týðandi partur av sjálvum samleikanum hjá hesum aldargamla sjúkrahúsi, og tí er tað at gera seg inn á sjálvstøðuga identitetin hjá sjúkrahúsinum at taka navnið frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og so er tað harafturat eisini í stríð við lógina.

Longu í fyrstu lógargrein í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016, er ásett, at “sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús”.

Tí er tað fyri tað fyrsta í stríð við galdandi lóggávu, um landsumsitingin nú ætlar at broyta nøvnini á sjúkrahúsunum í Føroyum.

Hesar ætlanir eiga tí at verða sleptar beinanvegin, og fari eg sum løgtingslimur eisini at krevja av landsstýrismanninum, at henda navnabroyting verður slept.

Navnið er sjálvur samleikin

Tað er alment kent frá gamlari tí, at tað navn, sum verður givið ein persóni, felagskapi ella stovni, hevur alstóran týdning fyri og er ein inngrógvin partur av samleikanum hjá viðkomandi.

Hetta kenna vit frá okkara dagligdegi, hvussu stóran týdning tað hevur at minnast og virða nøvn teirra, sum vit kenna, møta og samstarva við.

Sama síggja vit úr søgu mannaættarinnar, at tá ið ein kongur hertók eitt fólk, so kundi ein partur av hertøkuni vera, at kongur gav teimum hertiknu nýggj nøvn – hetta fyri at undirstrika, at nú vóru viðkomandi persónar ikki longur teir somu og teirra egnu. Nei við nýggja navninum vísti kongurin, at nú vóru hesi hansara ogn.

Hetta var kenslan, eg fekk, tá ið eg hoyrdi um ætlanirnar hjá landsumsitingini at broyta nøvnini á okkara aldargomlu sjúkrahúsum við at útskriva eina navnakapping, og fyri at siga sum er, so dámar mær hetta als ikki, og eg komi sum løgtingslimur heldur ikki at góðtaka hesar ætlanir.

Fyri tað fyrsta so er hetta, sum nevnt, í stríð við lóggávuna, og fyri tað annað er hetta eisini ein háttur at taka burtur tann aldargamla identitet ella samleika, sum liggur í navninum: “Klaksvíkar Sjúkrahús”.

Tí skal Klaksvíkar Sjúkrahús ikki missa sítt navn, tí harvið fer tað eisini at missa ein týðandi part av sínum samleika, og tað verður ikki góðtikið.

Eg skal tí við hesum heita staðiliga á landsstýrismannin í heilsumálum um beinanvegin at steðga hesum ætlanunum hjá landsumsitingini um at taka verandi, aldargomlu nøvn frá okkara trimum sjúkrahúsum, hvørs nøvn og sjálvstøðugi samleiki er vardur av galdandi lóg.

Klaksvík, 22. mai 2020
Jákup Mikkelsen
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Comments

Skift kanal, Tjóðveldi, skift kanal

18/5/2020

Comments

 
Billede
Tað eru fiskimenn og útgerðarmenn, ið hava skapt virðið í fiskiskapi. Teir hava einki fingið forerandi.

Fiskiríkidømi hevur altíð svomið runt hesar oyggjar, men í øldir varð bert viðfáningur fingin til høldar. Tað er bert hálv onnur øld síðani, at menn løgdu meira fyri í royndini at fáa størri virðið í fiskiskapin. Undir Føroyum byrjaði henda roynd av álvara fyri bert hálvari øld síðan.

Tað var øllum frítt at fiska, líka inntil politikarar settu reglar um hvat, hvussu og hvør kundi fiska.

Gjøgnum hesa tíð hava fiskimenn og útgerðarmenn lagt nógv fyri. Undir ringum umstøðum hava hesi kempa ólíðiligan kamp á bátadekki fyri at vinna til lívsins uppihald hjá bæði familju og landi.

Gjøgnum tíðirnar er mangur endaður við meini. Allahalgannadag minnast vit tær mongu vátu gravirnar. Húsagangir hava rikið familjur frá húsi og heimi. Úthaldnið, dugnaskapur og treystið hjá hesum mongu gjørdi fiskiskapin til veruligt ríkidømi. Tað eru fáir menn, ið hava fingist við fisk og skip, sum eru farnir ríkir av foldum, niðurslitnir og møddir.

Tað virðið, sum fiskiloyvið hava, eru skapt av vinnuni - og ongum øðrum. Men tá fiski- og útgerðarmenn fáa vinning úr sínum yrki, skulu teir sjálvandi rinda part av hesum til vælferðarsamfelagið. Soleiðis er tað, og soleiðis eigur tað at vera.

Tjóðveldi sigur, at hetta er ósatt. Bringubrøtt við nøsini upp í loft, billa tey fólkið inn, at tað eru tey og bara tey, sum hava forert fiskimonnum og útgerðarmonnum hetta ríkidømi. Tey niðurgera fiski- og útgerðarmenn og karakteramyrða tey, ið ditta sær at muta ímóti.

Eg má siga sum Magnus Rasmussen, eg skilji ikki frekvensin, ið Tjóðveldi samskiftir á. Men at talan er um áhaldandi óljóð á neyðfrekvensinum er nokk lítið at ivast í.
Eg farið at ráða Tjóðveldinum til at seta seg í samband við fjarskiftiseftirlitið og útvega sær ein annan frekvens, so vit kunnu samskifta á virðiligan og veruligan hátt.

Jóhan Eli Poulsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Comments

​Sjálvandi má fólkatalið veksa mest í og kring høvuðsstaðin

15/5/2020

Comments

 
Billede
​Tað sigur seg sjálvt, at ein býur má veksa skjótast, har landskassin seinastu árini hevur brúkt umleið eina milliard til  ein skúladepil og eina milliard afturat til eitt sjúkrahús, og har almenna bústaðafelagið hevur bygt tveir triðingar av sínum íbúðum. Við hesum einvísa sentralistiska hugburði viðvirka landsstýrið og løgtingið til, at fólkatalið í høvuðsstaðnum og økjunum kring hann veksur nógv mest.

Nú um dagarnar er komið fram í miðlunum, at í høvuðsstaðnum og økjunum, sum satsa uppá at verða forstaðir til Havnina, veksur fólkatalið mest, bæði lutfalsliga og í reinum tølum. Ein góður triðingur av Føroya fólki býr í Havn, Hoyvík og á Argjum, men hesi pláss fara nú avstað við góðum helmingi av samlaða fólkavøkstrinum.

Ein slík sentraliseringsgongd er væl kend í øðrum londum, og tí verður ein ikki bilsin av hesum, men sum býráðslimur í næst størstu kommunu í landinum, Klaksvíkar kommunu, kenni eg tað sum mína ábyrgd at gera vart við, at okkara fólkavaldu landsmyndugleikar, sum sita á løgtingi og í landsstýri, aktivt viðvirka til og styrkja hesa sentralisering.

Leggið fleiri landsstovnar í aðrar býir kring landið!
Undanfarna landsstýri segði, at tað ikki fór at flyta nakran landsstovn, sum er í høvuðsstaðnum, út í aðrar landspartar, men so løgdu tey afturat, at ísv. nýggjar landsstovnar vóru tey sinnað at staðseta hesar aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, júst fyri at tálma sterku sentraliseringini.

Stutt eftir hesa útsøgn yvirtóku Føroyar familjurættarliga økið, og ein nýggj føroysk Familjufyrisiting skuldi setast á stovn, so nú var lagamanni hjá landsstýrinum at halda síni lyfti, men nú fekk pípan eitt annað ljóð. Hesin nýggi føroyski landsstovnur mátti og skuldi staðsetast í Havn.

Sum býráðslimur í Klaksvík kenni eg tað sum mína skyldu at heita á landsstýri og løgting um í munandi størri mun enn higartil at leggja stovnar í aðrar býir enn bara Havnina og á tann hátt at virka fyri framhaldandi fjøltáttaðari búseting og dynamikki í landi okkara.

Gevist við at seta nýggj íløgumet í Glasir, LS og Setrið, og latið t.d. KS og TSK fáa tiltrongdar útbyggingar, so vit ikki bara menna sjúkrahús og skúlar í Havn, men eisini í Klaksvík!

Áleggið Bústøðum at byggja úti um landið!
Nú ein dagin kom formaður Javnaðarfloksins fram við áheitan á løgting og landsstýri um at geva almenna bústaðafelagnum, Bústaðir, meira pening og fígging til at byggja fleiri bústaðir.

Hesum uppskoti kann eg einans taka undir við, um raðfestingarnar hjá Bústaðir verða grundleggjandi broyttar, tí higartil hevur hesin landsstovnur bygt ca. tveir triðingar av sínum íbúðum til tann eina triðingin av Føroya fólki, sum býr í høvuðsstaðnum, meðan restin av landinum,  har tvífalt so nógv fólk búgva, bert fær triðju hvørja íbúð, sum Bústaðir byggja.

Hetta ger almenna bústaðafelagið, sjálvt um privata vinnan byggir hundraðtals íbúðir so at siga einans í høvuðsstaðnum.

Sum býráðslimur í Klaksvík kenni eg tað sum mína skyldu – um so verður, at Bústaðir fær meir fígging til at byggja fyri – at heita á landsstýri og løgting um at umskipa og áleggja Bústøðum, at í minsta lagi tveir triðingar av íløgum og byggingum stovnsins skulu gerast kring landið.

Løgting og landsstýri mugu raðfesta Føroyar!
Vit fólkavaldu í kommunustýrunum kring landið, gera okkara ítarsta til at skapa eina menning og framburð í kommunu og lokalsamfelag okkara, eisini fólkavøkstur. Men tá tað kemur til raðfestingarnar hjá landinum, hava vit onga ávirkan.

Tá tað kemur til almennar stovnar og størv og almenna bústaðafelagið er tað bara løgtingið og landsstýrið, sum kunnu geva økjunum og býunum kring landið teirra uppiborna lut í landskassans raðfestingum.

Og hetta er alneyðugt, um vit sum land skulu varðveita okkara fjøltáttaðu búseting og tann dynamikk, sum livandi landspartar og lokalsamfeløg geva landi okkara.

14. mai 2020

Herfrí Sørensen
Býráðslimur, Klaksvíkar kommuna

Billede
Comments

​Vegamótið

14/5/2020

Comments

 
Billede
Korona-smittan tykist vera burtur í Føroyum, ongin er testaður positivur síðani 23. apríl. Úrslit av skilagóða politikkinum hjá landsstýrinum og heilsumyndugleikunum, sum borgarar landsins hava virt og liva eftir.

Samanumtikið ein suksess.

Umheimurin undrast og virðir.

Tá rætt verður atborið, er lætt at loka samfelagið. Meira trupult er at slaka stongsilin - at lata samfelagið uppaftur. Her hava myndugleikar og politiska skipanin stóra avbjóðing, at linka stongsilin, so at samfelagið aftur kemur í snúningar, uttan at seta fólkaheilsuna í váða.

Nú er staðfest, at smittan er burtur innanlands í Føroyum. Tí er er grundarlag fyri, at gerandisdagurin so við og við aftur blívur vanligur. Børnini eiga at fara aftur í skúla, áskoðara skulu kunnu fara til fótbóltdystir o.s.fr. Alt sjálvsagt við virðing fyri tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum.

Vit mugu tíverri ásanna, at vandin fyri nýggjari smittu samstundis er ein veruleiki, sum politiski myndugleikin eisini má fyrihalda seg til.

Ferðavinnan er púra ósek komin í álvarsama kreppu. Øll vinnan er steðgað og hóttafall stendur fyri durunum. Trýst verður lagt á politisku skipanina um at lata landamørkini upp aftur.

Politiska skipanin hevur sjálvsagt skyldu til at taka øll atlit og loysa álvarsligu avbjóðingarnar soleiðis, at vit ikki orsaka nýggja smittuspjaðing. Hendir tað, so má landið steingjast aftur.

Tí má politiski myndugleikin sjálvsagt taka neyðug heilsulig atlit, verður samfelagið opnað fyri ferðandi.

Kortini má politiski myndugleikin kanna møguleikan. Verður niðurstøðan, at samfelagið framvegis verður afturlatið, so eigur landsstýrið at taka stig til ein hjálparpakka, sum munar fyri ferðavinnuna, so vinnan ikki øll sum hon er endar sum eitt trotabúgv. Hendir tað kann henda, at allur serkunnleikin fer fyri bakka og ferðavinnan øll sum hon er, verður sett ár aftur í tíðina.

Hetta má ikki henda. Vit mugu handla við ábyrgd mótvegis ferða- og matstovuvinnuni.

Christian Andreasen
Løgtingsmaður

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.