NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fremmand og útlendingar

30/5/2019

Comments

 
Billede
Eg eri fyri, at vit sum land veita meira av neyðhjálp, enn vit gera í dag.

Vit skulu vera góð við og taka okkum av teimum fremmandu og eiga at gera okkum størri ómak at integrera útlendingar, sum eru fluttir til Føroya, m.a. við at hjálpa teimum at læra málið.

Vit skulu minnast til, at tað eru ikki so fáir útlendingar í Føroyum – eisini flóttafólk – og tey eru vorðin góðir samfelagsborgarar og hava ríkað okkara samfelag bæði so og so.

Spurningurin um at taka ímóti flóttafólki er ikki einfaldur og kann skjótt misskiljast, tá ið hann verður settur skarpt upp.

Tað sigur seg kortini sjálvt, at vit hava brúk fyri at tosa um hetta, tí tað kann vera trupult fyri eitt so lítið land sum okkara at taka ímóti nógvum flóttafólki – serliga, um tað eru traumatiserað fólk úr krígsøkjum og fólk við heilt fremmandari mentan, sum hava ilt við – ella ikki vilja integrera seg.

Vit síggja stórar trupulleikar av hesum í nógvum londum í dag, og tað kann verða sera álvarsamt upp á sikt. – Tí hava vit skyldu til at taka evnið upp og viðgera tað álvarsliga.

Men vit eiga at økja um okkara neyðhjálp – og vit eiga at hjálpa, um gjørligt, har hesi neyðars fólk eru – ella hjálpa øðrum at hjálpa teimum. Tá ger hjálpin eisini størstan mun.

Jógvan Á Lakjuni
Valevni til fólkatingsvalið
​

Billede
Comments

Renna undan ábyrgd!

23/5/2019

Comments

 
Billede
Í staðin fyri at taka ábyrgd av egnum atgerðarloysi, sendir landsstýrismaðurin løgregluna eftir ábyrgdarpersónum á Landsverk. Hann hevur í fleiri førum greitt Løgtinginum frá, at alt hevur verið í fínasta lagi á Landsverk.

Tað letur til, at landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og restin av landsstýrinum, við løgmanni á odda, hava gloymt lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Lógin viðvíkur ábyrgdina hjá løgmanni og landsstýrismonnum fyri teirra embætisførslu.

Kann tað hugsast, at landsstýrismenninir í samferðslumálum, Hendrik Old og Heðin Mortensen, við teirra manglandi eftirlitið, vísandi til frágreiðingina hjá Landsgrannskoðaranum, hava viðvirkað til lógarbrot, og tí gjørt seg sekar í broti á § 4, stk. 1, nr. 3, í lóg um ábyrgd landsstýrismanna?

(§ 4: Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um viðvirknið til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava viðvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá - nr. 3: hann, við ikki í rímuligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd).

Hvat við § 5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Landsgrannskoðarin staðfesti, at løgmaður hevði givið Løgtinginum skeivar og villleiðandi upplýsingar, í samband við støðuna á Landsverk. Tað broytir ikki støðuna, at løgmaður hevði fingið upplýsingarnar frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Hendrik Old. Løgmaður hevur evstu ábyrgd og eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan hátt.

(§ 5: Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldir, sum liggja á honum, sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá Løgtingið viðgerð eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum).

Tað ber ikki til og kann ikki góðtakast, at løgmaður og landsstýrisfólk spæla óvitandi, tí tey áttu at vitað betur. Ávaringarnar hava verið nógvar, men eru allar skúgvaðar til viks. Hetta staðfestir Landsgrannskoðarin eisini.

Tað er møguligt, at ábyrgdarpersónar á Landsverki kunnu hava gjørt seg sekar í lógarbrotið, men høvdu løgmaður og landsstýrisfólkini livað upp til sína ábyrgd og havt neyðuga eftirlitið, var ongin skaði hendur. Heldur ikki nakað lógarbrot.

Tey, sum hava ábyrgd vegna føroya fólk, hava higartil kostað skattgjaldaranum 140 milliónir - 140.000.000,00 kr. Hetta eru tey, sum skuldu endurreisa álitið á politisku skipanina.

Tey vita væl, at ongin verður dømdur fyri at snýta ein, sum visti, ella átti at vita, at hann bleiv snýttur. Hetta hava vit upplivað áður.

Hvat við politisku ábyrgdini? Hendrik Old og Rigmor Dam hava lagt frá sær, men hvat við Sirið Stenberg, Heðin Mortensen og løgmanni?

Nógv er broytt. Ongin borandi journalistikkur í KVF og ongar framhaldssendingar. Løgmaður og landsstýrisfólk sleppa við at siga, at tey onga viðmerking hava

Jacob Vestergaard

Fólkaflokkurin
​

Comments

​FT2019: Filmsklipp tann 16 valdagurin við Lars Løkke Rasmussen

22/5/2019

Comments

 
Billede
Fólkatingsvalið 2019 er komi í helvt og tey til høgru arbeiða hart fyri at fáa tey vinstravendu aftur. Tey reyðu við TV2 og DR1 liggja klárt á odda, men nú byrjar tey bláu at hála inn á tey.

Í gjár var hólmgonga ímillum Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen og var tann holmgongan var í suðurjýttlandi og hana vann Lars Løkke diggiliga, men her koma so fjølmiðlarnir inn í myndina og tað eru jú teir sum vinna valið fyri flokkarnar bæði í Føroyum og Danmark og nú er lítið og einki at hoyra um tað holmgonguna í TV2 ella DR1, ein kann spyrja hví? Sjálvandi er tað tí, at Mette Frederiksen dummaði seg í heilum, har kláraði seg avbera illa og bleiv hon við at spyrja Lars Løkke, um hann vildi stuðla henni í líkt og ólíkt, hon uppførdi seg sum eitt desperat smábarn, sum vil hava ein slikkipinn og onkuntíð var tað pínligt at síggja hvussu illa hon kláraði seg. Lars Løkke svaraði gott og forkláraði danska fólkinum, hvussu Vinstra ætlaði at stýra landinum tey fýra næstu árini, men sjálvandi fær hann ikki húsarúm frá TV2 og DR1 aftaná, tí hann kláraði seg avbera væl. Hevði hann dumma seg í hólmgonguni, so vóru hesir fjølmiðlar fullir av “Breaking News” og høvdu hesi tosað um tað í dagavís. Hesir fjølmiðlar hava alt ov stóra makt og tí er tað gott at vit hava Facebook.

Soleiðis er eisini í Føroyum, har vinstrasinnaða KVF hevur alt ov stóra makt og bestemmar dagskránni fyri okkum. Hetta má broytast og tískil er tað av stórum týdningi, at hesin stovnurin verður niðurlagaður, so tað ikki verður KVF, sum skal bestemma hvør vinnur valið í Føroyum, bæði til Fólkatingi og Løgtingi.

Her filmsklipp frá Lars Løkke Rasmussen á Facebook, sjá filmsklipp herundir:
​

Comments

Christian Andreasen stillar upp til Fólka- Og Løgtingsval

22/5/2019

Comments

 
Billede
Christian Andreasen, advokatur, stillar upp fyri Fólkaflokkin til komandi fólkatingsval. Christian er 59 ára gamal og hevur seinastu mongu árini starvast sum advokatur.

Sum advokatur er Christian Andreasen væl kendur millum manna, m.a. tí hann hevur ført fleiri stór rættarmál og verið sera aktivur innan føroyskt vinnulív.

Seinastu 9 áini hevur Christian Andreasen eisini verið forseti í FSF.

Um orsøkina til, at Christian Andreasen hevur valt at stilla upp, sigur hann yvirskipað, at hann vónar at fáa ávirkað føroyskan politik rætta vegin.

– Føroyskur politikkur seinastu árini hevur ikki verið positivur. Flestu politisku avgerðir í týðandi málum verða tiknar við minst møguligum meiriluta, og ofta uttan neyðuga viðgerð.

– Vit mugu burtur frá hesum hugburði og í staðin arbeiða fyri breiðum semjum í týðandi málum. Annars heldur lóggávan ikki í longdini. Ongar nýskipanir kunnu gerast uttan breiða undirtøku í fólkinum, sigur Christian Andreasen.

Víðari sigur nýggja valevnið hjá Fólkaflokkinum, at skeiva gongdin innan mong økir, m.a. figgar-, vinnu-, serliga fiskvinnu-, heilsu- og byggimál eru serlig orsøk til, at hann hevur tikið avgerð um, at bjóða seg fram í politikki.

– Her mugu broytingar gerast beinanvegin, undirstrikar hann.

Viðvíkjandi fólkatingsvalinum, sigur Christian Andreasen, at um hann fær eitt gott fólkatingsval, fer tað eisini at eggja til at stilla upp til løgtingsvalið.

– Tað er sjálvandi í Løgtinginum, at mest týðandi avgerðirnar verða tiknar.

– Men fólkatingsvalið hevur eisini stóran týdning. Vinnur Fólkaflokkurin fólkatingsvalið, fer flokkurin eisini at standa seg væl á komandi løgtingsvali.

Christian Andreasen heldur at á Fólkatingi hava Føroyar brúk fyri eini sannførandi føroyskari rødd, sum á virðiligan hátt umboðar Føroyar.

– Eitt umboð, sum hevur førleika at seta Føroyar í fokus í málum, sum viðvikja føroyingum.

– Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru týðandi.

Viðvíkjandi spurninginum, hvat ein fólkatingssessur kann brúkast til, sigur Christian Andreasen millum annað, at tað hevur stóran tydning fyri Føroyar at fáa avklárað, hvørjir møguleikar okkara ríkisfelagsskapur gevur, herundir um tað ber til hjá Føroyum at gerast eitt sjálvstøðugt, viðurkent land, hóast vit framvegis eru innan fyri danska kongaríki.

– Verandi kjak um loysing ella samband ber í løtuni onga leið. Tí eiga vit at kanna aðrar møguleikar fyri at vita, um ein millumvegur finst. Vit mugu arbeiða fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning.

– Vit eiga tí at kanna, um hetta kann gerast, hóast Føroyar framhaldandi eru partur av danska kongaríkinum.

– Tað hevur týdning, at Føroyar fáa limaskap í ST. Ein slikur limaskapur hevði eisini gjørt tað møguligt hjá Føroyum at fingið limaskap í altjóða felagsskapum, Norðurlandaráðnum og altjóða olympisku nevndini.

Áheitanin og vónin hjá Christian Andreasen er tí, at fólkafloksveljarar standa saman og fara á val.

– Um fólkafloksveljarar ikki hesaferð standa saman, fer rúm tíð at ganga, til flokkurin aftur kemur til valdið.

– Tað tænir okkum til lítlan sóma, at føroyingar aftur senda tvey vinstrahall umboð á Christiansborg.

– Tað hevur ongantíð áður verið størri tørvur á broytingum til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið, sigur Christian Andreasen, valevni hjá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin

Billede
Comments

​Slóða fyri samstarvi millum Setrið og onnur altjóða universitet

21/5/2019

Comments

 
Billede
​Herfyri skrivaðu undirritaða og landsstýriskvinnan í mentamálum undir felags yvirlýsing um eitt komandi universitetsøki savnað á Frælsinum, Nóatún og Debestertrøð, eitt øki, ið samanlagt er 65.000 fermetrar til støddar. Hetta var í kjalarvørrinum á strategisku menningarætlanini fyri Fróðskaparsetrið, sum arbeiðsbólkur hevur latið gjørt. Ì hesi frágreiðingini verður m.a. dentur lagdur á, at Setrið stigvíst skal mennast til at gerast eitt altjóða kappingarført universitet. Neyðugt er at styrkja granskingarumhvørvið í Føroyum og hartil eisini at fáa eitt veruligt kampusøki við lestraríbúðum til tey lesandi.

Setrið hevur verið í rúkandi menning seinastu árini. Fleiri lesandi velja at lesa á Setrinum og fleiri áhugaverdar útbúgvingar eru nú møguligar at lesa í Føroyum. Sæð úr einum altjóða sjónarhorni hevur Setrið eisini ment seg nógv og lagt seg upp at krøvunum í Bologne avtaluni, men enn er Setrið ikki góðkent sambært Bologne avtaluni.

Bologne avtalan er ein semja ímillum fleiri evropæisk lond um viðurkenning av hægri útbúgvingum hjá hvørjum øðrum. Hetta ger tað lættari hjá lesandi at ferðast millum lond og taka útbúgvingar ella partar av útbúgvingini hjá hvørjum øðrum. Bologne avtalan er spottin úr “European Higer Educational Area” (EHEA) og hevur hetta samstarvið ómetaliga nógv at siga fyri okkara lesandi. EHEA er at likna við. EHEA er at samanlíkna við ein fríhandilssáttmála, har okkara vørur hava frítt at fara marknaðir, ið hava strategiskan áhuga fyri okkum.

Hetta arbeiði eigur at verða gjørt av føroyska mentamálaráðnum, men enn er ikki komið á mál. Tí skal ein fólkatingssessur brúkast til at streingja á og slóða fyri at Føroyar gerast ein partur av evropæisku útbúgvingarfamiljuni. Hetta vil Fólkaflokkurin á Fólkatingi arbeiða fyri.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið
​

Billede
Comments

Magni Arge – Fólkafloksmaður?

21/5/2019

Comments

 
Billede
Heldur skemtiligt at lesa lesarbrævið hjá Magna Arge her fyri, við yvirskriftini “Fólkaflokkurin í danskan ráðharrasess”, har hann, áðrenn endaligi uppstillingarlistin hjá Fólaflokkinum er almannakunngjørdur, hevur givið sær tann framíhjárætt at útvelja ein sokallaðan ‘toppkandidat’ hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið tann 5. juni 2019.

Ein fær næstan hug at ivast í, um Magni Arge situr í starvsnevndini hjá Fólkaflokkinum, tá ið hann tekur slíkar avgerðir.

Tað sum fær Magna Arge til knøttarnar er lesarabrævið hjá Anniku Olsen, við yvirskriftini “Føroyar arktiskan ráðharra í Fólkatinginum”.

Magni Arge skrivar, at nú melur Fólkaflokkurin á kúluni, tí hann vil vera við, at tað sum Annika Olsen og Fólkaflokkurin ynskja, er, at Føroyar gerast tættari knýttar at Danmark, og at leiðin á sjálvbjargnisleið og loysingin fær tískil eitt bakkast. Hetta er tó bert brongl frá Magna Arge, og einki hald í veruleikanum.

Annika Olsen vísir í sínum lesarabrævið á, at grønlendski flokkurin Inuit Ataqatigiit hevur boða frá, at Grønland eigur at fáa ein arktiskan ráðharra í donsku stjórnini, eftir eitt komandi fólkatingsval.

Annika Olsen vísir á, at hetta er eitt áhugavert sjónarmið “havandi í huga, at Danmark, ið ikki er arktiskt land, bert er limur í Artiska ráðnum, orsakað av Grønlandi og Føroyum. Føroyar og Grønland sleppa tó at sita til borðs í arktiska ráðnum, men hava ongan atkvøðurætt.”

Annika Olsen vísir víðari á, at “Sjálvsagt er okkara mál, at fara eftir fullum limaskapi í Arktiska ráðnum, har vit, føroyingar, kunnu umboða okkara egnu áhugamál mótvegis alheims samfelagnum. Tað eru vit, føroyingar, ið umboða okkara sjónarmið best, og ikki ein onnur tjóð, vegna okkum.

Men meðan vit bíða, eiga vit at brúka hvørt høvi at markera okkum, og vísa á okkara sjónarmið og áhugamál, serliga sum fiskivinnutjóð í einum viðbreknum arktiskum øki.”

Føroyar eru partur av ríkisfelagskapinum saman við Danmark og Grønlandi, og so leingið sum vit eru tað, so mugu lógir og karmar í ríkisfelagskapinum virðast, men samstundis skulu vit eisini gera brúk av øllum teimum møguleikum, sum eru í ríkisfelagskapinum.

Ein av teimum møguleikum, sum vit hava, er í samband við fólkatingsvalið, har ið føroyingar sleppa at velja tvey føroysk umboð á Fólkating, har millum annað Magni Arge hevur stillað upp, og hevur sitið sum varðamaður á danatingi.

Magni Arge, sum fílist á, at Fólkaflokkurin ynskir sær størri ávirkan í Arktiska ráðnum, hevur sjálvur, í nærum fýra ár, tikið brúk av einum av møguleikunum í ríkisfelagskapinum, sum er, at vera fólkatingslimur og móttikið danska løn og stuðul. Snakka um at mala á kúluni.

Ein føroyskur arktiskur ráðharri hevði einans tryggja størri ávirkan hjá Føroyum í arktiska ráðnum.

Tað skal eingin ivi verða um, at Fólkaflokkurin heldur, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, tað er tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins, tískil verður eitt fólkatingsumboð ikki nýtt til at steðga sjálvstýrisleiðini, sum Magni Arge er so bangin fyri.

Fólkaflokkurin ætlar sær á Fólkating at føra praktiskan politikk, skapa úrslit, sum skal verða til gagn fyri føroyingar og Føroyar sum tjóð.

Gott val øll somul!

Uni Rasmussen - Fólkaflokkurin
Valevni til fólkatingsvalið 2019

Billede
Comments

Christian Fríbjart Andreasen stillar upp fyri Fólkaflokkin

20/5/2019

Comments

 
Billede
So er avgerðin tikin. Eg ætli mær at stilla upp til fólkatings- og løgtingsval.

Fyri meg framvegis ein heilt óveruligur tanki. Tað tekur tíð at venja meg til nýggja leiklutin.

Heldur ikki nøkur loyna, at fyri meg – sum medeigari og aktivur partur av eini privatari fyritøku – hevur tað verið ein stór avbjóðing at taka hesa avgerð. Tíðin má nú vísa, hvat hetta førur við sær.

Um orsøkina til at eg havi tikið hesa avgerð, er stutta svarið hetta: Tað er brúk fyri nýggjum kreftum á tingi. Førdi politikkurin seinastu 4 árini kann ikki halda fram.

Christian Fríbjart Andreasen

Valevnið Fólkaflokkurin

Comments

​Flóttafólkahjálp á staðnum

20/5/2019

Comments

 
Billede
Havi sagt tað fyrr og vil fegin endurtaka tað. Vit eiga at hjálpa flóttafólkum og øllum neyðstøddum.

Hjálpin skal í mestan mun   veitast úti á staðnum, har tey neyðstøddu eru og ikki við at taka tey til Føroyar. Føroyska samfelagið er viðbrekið, og vit kunnu veita eina nógv  effektivari hjálp úti á staðnum, har peningurin strekkir fleirfalt longur.

Flóttafólkalegur eru  í grannalondum við mørkini til krígsherjaði lond.  Hesi grannalond brúka nógvan pening og nógva orku og biðja um peningaligan stuðul frá Europa.  Her kunnu vit veruliga gera mun við at veita hjálpina á staðnum. Soleiðis kunnu vit hjálpa 100 neyðstøddum fyri somu pengar, sum tað kostar at fáa 2  til Føroyar.

Rættiliga stórur partur av teimum, sum  veruliga treingja til hjálp eru í hesum flóttafólkalegunum við markið.  Tey hava ikki orku til eina langa ferð ígjøgnum fleiri lond langt burtur.

Um vit sjálvi skuldi komið í ta neyðstøðu, at vit blivu noydd at flýggja av landinum, so vænti eg, at vit vildu farið til okkara nærmastu grannalond. Vit høvdu neyvan  ferðast um fleiri landamørk til lond langt burtur við øðrum mentanum, siðum og aðrari trúgv. Tí ræður um at hjálpa teimum har úti, har tey ikki eru so langt heimanífrá og har tey ikki fáa tað trupult við at innorna seg.

Kjakið blívur ofta heitt og stundum ljótt, tá tað snýr seg um flóttafólk og tilflytarar úr fremmandum londum.   Her eiga vit at vera varin, so retorikkurin ikki gerst óvirðiligur og særandi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Comments

Uni Rasmussen stillar upp fyri Fólkaflokkin

20/5/2019

Comments

 
Billede
Hey øll somul!

Sum flest tykkara kunnugt, so havi eg tikið avgerð um at stilla upp til fólkatingsvalið tann 5. juni 2019. Eg havi tikið ta avgerð, at eg ynski at bjóða meg fram, at umboða føroya fólk í danska fólkatinginum.

Tað skal eingin ivi verða um, at eg fari heilhjartaður í holt við hesa uppgávu. Og um so er, at tit vísa mær tað álit, at eg gerist eitt av tveimum føroyskum umboðum á fólkatingið, so verður hendan uppgávan røkt til fulnar.

Valstríðið er longu byrjað, og fari eg eisini at luttaka í tí. Eg síggi fram til eitt spennandi valstríð, har millum annað greinar o.a. verður lagt út her á mínari síðu.

Gott val øll somul

Uni Rasmussen
Valevni hjá fólkaflokkinum
til fólkatingsvalið 2019

Comments

Føroyar arktiskan ráðharra í Fólkatinginum

17/5/2019

Comments

 
Billede
Herfyri boðaði grønlendski flokkurin Inuit Ataqatigiit frá, at Grønland eigur at fáa ein arktiskan ráðharra í donsku stjórnini eftir eitt komandi fólkatingsval. Eitt áhugavert sjónarmið, havandi í huga, at Danmark, ið ikki er arktiskt land, bert er limur í Artiska ráðnum, orsakað av Grønlandi og Føroyum. Føroyar og Grønland sleppa tó at sita til borðs í arktiska ráðnum, men hava ongan atkvøðurætt.

Sjálvsagt er okkara mál at fara eftir fullum limaskapi í Arktiska ráðnum, har vit føroyingar kunnu umboða okkara egnu áhugamál mótvegis alheims samfelagnum. Tað eru vit føroyingar, ið umboða okkara sjónarmið best, og ikki ein onnur tjóð vegna okkum. Men meðan vit bíða, eiga vit at brúka hvørt høvi at markera okkum og vísa á okkara sjónarmið og áhugamál, serliga sum fiskivinnutjóð í einum viðbreknum arktiskum øki. Persónliga meti eg ikki, at vit eiga at leggja okkum út í danskan politikk, men tá tað kemur til arktiska økið, so viðvíkur hetta okkum og grønlendingar og ikki danir.

Tað eru vit, ið vera ávirkað av veðurlagsbroytingunum, tað eru okkara samfeløg í Norðurlatlandshavi, sum eru mest sárbær av broytingum í høvunum, broytingum, ið hava beinleiðis ávirkan á okkara livibreyð. Hóast Føroyar ikki eru fjaldar í ísi meginpartin av árinum, eins og Grønland, so er stóra havumhvørvið hjá okkum viðbrekið yvirfyri broytingum av hitanum í havinum. Lítlar broytingar í havumhvørvinum kunnu fáa eitt nú pelagiska fiskin at flyta seg burtur úr føroyskum sjóøki.

Sum norðurlendskur samstarvsráðharri í 4 ár og nú limur í “Artic Mayors Forum” havi eg fylgt nógv við í arktiskum politikki, tí hetta hevur mín stóra áhuga. Eg havi eygleitt, hvat londini vilja gera til tess at koma framat arktiska ráðnum, og harvið ræðisrættinum í arktiska økinum. Sum arktisk tjóð eiga vit tí at strongja á at fáa ta talutíð, og teir pallar vit kunnu, til tess at verja okkara áhugamál. Ein føroyskur arktiskur ráðharri gevur okkum í øllum førum størri tyngd enn núverandi færøudvalg í fólkatinginum. Hetta kundi verið okkara lopfjøl til endaliga og fulla limaskapin í arktiska ráðnum.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Billede
Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly