NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

- Hetta er ein av orsøkunum til eg fór uppí politikk

23/5/2016

Comments

 
Billede
At arbeiða fyri, at eisini fólk við sálarsjúku, fáa tænastu úti í økjunum og harvið kundu fáa betri lívsgóðsku og livikor snýr seg um at fáa javnbjóðis rættindi til allar sjúklingar.

Soleiðis segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í røðu sínari, tá skjøtil var settur á økispsykiatriina í Suðuroy. Í hesum sambandið varð boðið til móttøku á Heilsumiðstøðini í Vági.

Um bara fáar dagar verður farið undir økispsykiatri í Vágum og seinni í ár eisini í Sandoynni. Tað merkir, at tá summarið er farið at halla, er økispsykiatriska tænastan útbygd til alt landið, og er harvið ein tænasta sum fevnir allar borgarar í Føroyum.

Les meira HER

JáH (y) 23.05.2016
Kelda: Heilsu- og Innlendismálaráðið


Comments

- Heilsugranskingin kanska størri týdning enn nakrantíð

23/5/2016

Comments

 
Billede
- Slóðbrótandi heilsugransking er eitt fundament í okkara stremban eftir framhaldandi at røkka málinum um eitt dygdargott heilsuverk til allar føroyingar. Soleiðis segði landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum millum annað í setanarrøðu, tá Granskingardagur varð hildin á Landssjúkrahúsinum.
​

Røðan kann lesast í síni heild niðanfyri.
----
Røða hjá Sirið Stenberg til Granskingardagin á Landssjúkrahúsinum


Góðu tit øll,


Eg vil fyrst takka tykkum í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum, sum aftur í ár við hegni hava fyriskipað tann afturvendandi Granskingardagin. Takk fyri at eg eri boðin við.


Eins og øll tey mongu sum eru komin saman her í dag, gleði eg meg at hoyra um tær spennandi verkætlanirnar, sum eru í gongd í okkara heilsuverki.


Jeg vil også byde dig – professor Jacob Kjellberg – hjertelig velkommen til Færøerne. Jeg ser frem til dit oplæg med lidt kontroversielle, men meget relevante titel: Hvad må sundhed koste?
Men áðrenn framløguna hjá Jacob Kjellberg fara vit at frætta um fleiri fjølbroyttar verkætlanir og skráin gevur eina góða mynd av tí margfaldi og kreativiteti, ið eyðkennir okkara starvsfólk í føroyska heilsuverki.


Endamálið við heilsugranskingini er at skapa úrslit, sum í síðsta enda kunnu gagna sjúklinginum. Uttan mun til um verkætlanirnar snúgva seg um ta klinisku granskingina ella at betra diagnosu- og viðgerðarhættir, at menna nýggj heilivágssløg, røkt og rehabilitering ella styrkja fyribyrging, gera betri sjúklingagongdir og so framvegis og so framvegis.


Alt er til frama fyri tænastuna til sjúklingin. Og tað snýr seg áhaldandi um at gera tænastuna enn betri. Tí er heilsugranskingin so týðandi altjóða. Men eisini her heima ger granskingin góðan mun, sum vit fara at hoyra um lítla løtu.
---
Eftir mínum tykki hevur heilsugranskingin kanska størri týdning enn nakrantíð. Ikki tykkum at siga eru avbjóðingarnar í heilsuverkinum stórar. Størstu avbjóðingarnar hjá okkum er demografiska gongdin; at vit gerast eldri og at tørvurin á heilsutænastum harvið veksur.
Tvey onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi í mun til øktu ynskini til heilsuverkið. Vit menniskju ynskja støðugt hægri dygd og nýggir viðgerðarhættir síggja áhaldandi dagsins ljós.


Samstundis er tilfeingið tepurt, og vit megna ikki at lofta øllum hesum avbjóðingum við einsamalt at koyra fleiri pengar inn í verkið. Fígging er sjálvsagt neyðug, men samstundis mugu vit menna okkum. Menna nýggjar og dygdarbetri hættir at veita okkara tænastur uppá.


Men uttan kompetent og væl útbúgvin heilsustarvsfólk ber ikki til at veita heilsutænastur. So einfalt er tað. Og í Føroyum trýtur við heilsustarvsfólki, ikki minst læknum. Heilsugranskingin er sjálvt grundarlagið undir útbúgving av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum - og heilsustarvsfólki í heila tikið – og er heilt avgerandi fyri rekruttering og menning av øllum okkara starvsfólkum.  
Slóðbrótandi heilsugransking tí eitt fundament í okkara stremban eftir framhaldandi at røkka málinum um eitt dygdargott heilsuverk til allar føroyingar.


Við øktu granskingini, viðgerðartilboðunum og somuleiðis eisini krøvunum til heilsuverkið standast eisini aðrir spurningar av meira etiskum slag. Tað sum er loysnin í dag, kann vera avbjóðingin í morgin.
Til at hjálpa okkum at viðgera hesar avbjóðingar í breiðum høpi, og til at fólksliggera etisku tvístøðurnar, sum natúrliga standast av granskingini, hava vit í hyggju at fáa sett eitt etiskt ráð. Hetta kann eisini vera við at skapa øktan áhuga og økt medvit um granskingina og fáa fólk at skifta orð um hesi viðurskifti úti í smáu heimunum kring landið. Soleiðis kann granskingin eisini gerast meira fólkslig og lættari fyri fólk at skilja.
---
Seinastu árini eru góð ting hend sum benda rætta vegin.


Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, saman við øðrum miðallongum útbúgvingum innan heilsuøki, eru fluttar á bachelorstøði. Hetta gevur atgongd til víðari lesnað á masterstøði og granskingarførleikar. Tí er hetta ein týðandi førleikamenning fyri granskingina. Førleikin at granska, lesa og brúka granskingarúrslit í arbeiðinum, umframt at kunna menna praksis, er øktur. Taða ber boð um eitt fak í menning og at framtíðar gransking kemur at røkka meira breitt í heilsuverkinum. Tað er ein fyrimunur.
Somuleiðis er tað, at vit hava fingið eina útbúgving á Setrinum innan heilsugransking, sera gleðiligt.

Harvið kunnu vit menna okkum til framtíðar avbjóðingar og skapa møguleikar hjá okkara granskarum at vera meira í Føroyum, og eisini at draga fólk úr útlondum til. Bæði útisetar og fakfólk sum heild.
Heilsuverkið hevur sum høvuðsuppgávur at veita heilsutænastur. Men tað er ikki einasta týðandi uppgávan. Eg rokni við, at tað eru fá, sum geva sær far um, hvussu stóran leiklut heilsuverkið hevur sum útbúgvingarstað.


Samanumtikið er heilsuverkið eitt av okkara størstu útbúgvingarstøðum. Og við øktu granskingarmøguleikunum kunnu vit í enn størri mun skapa spennandi arbeiðspláss og vónandi eisini fólkavøkstur og trivnað í landinum, og harvið framtíðartryggja burðardygga samfelagið.
---
Í føroyska heilsugeiranum finnast ein rúgva av dugnaligum, arbeiðssomum, og ikki minst, forvitnum fólkum, sum hvønn dag arbeiða eldhugað við at greina heilsu spurningar. Spurningar sum í síðsta enda handla um lívsgóðsku, lívsinnihald. Ja, lív ella deyða.


Tað fara vit at hoyra nøkur dømi um í dag. Og tað fingu vit aftur prógv fyri fyrr í vikuni, tá Granskingarnevndin almannakunngjørdi nøvnini á teimum verkætlanum, ið høvdu fingið ein lut í stuðlinum til gransking.


Fleiri verkætlanir hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum og ilt er at koma uttanum øll tey á Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Ílegusavnið, Fargen og Setrið, sum eiga týðandi leiklut í menningini av heilsugransking í Føroyum. Bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.


Eldhugi og eitt hjarta á røttum stað, ger tó einki einsamalt. Um glæman ikki skal slokna, so mugu røttu karmarnir vera til staðar. Umhvørvið skal skapa rúm og geva íblástur, so fólk fáa møguleikan at skapa og vera kreativ.


Eitt slíkt umhvørvi hava tit á Landssjúkrahúsinum havt dirvi at ment. Serlig Granskingarnevnd er skipað og millum annað tí standa vit her í dag og fáa kunning um eitt fjølbroytt tyssi av granskingarverkætlanum.


Men skal granskingini verða lív lagað, skulu eisini vit, ið borga fyri, skapa karmar og vísa vilja.
Nýggja samgongan vil fremja granskingini í Føroyum og millum málini í samgongskjalinum er, at: “Heilsuvísindalig gransking og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum verður ment eins og gransking í fólkaheilsu og ílegum”.


Sum ítøkiligt dømi um hetta ikki bert eru føgur orð, men veruligar ætlanir, kann eg nevna, at vit í fíggjarkørmunum fyri 2017 hava sett 2 mió. av til at fremja heilsugransking. Onnur átøk eru eisini í stoypuskeiðini á granskingarøkinum.


Okkara endamál skal sjálvandi altíð vera at fáa betri heilsu til borgaran. Júst sum tað er í dag. Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tykkum ein góðan Granskingardag.


Takk fyri!

Comments

​Cheerleaders ella vánaligir journalistar 

18/5/2016

Comments

 
Billede
KVF skilst lurta væl eftir R7, um vit brúka vaksandi títtleikan av viðmerkingum sum barometur. Lurtaratalið hjá R7 á netinum sigst verða tvífalda síðan ársbyrjan, so tað er væl skiljandi at tey í KVF eisini lurta. Eisini sigst R7 servisera 50% av fólkinum fyri 1/50 part av tí aðrir brúka. 

Einaferð varð sagt at R7 ger Kringvarpið betri. Men tað er neyvan nóg mikið til at loysa allan trupulleikan. Tí havi eg ómaka mær, at skera trupulleikan út í papp og kalla ein spaka fyri ein spaka. 

Umleið 50% av fólkinum halda, at journalistarnir eru vánaligir ella verri enn tað. Stórsti parturin av teimum, sum hava positiva meining, um journalistiska partin í KVF eru tey, sum ikki síggja nakað galið í at KVF journalistar eru Cheerleaders hjá sitandi samgongu. Draga vit hesi frá, eru tað ómetaliga fá, sum meta at KVF ger eitt gott journalistist arbeiði. Kanska 10-20% 

Tað er ein trupulleiki, sum langt síðan átti at verið loystur. 

Vit hoyra og síggja sjálvandi journalistar, sum samstundis eru tey á niðasta trapputrini á einari langari trappu. Um vit fara uppeftir, so síggja vit Leiðslu í KVF, Kringvarpsstýri, Embætisfólk í MMR, Aðalstjóra, Landsstýriskvinnu og tá støðan er so vánalig sum hon er, noyðast vit at umhugsa um Løgmaður og kanska eisini løgting og palliba eisini hava eitt trin á hesari sera longu trappu. 

Ein sending, framleidd av KVF hevur júst verið í DR. Í sendingini var ábyrdin plasera hjá stjóranum, meðan nevndin, sum er yvir stjóranum, spældi rættuliga frí. Út frá hesum logikki hevði svarið uppá trupulleikarnar í KVF verið einfalt. Journalistarnir í KVF eru ódugnaligir og rótin til alt ilt. 

Men hyggja vit eftir, hvør er stevndur í rættarmálinum, so síggja vit, at Finansiel Stabilitet plaserar ábyrgd ovast á trappuni og ikki niðast. Soleiðis eigur tað at verða. Og soleiðis er tað vanliga. Onkuntíð eru tey, sum áttu at bestemma ókompetent og úrslitið er hareftir. 

The Buck stops here1  
Landsstýrissessurin í MMR hevur í nógv ár verið ein uriaspostur. Næstseinasti ministari var ikki afturvaldur. Seinasti brúkti mest krút uppá mál, sum hoyrdu heima í øðrum ministerium, men høvdu tídning í lokal økinum, har landsstýrismaðurin býr. Tað var kanska orsøkin til at hann ikki misti enn fleiri atkvøður. 

Núverðandi ministari hevur sitið stutt, men hevur klára seg munandi verri enn næstseinasti ministari. Dugi ikki at síggja, at vit kunnu vænta nakað skilagott frá ministaranum. Men tað er her ábyrgdin skal placerast. Ministarin er ovastur í hesari valdspyramidu. 

Ministarin hevur ábyrdina, um aðalstjórin ikki ger eitt gott arbeiði. Aðalstjórin arbeiður mest sum brandmajorur ella eldsløkkjari. Tað er eingin orsøk at halda, at hann røkir sína uppgávu til UG. 

Embætisfólkini undir aðalstjóranum imponera heldur ikki. 

KVF stýri er ein katastrofa. Har hoyrist onki. Sjálvt í KVF skilja tey ikki hvat stýrið ger. Og orsøkin til atgerðarloysi er ikki manglandi samsýning. Hon er nevniliga skilaleysa høg og minnist meg rætt, ásetur stýrið egna samsýning og kann onkur roknast at fáa kr. 18.000 pr. fund. 

Leiðslan í KVF situr hendur í favn. Vit hvørki síggja ella hoyra tey gera nakað. Staðfestast má, at antin hevur leiðslan ikki tamarhald á støðuni ella eisini heldur leiðslan at alt er í lagið. Hvat av hesum er verri er líka mikið. 

Mentanardeildin hevur virðing millum manna. Men tað hevur tíðindadeildin ikki. Og tað kann eingin leiðsla verða nøgd við. Og meðan vit bíða til onkur skilur álvaran, versnar støðan fyri hvønn dag. 

Tí er neyðugt, at landsstýriskvinnan, sum situr á ”ovasta trapputrini” ger tað, sum er neyðugt. Og t.v.s. at hon skal verða til reiðar at skriva uppsagnarskriv. Hjá tí almenna er lógarbundi at tosa fyrst. Men støðan er so vánalig, at tað er órealistist at halda at fundir røkka málinum. Tað er órealistiskt at halda at sitandi persónar megna at skapa álit og tí slepst neyvan undan onkrari uppsøgn. Í tí privata hevði støðan ikki verið komin so langt. 

Avleiðingin av atgerðarloysi er einføld. Vit kunnu longu nú staðfesta, at støðan stendur við og versnar. Og soleiðis hevur tað verið í áravís. 

Hvussu kann nakar journalistur við virðing fyri sær sjálvum og sínum arbeiði verða stoltur av hesum?  

Men hvat skulu teir neyðars journalistar gera? Tað er jú púra legitimt at ákæra journalistar í KVF fyri at verða partískar og annars gera eitt vánaligt arbeiði. Úrslitið er longu nú, at journalistar einans tosa við tey samsintu og royna so at billa hvørjum øðrum inn, at teir gera eitt gott arbeiði, hóast teir dagliga fáa at vita, at nógv halda lítið um teirra avrik. 

Í gomlum døgum, vóru journalistar í KVF mettir at verða óførir og trúvirði segðist verða sera gott. Soleiðis er ikki í dag. Orsøkin er ikki, at journalistarnir í dag duga tilsvarandi verri enn fyrr. Tey sum sita ovast á trappuni røkja ikki sínar skyldur. Tey hyggja at, meðan alt sum fyrr var gott, fer í órøkt. Eingin rættar kós. Skútan fer spakuliga av kós. Fyri hvønn dag fer skútan longur og longur av kós.  

Journalistarnir síggja sjálvandi ongan mun. Dagliga broytingin er lítil. Vit gera júst sum vit altíð hava gjørt. Fyrst verður lukka av fyri øllum kritikki.  Síðan er álop besta verja. Alt meðan skútan fer enn longur av kós.  

Avleiðingin av hesum er, at nýggj starvsfólk ikki mennast og blíva betri. Sannlíkt er, at bestu journalistarnir søkja starv í tí privata og tey sum søkja starv í KVF kunnu væntast at verða úr verra endanum. Avleiðingin av hesum er, at miðal kvaliteturin lækkar. Hetta vildi verið ein nátúrlig og sjálvsøgd avleiðing, sum samstundis legitimerar at palliba missur alla virðing fyri journalistiska partinum av KVF.  

Til seinast er eingin kvalitetur eftir. Og tá síggja øll tað skilagóða í at avtaka stovnin.  
Tað eru hvørki journalistar ella tíðindaleiðari, sum hava ábyrdina av hesum. Tey eru eitt produkt av einari skipan, sum tey lítla og onga ávirkan hava á. Einari skipan við óbrúkiligari manning á ovaru trapputrinunum. 

Í løtuni gjalda journalistar í KVF  og KVF sum stovnur ein sera høgan prís fyri at tey, sum sita omanfyri í skipanini misrøkja sína simplu plikt. 

Og eg vænti ikki at sitandi ministari, heldur enn báðir undanfarnu, hevur førleikarnar, sum skulu til fyri at loysa trupulleikan. 

Vit kunnu so spáa um nær dagurin kemur, har øll síggja tað skilagóða í at lukka lortið. Um tú hevur eitt boð uppá nær tað verður, kanst tú siga ministaranum frá. N.B. Ikki ringja!  SMSa  

Eivind Jacobsen 
Strendur 
 
 
1 Harry S Truman, Amerikanskur forseti hevði eitt skelti við hesum orðum á skriviborðinum. Leysliga umsett: Endaliga ábyrgdin er mín.

Billede
Comments

Øll vunnu hesa vikuna!

18/5/2016

Comments

 
Billede
Spenningurin í tí amerikanska Valstríðnum er ikki tann heilt villi longur, eftir at Ted Cruz tók seg úr valdystinum.

Ikki óvæntað vann Donald Trump í Oregon fyri tann Republikanska flokkinum, har Bernie Sanders eisini vann fyri tann Demokratiska flokkin.

Hinvegin, so skal nógv til at Bernie skal vinna á Hilary Clinton, tí hon vann Kentucky.

JáH (y) 18.05.2016 

Comments
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly