NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fíggjarlógin Slatrar

28/4/2019

Comments

 
Billede
Nógv hevur verið skrivað og sagt um nýggjar tunlar norð um fjall í áravís. Trúgvi, at fólk , sum ikki dagliga koyra ígjøgnum hesar 52 ára gomlu tunlarnar eru troytt av tosinum og venda deyva oyrað til.

Íbúgvarnir norðanfyri hava mist mótið og eru givnir at vænta og vóna og trúgva lítlum, ella ongum, sum verður sagt. Fá vita, hvat vendir upp og hvat vendir niður. Hvat er satt og hvat er minni satt ?

Samgongan hevur upplýst, at nú skulu nýggir tunlar gerast norður um fjall. Sum so nógv annað hjá hesi samgonguni, so er hetta spæl fyri gallarínum og hevur onki við veruleikan at gera. Fíggjarlógin talar sítt tíðiliga og ítøkiliga mál. Hon vísir betri enn nógv orð, hvat samgongan ætlar.

Tað eru í ár 2019 avsettar 1,5 mill. til nýggar tunlar norður fjall.

Í 2020 eru 0 kr avsettar.

Í 2021 eru avsettar 3 mill.

Nýggir tunlar norður um fjall eru mettir at kosta 360 mill. kr.

So her kann einhvør rokna út, at her er langt frá orð til handling hjá samgonguni. Hetta er fakta, og so kann samgongan siga hvat hon vil.

Fyri at fáa nýggju tunlarnar norður um fjall framskundaðar, hevur undirritaða saman við øðrum umboðum úr andstøðuni lagt lógaruppskot fram tvær ferðir, men tað fall báðu ferðirnar. Hetta var eitt uppskot, sum fólk norðanfyri sjálvi høvdu evnað til og var soleiðis so lítið politiskt, sum tað nú einaferð letur seg gera. Sambært hesum uppskotinum, so skuldu pengar frá Norðoyatunlinum brúkast fyri at koma sum skjótast í gongd við fyrireiking, linjuføring, projektering o.ø. Eftir hesum uppskotinum kundi tunnilsgerðin framskundast 3 – 4 ár.

Principielt eri eg ímóti at blanda Norðoyatunnilin og nýggjar tunlar norður um fjall saman, men eg breyt við míni egnu princippir. Tað er alneyðugt at fáa tunlarnar gjørdar sum skjótast. Nýggir tunlar norður um fjall eru lívsneyðugir. Lívsneyðugir fyri íbúgvar, vinnulív og ferðavinnu. Verandi tunnlar eru ein fløskuhálsur fyri menning.

Hesi uppskot okkara fullu báðu ferðirnar við 14 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Ongin í samgonguni atkvøddi fyri.

Heldur ikki umboðini hjá samgonguni úr Norðoyggjum tóku undir við uppskotinum. Har var ongin stuðul at heinta.

Um uppskotið bleiv samtykt, so var tunnilsgerðin helst longu væl ávegis, og íbúgvarnir norðanfyri høvdu sæð eitt ljós í endanum á tunlinum. Hetta vildi samgongan og umboðini hjá henni úr Norðoyggjum tó ikki. Hetta er ikki eitt uppáhald, men nakni veruleikin.

Um eg fái møguleikan, so vil eg enn sum áður gera mítt ítarsta fyri at fáa tunlarnar gjørdar sum skjótast, so vit fáa eina virðiliga farleið norður um fjall.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna.

Billede
Comments

Viðmerking (1av3) Til Poul Michelsen

16/4/2019

Comments

 
Billede
Poul Michelsen kallar seg liberalan, men tosar sum víðgongdur sosialistur. Tí nakrar viðmerkingar og seinni koma viðmerkingar um teori og búskaparfrøðingar

Poul Michelsen er ein raskur eldri maður. Men í seinastu viku fór eg at ivast í um høvdi fylgir við.

Vónandi er orsøkin tó, at hann altíð heldur seg vita best sjálvur og at ongin torir at spyrja hann teir spurningar, sum eru neyðugir, fyri at fáa Poul Michelsen at hugsa og seta spurnartekin við tað hann higartil hevur fingið upplýst. Tað er ikki vandaleyst at øll hava slíka virðing fyri formanninum at tey ikki seta spurningar.

Á in.fo 5/4-19 varð Poul Michelsen endurgivin fyri at siga, at hann er keddur um at bara 15% av fiskirættindunum eru seld á uppboðssølu. Poul Michelsen ynskti at 100% verða seld á uppboðssølu.

Tá rann mær í huga bretskan uttanríksiráðharra, sum helt talu fyri nógvum útflutningsfyritøkum. Hann segði: Exporting is fun! Og so vistu øll, at hann hevði ikki minsta ánilsi av hvat hann tosaði um. Nakað soleiðis hugsaði eg, tá eg læs tað Poul Michelsen segði, um uppboðssølu.

Poul Michelsen tosar um uppboðssølu og marknaðargrundaða skipan. Hví ringir ongin klokka tá búskaparfrøðingar, sum vit kenna frá bókini, Tey sóu reytt og Høgni Hoydal eru samdir við Poul? Er tað so galið, at Poul Michelsen ikki skilur, at hann verður manipuleraður? Ella uppaftur verri, er tað bara so galið at hann er samdur við teimum?

Er tað ikki soleiðis, at tá landið selur rættindi á uppboðssølu, við rættuliga avmarkandi treytum, so er talan um at landið er monopolið, sum selur rættindir at reka vinnu í spennitroyggju? Er tað liberalt?

Hetta er jú statsmonopol og tað er kommunisma. Ein skipan, sum sambært ástøðini, tekur stórsta partin av normala vinninginum, umframt ónormala vinningin, inn í skatti er ikki liberalisma.

Er tað ikki soleiðis at menningarkvotur eru politisk útlutan við geografiskum og ikki búskaparligum atlitum. Og kanska talan enntá er um politiska útluting. Nei, liberalt er tað ikki.

Hvussu fær Poul Michelsen hetta til fría kapping? Hetta er í besta føri kapping um at arbeiða fyri undirløn fyri statin. Tað er og verður kommunisma.

Landsreiðarí er als ikki liberalt. Men nú hómast tað í havsbrúnni, við stuðli frá Poul Michelsen og Framsókn.

Poul Michelsen átti at spurt seg sjálvan, hvat er meira marknaðargrunda:

1. At keypa veiðurættindi frá landsmonopolinum

2. At keypa veiðurættindi frá einum av verðandi aktørum

Avtøka av ognarrætti er ikki liberalisma
Fyrr áttu privatar fyritøkur veiðirættindini. Tey kundu seljast og keypast. Reglur vóru um, hvussu nógv onkur í mesta lagið kundi eiga í hvørjum skipabólki. Tað var ein marknaðargrunda skipan. At nakrar heimildir vóru hjá landsstýrismanni at gera ymiskt broytir ikki tað, at skipanin var marknaðargrunda. At onkur, sum gjarna vil keypa skip, ikki sleppur at keypa, tí ongin vil selja, prógvar at gamla skipanin var marknaðargrunda. At nógvir pengar skulu til, er eisini prógv fyri, at tað er marknaðargrunda.

Um onkur tjenar ov nógv ber til at áleggja eykaskatt. So er trupulleikin við at onkur tjenar ov nógv loystur. Hvat er ov nógv er ein meting og valdast hvør verður spurdur og nær spurt verður.

Poul Michelsen hevur í besta kommunistiska stíli ognartikið 23,5% av veiðurættindunum. Allende í Chile betalti fyri tað sum staturin ognartók. Tað ger Poul ikki og tí er hann meira kommunist enn Allende og ájavnt við Fidel Castro. Hetta hevur onki at gera við liberalismu.

Nú sigur Poul seg ætla at taka hini 85 prosentini uttan endurgjald. At Poul Michelsen ikki skilur, at hann á gamalsaldrinum er blivin víðgongdur sosialist harmast vit onnur liberalu um.

Men kanska tað er orsøkin til at Poul Michelsen ikki føldi seg heima í Fólkaflokkinum.

Eivind Jacobsen

Liberalt valevni á lista A

​

Comments

​Sosialistiski Staturin Má Steðgast.

14/4/2019

Comments

 
Billede
​Fólkaflokkurin er ein borgarligur og frælslyntur sjálvstýrisflokkur. Vit ynskja tjóðarfrælsi, men tað skal verða við borgarligum frílyntum politikki. Okkara borgarar og vinna skulu í miðdepilin . Tað skal ikki verða eftir socialistiskum leisti, har staturin er miðdepilin og har landskassin leggur sína køvandi hond á alt og øll . Eitt stýri, sum ikki lurtar eftir pørtum á arbeiðsmarknaðinum og sum fløkir alt saman í ein ellibita við reglugerðum og kunngerðum, sum ikki eingong landstýrismaðurin sjálvur megnar at umsita. Alt flýtur bara.

Framburðurin steðgaður
Vit hava fingið staðfest, at undir hesi samgonguni er framburðurin í fiskivinnuni steðgaður og inntøkurnar minkaðar. Ongin í vinnuni torir at gera stórar íløgur. Um sitandi samgonga sleppur at halda áfram, so hava vit higartil bara sæð byrjanina til komandi sosialistiska statin eftir tjóðveldisleisti. Tað sýnist sum allir sterkir og dugnaligir vinnuaktørar, sum tjena pengar, skulu niður við nakkanum. Landstýrismanninum skal heimilast at stýra øllum eftir egnum lógum og kunngerðum. Eru hetta einaveldisdreymarnir hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum stinga undan hógvunum ? Er friðarliga kollveltingin í gongd? Eru á veg móti statinum, har staturin er miðdepilin og eigur alt og øll ?.

Fíggjarliga frælsið
Fólkaflokkurin leggur stóran dent á persónliga frælsið. Frælsi hins einstaka at virka og brúka sínar gávur og síni evnir uttan at blíva revsaður í skattum og avgjøldum. Tað skal løna seg at arbeiða og gera ein innsats. Ikki sum nú, har fólk blíva revsaði fyri at gera ein eyka innsats, og har tað í nógvum førum lønar seg eins væl onki at gera.

Ein stórur og týðandi partur av okkara persónliga frælsi, er tað fíggjarliga frælsið. Frælsið at ráða yvir egnum hart vunnum krónum. Tað er lítið vunnið við einum tjóðveldistjóðarfrælsi, um vit í eini komandi sosialistiskari tjóðveldisrepublik blíva bundin niður í skattum og avgjøldum og personliga sjálvstýrið blívur tikið frá okkum. So hava vit higartil bara sæð byrjanina.

Pengar hjá øðrum
Tað krevst ábyrgd, skil og sparsemi at taka avgerðir um, hvat skattaborgarans peningur – peningur hjá øðrum skal brúkast til. Spurningurin er um sitandi samgonga og sosialisma yvirhøvur hevur maktað hetta ??

Krónurnar eru fossaður inn í landskassan, men so sanniliga eisini fossaðar úr kassanum aftur nú í skjótt 4 ár og gera tað framvegis. Vanligi lønmóttakarin hevur ongan lætta merkt, soleiðis sum lovað bleiv áðrenn valið. Hann blívur framvegis undirdýktur í skattum og avgjøldum og missir meir og meir sjálvstýri.

Tey ungu, sum júst eru byrjaði á arbeiðsmarknaðinum øtast yvir, hvussu lítið tey hava eftir av síni løn. Landið fer avstað við einum sera sera trivaligum parti. Tað almenna hevur havt eina stóra yvirnormala nýtslu síðstu 4 árini, men tað, sum hevur bjargað okkum, eru góðu lunnarnir, sum undanfarna borgarliga samgonga legði. Sitandi sosialistiska samgonga hevur heystað ágóðarnar av borgarliga politikkinum hjá undanfarnu samgongu. Hetta hava vit so ofta sæð áður

Føgur tóm orð og tala til kenslur.
Tjóðveldi hevur í hesi samgonguni enn einaferð prógvað, at teirra politikkur bert eru føgur tóm orð. Tos til kenslur hjá fólki uttan nakað veruligt innihald. Tey hava nú sitið í landsins stjórn í skjótt 4 ár og fólk eru blivin knokkroytt í skattum og avgjøldum. Sum nevnt omanfyri er skatta og avgjaldspeningur fossaður inn í landskassan øll 4 árini. Góðu tíðunum í Føroyum eigur sitandi samgonga ongan heiður í. Hon skal takka undanfarnu borgarligu samgongu fyri góðu tíðirnar og fólkavøksturin. Tað vóru vit borgarligu, sum vanligt, sum løgdu lunnarnar.

Halda fast við føroysku krisnu grundvirðini
Vit skulu byggja á tey góðu føroysku kristnu grundvirðini. Grundvirðir, sum hava bygt okkara land í øldir, og sum vit øll hava notið gott av. Grundvirðir, sum hava gjørt Føroyar til besta stað í heiminum. Hesi grundvirðir skulu vit halda rimmarfast við til frama fyri land og fólk.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna

Comments

​Páll á Reynatúgvu: Eg gjørdist sera skakkur

9/4/2019

Comments

 
Billede
Eg gjørdist sera skakkur, tá eg sunnudagin hoyrdi upptøkuna frá Flokstinginum, tí hevði eg lítlan hug at úttala meg um málið.

Eg havi verið limur í Tjóðveldi í skjótt 34 ár, og havi verið í politikki í yvir 20 ár, so eg havi upplivað eitt sindur av hvørjum. Hetta er í roynd og veru einki øðrvísi enn so nógv annað.

Eg eri seinastu dagarnar ofta spurdur, um eg góðtaki umberingina hjá Annitu. Eg havi arbeitt saman við Annitu í nógv ár, og sjálvandi góðtaki eg sum menniskja umberingina.

Men tað kann vera tað sama, hvat eg sum privatpersónur góðtaki ella ikki, tí eg umboði eisini eitt embæti, ið eitt einmælt løgting hevur valt meg til, og eg eri eisini partur av eini barnafamilju sum stendur skelkað og málleys.

Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við?

Eg havi sjálvur takkað nei til at vera við í viðgerðini av málinum innanfloks, bæði tí eg meti meg vera ógegnigan, og tí eg ikki meti hetta vera eitt mál, ið skal viðgerast í tingbólkinum, men í floksleiðsluni.

Páll á Reynatúgvu 09042019 Facebook

Her greinin, sum var fyrst við tíðindinum, klikk her, “Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðriksmørk”

Her greinin, um news.fo, klikk her, “News.fo kom á heimskortið í Føroyum”

SáH

Comments

​Løgmaður kloyvur tjóðina – útihýsur 4. hvørjum føroyingi!

8/4/2019

Comments

 
Billede
LØGMAÐUR KLOYVUR TJÓÐINA – ÚTIHÝSUR 4. HVØRJUM FØROYINGI😔

Vit hava í dag ein løgmann, ið roynir at savna tjóðina á nýggjárinum, fyri síðani at kloyva hana aftur á landsfundinum. Tað kom týðiliga til sjóndar um vikuskiftið.

Løgmaður segði m.a., at hann vil ikki arbeiða saman við Fólkaflokkinum, tí tað snýr seg um álit – sum um fólkafloksveljarar ikki eru ábyrgdarfullir.

At Javnaðarflokkinum er garanturin fyri einum samfelagi fyri øll – sum um Fólkaflokkurin útihýsur pørtum av samfelagnum.

Hetta er sera harmiligt. Og ikki minst niðrandi mótvegis teimum mongu fólkafloksveljarunum kring landið. At sjálvasti Føroya løgmaður útihýsur nær um 4. hvørjum føroyingi.

Eitt er, hvat formaður Javnaðarfloksins heldur innasta inni, men hann má ikki gloyma, at hann er løgmaður fyri alt Føroya fólk – eisini fólkafloksfólki.

Hendan spjaðingin má steðga.
Fólkafloksfólk eru menniskju eins og onnur. Fólkaflokkurin umboðar allar bólkar í samfelagnum – eisini teir veikastu.

Tak meg sum dømi. Eg stríðist við kropsligum avbjóðingum. Kortini eri eg fólkafloksmaður.

Eg havi eina fastur, ið er menningartarnað. Kortini eru omma og abbi fólkafloksfólk.

Ella Pól Huus, valevni Fólkafloksins. Hann stríðist við sálarligum avbjóðingum.

Og eg kundi hildið fram…

Tað, ið undrar, er, at løgmaður brúkar so nógva tíð at útihýsa fólki nú, tá hann í nýggjársrøðuni royndi at savna fjøldina.

“Tá ið vit stremba eftir at byggja eitt samfelag, har øll hoyra saman, og vit taka okkum av hvør øðrum, byggja vit á nakað av tí besta í gamlari, føroyskari mentan.
Fatanina av, at vit øll ganga í einum og sama fylgi.”

Vit hoyra øll saman. Eingin er betur enn nakar annar. Eingin áskoðan týdningarmikilari enn onnur. Vit ynskja øll eitt samfelag, har tað er rúm fyri øllum. Ikki bert teimum fáu.

Tí harmar tað meg, at løgmaður roynir kloyva tjóðina sundur, heldur enn at savna fólki, her býr.

Hanus Samró

Billede
Comments

​Heðin Zachariasen stillar upp fyri Fólkaflokkin

3/4/2019

Comments

 
Billede
HEÐIN ZACHARIASEN STILLAR UPP😃👍

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, stillar upp til komandi løgtingsval.

Tað gjørdist greitt á uppstillingarfundinum hjá Norðstremoyar Fólkafloksfelag í kvøld.

– Eg ætli mær at arbeiða fyri at blíva valdur og blíva partur av landspolitiska umhvørvinum aftur. Eg ynski at føra ein borgarligan politikk, ið tænir landinum, fólkinum og vinnulívinum og fáa tey mál ígjøgnum, ið Fólkaflokkurin arbeiðir fyri, sigur Heðin Zachariasen.

Tað kann ikki sigast greiðari.

Heðin Zachariasen hevur áður umboðað Fólkaflokkin í bæði løgtinginum og landsstýrinum. Hann var løgtingsmaður frá 2004 til 2011 og landsstýrismaður í innlendismálum frá 2007-2008.

Fólkaflokkurin

Her Facebook vangin hjá Heðin, klikk her Heðin Zachariasen

Comments

​Upptakið Eftir Hetta Landsstýrið Verður Stórt – Men Tað Megnar Fólkaflokkurin

3/4/2019

Comments

 
Billede
UPPTAKIÐ EFTIR HETTA LANDSSTÝRIÐ VERÐUR STÓRT – MEN TAÐ MEGNAR FÓLKAFLOKKURIN ✅👍

Fólkaflokkurin bæði er tilreiðar og førur fyri at taka á seg uppgávuna at steðga almenna nýtslugildinum hjá Tjóðveldi, Javnaði og Framsókn, sum vísa ein ræðandi líkasælan hugburð til stýring av almenna nýtsluni í hesum lítla landi okkara, samstundis sum vit eru vitni til eina fíggjarliga gølu fyri og aðra eftir, og nú krubban er tømist, hóast brandskatting av vinnuni, skal eitt tjóðleikarhús byggjast fyri pengar hjá øðrum.

Øll vita, hvussu hendan sosialistiska landsstýrissamgongan hevur brandskattað fiskivinnuna og skapt skaðiligan ótryggleika við beinleiðis vinnufíggindaligum hugburði og atgerðum ímóti serstakliga teimum fyritøkum og økjum í landinum, sum í áratíggju hava satsað fiskivinnu við íløgum, ið vóru byrjaðar at skapa stórrakstrarfyrimunir, effektivisering og harvið ein grønari fiskivinnuflota.

Umframt at mistonkiliggera og lítisvirða dugnaligar reiðarar og sjómenn – serliga í ávísum økjum av landi okkara – so hava Høgni, Aksel og Poul bókstavliga vundið pening úr fiskivinnuni við tilfeingisgjøldum og eksperimenterandi uppboðssølum.

Hesir óhugnaliga dugnaligu skattainnkrevjarar, sum eftir seinasta løgtingsval gjørdu alt fyri at halda Fólkaflokkin uttan fyri allar samgongusamráðingar, hava samstundis víst ein ræðandi líkasælan hugburð til stýring av almenna forbrúkinum í hesum lítla landi okkara.

Størsti vandin við trimum vinstravendum flokkum í stjórn er vøksturin í almennu útreiðslunum. Undanfarna borgarliga samgonga helt útreiðsluvøkstrinum niðri á 1,3% um árið. Inntøkurnar vuksu nærum tríggjar ferðir so nógv. Tí kundu vit eftir fýra árum lata frá okkum ein landskassa við yvirskoti. Hendan samgongan hevur hækkað útreiðslurnar við 4 % fyrsta árið og hevur hildið fram í sama spori hvørt ár, umframt at tey fullkomuliga hava mist stýringina av stóru íløgum landsins.

Tað er sum um, at teir halda, at bara mann krevur nóg nógv inn í skatti og gjøldum, so ger tað einki, um Glasir kostar hundraðtals milliónir meir enn ætlað, og so ger tað heldur einki, um H-bygningurin hjá LS eisini kostar tíggjutals milliónir meir enn budgetterað. Nei, tað ger einki, tí vit kunnu altíð tøma fiskivinnuna fyri 100 milliónir afturat – ella 200, hvat ger tað!!

Og nú krubban er farin at tømast, kemur sami landsstýrismaður, sum hevur kravt inn hundraðtals milliónir í gjøldum frá fiskivinnuni – nú hevur sami maður ikki pengar til at byggja eitt nýtt tjóðleikarhús, men hann ætlar at byggja tað allíkavæl – fyri pengarnar hjá øðrum enn landskassanum.

Ja, soleiðis hugsa hesir menn, sum alt meira líkjast honum, ið átti hønu, ið varp gullegg. Hann kundi valt at givið hønuni góðar umstøður, so hon kundi halda fram at verpa gullegg, men ístaðin vildi hann hava øll eggini beinanvegin, so hann drap hønuna!!

Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Billede
Comments

​Størra helvtin av Sambandinum skilur ikki støðuna

3/4/2019

Comments

 
Billede
Havi valt at lata meg stilla upp, fyri at gera mítt til, at vit sleppa av við fiskivinnupolitikkin hjá sitandi samgongu

Fyri 23 árum síðan stillaði eg upp til kommunuval. Tað var bara ein orsøk og tað var at loysa ein ávísan trupulleika. Endamálið var ikki politiski sessurin, men at loysa ein trupullika. Nú er støðan á leið tann sama.

Uppstillingin hesaferð kom óvart á. Eg bleiv spurdur av einum skemtingarsomum manni. Eg noyddist at spyrja ein annan, um hetta var meint í álvara. Jú tað hevði verið umrøtt.

Niðurstøðan aftaná sera stutta umhugsunartíð var, at fiskivinnunýskipanin er ávegis at koyra samfelagið konkurs og tí eigi eg at gera alt, sum eg kann fyri at hjálpa. Endamálið er tí at fáa so nógvar atkvøður í tann pottin, sum kann skipa eina samgongu og avmarka skaðan av fiskivinnunýskipanini. Endamálið er ikki ein Løgtingssessur men at loysa ein ávísan trupulleika, sum kann loysast umvegis Løgtingssess.

Eg fari eg at royna mítt besta soleiðis at flokkurin og eg sjálvur fáa tær atkvøður sum krevjast.

Ein stórur trupulleiki er, at í Sambandsflokkinum tykist meirilutin ikki at skilja álvaran í støðuni. Fólk hava sjálvandi loyvi at hava ymiskar meiningar. Men fyrsta treytin fyri skilagóðari niðurstøðu er at útvega sær nøktandi upplýsingar til at taka støðu. Tað tykist verða galdandi at akademiskar niðurstøður verða gjørdar uttan á nakran hátt at gera brúk av upplýsingum sum eru til. At fara í samgongu við Javnaðarflokkin loysir ikki trupulleikarnar í fiskivinnuni og ei heldur aðrar av landsins trupulleikum.

Fólkaflokkurin dugir at selja boðskapin til tey rættrúgvandi úti á bygd, men eg vóni, at eg kann hjálpa til at styrkja boðskapin hjá heidningamissiónini í høvuðsstaðnum. Harumframt kann eg ivaleyst fáa sambandsfólk at skilja at ein atkvøða til sambandsflokkin í fiskivinnumálum ger sama skaða, sum ein Tjóveldis- ella Javnaðaratkvøða og tí eiga tey at velja Fólkaflokkin hesaferð.

Eivind Jacobsen
Strendur

Comments

150 dagar til Løgtingsvalið 2019?!

1/4/2019

Comments

 
Billede
Í dag er týsdagur 2. apríl. Kavin liggur enn á fjallatindunum, sólin skýnir oman og niðan og lívið gongur skjótt á okkara oyggjum.

Seinastu knapt 4 árini hava vit í Føroyum verið ígjøgnum stórar broytingar, fyri ikki at siga rembingar á nógvum økjum. Hvør í okkara lagi hava vit meiningar um tað, sum er farið fram. Onkur gleðist. Onkur øtast.

Eg havi altíð verið áhugaður í politikki og havi líka síðan eg sleit mínar barnaskógvar í Syðrugøtu, Saltangará og Runavík havt greiðar meiningar um tað, sum er farið fram á politiska pallinum. Eg fari absolutt ikki at siga, at eg altíð havi rætt, ella at mín loysn er tann rætta. Tó so – mín greiða fatan er, at Føroyar nú hevur brúk fyri eini stjórn, sum verjir og hjúklar um okkara vinnulív. Tað er okkara primera vinna, sum tryggjar okkum øllum eitt lív á hesum beru klettum mitt í Atlantshavinum. Primera vinnan er okkara motorur. Hann skal smyrjast og haldast, so vit í sekunderu og tertieru vinnuni kunnu eksistera.

Haldi ikki at vit skulu eksperimentera meir – vit hava ikki ráð til tað.
Í hesum sambandi má eg nevna, at ein landstýrismaður herfyri speirak limir í Fólkaflokkinum og ákærdi teir fyri at vera ein vinnulívsflokkur. Eg bleiv ikki sørt ørkymlaður, tí í mínari verð er tað nemmiliga akkurát tað, sum vit í Fólkaflokkinum skelta við. Vit ERU ein vinnilívsflokkur og ynskja at tryggja bestu karmar fyri tað, sum heldur okkum øllum á lívi – ein sunn vinna og nøgd starvsfólk!

Tá tað er sagt – og í sama andadrátti – skal sigast, at Fólkaflokkurin ALTÍÐ vil vera ein flokkur, sum arbeiðir fyri hvønn einstaka føroying, sum lyftir í felag saman við okkum øllum. Hvør einstakur fiskimaður, hvør einstakur timburmaður, hvør einstakur lækni ella sjúkrarøktafrøðingur. Hvør einstakur ergoterapeutur ella heimagangandi foreldur, hvør einstakur prestur ella skipari, kvinna ella maður, ung sum eldri, persónar, ið bera brek, sjúk, frísk, ja ALLIR føroyingar skulu vita, at vit í Fólkaflokkinum til eina og hvørja tíð vilja verja einstaka føroyingin og tryggja eina framtíð fyri okkara børn.

Fólkaflokkurin er ein flokkur, sum ikki er bangin fyri at taka fatt og ikki er bangin fyri at taka truplar avgerðir. Agerðir sum tryggja okkara børnum eina líka góða framtíð sum vit hava livað.

Eg var til Støkk framsýning í vikuskiftinum. Fleiri ferðir sótu fleiri við tárum í eygunum, og eygleiddu yngri sum eldri íðkarar, ið skaptu eina fantastiska uppliving í Bylgjuni í Runavík. Fleiri ferðir hugsaði eg um, hvussu gott vit hava tað, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit eggja okkara ungu og halda tey til, so tey eisini kunnu vísa, hvat tey duga.

Tað nyttar ikki bara at krevja og taka. Vit skulu eisini eggja og stimbra, so vit síggja vøkstur í samfelagnum!

Føroyar eru fyri øll. Óansæð hvat vit trúgva ella hvussu vit liva. Vit eiga at respektera meiningar hjá hvørjum øðrum og ikki rópa um tolsemi, samstundis sum vit trampa á tey, sum halda okkurt annað enn vit. Hvør einstakur føroyingur hevur nakað at geva samfelagnum – og hann skal sleppa at geva! Føroyingurin skal sleppa at droyma og liva. Hann skal sleppa at gera tað, sum hann dugir best og við góðari samvitsku. Føroyingurin, kvinna sum maður, skal kenna, at í Føroyum er pláss fyri mær og mínum, samstundis sum vit øll eiga at respektera fólkaræðið við teimum rættindum og ábyrgd, sum fólkaræðið gevur okkum.

Og, sum framsýningin hjá Støkk so væl lýsir – venur tú, hevur tú ein dreym, so kanst tú saman við øðrum ALTÍÐ vinna, og harvið tryggjar tú eisini framtíð Føroya. Okkara forfedrar lyftu í felga okkara samfelag til tað sum vit njóta í dag. Vit eiga ongantíð at gloyma tær kvinnur og teir menn, sum hava litið okkum Føroyar upp í hendur í eina stutta tíð, inntil okkara børn taka yvir.

150 dagar eru eftir til næsta val (giti eg). Og nú er tíð til at gera upp við teg sjálvan: hvat ynskir tú? Ynskir tú, at sitandi stjórn skal halda fram, ella ynskir tú eina broyting? Hvat við at royna okkur nýtt?

Eg havi sagt JA til at vera á liðnum hjá Fólkaflokkinum og fyri fyrstu ferð stilla upp til eitt løgtingsval.

Hetta hevur ikki verið ein løtt avgerð at taka, tí eg takist við nógv frítíðarvirksemi og havi eitt starv, sum eg eri sera glaður fyri. Men eftir drúgva umhugsanartíð og eftir at hava spurt meg fyri hjá mínari familju og leiðarum, havi eg tikið avgerð um at vera við á liðnum hjá Fólkaflokkinum til hetta valið.

Eg havi nógv upp á hjarta og gleði meg til at koma nærri inn á hetta komandi dagarnar og vikurnar.

Símun Jóannesarson Hansen
Valevni Fólkafloksins

Billede
Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.