NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ted Cruz vann í Wyoming!

17/4/2016

Comments

 
Billede
Ted Cruz nærkast heilt ávorliga Donald Trump - nú hann eisini hevur vunnið í Wyoming. Republikanarin Ted Cruz fekk øll 14 umboðini (delegatini) í Wyomin ígjár og so skal sigast, at hesin statur ikki heldur Undanval. Ístaðin velja teir 475 limini í flokkinum hvønn teir vilja hava inn og tað endaði also við einari atkvøðu - og hana vann Cruz.

Cruz hevur nú 559 umboð og kappingarneytin Donald Trump hevur 744 umboð - og fyri at vinna, so hevur ein brúk 1.237 umboðum, um ein ynskir at enda sum Forsetavalevni hjá tí Rupublikanska Flokkinum.

Og Týsdagin verður tað heilt spennandi, tí tá verður Undanval í New York og tað fer heilt sikkurt, at ganga vilt fyri seg.

JáH (y) 17.04.2016

Comments

Hilary & Sanders kjakast LIVE!

15/4/2016

Comments

 
Billede
Kl. 10:30. Hilary Clinton og Bernie Sanders kjakast beint nú - og tað gongur vilt fyri seg.

Sjá LIVE kjak niðanfyri:

JáH (y) 15.04.2016

Comments

Hvussu nógv rinda akfør?

13/4/2016

Comments

 
Billede
Hvussu nógv rinda akfør?

Fyrispurningur um, hvat akfør rinda og hvat veganetið kostar, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv rinda akfør í skrásetingargjaldi, vegskatti, bensin- og dieselgjaldi og MVG av brennievni? Best um svarið varð útgreinað.

2. Hvussu nógv brúkar landsstýrið til viðlíkahald og íløgur í veganetið í ár.

3. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fáa javnvág millum hesar inntøkur og útreiðslur.

Viðmerkingar:
Mangan verður sagt, at akfør skulu rinda fyri vegir, tunnlar og brýr. Tí er hesin spurningur ætlaður at lýsa, hvat akfør rinda og hvat veganetið kostar.

Akfør rinda skrásetingargjald, sum gevur landskassanum stórar upphæddir hvørt ár. Eisini rinda akfør vegskatt, sum kann kallast atgongumerkið til at brúka vegakervið. Í 3. lagi rinda akfør bensin og dieselavgjald, hvørja fer tangin verður fyltur. Eisini verður rinda MVG inn í landskassan fyri brennievni.

Hesin spurningur er at vita, hvussu nógv akfør rinda inn í landskassan.

Landskassin hevur eisini útreiðslur til veganetið. Tí verður spurt, hvussu nógv landskassin brúkar til viðlíkahald og nýíløgur í vegir, tunnlar og brýr. Undirsjóvartunnlar liggja enn uttan fyri hetta roknstykkið.

Akfør rinda munandi meira inn í landskassan í mun til, hvat veganetið kostar í viðlíkahaldi og íløgum. Her eigur at verða samsvar, og tí verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum spurdur, um hann ætlar broytingar, so samsvar verður millum gjald og kostnað.

Á Løgtingi, 11. apríl 2016

Jørgen Niclasen

Comments

Forsetin úr Argentina eisini í trupuleikum!

8/4/2016

Comments

 
Billede
Eins og Forsætismálaráð-harrin í Íslandi varð noyddur at siga seg úr starvi, so kann tað vera at Forsetin úr Argentina, Mauricio Macri eisini verður noyddur at siga seg úr starvi - nú tað er komið framm, at bróður og pápi hansara hava havt brøv í Panama.

Sjálvur segði Mauricio Macri ígjár í beinleiðis sjónvarpi, at hann hevur reint mjøl í posanum og at hann onki hevur at fjala sjálvur - men Macri verður nú kannaður av serkønisdeildini hjá Tollvaldinum og vísur tað seg, at eisini hann hevur vilja sloppið undan, at gjalda skatt - so kann hann eisini vera noyddir at siga seg úr starvi.

JáH (y) 08.04.2016

Comments

Valagni hjá Mortensen er jú upplagt !!!

6/4/2016

Comments

 
Billede© KVF
Tað brennur kanska undir føtrunum hjá Borgarstjóranum og Løgtingsliminum fyri Javnaðarflokkinum - og tískil so hevur Heðin boða frá, at verður hann valdur sum Borgar-stjóri aftur fyri Havnina, so tekur hann seg úr Løgtinginum.

Men tað er eitt men við tí heila - tí sjálvur sigur Heðin við KVF, at hann ikki ætlar sær at taka seg úr Løgtinginum - um hann nú ikki endar sum Borgarstjóri fyri Tórshavnina. Hetta er jú eitt upplagt valagn hjá Heðini Mortensen, tí sum øllum kunnugt so er Kommunuval í November í ár.

Í Klaksvík fer nokk hinvegin, at standa væl til hjá Jógvani Skorheim, sum hóast tær mongu stemmurnar - ikki slapp í Løgtingi at sita, tí Klaksvíkar Býráð vildi ikki hava tað soleiðis, at ein kundi vera Løgtingslimur og Borgarstjóri samstundis. Tískil kemur Skorheim sikkurt at hava eitt serstakiliga gott Kommunuval í ár.

JáH (y) 06.04.2016 

Comments

Amerikanska Valið: Cruz hálar seg inn á Trump

6/4/2016

Comments

 
Billede
Ted Cruz vann á Donald Trump ígjár, har teir kappaðust um statin Wisconsin.

Nøkur undanval hava nú verið og sigurin ígjár hjá Cruz - ger tað, at hesir báðir fara at berjast nakað væl afturat.

Donald Trump hevur nú 737 umboð og Ted Cruz hevur 481 umboð - og skal Trump nú vinna 500 umboð afturat fyri at sleppa at vera valevni hjá Republikanska flokkinum til veruliga Forsetavali, ífylgi tíðarritinum Aljazeera.

Bernie Sanders vann annars eisini og styttist eisini ímillum hann og Hilary Clinton - men tó er tað alt, sum týðir uppá, at Clinton verður valevni hjá Demokratiska flokkinum.

JáH (y) 06.04.2016

Comments

Játtanarkarmar 2017: Barnafrádrátturin hækkar 2.700 kr. fyri børn undir skúlaaldur

4/4/2016

Comments

 
Billede
Næsta ár hækkar barnafrádrátturin fyri børn millum 0 og 6 ár við 2.700 kr. Úr 6.500 upp í 9.200 kr. árliga. Samgongan hevur sett sær sum mál at gera tað fíggjarliga lættari fyri smábarnafamiljur. Tí eru 12 mió. kr. settar av í játtanarkarminum fyri 2017 til endamálið.

Við hækkingini verður samlaði miðal barnafrádrátturin fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 kr. árliga, fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðalbarnafrádrátturin hjá kommununum er 6.350 kr. í 2016, og afturat hesum kemur barnafrádrátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 kr. árliga.

“Vit hava sett okkum fyri at fremja fleiri átøk, sum tryggja varandi fólkavøkstur og vaksandi trivnað í Føroyum. Smábarnafamiljurnar eru millum tey, ið ofta eru fíggjarliga sperd. Við hesum hækkaða barnafrádráttinum lætta vit um gerandisdagin hjá barnafamiljunum í Føroyum.  Vit hava longu longt barsilstíðarskeiðið við 6 vikum, hava sett í verk ískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum, og hava veitt lág- og miðaløntum ein skattalætta á 137 mió. kr. í 2016.  Nú taka vit enn eitt stig við økta barnafrádráttinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Í 2014 fingu foreldur barnafrádrátt í skattinum fyri samanlagt 13.400 børn (0-17 ár).  Av hesum var frádrátturin í landsskattinum samanlagt 84 mió. kr. og barnafrádrátturin í kommunuskattinum 81 mió. kr.  Umleið 4.500 børn eru millum 0 og 6 ár.  Sambært Manntalsgrunninum hjá Hagstovuni vóru tað 3.200 húski, sum høvdu børn yngri enn 5 ár í 2011.

Fíggjarmálaráðið 04.04.2016

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly