NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nú vil javnaðarflokkurin gera tey ríku ríkari

27/4/2015

Comments

 
Picture
Nú síggja vit ítøkiliga, hvat formaður javnaðarfloksins Aksel Jóhannesen meinar við, tá hann førir fram, at ríkidømi Føroya skal deilast javnari millum Føroyingar.  Hann hevur ført hetta fram óteljandi ferðir í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum og hetta er úrslitið. Ókeypis barnaansing til millióningar og við tad, at flest fólk búgva í høvudsstadnum, so fara pengarnir har.  Hetta var alt reypið. So vita vit tað.    

Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing.  Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein  lætta uppá uml.  5000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í samfelagnum.  

Taka vit tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag, so eru  tað tey, sum hava eina inntøku upp til 244.000 ,- árliga,  ella 20.333,-  um mánaðin. Síðani minkar stuðulin stigvíst  inntil inntøkan er kr.  293. 000 árliga,  tá hann fellir burtur.

Í løtuni verður arbeitt við, at broyta kunngerðina um ansingarpláss soleiðis,  at hámerkið verður hækkað upp til 390.000,-.  Hetta  fyri at lætta  um  hjá  lág-  og miðalinntøkum. 

Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Hvør  tosaði um, at ríkidømis Føroya skuldi býtast  javnari millum føroyingar ?  Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Føroyum skulu hava ókeypis barnaansing.

Alingin skal gjalda. 

Hvør skal gjalda? Jú alingin, sum brúkar hvønn fjørð uttanfyri miðstaðarøkið skal gjalda.  Vinningurin frá alivinnuni  kundi t.d. ístaðin verid veittur sum  ískoyti til kommunurnar,  har alingin virkar. Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja eitt sindur burtur úr  alingini, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum.  Men nei,  javnaðarflokkurin vil heldur stuðla teim ríku í høvudsstaðnum í føstum almennum størvum. 

Javnaðarflokkurin ynskir,  at yvirskotið frá  alingini  í mest møguligan mun skal gjaldast til ríkastu kommunu í Føroyum, Tórshavnar kommunu.  Her  búgva umleið 40 prostent av Føroya fólki og tí heilt náttúrliga flest børn.  Her búgva eisini flest veljarar.  

Alingin, sum í mestan mun virkar uttanfyri  ríkastu kommununa í Føroyum skal nú gjalda alt barnagarðsgildi hjá javnaðarflokkinum til ríkastu kommununa í Føroyum. Tað er lagnunnar speisemi, at her situr ein javnaðarmaður sum býráðsformaður vid stórum javnaðarmeiriluta.    Álvaratos hetta uppátikna sjálvrættvísið hjá javnaðarflokkinum gevi eg lítið fyri.  Hetta er  Javnaðarpolitikkur tá hann er best. 

Hví kann hesin peningurin ikki heldur  koma kommununum til góðar, har alingin virkar ? Nei munurin gerst bara enn størri. Stættarmunurin verður størri, bæði  tá tað snýr seg um  fólk, og ikki minni, tá tað snýr seg um kommunurnar.

Populisma

Tórshavnar kommuna er ríkasta kommuna í Føroyum og ætlar  at  lækka skattaprosentið, tí peningastreymurin inn í kommunukassan er so stórur.  Og hvat ger javnaðarflokkurin?   jú henda ríkasta kommunan skal nú eisini fáa henda peningin frá alingini.  Alingin sum í  allarstørstan mun virkar uttanfyri Havnar kommunu. Hvør skal bløða ?   Jú enn  einaferð útjaðarin. Við vælsignilsi frá javnaðarflokkinum.  Ja, hvat ger man ikki fyri at tekkjast veljarunum í høvuðstaðarøkinum ?

Hvat verður tad næsta ?

Hvussu verður,  tá alivinnan ikki longur fer at geva eitt ónátúrligt avkast? Hvør skal tá gjalda gildið hjá javnaðarflokkinum ?  Búskaparfrøðingur hevur verid frammi og sagt, at ongin sjómannahýra skuldi verid hægri enn kr. 400.000. Vóni ikki,  at tad verður næsta stigið hjá javnaðarflokkinum.   

Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingslimur.

Comments

Gambling við høvuðsvinnuni.

22/4/2015

Comments

 
Picture
Vit hoyra ofta,  at øll skulu hava sama møguleika viðv.  atgongd til fólksins ogn. Í  grundini  er onki skeivt við hesi  áskoðan.  Vildi tó  ynskt sama stóra áhuga fyri víðarimenning av okkara tilfeingi. Tað er her, at nógvir ótroyttir møguleikar liggja og stórir vakstrarmøguleikar.   Vit hava sum er nóg mikið av stáli at fáa tilfeingi upp úr havinum. Tað verður  gjørt gott og effektivt. 

Ført verður fram, at  meira fæst  burturúr fólkins ogn, um  onnur  sleppa framat.

Hvat verður øðrvísi ?

Hvat er tað, sum nýggju vinnulívsmennirnir  fara at megna, sum núverandi  ikki eru førir fyri ? Hvat fer at broytast ?
Verður oljan bíligari ? Verða hýrurnar minni og  proviantur og útgerð bíligari ? Verða skipasmiðjurokningarnar minni, ella fara skipini at  brúka bíligari  útlendskar skipasmiðjur ? 

Verða nýggir bíligari  veiðiháttir uppfunnir ? Hvørji skip verða nýtt ? Verða nýmótans uppisjóvarskip bíligari at keypa, um aðrir  sleppa framat ? Møguliga kunnu teir keypa  skipini frá gomlu aktørunum fyri ein bíligan penga .  Ella er  meiningin kanska  at keypa gamlar útslitnar dangur og útlendska arbeiðsmegi  ?
Pengarnir sum koma inn við kassa 1 verða mistir aðrastaðni og vit missa meir fyri minni. Allir ringvirkningarnir verða burtur.  
Hvar vóru herrópini tá høvuðsvinnan sveik ?

Hvar vóru allar hesar røddir , tá  harðast leikaði  á ? Ella eru hesi herróp bert at hoyra í bestu tíðum ?  Kann tað  hugsast,  at hesar røddir stillisliga fara at  tagna ,  um tíðirnar versna aftur og onki verður at stríðast um. Øll,  sum fáast við fiskivinnu og liva tætt upp at fiskivinnuni vita, at tað gongur upp og  niður. Tað er bara ein spurningur um tíð,  inntil alt kann  broytast 180 stig.     

Skal so alingin á uppboðssølu eisini ?

Vilja  somu búskaparfrøðingar eisini hava alingina  á uppboðssølu ?  Er eisini tørvur á nýggjum aktørum her og fer alingin at kasta meir av sær til samfelagið  so ? Eru firðirnir  í Føroyum ikki  eisini fólksins ogn ? 
Hvat við alifeløgunum sum eru i dag ?  skulu tey  leggja stilt og  bíða til tey møguliga  fáa møguleikan aftur einaferð í framtíðini um 5 – 10 – 15 ár. 

Mugu vera varin 

Nei vit skulu ansa okkum, hvussu vit uppføra okkum. Vit eru nógv, sum kunnu fortelja øllum frøðingum, at tað framvegis eru fiskivinnan og alingin, sum  halda  Føroya landi uppi og sum rindar alt gildið.  Um ein byrjar at gambla við hesum, kann tað verða til størsta skaða fyri landið. Hetta eru vinnur, sum eru upparbeiddar ígjøgnum fleiri ár og fleiri ættarlið, eisini langt áðrenn kvotasamráðingar byrjaðu.  Forfedrar okkara løgdu lunnarnar og løgdu hjarta og sál í. Tað hevur minni enn so altíð gingið væl. Nógv hava bløtt og rindað  høgan prís. Hetta vóru veruligir vinnulívsmenn, sum ikki góvust á hondum. Teir vildu nakað og uttan teir, vóru vit ikki her í dag og onki var at klandrast um. 

Vænti ikki nakar ynskir seg aftur  til árini, tá  høvuðsvinnan sveik. Fólk í hópatali fluttu av landinum fyri at yvirliva.  Teirra lívsgrundarlag í Føroyum  var burtur. Teppið bleiv skrykt undan teimum. Arbeiðsloysið var stórt og  skatturin  ovhonds høgur. Tíbetur áttu  Føroyar framvegis nakrar úrmælingar eftir .  Hesir hava megnað at virkað  fólksins ogn til tað,  hon er í dag. Eitt vælferðarsamfelag við minsta arbeiðsloysi í Europa, fólkavøkstri  og lækkandi prístali.   Vit hava eitt gott heilsuverk,  almannaverk,  skúlaverk o.s.v . Tað er undir verandi skipan og við  verandi aktørum í vinnuni,  at hetta er hent.  Saman við dugnaligum arbeiðsfólki eiga hesi  stóran  heiður uppibornan. 

Skal alt á uppboðssølu ?

Kann ikki lata vera við at taka ein parallell, tá nógv vilja hava arbeiðsplássini í fiskivinnuni á uppboðssølu? Skulu so eisini  øll almenn arbeiðspláss á uppboðssølu við jøvnum millumbilum ? Soleiðis kundi okkara ungdómur, sum búleikast í øðrum londum eisini  havt sama møguleika til hesi almennu størvini. Vit kundu fingið   hesi heimaaftur nýútlærd,  við nýggjum  teorium og kanska betri próvtølum.   Tey,  sum sita í hesum størvum nú, kundu so bara leita  sær eftir  øðrum størvum aðrastaðni. Hví skuldu tey eisini  sitið  har fyri lívstíð, tá  onnur betri skikkaði eru og sum gjarna vilja,   men fáa ikki møguleikan ?

Øll almenn leigumál kundu eisini  verið seld á uppboðssølu. Trúgvi at fleiri  av almennu leigumálunum í høvuðsstaðnum kundu fingist fyri helvtarprís uttanfyri høvuðsstaðin. 

Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur

 Kann lítið ímynda mær skilið, ið tá hevði verið. Tá høvdu vit sæð mótmælisgongur, sum ongantíð áður og  sendingar og samrøður í miðlunum.   Føstu tryggu størvini við góðari pensión skuldu knappliga útlutast. Tað hevði verið ótryggleiki sum vildi nakað.  Tað er júst  hetta,  nógv ætla at gera við okkara fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu.  Hevur okkara høvuðsvinna ikki sama status ? 

Hønan og gulleggini

 Nei vit muga ansa okkum,  at vit ikki drepa hønuna, sum verpir gulleggini.  Vit hava eitt gott samfelag, men treyðugt so, so eru framvegis nakrar justeringar sum skulu til.  Vit høvdu eitt alt ov høgt skattatrýst. Tað bleiv tosað og tosað, men ikki fyrrenn hendan samgongan kom til bleiv handlað og vit innførdu flatskattin, sum var hart tiltrongdur. Vit settu hol á at linka um høga skattatrýstið.

Andstøðan sær bara feilir

Andstøðan sær næstan bara feilir og manglar og sær  stórt sæð onki gott. Minnir ikki sørt um óðar uppøstar áskoðarar til fótbóltsdyst.  Negativar áskoðarar, sum bara grenja, knarra og mjarra um alt,  sum spælarnir inni á vøllinum gera skeivt. Skeivar og manglandi avleveringar, fótfeilir  osv.  Sjálvir duga teir ikki at sparka til ein bólt,  men at standa á síðulinjuni og rópa ókvæmisorð eftir spælarum og dómara   inni á vøllinum, er ongin trupulleiki.  

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 
Løgtingskvinna

Comments

Løgmaður á ráðharrafund í Arktiska ráðnum

22/4/2015

Comments

 
Picture© Løgmansskrivstovan
Løgmaður skal fríggjadagin og leygardagin á ráðharrafund í Arktiska ráðnum. Ráðharrafundurin verður hildin í Iqaluit, Nunavut, Kanada. 

- Flestu evnini, sum verða viðgjørd í Arktiska ráðnum, eru yvirtikin málsøki, og Føroyar eru við til at orða og menna avgerðir, sum verða tiknar, so at tær hóska til føroysk viðurskifti. Føroyar liggja við høvuðsdyrnar til Arktis, og hetta kann fáa stóran politiskan og búskaparligan týdning komandi árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Fundurin í Kanada er tann seinasti undir kanadiska formansskapinum og samstundis startskotið til amerikanska formansskapin komandi tvey árini. Tað verður John Kerry, amerikanskur uttanríkisráðharri, sum leggur amerikanska formanskapin fram.

Arktiska ráðið er einasta formliga millumtjóðasamstarv um arktisk viðurskifti. Limalondini eru USA, Russland, Kanada, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Danmark/Grønland/Føroyar. 

Mynd: Arktiskur ráðharrafundur í 2011.

Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Jógvan Skorheim nýggjur floksformaður í Sjálvstýrisflokkinum

9/4/2015

Comments

 
Picture
TÍÐINDASKRIV:

Tórshavn, tann 9. apríl 2015
Sjálvstýrisflokkurin fingið nýggjan floksformann.

Seinrapartin hósdagin kunnaði Kári P. Højgaard, tingmaður og fyrrv. floksformaður fyri Sjálvstýrisflokkin - Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins frá, at hann hevði tikið avgerð um at fara frá sum floksformaður og at hann ynksti, at næstfloksformaðurin Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík átók sær starvið.

Landsnevndin tók undir við ynskinum hjá Kára P. Højgaard og kemur Jógvan Skorheim at røkja starvið sum floksformaður, til komandi aðalfund í Sjálvstýrisflokkinum, sum verður aftaná komandi løgtingsval.

Hóast Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur lagt starvið frá sær sum floksformaður, kemur hann sjálvandi at Jógvan Skorheim Kári P. Højgaard halda fram sum tingmaður, og stillar upp til komandi løgtingsval.

Jógvan Skorheim er hóast ungur, ikki ókendur á politiska pallinum. Hann bleiv valdur í býráðið í Klaksvík í 2008 og aftur í 2012, tá hann gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Eisini hevur hann áður stilla upp til løgtingsval fyri Sjálvstýrisflokkin, og hevur sitið sum varamaður á Føroya Løgtingi í fleiri umførum.

Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins ynskir nýggja floksformanninum Jógvan Skorheim hjartaliga tillukku og góða eydnu við starvinum, og takkar Kára P. Højgaard fyri góð avrik.

Blíðar heilsanir,

SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN

Comments

Føroyar fyri øll

3/4/2015

Comments

 
Picture
Tað harmaði meg at lesa grein hjá partamanni mínum og fyrrverandi Klaksvíkinginum Boga Andreasen.

Umframt at sita í býráðnum í Havn, so situr Bogi eisini við jøvnum millumbilum í løgtinginum. Hann skrivaði grein í vikuskiftinum, at lokalpolitikkur ongantíð hevur verið verri enn tað sama. Nú snúði tað seg fyrst og fremst um at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænti landi okkara best.

Lokalpolitikarin í høvuðsstaðnum peikaði m.a. á, at hetta ger seg galdandi innan almannaverkið, heilsuverkið og skúlaøkið.

Skúlaøkið
Vil minna lokalpolitikaran í Havnini á, at í løtuni verður Marknagilsdepilin bygdur. Hesin kostar eina hálva milliard og er staðsettur í høvuðsstaðnum. Er tað her, at lokalpolitikkur skuggar ? ella er tað her, tað fyrst og fremst snýr seg um at kradda til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best ?

Heilsuøkið
So er tað Heilsuverkið. Landssjúkrahúsið skal byggjast út og nútímansgerast fyri ca. hálva milliard. Er tað her lokalpolitikkur, sum skuggar, ella er tað her, tað fyrst og fremst snýr seg um, at kradda til sín heldur enn at hugsa , hvat tænir landi okkara best ?

Almannaverkið
So koma vit til almannaverkið. Barnahús, Sambýlið Eystan Heyg, Fountain hús. Fyrireikingar eru farnar í gongd at byggja Sambýlið til børn við autismu.

Hetta verður alt bygt í Havn.

Snævurskygni
Haldi ein skal ansa sær eitt sindur, hvussu snævurskygdur ein kann verða. Vit mugu leggja nalvaskoðan til viks, og ikki leypa øði í grindina fyri tað um fólkavaldir politikarar úti um landið vága sær at arbeiða fyri útjaðaranum. Lokalpolitikarar í høvuðsstaðnum mugu ikki uppfata hetta, sum órógv og forðan fyri framburði og álop á Havnina. Føroyar eru meira ein ein býur. Føroya land eru allar Føroyar, úr Akrabergi til Viðareiðis og úr Hattarvík vestur í Mykines.

Hvat ætla vit við Føroyum ?
Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat vit vilja við øllum Føroya landi. Skal tað vera liviligt í øllum Føroyum, ella bara innanfyri eina ávísa linju. Skal ALT vera í høvuðsstaðnum. Skulu allir skúlar vera í høvuðsstaðnum, allir almennir stovnar ? skal tað bara vera eitt sjúkrahús ? skal allur inn- og útflutningur verða í høvuðsstaðnum ?

Tað er umráðandi, at vit so vítt møguligt hava eitt blandað búsetingarmynstur í Føroyum. At vit so vítt møguligt hava alt slag av fólki búgvandi runt í ymsu økjunum í Føroyum, um enn ikki úti á hvørjum smáplássi. At ikki alt tað útbúna fólkið er í høvuðsstaðnum, men eisini runt um landið.

Halda høvuðsstaðarlokalpolitikarnir fram við hesum áganginum móti útjaðaranum, kann tað vera sera skjótt, at sjálvt Havnin verður ov lítil, sjálvt til okkar høvuðslokalpolitikarar. Tá vera Føroyar fátækari.

Niðursetandi býráðsformaður í Havn
Býráðsformaðurin í Havn er størsti lokalpolitikari Føroyar nakrantíð hava fostrað. Tað hevur hann loyvi til, í kraft av, at hann er býráðsformaður í Havn.

Hann skrivar heilt ótrúliga niðursetandi um alt, sum er uttanfyri høvuðsstaðin. Tað er sera hugstoytt at lesa. Hann er formaður í KF, Kommunufelagið og har umboðar hann sum formaður allar kommunur í Føroyum. Løgið at skriva soleiðis um ein, sum hann umboðar. Hann biður klaksvíkingar um ikki bara at sita uppafturá og krevja, at krónurnar skulu koma rullandi úr høvuðsstaðnum sum ein sosialveiting. Hetta kann ikki fara óátalað aftur við borðinum.

Sannleikin er jú, at tað er ráa vinnan, sum heldur lív í øllum Føroyum. Ein stórur partur av hesum virkar júst í norðurøkinum. Hetta eigur sjálvt býráðsformaðurin í høvuðsstaðnum at vita, ella veit hann veruliga ikki hvørjum føroyingar liva av.

Lokalpolitikkur útbyggir alt Føroya land.
Lokalpolitikkur verður altíð brúkt sum nakað negativt. Sannleikin er, at Føroyar høvdu ikki verið so væl útbygdar í dag uttan lokalpolitikkarar runt úti um landið, sum kempaðu fyri sínum øki. Vit høvdu helst ongan Vágatunnil havt, ongan Norðoyatunnil, onga brúgv um Streymin, ongan Norðskálatunnil, Leirvíkstunnil og eg kundi hildið á. Alt var bara dottið niður á Vaglið í Havn.

Soleiðis eisini við samferðsluni. Ongin politikari í miðstaðarøkinum vildi funnið uppá at grenja um samferðsluna út til Fugloyar og út í Mykines. Tí eru lokalpolitikarar gull verdir fyri økini runt í Føroyum, men ein tornur í eygunum á "lokalpolitikarum" í miðstaðarøkinum.

Somuleiðis við skúlaverkinum og heilsuverkinum. Klaksvíkar sjúkrahús hevur leingi verið ein tornur í eygunum á mongum og mong eru tey, sum ynskja tað niðurlagt, tíverri eisini nógvir politikarar.

Vit kunnu bert gita um framtíðina hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi um ongar lokalar kreftir vilja kempa fyri tí. Neyvan nakar í miðstaðarøkinum fer at arbeiða fyri tí. Tað er í hvussu er mín heilt greiða fatan. Í heila tikið, hvussu sær framtíðin út í Føroyum, um ongar lokalar kreftir eru eftir at kempa fyri nøkrum runt í landinum á ymsum økjum.

Hvør verður ríkari tá Føroyar ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur.

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.