Hans Joensen, sum hevur verið formaður síðan 2017, var afturvaldur til formann. Ingvør Justinussen var vald til peningarøkil. Hini í nevndini eru Rói Poulsen, Jógvan Thomsen og Óli Breckmann. Sum varðalimir, vóru vald Joan Samuelsen og Helgi D Michelsen.
Nýggja nevndin hevur sett full segl fram móti komandi løgtingsvalið. Felagið hevur havt 1. uppstillingarfund og 2. uppstillingarfundur verður í næstum.