NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Jú, Andras Róin – Bústaðar viðvirkar til sentralisering og tað er ikki nøktandi!

29/3/2019

Comments

 
Billede
Andras Róin skal verða vælkomin at leggja eftir mær sum politikara, men tað broytir ikki veruleikan, sum Bústaðir sjálvt staðfestir í síni seinastu ársfrágreiðing, har upplýst verður, at hetta almenna felag higartil hevur bygt og lagt ætlanir um 20 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, meðan tey 60% av Føroya fólki, sum búgva kring landið, bert fáa 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar frá hesum almenna felagnum.

Tað er sjáldan imponerandi at lesa aftursvar frá einum almennum stjóra, tá hesin brúkar stóran part av síni orku uppá at viðgera persónin, sum svarið er til, heldur enn at viðgera evnið, sum verður umrøtt. Júst soleiðis er kenslan, eg siti við, eftir at hava lisið svarið frá Andrasi Róin, stjóra á Bústøðum, til staðfestingar mínar, sum fult og heilt byggja á upplýsingarnar, sum Bústaðir sjálvt hevur framleitt í síni seinastu ársfrágreiðing.

Út frá hesi ársfrágreiðingini hjá Bústøðum kunnu vit staðfesta, at at hetta almenna felag higartil hevur bygt og lagt ætlanir um 20 bústaðir fyri hvørjar 1000 íbúgvar í høvuðsstaðnum, meðan tey 60% av Føroya fólki, sum búgva kring landið, bert fáa 6 bústaðir pr. 1000 íbúgvar frá hesum almenna felagnum.

Tað er hetta, sum eg havi ført fram í mínum almenna skrivi, har eg vísi á, at Føroya Løgting ikki eigur at góðtaka, at eitt alment fíggjað felag á henda hátt stuðlar undir sentraliseringina av bústaðamynstrinum í Føroyum, sum longu frammanundan er ógvuliga sterk og einvís, tí privata byggivinnan byggir so at siga allar sínar bústaðir í høvuðsstaðnum og næstan einki úti um landið, har tað búgva góð 60% av Føroya fólki.

Fyri meg er hesin sentralistiski politikkurin hjá Bústøðum eitt álvarsmál, sum als ikki kann góðtakast, og tí harmar tað meg, at almenni stjórin í sínum svari til mínar staðfestingar slær hetta álvarsmál meir ella minni upp í glens við speirekandi at “fegnast um, at eisini Jákup Mikkelsen ynskir fleiri leigubústaðir um alt landið”. Hetta er ikki eitt serliga virðiligt støði at leggja seg á sum almennur stjóri, men sjálvandi kann tað vera freistandi at gera, tá ið ein ikki hevur nakað líkinda svar at geva.

Svarið frá stjóranum í Bústøðum ber tíverri mest brá av at vera ein burturforkláring og lutvíst snaring av tølum við at taka eina stóra bústaðaeind í høvuðsstaðnum burtur úr hagtølunum, sum ikki er serliga álitisvekjandi.

Andras Róin endar sína grein við at siga, at Bústaðir væntar “í 2025 at hava umleið 900 leigubústaðir, harav ein lítil helvt verður uttan fyri høvuðsstaðin”. Til hetta skal eg boða frá, at hetta býtið er als ikki nøktandi, tí hetta staðfestir illgruna mín um, at Bústaðir framvegis ætlar at byggja størra partin av sínum íbúðum og bústøðum til tey 40% av Føroya fólki, sum búgva í høvuðsstaðnum, har privata byggivinnan í løtuni byggir hundraðtals bústaðir.

Hetta er als ikki nøktandi, og eg fari enn einaferð at boða frá, at hesin sentralistiski hugburðurin hjá okkara almenna Bústaðafelag ikki kann góðtakast.

Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggja meir íbúðir kring um landið.

Jákup Mikkelsen
Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Comments

Jacob Vestergaard: Kristina Háfoss skuldi farið í Luksusfælden

27/3/2019

Comments

 
Billede
Jacob Vestergaard helt ein góða røðu og spurdi hann, hvar skúlarnir skuldi byggjast, bæði Húsarhaldsskúlin og skúlin í Vági.

er eru tvey uppskot, sum slett ongar tekninar av skúlunum eru sendar við, so hann visti slett ikki hvussu skúlarnir sóu út.

Men har er so lítið skil á samgonguni nú og helt hann sum við Óluvu Klettskarð, at Kristina Háfoss hevði verið eitt gott evni til Luksusfælden í Danmark, men tað helt Magnus Rasmussen ikki, tí hon lurtar ikki eftir í Føroyum og hon ferð slett ikki at lurtað eftir danskarum frá Luksusfælden.

SáH

Comments

​Bert tveir samgongumenn/kvinna í salinum

27/3/2019

Comments

 
Billede
Ruth Vang hevur orðið og har sita bara tvey í samgonguni í salinum og tað er Óluva Klettskarð og Jónleif Johannesen, sum tíma at hoyra uppá Ruth, nú Glasir enn einaferð verður viðgjørd.

Ongin situr á fremstu stólunum og tað er bara vanligt, soleiðis er tað næstan hvørja ferð Løgtingi er saman.

​Hasi fólkini tíma als ikki at sita har, men pengarnar vilja tey hava og so vilja tey hava lønarhækkan, so tey kunnu fáa 46.000,00 kr. um mánaðin og ferðapengar osv. osv…..

Er nakað skil á samgonguni?

SáH

Comments

​Pia Kjærsgaard: Det er velkendt, at Hizb-ut-Tahrir opfordrer til vold og drab.

27/3/2019

Comments

 
Billede
Den islamistiske organisation Hizb-ut-Tahrir valgte sidste fredag at slå plat på den forfærdelige terrorhandling i New Zealand ved at afholde fredagsbøn foran Christiansborg. Eftersom en del foregik på arabisk, var ikke alle budskaber tilgængelige for danskerne, men i den danske del blev der talt meget om forsoning og fredelig sameksistens. Hvis det reelt var budskabet, må det undre, at Hizb-ut-Tahrir ikke har afholdt fredagsbøn for de mange kristne ofre for terrorangreb og IS-terror i Mellemøsten. Men deres liv har åbenbart ikke samme værdi som en muslims.

Jøders liv har heller ingen værdi for Hizb-ut-Tahrir. Faktisk har jøders liv så lidt værdi, at de alle bør dræbes, fordi det står i Koranen. Det var i hvert fald budskabet, da imam Masjid al-Faruq alias Monzer Abdullah fra talerstolen i Hizb-ut-Tahrirs moské på Nørrebro i 2017 citerede fra Koranen, at ”Dommedag oprinder ikke, førend muslimerne bekæmper jøderne, således at muslimerne slår dem ihjel, og jøden vil skjule sig bag sten og træer”.

I sommeren 2018 blev imamen tiltalt for trusler mod jøder, og byretten i København skal her i marts tage stilling til sagen. Tilbage i 2003 blev en talsmand fra samme organisation idømt to måneders betinget fængsel for at have omdelt løbesedler med præcis samme budskab om jøder – en klokkeklar opfordring til vold.

Det er velkendt, at Hizb-ut-Tahrir opfordrer til vold og drab, og derfor bør det stadig diskuteres, hvorvidt Grundlovens paragraf om opløsning af foreninger, der virker ved – eller opfordrer til – vold bør tages i anvendelse. Imamen indvender, at tiltalen er det samme som en kriminalisering af islam og islamiske tekster. Det er for så vidt helt korrekt. Grænsen for religionsfrihed er nemlig også defineret i Grundloven.

Religionsfriheden gælder ”så længe intet læres eller foretages, som forbryder sig imod sædeligheden eller den offentlige orden” (§67). Når religiøse talsmænd således forkynder en opfordring til drab, må grænsen siges at være overskredet. Betyder det en kriminalisering af islam eller Koranen som sådan? Nej, naturligvis ikke. Der findes mængder af skrifter og litteratur, som er voldelig. Eller som opfordrer til vold og drab, uden at det er forbudt af den grund. Men når en imam vælger præcis de citater, som opfordrer til drab i en fredagsbøn, er grænsen overskredet.

Vi ved ikke, hvad der blev sagt på arabisk foran Christiansborg sidste fredag. Men vi ved, at indholdet i Hizb-ut-Tahrirs ideologi ikke har ændret sig en tøddel. Her opfordrer man stadig til drab på jøder, og alene af den grund burde Hizb-ut-Tahrir være forbudt i Danmark – nøjagtig som organisationen eksempelvis er det i Tyskland.

Pia Kjærsgaard 27.03.2019

Billede
Comments

Pól Huus Sólstein og Eivind Jacobsen á listanum hjá Fólkaflokkinum í Eysturoynni

26/3/2019

Comments

 
Billede
​Eysturoyar Fólkafloksfelag hevði 2. uppstillingarfund í gjárskvøldið og listin er nú næstan liðugur. Har manglar 1-2 fólk á listanum, har væntandi okkurt konufólk eisini kemur á listan.

Tvey vælkend andlit eru komin á listan og tey eru Pól Huus Sólstein frá Klaksvík og Eivind Jacobsen frá Strondum. Eisini eru Løgtingsmennirnir Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði og Joen Magnus Ramussen frá Lorvík.


Her listin hjá Eysturoyrar Fólkafloksfelag:
Jonhard Danielsen
Símun Jóannesarson Hansen
Eivind Jacobsen
Jákup Marin Kjeld
Jógvan á Lakjuni
Joen Magnus Ramussen
Pól Huus Sólstein

Spennandi listið hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag, nú verður spennandi at síggja, hvussu øll hesi valevnini fara at klára seg í valstríðnum.

SáH

Comments

Hvat vil tú hava: Písk ella gularót?

22/3/2019

Comments

 
Billede
​HVAT VIL TÚ HAVA: PÍSK ELLA GULARÓT?🥕🌍🐟🌿🚢

Samgongan vildi hava nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna, men veruleikin er, at eingin "nýggjur" aktørur er komin inn í fiskivinnuna.

Tað prógvaði uppboðssølan av svartkjafti enn einaferð.

Hetta er sama gamla garda, sum hevði rættindini frammanundan. Einasti munurin er, at tey gjalda ikki bara fyri kvoturnar, men av tí at veiðuloyvið eru loyst frá stálinum, kunnu virkir bjóða uppá fiskin.

Og nútímans virkini, ja, tey eiga "gomlu" reiðaríini eisini.

Sannleikin er, at uppboðssølan tænir ikki sínum endamáli.

Nýggir aktørar sleppa ikki inn í vinnuna, tí gáttin er ov høg, meðab "gomlu" reiðaríini fáa ikki gjørt íløgur í grønari skip, tí pengarnir fara til uppboðssøluna ístaðin. Hetta er pískurin, heldur enn gularótin.

Einast "vinnarin" er landskassin, sum drenar pengar úr vinnuni, men tað er stokkutur sigur, tí størsti taparin er vinnan og umhvørvi.

Hvussu leingi heldur tú, at vit kunnu halda fram við at fara so illa við umhvørvinum og dálka so illa?

Hevði tað verið upp til mín, hevði kolasvarti og skaðiligi umhvørvispolitikkurin steðgað alt fyri eitt. Tí mær dámar best gularótspolitikkin.

Ístaðin fyri at píska vinnuna við gjøldum og uppboðssølu, fáa reiðaríir eina gularót ístaðin.

Gert tú íløgur í nýtt og grønari skip, rindar tú ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturgoldið. Einfalt. Gert tú nakað fyri umhvørvið, fær tú nakað ítøkiligt afturfyri.

Hetta er góður umhvørvis- og gularótspolitikkur.

Og trúgv mær, hetta er ikki bara besti, men eisini einasti mátin, at vit náa málinum um einar grønari Føroyar í 2030.

So eg velji gularótina, heldur enn pískin. Hvat velir tú?

Tekur tú eisini undir við gularótspolitikkinum?👍🙂

Hanus Samró - Fólkaflokkurin

Billede
Comments

Unga Sjálvstýri stuðlar formanninum

21/3/2019

Comments

 
Billede
Vit í Unga Sjálvstýri vilja gera greitt, at vit kennast ikki aftur við tann kritikk ið ávísur persónur hevur reist mótvegis formanninum í Sjálvstýri.

Vit fegnast um at flokkurin, sum tann einasti á tingi, er sína uppgávu nóg vaksin til bæði at arbeiða saman við samgongu og andstøðu - og at hava felags stev har hetta ber til.

Harumframt taka vit undir við teirri linju ið formaðurin hevur stungið út í kortið - m.a. at skumpa undir grønu umstillingina, at taka størri fet á sjálvstýrisleið, tryggja vinnuni tryggar karmar og betri samskipan av ferðavinnuni kring alt landið.

Sjálvur fylgdi eg spentur við amerikanska forsetavalstríðnum í 2016. Tað sum kom óvart á meg var, at tann valdysturin gekk meira út uppá at siga, hvat ið hin parturin segði, og hvat hann hevði gjørt skeivt. Hetta heldur enn at greiða frá sínum egnu ætlanum.

Vit mugu bara viðurkenna, at hetta rákið sær út til at vera komið heim til Føroya.

Hetta er samstundis eitt rák, ið vit taka harða frástøðu frá. Vit trúgva uppá eitt sunt politiskt umhvørvi, har allar meiningar vera rúmdar - og at vit saman kunnu náa teimum semjum ið eru best fyri land og fólk. Lat okkum gevast við at blakað við móru eftir hvør øðrum - bara tí at ein er ónøgdur við eitthvørt.

Lat okkum tosa um politikk, visiónir og ætlanir. Lat okkum tosa um, hvussu vit fáa flutt land okkara fram á leið. Og til seinast - lat okkum tosa við virðing fyri hvør øðrum.

Unga Sjálvstýri er eitt limafelag fyri øll. Og í Unga Sjálvstýri hava øll eina rødd.

Vegna Unga Sjálvstýri

Heri Danielsen, formaður

Comments

​Jacob Vestergaard: Hokus Pokus, so nú ber alt til

21/3/2019

Comments

 
Billede
Nú ber tað væl til at byggja eitt tjóðleikarhús við útlendskum pengum sambært Tjóðveldinum við uppskotinum hjá formanninum í Tjóðveldinum um uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega úttanhýsis fígging til at byggja tjóleikhús.

Tjóðveldi noktaði 300.000,00 kr. til myndalist til Landssjúkrahúsið frá Kongafamiljuni og Novo Nordiskt fekk eisini noktaði svar frá Tjóðveldinum og Hokus Pokus, nú ber alt til hjá Tjóðveldinum og nú ber væl til at fáa pengar frá útlendingum.

Jacob Vestergaard legði ikki fingarnar ímillum og hann hølvaði Tjóðveldi av.

SáH

Comments

​Helviti, man fær ikki snakka her inni

21/3/2019

Comments

 
Billede
Pauli Trónd Petersen hevur júst orðið, men har tímdi ongin at lurtað eftir honum í tingsalinum og hann bleiv so óður, at hann segði “Helviti, man fær ikki snakka her inn” og tá átalaði Løgtingsformaðurin Pauli Trónd og bað hann vanda sær um orðini.

SáH

Comments

​Í dag eru munnligur fyrispurningar á Løgtinginum

20/3/2019

Comments

 
Billede
​Her er yvirlitið um allar munnligu fyrispurningarnir ídag.

Yvirlit yvir Munnligar fyrispurningar 20. mars 2019:
1. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi ferðaætlanini hjá
Bygdaleiðum (Jónleif Johannesen)
2. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi Gásadalstunlinum
(Jørgen Niclasen)
3. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi fíggjarstøðuni hjá SSL
(Jørgen Niclasen)
4. Til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi ferðaseðlaprísum hjá
SSL fyri turistar (Jørgen Niclasen)
5. Til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi útgreininig og viðgerð av
neurologiskum sjúklingum (Jenis av Rana)
6. Til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi leiðsluni í heilsumálaráðnum
(Jenis av Rana)
7. Til Kristinu Háfoss, landsstýrismann í fíggjarmálum, viðvíkjandi misvísandi upplýsingum frá
Landsbankanum (Jørgen Niclasen)
8. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi Íslandssáttmálanum (Jørgen
Niclasen)
9. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi sildakvotuni fyri 2019
(Jørgen Niclasen)
10. Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, í fiskivinnumálum, viðvíkjandi uppboðssølu (Bill
Justinussen)
11. Til Honnu Jensen, landsstýrismann í undirvísingarmálum, viðvíkjandi biðilistum til
Musikkskúlan (Bill Justinussen)
12. Til Honnu Jensen, landsstýrismann í undirvísingarmálum, viðvíkjandi málmenning (Óluva
Klettskarð)
13. Til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi uppskoti um avtøku av føroysku
fólkatingssessunum (Bárður Nielsen)
14. Til Aksel V. Johannesen, løgmann, viðvíkjandi yvirtøkum (Magnus Rasmussen)
15. Til Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismann í almannamálum, viðvíkjandi “Megna títt lív og
føroyskt skúlaskip” (Helena Dam á Neystabø)

Her sæst beinleiðis frá fundinum, “Tingvarp Føroyra”

SáH

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly