NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyski sendimaðurin kennir seg tryggan

30/3/2018

Comments

 
Billede© KVF
​Russland hevur víst tveimum donskum diplomatum av landinum, upplýsir Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri.

Herfyri góvu danskir myndugleikar boð um, at tveir russiskir diplomatar í Danmark skuldu vísast av landinum, í kjalarvørrinum á málinum um fyrrverandi russiska njónsaran, Sergej Skripal, og dóttur hansara, Juliu, sum vórðu funnin eitrað í enska býnum Salisbury 4. mars.

Les/Hoyr meira HER

JáH (y) 31.03.2018
​Kelda: KVF

Comments

Putin stendur ikki so sterkur, sum áður

30/3/2018

Comments

 
Billede
Nývaldi forsetin í Russlandi - stendur ikki so sterkur, sum áður, vilja serkøn fólk vera við til.

Keldur vilja vera við, at Vladimir Putin hevur ein stóran trupuleikan fyri framman - tí undir seinasta val, so lovaði hann, at livistandardurin hjá tí russiska fólkinum skuldi blíva 50 % betri.

Og tað er eitt lyfti, sum verður sera ringt at halda.

​Les eisini: Russiski forsetin svimur í pengum

Serliga nú kann ein síggja, at Russland er í einum vanda fyri seg sjálvan - har sendiharrar hjá Russlandi - vera sendir heim úr øðrum londum.

Billede
​Forholdini ímillum Amerika og Russland - eru heldur ikki góð, sjálvt um bæði Putin og Trump hava sagt, at teir onki hava ímóti at taka eitt prát saman. Eitt er hvat ein sigur alment - men eitt annað er hvat ein í veruleikanum kann gera. Russland hevur tveitt fleiri sendiharrar frá Amerika út úr landinum og Amerika hevur svarað aftur við tí sama.

Rumbulin ímillum Russland og Amerika er í ferð við at taka ferð á seg - tí Amerika ímillum annað hevur boða frá, at teir geva sín stuðul til Bretland viðvíkjandi nervagass skandaluni.

Eisini er komið framm - at Valið í Russlandi - varð sera korrupt. Tað er nógv, sum bendir á, at valið varð korrupt, tí forsetin úr Russlandi fekk heili 74 prosent av stemmunum og hugsa vit okkum um, so er livistandardurin hjá mongum russum - ikki av teim allerbestu. So 74 prosent kann virka í so høgt, at ein sitandi forseti fær, sum sigst vera góður fyri 600 milliardir krónir. 

JáH (y) 31.03.2018

Comments

Fer Sjálvstýri at missa ein sess til komandi Løgtingsval ?!?

28/3/2018

Comments

 
Billede
Til seinasta Løgtingsval - so varð tað sera nær við, at Nýtt Sjálvstýri ikki fekk tveir menn á Ting og spurningurin er so, um hesin innanhýsis klandurin ímillum formannin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim og Kára P. Højgaard - fer at gera tað, at Sjálvstýri fer at missa ein mann til komandi Løgtingsval ..?

Jógvan Skorheim hevur sagt við Norðlýsið, at flokkurin ikki hevur planir um, at vera partur av samgongini - tí at flokkurin ikki er samdur við samgongini um fiskivinnupolitikkin.

Men hesum er formaðurin í Suðurstreymoyðar Sjálvstýrisfelag, Bjørn á Heygum, ósamdur í - og heldur at hetta er meiningin hjá formanninum og ikki hjá flokkinum. Hann heldur hinvegin - at um flokkurin ikki ger seg galdandi á tí politiska leikvøllinum, so fer flokkurin tvíningar.

Eisini Kári P. Højgaard hevur víst sína ónøgd - at almenn arbeiðspláss skula flytast úr Eysturoynni og til Klaksvíkar og her afturat, so hevur Kári P. Højgaard trekt sín til at taka undir við pensjónsnýskipana. Jógvan Skorheim vil ikki enn siga nakað alment um støðuna hjá flokkinum - men sigur, at hann kemur við eini útmelding, tá ið hann hevur havt fund við flokkin sjálvan.

Men eftir øllum, at døma - so tykist tað at vera strævið, at vera ein so lítil flokkur sum Sjálvstýri er - og vendist gongdin ikki hjá flokkinum, so kann vælsaktans henda tað, at flokkurin missur ein sess til komandi Løgtingsval, sum stendur og bankar uppá dyrnar hjá Føroyar fólkið.

JáH (y) 29.03.2018

Comments

Putin vil fegin møtast við Trump

28/3/2018

Comments

 
Billede
Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin er meira enn fegin til at møtast við amerikanska forsetan, Donald J. Trump - sjálvt um Amerika hevur sent fleiri russisk sendifólk út úr Amerika, veit NTB at siga frá.

Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur eisini sagt - at hann ikki hevur nakað ímóti Putin - so tað verður kanska møguleiki fyri, at teir báðir skjótt fara at møtast.

JáH (y) 29.03.2018

Comments

Almennur stovnur til Klaksvíkar

25/3/2018

Comments

 
Billede
Virknis- og tilhaldsstaðið “Gloym meg ei” verður í næstum staðsett í Klaksvík. Tænastuøkið hjá stovninum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, og við flytingini leggjast 10 almenn arbeiðspláss afturat í Klaksvík.

Í samband við, at ungdómshúsið í næstum verður flutt niðan í Atlantis og harvið kemur nærri skúlaøkinum og øðrum frítíðartilboðum, eru hølini í gamla Norðoya banka tøk hjá kommununi at leiga út til Almannaverkið, sum seinastu tíðina hevur leitað eftir nýggjum hølum til stovnin.

Talan er sum nevnt um áleið 10 starvsfólk umframt millum 20 og 30 borgarar sum gjøgnum vikuna fara at hava sína dagligu gongd í bygninginum. Umframt virksemið inni í Virknis- og tilhaldsstaðnum “Gloym meg ei”, verður eisini veittur stuðul heima hjá borgarum, sum hava sosialar og sálarligar avbjóðingar. Hetta er við til at økja um tænastustøðið í Norðoyggjum, samstundis sum fermetrarnir í bygninginum verða enn betur gagnnýttir.

Fyri jól gjørdist eg varugur við, at virksemi hjá ”Gloym meg ei” manglaði nýggja staðseting. Eg gjørdi skjótt av, soleiðis, at ein skynsom loysn kundi finnast til góða endamálið. Tí er tað ómetaliga hugaligt, at vit nú skjótt kunnu bjóða teimum vælkomin til Klaksvíkar, sigur Tummas Lervig, býráðslimur. 

Tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin í kommununi, at tænastustøðið á heilsuøkinum er fjølbroytt og nøktandi, og tað er stovnsflytingin við til at fremja, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann leggur harafturat dent á, at talan er um eitt tilboð til borgarar við sosialum og sálarligum avbjóðingum, og at hetta er eitt evni, sum kommunan tekur í størsta álvara.

- Sálarheilsa er ein so stórur og grundleggjandi partur a okkara samlaðu heilsustøðu og trivnaði sum menniskju, og tí eri eg ómetaliga glaður fyri, at vit nú fáa eitt tilboð inna júst hetta økið til Klaksvíkar, tí vit taka evnið í størsta álvara, og skulu sjálvandi kenna okkara ábyrgd sum kommuna. Tað er millum annað eisini tí, Klaksvíkar kommuna tekur lut í ABC fyri sálarheilsu-samstarvinum við Fólkaheilsuráðið, og hetta tilboðið, sum nú kemur til Klaksvíkar er so eisini ein týðandi liður í at styrkja um tilvitið og tænastustøðið á økinum, sigur Jógvan Skorheim.

 Um “Gloym meg ei”
“Gloym meg ei” er eitt virknis- og tilhaldsstað, fyri fólk við sosialum og sálarligum avbjóðingum, har møguleiki er hjá borgarum at luttaka í ymiskum handaligum virksemi og sosialari samveru. Tað er ikki neyðugt at vera visiteraður til “Gloym meg ei”, og sostatt er talan um eitt sera fleksibult tilboð.

Stovnurin er partur av Eind 8 í Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum, sum veitir tænastu til vaksin við sálarligum avbjóðingum og fevnir tænastuøkið hjá stovninum um Norðoyggjar og Eysturoy.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Carles Puigdemont handtikin í Týsklandi

25/3/2018

Comments

 
Billede
Fyrrverandi katanski forsetin Charles Puigdemont er handtikin í Týsklandi.

Hann hevur ferðast runt londini (seinasti í Finaldni) - har ímillum Danmark, har okkara egni Løgtingsmaður bjóðaðu honum innivist.

Nú er hann so handikin, veit tíðarritið EFE at siga frá.

JáH (y) 25.03.2018


Comments

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya

23/3/2018

Comments

 
Billede
​Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Akademikarafelag Føroya fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. 

Lønirnar hækka 2,3% tann 1. oktober 2017 og 2,5% tann 1. oktober 2018. Hesar hækkingar samsvara við tað, ið landsstýrið hevur sett av til lønarhækkingar komandi tvey árini. 

Nýtt í semjuni eru broyttar ásetingar um barnferð, sum samsvara við tær, sum eru gjørdar í øðrum sáttmálum í hesum samráðingarumfarinum. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálunum við Akademikarafelagið altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Viðurskiftini viðvíkjandi eftirsitiløn eru eisini tillagaði, og partarnir hava avtalað at arbeiða við einari skipan til meting og innskipan av útbúgvingum í mun til sáttmálan.

JáH (y) 24.03.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Játtanarkarmar 2019: Varligur fíggjarpolitikkur, stórt avlop og íløgur kring landið

23/3/2018

Comments

 
Billede
​Avlopið hjá landinum verður eftir ætlan 400 mió. kr. í 2019, og rakstrarútreiðslurnar vaksa 2,0% komandi ár. 

Hetta gjørdist greitt, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, í dag legði fram játtanarkarmarnar fyri 2019. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri árini 2019-2023. 

Góðar tíðir krevja varsemi

Búskaparstøðan er góð og óvanliga stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu árini. Arbeiðsloysið er søguliga lágt og tað lægsta síðan 2008. Lønargjaldingarnar eru øktar næstan 6% seinasta árið. Talið av løntakarum er økt við sløkum 700 persónum, og er nú tað hægsta nakrantíð. Vit eru í einum búskaparligum hákonjunkturi. 

Les meira HER

JáH (y) 24.03.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Fakligur stjóri settur fyri Familjufyrisitingina

23/3/2018

Comments

 
Billede
​Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tikið avgerð um at seta Monicu Hjelm Rasmussen í starvið sum fakligan stjóra fyri Familjufyrisitingina.

Monica Hjelm Rasmussen er 37 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet í 2001 og hevur drúgvar starvsroyndir á familjurættarliga økinum. Monica hevur 8 ára starvsroyndir frá Ríkisumboðnum fyrst sum fulltrúi og síðani sum serfrøðingur. Eisini hevur Monica ávís tíðarskeið havt fakligu ábyrgdina fyri familjurættarliga økinum á Ríkisumboðnum. Síðani juli 2017 hevur Monica Hjelm Rasmussen starvast sum løgfrøðingur í Heilsu- og innlendismálaráðnum, har hon hevur sitið við yvirtøkuni av familjurættarliga økinum umframt lóggávuni á økinum.

Í sambandi við, at málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur verður yvirtikið á Ólavsøku 2018, og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini, lýsti Heilsu- og innlendismálaráðið í februar 2018 eftir fakligum stjóra til Familjufyrisitingina. Seks umsóknir vóru til starvið.

Monica Hjelm Rasmussen byrjar í starvinum 15. apríl 2018.

JáH (y) 24.03.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Landsstýriskvinnur á norðurlendskum ráðharrafundi

23/3/2018

Comments

 
Billede
​Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg hava verið í Uppsala á norðurlendskum ráðharrafundi um almanna- og heilsupolitiskt samstarv.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir spurningin um, hvussu vit skapa samanhangandi røktar- og umsorganartænastur, serliga við atliti at eldri borgarum. Ítøkiliga snýr hetta millum annað seg um støður, tá borgarar fara frá sjúkrahúsinum og út í eldrarøktina ella aðrar almennar tænastur, sum liggja uttanfyri sjúkrahúsverkið.

Landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen greiddu frá støðuni í Føroyum, og tí, sum tær arbeiða við á hesum økinum.

“Vit hava eina serliga ábyrgd, tá ið tað umræður eldri, sum hava tørv á tænastum bæði frá heilsuverkinum, almannaverkinum og eldrarøktini. Tað vísir seg, at øll Norðurlond – bæði stór og smá – stórt sæð hava somu avbjóðingar við samskipanini á hesum økinum. Tí er tað sera áhugavert at hoyra og skifta orð um, hvussu vit kunnu arbeiða við at loysa hesar avbjóðingar frameftir,” siga Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen.

JáH (y) 24.03.2018
Kelda: Almannamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly