SáH
Var í Posthúsinum ímorgun og ornaði nøkur handilsørindir og har stóð varaborgmeistarin Signhild V. Johannesen og arbeiddi. Tendraði Kringvarpi og har stóð borgmeistarin Jógvan Skorheim og tosaði, so er spurningurin, hvør er Borgmeistari ídag?
SáH Ein av teimum persónunum, sum kritikseraðu Forsetan Donald J. Trump og ímillum annað hevur biðið Forsetan um at leggja frá sær - kann nú enda við at fáa ein áhugaverdan post av leiðsluni hjá Trump. Talan er nevniliga um, at Jon Huntsman skal vera sendiharri í Russlandi fyri Amerika. Huntsman tosar eisini mandarin og varð sendiharri í Kina fyri Obama leiðsluna. JáH (y) 09.03.2017 Fíggjarmálaráðið hevur sett Bárð Larsen, adjunkt á Fróðskaparsetrinum, at kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum. Fíggjarmálaráðið ynskir at seta ein uttanveltaðan persón við løgfrøðiligum førleikum og servitan innan fyrisitingarrætt at standa fyri kanningini. Bárður Larsen verður settur sum bráðfeingisstjóri á TAKS, sum tryggjar honum atgongd til øll skjøl í málinum og atgongd til starvsfólk á TAKS. Bráðfeingisstjórin skal kanna handfaringina hjá TAKS av sonevnda Eik-málinum, herundir málsgongdina í mun til galdandi reglur, og um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum málið til revsirættarliga støðutakan. Miðað verður eftir, at kanningin í seinasta lagi er liðug í junimánað í ár. Tá kanningin er liðug, verða niðurstøðurnar almannakunngjørdar. JáH (y) 08.03.2017 Kelda: Løgtingið 06.03.2017 Fiskivinnunýskipan: Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan hjá samgonguni er ein søguligur møguleiki, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið legði fram í gjár, er ein góð skipan bæði fyri tey, sum eru í vinnu, og tey, sum ætla sær í fiskivinnuna. Tað vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, á undir tíðindafundinum í Tinganesi í gjár. “Vit hava ein søguligan møguleika at gera eina skipan, sum er góð fyri tey, sum eru í vinnuni, og tey, sum skulu koma inn í vinnuna framyvir, segði løgmaður. Sjá video HER JáH (y) 08.03.2017 Kelda: Løgtingið 07.03.2017 Týski Forsætisráðharrin Angela Merkel fer at vitja amerikanska Forsetan í næstu viku. Tað váttar mynduleikarnir fyri Tað Hvíta Húsið. Hetta er fyrstu ferð, at týski Forsætisráðharrin vitjar Washinton fyri at vitja nývalda Forsetan, Donald J. Trump. Og sum øllum kunnugt, so hava hesir persónarnir heilt hvør sína fatan av flóttum. JáH (y) 08.03.2017 Bara fyri at upplýsa tykkum, so eru tað hesi sum umboða Norðoyggjar í samgonguni: Jónleif Johannesen Óluva Elin Klettskarð Aksel V. Johannesen Eyðgunn Samuelsen Hesi fólkini ætla at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús, forkoma fiskivinnuna í Norðoyggjum og at vit í Norðoyggjum og Vágoynni skulu gjalda fyri at koyra ígjøgnum ein undirsjóvartunnil sum er goldin. Hetta eru bert nøkur mál, sum verður ein katastrofa fyri Norðoyggjar. Vónandi hava tit ringan smakk í munninum, tit visti betur áðrenn valið og nú er tað hent, sum eg upplýstið tykkum. Minst til Norðoyggjar livur ikki av Høvuðsstaðnum, men Høvuðsstaðurin livir av Norðoyggjum og útjaðarnum. Símun á Høvdanum Fakfeløgini yvirtulka og misskilja. Uppskotið gevur bert enn ein møguleika, nevniliga at abeiða eftir 67 ár, tó bara um viðkomandi ynskir tað. Pensjónsaldur verður framvegis 67 og pensjónir skulu ikki ávirkast yvirhøvur. Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag geva ilt av sær í skrivið seinnapartin. Men hetta er ógrundað, tí uppskotið er ikki tað, tey leggja tað út til. Uppskotið sigur: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at gera neyðugar lógarbroytingar sum tryggja, at lærarar og námsfrøðingar, sum eru settir sum tænastumenn, fáa møguleika, eins og aðrir tænastumenn, at arbeiða eftir at teir eru fyltir 67 ár, um teir hava ynski og orku til tess.“ . Hetta er júst sami møguleiki, sum øll onnur í almennum starvi hava. Pensjónsaldurin verður óbroyttur, tvs framvegis 67 ár og pensjónsviðurskiftið skulu ikki broytast við hesum. Sum eg skilji, hava áðurnevndu fakfeløg í 1992 fingið avtalu við landstýrið um at lærarar og pedagogar, sum eru tænastumenn, SKULU fara úr starvið, tá tey eru 67 ár, men fáa pensjón, sum um tey høvdu arbeitt til tey vóru 70 ár. Hetta uppskot skal sjálvandi ikki broyta rættin í hesi í avtalu. Tvs. hóast hetta uppskot, so verður hesin rættur framvegis galdandi. Men uppskotið vil geva enn ein møguleika. Um lærari ella námfrøðingur ynskir at arbeiða eftir 67 ár, skulu tey fáa møguleikan til tað og ikki verða tvinga til hús. Uppskotið her: "Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar". Jørgen Niclasen, Tingmaður |
Greinar
April 2024
PolitikkurSig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com |