NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Næmingarnir skulu hava fakligar avbjóðingar

27/3/2017

Comments

 
Billede
​Aðalfundur Føroya Lærarafelags 25. mars 2017

​Leygardagin hevði Føroya Lærarafelag aðalfund. Rigmor Dam, landssýriskvinnan í mentamálaum var gestarøðari, har hon m.a. vísti á:

Fólkaskúlin er berandi bulurin undir demokratiska vælferðarsamfelagnum. Tað er í skúlanum, at vit gerast lívsborgarar, samfelagsborgarar og heimsborgarar. Og lyklaorðið er burðardyggleiki í øllum lutum. Skúlin má síggja tað heila menniskjað, og vit sum samfelag mugu síggja læringina í síni heild

Næmingarnir skulu hava fakligar avbjóðingar. Eingin ivi um tað. Og vit skulu tora at eftirmeta úrtøkuna. Eingin ivi um tað. Okkara børn skulu duga tabellir og bendingar, at greina og tulka, at stava og rokna, og sleppa at brúka síni mongu skapandi evni í flokkinum. Fakliga læringin kann tó ikki standa einsamøll.

Dannilsi, sum ikki letur set máta, er evnini at bera seg at millum onnur, at luttaka og vísa fyrilit og virðing fyri øðrum. Dannilsi er eisini at kenna tína søgu og mentan og títt stað í heiminum. Og dannilsi er at mennast sum ein heil menniskja við breiðari vitan, at gerast tilvitað um teg sjálva og onnur í samfelagnum, og at virða fólkaræðisligar mannagongdir og ymiskleikan í samfelagnum.

Vit eru øll samd um, at vit ynskja ein góðan fólkaskúla, men hvat er ein góður fólkaskúli, og hvussu skapa vit skúlan, sum mennir okkara børn til lívsins avbjóðingar? 

Røðan kann lesast her

JáH (y) 28.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Tað sum vendir niður vendir upp

26/3/2017

Comments

 
Billede
Tað er í 11 ́inda tíma, at almenn arbeiðspláss nú verða flutt út um landið. Tað hevur
ongantíð áður verið so hastandi sum beint nú. Tað er bráneyðugt, um Føroyar sum land og ikki bara Havnin skal hava lív laga.

Fyri at viga upp móti missinum av øllum arbeiðsplássunum í fiskivinnuni, mugu 100-tals onnur arbeiðspláss skapast í Klaksvík. So fleiri almenn arbeiðspláss verður heilt avgjørt eitt krav. Um vit skulu hava økiskvotur í fiskivinnuni, so skulu vit hava økiskvotur aðrastaðni eisini.

Nú samgongan við Høgna Hoydal á odda, vil hava nýggja fiskivinnuuppskotið ígjøgnum, rakar hetta økið uttanfyri Havnina so hart sum ongantíð áður. Fiskivinnuuppskotið rakar motorarnar, lokomotivið í samfelagnum.

Bara fyri Klaksvíkina vil fiskivinnuuppskotið merkja ovurhonds stórt arbeiðsloysi. So stórt arbeiðsloysi, sum vit allarhelst ongantíð áður hava sæð.

Stjórin í JFK hevur verið úti og rópt varskó. Hetta var ikki ein hóttan, men ein staðfesting av veruleikanum. Um Kósin steingir, vil hetta merkja hundraðtals mist arbeiðspláss. Her eru sjálvandi allar hýrurnar eisini roknaðar við.

P/f Hvalnes, fer frá 90 arbeiðsplássum niður á 20-30 arbeiðspláss.

Hetta bara fyri at taka tvey tey størstu reiðaríðini , sum eru í Norðoyggjum.

Fyri Klaksvíkar kommunu merkir hetta milliónavís færri krónur í kommunukassan.

Arbeiðsfeløg rópa eisini varskó.

Motorarnir í samfelagnum.

Slagorðið er, at reiðarnir, eru blivnir so mikið stórir og sterkir, at teir eru ein vandi fyri fólkaræðið. Hevði ikki ímynda mær, at nakar kundi koma sær at siga ella skriva slíkt um okkara røsku vinnulívsfólk. Hesi sum eru motorarnir, lokomotivið í samfelagnum og sum skapa ovurhonds stór virðir til okkara samfelag og harðan valuta til landið. Øll vita, at um vinnulívid í Nordurøkinum hevur tad gott, ja so hevur samfelagid tað gott.

Samstundis, sum tá tað kemur til Havnina, so er onki meira natúrligt enn, at vit skulu hava EITT Campus, har øll tey lesandi skulu hava EITT umhvørvið. Landssjúkrahúsið byggjast út fyri fleiri hundratals milliónir. EIN leiðsla, alt stýrast frá EINUM staðið.

Bank Nordik, Glasir, Fróðskaparsetri, ongantíð ov stórt, og nóg nógv miðsavnað. Men tá tad kemur til arbeiðsplássini hjá Palliba og Marsannu saman við fiskimanninum, tá fær pípan eitt annað ljóð, “ Einki er meira nátúrligt enn, at arbeiðsplássini hjá teimum fara á uppboðssølu.

Roynt verður at flyta fokus á , at reiðarnir eru ov stórir og eru til vanda fyri fólkaræðið ?? Sannleikin er tó , at tá tað kemur til fiskivinnuna, skal hon partú pettast sundur. Arbeiðsplássini hjá fiskimanninum og Palliba og Marsannu, sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið, skulu á uppboðssølu.

Tað má verða lagnunnar speisemi, at hesi sum siga seg umboða vanliga arbeiðsmannin ikki unna honum eina virðiliga hýru.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna

Comments

Endurvenjingartænastan betur samskipað millum geirar

24/3/2017

Comments

 
Billede
Nýggjar kunngerðir skulu tryggja betur samstarv millum sjúkrahúsini, Almannaverkið og kommunurnar. Endamálið er at borgarin fær eina betur og meira samanhangandi endurvenjingartænastu, siga landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg.

Í «Tilmælinum um samskipaða endurvenjing» frá juni 2016, verður mælt til at áseta reglur í kunngerð um endurvenjing bæði innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið, soleiðis at endurvenjingartænasturnar til borgaran kunnu verða samskipaðar.

Í kunngerðunum, sum vórðu lýstar í dag, er ásett at sjúkrahúsverkið og almannaverkið skulu samstarva sínámillum og við kommunurnar til tess at tryggja, at borgarar fáa nøktandi endurvenjing, tá ábyrgdin skiftir millum geirar.  

Arbeiðsbólkurin, ið skrivaði «Tilmælið um samskipaða endurvenjing» frá juni 2016, gjørdi uppskot til kunngerðir, ið skuldu gera viðurskiftini greiðari í mun til endurvenjingina innan sjúkrahúsverkið og endurvenjingina innan almannaverkið. Arbeitt hevur síðani verið við at nágreina orðingarnar í kunngerðunum, og kunngerðirnar eru nú klárar til at seta í gildi.

- Endurvenjingin er avgerandi fyri at fáa fólk at koma seg eftir skaða. Vit hava fleirtáttað tilboð á sjúkrahúsøkinum, á almannaøkinum og kommunurnar taka eisini stór tøk. Hesi tilboð hava tó ikki altíð verið nóg væl samskipað og tí fær borgarin ikki altíð eina samanhangandi tænastu. Nýggju kunngerðirnar skulu bøta um samstarvið millum geirarnar, siga Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen í viðmerking.

Tær vísa tó somuleiðis á, at neyðugt er at fáa størri játtan til vega til endurvenjing.  

Neyðugt við størri játtan til endurvenjing

Í omanfyrinevnda tilmæli varð mælt til, at játtan verður sett av á fíggjarlógini, soleiðis at neyðug endurvenjingartilboð kunnu mennast og setast í verk. Víst varð á, at hópur av endurvenjingartilboðum vanta í løtuni. Av tí, at tað tekur tíð at uppbyggja nýggj tilboð, soleiðis at hesi verða so dygdargóð sum gjørligt, varð mælt til, at peningur so líðandi varð settur av á fíggjarlógini til endamálið.

Leggjast kann aftrat, at í løtuni verður síðsta hond løgd á ein faldara, sum kunnar borgaran um hvørji tilboð eru innan endurvenjing í Føroyum. Hetta soleiðis at allir borgarar fáa sama møguleika fyri at fáa lut í teimum endurvenjingartilboðum, sum eru.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Lættari at verja tráfylgd fólk

24/3/2017

Comments

 
Billede
​Tilhaldslógin: Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd ella órógvað. 

Fyrrapartin bleiv tilhaldslógin, sum løgmaður legði fram í novembur 2016, einmælt samtykt við 3. viðgerð í Løgtinginum. Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd (stalka) ella órógvað. Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari, og eisini verður møguligt at vísa einum harðligum persóni burtur úr heiminum.
​
"Tað skal vera lættari hjá fólki at verja sítt persónliga frælsi. Vit eiga at skapa meira tryggleika hjá teimum, ið eru fyri ágangi. Tí gleðir tað meg, at eitt samt Løgting stendur saman um nýggju tilhaldslógina, " sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Billede
​Átøk úr heildarætlanini um harðskap í parlagum og nærsambondum eru nýtt sum grundarlag fyri ásetingarnar í lógini um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing. Heildarætlanin varð givin út í 2011.

Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru: 

  • Tilhald fer framyvir at verja fyri øllum slagi av sambandi, sum verður mett at vera brot á persónliga friðin.

  • Tað ber til at geva uppihaldsforboð innanfyri eitt landafrøðiliga greitt avmarkað øki, t.d. nærhendis heimi ella arbeiðsplássi hjá órættaða.

  • Persónur eldri enn 18 ár kann í eitt styttri tíðarskeið vísast burtur úr heimi sínum. Treytin er, at viðkomandi er undir illgruna fyri brot á revsilógina. Ein persónur kann eisini vísast burtur, um hann ber seg at á ein slíkan hátt, sum kann vera hóttandi móti húsfólkinum.
 
  • Tilhald og uppihaldsforboð fevnir eisini um húsfólk hjá órættaða, um hetta verður hildið neyðugt fyri at røkka endamálinum við tilhaldinum ella uppihaldsforboðnum.
  • Tráfylging (stalking) er allýst sum skipað og áhaldandi forfylging og ágangur, og hetta verður mett sum ein skerpandi støða, tá revsing skal ásetast.
  • Um ein persónur hevur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal tað beinanvegin kunna geva gerningsmanninum tilhald, soleiðis at órættaði og næstringarnir ikki skulu tola samband o.a. við gerningsmannin.

JáH (y) 25.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Føroyar og ES fundast í Tórshavn um granskingarsamstarv

21/3/2017

Comments

 
BilledeMynd: Poul Geert Hansen, Elin Mortensen, Kostas Glinos, deildarleiðari hjá ES nevndini, Anne Haglund Morrissey, ráðgevi hjá ES nevndini, Kristianna Sjóvará, Annika Sølvará, Kate Sanderson og Martin Næs
​Mentamálaráðið var í dag vertur fyri fundi í samstarvsnevndini fyri granskingarsáttmálan millum Føroya og ES.

Á fundinum varð umrødd luttøka Føroya higartil í Horizon 2020, ið er felags evropeiska rammuskráin fyri gransking. Tað vísir, at millum tey yvir 40 luttakandi londini í Horizon 2020 er Føroyar tað landið, sum lutfalsliga fær flest umsóknir játtaðar.
Sum dømi um góðu gongdina nevndu ES umboðini, at játtanir til føroyskar granskarar svara til 50 evrur fyri hvønn íbúgva, samanborið við miðal fyri ES limalondini, ið er 41 evrur.

Komið er nú hálvvegis í tíðarskeiðinum fyri Horizon 2020 (2014-2020) og ES kervið er við at leggja  karmar og raðfestingar fyri seinni helvtina. Føroyska sendinevndin legði dent á týdningin av at varðveita eina greiða áherðslu á gransking og nýskapan innan havtilfeingi.

ES umboðini gjørdu vart við, at fleiri ótroyttir møguleikar eru hjá Føroyum at gagnnýta, serliga fyri smærri fyritøkur og stuðul til flytføri hjá granskarunum, bæði til og úr Føroyum.

JáH (y) 22.03.2017
Kelda: Løgtingið 21.03.2017

Comments

Skúlaleiðarar hittast til kunning

20/3/2017

Comments

 
Billede
​Fríggjadagin 17. mars skipaði Mentamálaráðið fyri fundi fyri allar skúlaleiðararnar í føroysku fólkaskúlunum.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, byrjaði fundin við røðu, har hon m.a. minti á, at í einari tíð, sum áhaldandi krevur effektivisering og rationalisering, mugu vit ansa eftir ikki at gloyma menniskjað og menniskjaliga sambandið.

“Tað tekur tíð at læra, og tað krevur fysiska samveru við onnur at dannast. Teldurnar og netið geva okkum nógvar, nýggjar møguleikar, men missa vit menniskjaliga sambandið – in real life, sum tey ungu siga – í tí endaliga og avmarkaða fysiska rúminum, so er stórur vandi fyri, at vit missa alt á gólvið,” segði landsstýriskvinnan m.a. í røðuni.

Nógv annað var eisini á skrá á fundinum. Kunnað var um royndarverkætlanir, tímajáttan, sjúkrafráveru, trivnaðararbeiði og seinastu Pisaúrslitini. Eisini varð kunnað um, at samfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7. - 9. flokki, talan er um eina royndarverkætlan, sum byrjar við 7. flokki í ár.

Súsanna Olsen, lektari og samskipari, greiddi frá námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingini, sum byrjar í august í ár, Regin Marnersson, stjóri í Námi, greiddi frá skiftinum frá First Class til Office 365, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, og Holger Arnbjerg greiddi frá um Nordplus møguleikar hjá føroyskum skúlum og lærarum.
Harumframt vóru innkomin mál frá skúlaleiðarum viðgjørd. 80 umboð fyri skúlaleiðslur vóru møtt á fundi.

Røðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á leiðarafund

JáH (y) 20.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

​Fiskivinnunýskipan illa undirbygd.

19/3/2017

Comments

 
Billede
Fiskivinnunýskipan er ikki ein spurningur um at verða samdur ella ósamdur. Tað er ein spurningur um fíggjarligan lív ella deyða fyri starvsfólk í vinnuni og tingfólk.

Havi latið mær fortalt, at samráðingarnar ímillum Sambandsflokkin og samgonguna hava tikið støðið í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. Tað ljóðar undarligt at taka støði í einum andstøðu-uppskoti. Tað gevur onga meining. Sjálvandi áttu samráðingar millum eina meirilutasamgongu og ein andstøðuflokk at tikið støði í einum uppskoti frá samgonguni.

Við tað at undirritaði var limur í einum arbeiðsbólki seinasta heyst, havi eg rímuliga gott innlit í hvussu uppskotið bleiv til.

Og orsøkin til hesar reglur er, at uppskotið als ikki er gjøgnumarbeitt og bert ein ella tveir persónar hava gjørt hetta uppskot. Tá vit so leggja avtræt at vitan teirra um fiskivinnu er avmarka, so kann úrslitið ikki verða gott.

Og hetta var samráðingargrundarlagið! Út frá hesum er avgjørt orsøk at stúra.

Undirritaði var í heyst limur í einum arbeiðsbólki við 5 limum. Har var ein fyrrverandi strámaður (Strámaður er vist eitt vítt begreb) Ein reiðari, sum manglar kvotu, ein fakfelagslimur sum ynskir fleiri limir, ein fyrrverandi fiskifrøðingur og undirritaði.

Tilsamans nógv vitan og tá floksskrivarin upplýsti at vit vóru útvaldir partvíst geografist og serliga eftir vitan, ljóðaði tað rímuligt. Men tá eg seinni fekk at vita, at tað var ein feilur, at eg endaði í nevndini, kom tað mær (púra ódokumentera) til hugs at kanska nevndarlimir vóru valdir eftir hvørja hugsan teir høvdu.

Havandi í huga, at eg og núverðandi Løgtingsformaður fyri júst 4 árum síðani diskuteraðu alt tað nógva tilfarið um fiskivinnu, sum segðist verða á skrivstovu Sambandsfloksins, skal eg skoyta uppí, at fyri mær er tað enn líka loyniligt, sum skattalættin einaferð var. Eg havi fleiri ferðir hoyrt um tað. Men sæð tað havi eg ikki.
Tað gekk illa at fáa fund í lag, tí nevndarlimir áttu sín lut í økingini í ferðafólkatalinum, sum stjórarnir í Vága Floghavn og Atlantic Airways greiddu frá á Landsfundinum. Men tað var sjálvandi í arbeiðsørindum at nevndarlimir stuðlaðu floghavn og flogfelag.

Vit høvdu ca. 4 fundir og innkallaðu nøkur fólk í vinnuni, sum gjørdu okkum tann beina at møta og greiða okkum frá.

Síðan ger ein persónur eitt útkast til tað sum vit sum bólkur skulu koma til.

Á seinasta fundinum møtti ein tinglimur, og greiddi frá at hansara uppskot, sum hann hevði gjørt sjálvur, líktist tí, sum vit aðrir høvdu fingi sendandi frá ”bólkaleiðara okkara” og annars skuldu diskutera seinni.

Hetta var so samtykt aftaná at diskutera í ein tíma!

Hetta var alt avgreitt av bólkinum uppá 14 dagar og ein mána seinni hevði Landsnevnd floksins fund um hetta. Vit vóru ein arbeiðsbólkur og sjálvandi høvdu vit ongan formellan avgerðarrætt.

Síðan almannakunngjørdi Sambandsflokkurin sín fiskivinnupolitik. Og fyrst var formaður floksins í R7 og greiddi frá uppskotinum og síðan næstformaðurin, sum harumframt upplýsti at hann hevði gjørt uppskotið. (tað er ivaleyst rætt, hóast onkur mótmælir, út frá tí at uppskotini eru rímuliga identisk)

Orsøkin til hesa grein er at varpa ljós á, at tann fiskivinnunýskipan, sum vit eru ávegis at samtykkja, er sera illa gjøgnumhugsa. Arbeiðið aftanfyri er sera lítið og er ikki virðiligt fyri eitt stórt mál sum hetta.

Uppskotið hjá samgonguni er so illa frágingi, at trúgvir floksstuðlar nevna uppskotið sum fyribils útkast sum ikki skal takast fyri áljóðandi.

Út frá tveimum uppskotum, sum eru illa umhugsa skulu 22 tingmenn sum ongan kunnleika hava til fiskivinnu samráðast fyri at gera ein framtíðar fiskivinnupolitik. Tað er ikki neyðugt at verða búskaparfrøðingur fyri at rokna sannlíkindi fyri úrslitinum.

Tað kann bara enda galið. Rættuliga nógv meira galið enn nakar hugsar.

Eivind Jacobsen

Strendur

Comments

Rætturin hjá stjórum til dagpening vegna sjúku og skaða

16/3/2017

Comments

 
Billede
Um dagarnar hava greinar staðið í Norðlýsinum og á Vágaportalinum um vantandi rættindi hjá stjórum til dagpening o.a. Eg haldi ikki, at støðan er haldbar hjá hesum persónum, og havi tí ynskt at gjørt nakað við málið.

Les grein úr Norðlýsinum HER

Samgongan ynskir somuleiðis at skapa karmar og menna ein hugburð, sum stuðlar undir at byrja nýtt virksemi í Føroyum.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum havi eg tí lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum gevur stjórum, sum eru einsamallir í egnum feløgum, rætt til at tekna sjálvbodna trygging. Við tílíkari trygging eru teir tryggjaðir fullan dagpening, um teir gerast sjúkir ella skaddir, undir hesum um teir eru fyri arbeiðsskaða.

Í dag fevnir dagpeningalógin um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi afturat sær. Hevur ein persónur rætt til løn ella aðra veiting undir sjúku v.m., fær viðkomandi ikki dagpening. Tað kann t.d. vera ein lærari ella eitt bankafólk, og tá ber arbeiðsgevarin allan kostnaðin.

Øll sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna eina sjálvbodna trygging, sum tryggjar teimum fulla dagpeningaupphædd, um tey eru fyri sjúku ella skaða.

Er ein persónur stjóri, er hann ikki sjálvstøðugt vinnurekandi, tí virkið ikki er persónligt, men liggur í t.d. einum smápartafelag. Persónurin kemur heldur ikki undir at vera løntakari, sum ger ásett arbeiði fyri ein arbeiðsgevara. Vanliga verður roknað við, at ein stjóri sjálvur kann gera av, um hann hevur rætt til løn undir sjúku v.m.

Hóast tað í veruleikanum ofta mest sum eingin munur er á virkinum hjá tí sjálvstøðuga vinnurekandi og tí, sum er stjóri í egnum felag, er stjórin ikki fevndur av dagpeningalógini og kann ikki tekna sær eina sjálvbodna trygging.

Verður uppskotið, ið eg havi lagt fyri Løgtingið, samtykt, kunnu stjórar, sum eru einsamallir í egnum feløgum tekna trygging sambært dagpeningalógini og tryggja sær fullan dagpening, um teir verða sjúkir ella skaddir. Fyriskipanin verður eftirmett um 2 ár fyri at síggja, hvussu skipanin virkar, og um hon skal víðkast til at fevna um stjórar í feløgum við fleiri starvsfólkum.

Eyðgunn Samuelsen

Comments

Tórbjørn Jacobsen gevur Tjóðveldi av grovfílini

14/3/2017

Comments

 
Billede
Tórbjørn Jacobsen skrivar á sínari Facebook síðu, sína meining um Nýskipanaruppskotinum hjá formanninum hjá honum, nevnliga Høgni Hoydagl og hann gevur honum ordiliga av grovfíluni. Hetta skrivaði Tórbjørn á sínum vanga:

​Langt av landi skotin síggi eg, at Høgni formaður er farin í verjustøðu fyri økiskvoturnar í Nýskipanaruppskotinum. Í einum frælsum landi hevur hann markleysan rætt til tað. Og eg havi sama rættin at hava eina øðrvísi meining um hetta sama, hóast vit eru floksfelagar.

Ongir hava sum vágamenn, vestmenningar, sandoyingar, vágbingar og tvørámenn gjørt sær dælt av møguleikanum, at fylla sær lummarnar tjokkfullar við Fólksins ogn hesi seinastu nógvu árini. Teir ganga lagghallir av fæi, klárir til at koma innaftur í nýskipanina hjá Hoydal og hansara dulnevndu spunasmiðum og myrku sveinum (ÁD, MJ og HAK - allir meira og minni miseydnaðir yvirhøvur og apostlar og ideologar hjá Pylsu-Pól (uttan anti-trust á donskum pylsum.)

Eitt er vinnulig korruptión, væl verri er hin politiska korruptiónin.

Økiskvoturnar hava eittans endamál hjá landsstýrinum. Knúsið tað sum er og tað sum fungerar, og lati okkum fáa Ingolf S. Olsen (Vágar), Paula Trond Petersen (Vestmanna), Páll á Reynatúgvu (Sandoy), Dennis Holm (tjóðveldis-darlingurin per exxellance - Guð má vita hví ein tjóðveldismaður nakrantíð er komin so illa fyri at hann eitur Dennis :-)) og Kristin Michelsen og Bjarna Hammer á Tvøroyri inn í avtoftingarboxina mótvegis Eysturoy og Norðoyggjum.

Um livst fer at spyrjast, hvussu tað fer at vignast formanninum í Tjóðveldisflokkinum at gera enda á vinnuliga meginmotorinum í Føroyum.

Sum málið liggur nú, snýr tað seg bara um at knúsa tað í stumpar og stykkir sum umsíðir er farið at rigga.

Tað var ikki gamal tjóðveldispolitikkur.

Segði nakar politisk útluting?

Billede
Comments

Fleiri nýskipanir á veg frá Landsstýrinum

9/3/2017

Comments

 
Billede
NÝSKIPANIR: Fiskivinnunýskipan, heilsunýskipan, pensjónsnýskipan og broytingar í alilóggávuni eru øll mál, sum Landsstýrið raðfestir høgt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Sambært samgonguskjalinum skulu fleiri nýskipanir gerast. Hesa vikuna og í komandi vikum verður arbeiðið við fleiri nýskipanum, sum Landsstýrið hevur arbeitt miðvíst við, lagt fram.

“Mánadagin løgdu vit uppskot fram um fiskivinnunýskipan. Týsdagin var aðalorðaskifti um heilsunýskipanina. Ein pensjónsnýskipan er á trappunum, og tað eru broytingar í alilóggávuni eisini. Hetta eru týdningarmiklar nýskipanir, sum allar eru avgerandi at fremja til frama fyri at dagføra samfelagið, vit liva í”, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Sjá meira HER

JáH (y) 10.03.2017
Kelda: Løgtingið

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly