NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Forsetin úr Afghanistan: Kom heim !!!

31/3/2016

Comments

 
Billede
Boðini hjá forsetanum úr Afghanistan eru stutt og greið til flóttafólkini: "Kom heim og verið við, at byggja okkara land upp aftur!"

Áleið 250.000 fólk eru flutt undan Afghanistan og 40 % av hesum flóttum kunna rokna við, at tað verður nokta fyri, at tey fáa uppihald í Evropa.

​Men grundin til at hesi fólk eru flutt er nevniliga tí at kríggj er í heilum í Afghanistan og støðan sær ikki út til at blíva nakað betri, so spurningur er - um flóttafólkini fara at lurta eftir teirra forseta.

JáH (y) 31.03.2016

Comments

Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu ?

29/3/2016

Comments

 
Billede
Um almenn arbeiðspláss skuldu á uppboðssølu, tá høvdu vit hoyrt herróp og mótmælisgongur við karamellueskjum.  Tað ber ikki til, tí soleiðis kann eitt vælvirkandi samfelag ikki virka. Eri samd í hesum, tí hetta ber ikki til.

 Á sama hátt inntil fyri stuttari tíð síðan,  hevði heldur ongin  hugflog at hugsa, at arbeiðsplássini hjá fiskimanninum fóru at blíva seld á eini uppboðssølu.

Men hetta ætlar reyða samgongan at broyta nú. Um tað gongur sum tey ætla, so fara arbeiðspláss í fiskivinnuni í framtíðina at blíva seld á eini uppboðssølu.
Tað er púra vist, at ger samgongan tað uppboðssølu,  sum tey lovaðu áðrenn valið, so verður kaos. Okkara høvuðsvinna og við henni alt samfelagið verður koyrt út í eina stóra óvissu. 

Hvussu við arbeiðsplássunum  umborð á fiskiskipum okkara ?  Um onkur bjóðar hægri  á uppboðssøluni,  so missa nógvir fiskimenn sítt arbeiði og gerast kanska arbeiðsleysir. Hvussu leingi vita teir ikki. Kanska 1 ár, kanska 2 ár, kanska longri;

Fara fíggingastovnar at veita lán  til sjómenn til evt húsabygging,  har so stórur ótryggleiki valdar um framtíðar arbeiðsplássini hjá teimum ? 

Hvussu við  rættvísiskensluni  hjá sitandi samgongu ? Vilja tey standa model til, at munur verður gjørdur á arbeiðsfólki. Almennu arbeiðsplássini eru stundum  ein “lívstrygging” , meðan arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu,  við uppboðssøluni,  verða koyrd út í eina óvissu.

Livst so spyrst.
 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna

Comments

Fólkaflokkurin ynskir øllum einar góðar páskir

27/3/2016

Comments

 
Billede
Comments

Bernie vann á Hilary í Alaska og Washington (video)

27/3/2016

Comments

 
Billede
Valevni hjá Demokratunum vann stakríki Alaska og Washington og niðanfyri kanst tú bæði síggja og hoyra hansara vinnaratalu.

Nú er Bernie komin á 976 umboð, ímeðan Hilary enn førir stórt við 1658 umboðum. Fyri at vinna valið sum umboð til Forsetavalið, skal ein hava 2383 umboð hjá Deomkratinum.

JáH (y) 27.03.2016

Comments

Tað koyrir bara hjá Clinton og Trump!

23/3/2016

Comments

 
Billede
Republikanarin Donald Trump og demokraturin Hillary Clinton vunnu undanvalið í Arizona og halda fast um leiðsluna til Forsetavaldystin, sjálvt um teirra kappingarneytar vunnu í fleiri øðrum stakríkum.

Eftir dagin ígjár vísa tølini at Trump hevur 741 umboð, har 461 Cruz hevur umboð og 145 umboð eru til Kasich - vísa also tølini frá CNN.

Ímeðan hjá Hilary Clinton stendur heilt væl til í løtuni - tí hon hevur 1700 umboð, ímeðan Bernie Sanders einans hevur 930 - og fyri at vinna, so krevst 2.383 umboð.

JáH (y) 23.03.2016

Comments

Fyrrverandi Borgmeistarin í Toronto deyður!

22/3/2016

Comments

 
Billede
Fyrrverandi Borgmeistari Rob Ford er deyður av krabba - einans 46 ára gamal, veit AP at siga frá.

Rob Ford skapti yvirskriftir, tá ið hann innrømmaði at hann í 2013 hevði roykt crack-kokain. Tað endaði so við, at hann ikki stillaði upp aftur árið eftir.

JáH (y) 22.03.2016

Comments

Skakandi bumbuspreingingar í Brússel

22/3/2016

Comments

 
Billede
Eg eri tungur í huga og sorgarbundin, nú Belgia er rakt av ræðandi yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa. Enn eitt álop, har verjuleys fólk gerast offur fyri yvirgangi.

Yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.

Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við belgiska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

Eg fari vegna Føroya fólk at senda Charles Michel, forsætismálaráðharra í Belgia, samkensluskriv.
​
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Comments

Obama og Castro skula tala til fólkið í kvøld

21/3/2016

Comments

 
Billede
Forsetin úr Amerika, Barack Obama er á vitjan í Kuba, har hann eisini hevur hitt kubanska forsetan, Raul Castro.

Teir báðir skula halda talu fyri fólkið í kvøld, har heilt greitt verður talað um hvussu fortíðin hevur verið og hvat framtíðin kemur at týða, nú londini velja aðrar leiðir at arbeiða saman.

Hetta er fyrstu ferð í 88 ár, at ein forseti úr Amerika vitjar Kuba. Og sum vera man, so hevur Obama havt eina góða vitjan í Kuba, har trygdin tó er sett í hásæti, nú hann er har á vitjan.

JáH (y) 21.03.2016

Comments

Eyðgunn Samuelsen tosaði um avbjóðingar á javnstøðuøkinum

17/3/2016

Comments

 
Billede
Í gjár skipaði Norðurlandaráðharraráðið fyri pallborði í ST um javnstøðu í mun til burðadygga menning. Á aðalfundinum hjá ST í fjør, varð stór og týðandi semja gjørd um, hvørji mál limalondini skulu seta í verk fram til 2030 - mál í mun til at tryggja ein burðadyggan heim.

Norðurlendsku ráðharrarnir í javnstøðumálum úr Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Føroyum vóru í pallboðinum, sum viðgjørdu nøkur av hesum málum, og hvussu londini arbeiða við at seta hesi í verk.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna legði fram tær avbjóðingar, sum Føroyar hava at tryggja einar burðardyggar Føroyar, har javnstøða er ein týðandi partur.

Nógv fólk vóru komin at lýða á og seta spurningar, m.a umboð úr UNESCO, ILO og onnur. 

Til ber at lesa røðuna HER

Kelda: Almannamálaráið 17.03.2016

Comments

Vágatunnilin afturgoldin og skal verða frítt at koyra

15/3/2016

Comments

 
Billede
​Skatta- og avgjaldsøðin hjá sitandi samgongu fær ongan enda. Nú boðar Henrik Old, Javnaðarflokkurin frá, at hann ætlar, at Vágatunnilin skal verða pengamaskina hjá óendaligu almennu penganýtsluni hjá sitandi samgongu. Hvør verður næst?

Politiska avtalan um undirsjóvartunnlarnar var púra greið. Tá lánini vóru afturgoldin, skuldu tunnlarnir latast landinum og teir skuldu verða vanligur partur av veganetinum.

Á aðalfundi í pf Vágatunnlinum í fjør var hendan avtalan førd út í lívið. Eftir uppskoti frá nevndini var avgjørt, at tunnulin skuldi latast landinum við endan av 2016. Landið hevur ikki heimild at krevja bummgjald á nøkrum vegastrekki, heldur ikki tunnlum. Tí var undir seinastu samgongu avgjørt, at frítt skuldi verða at koyra í Vágtunnlinum, á sama hátt sum í hinum 18 tunnlunum hjá landinum.

Nú er nýggj samgonga og skatta- og avgjaldsøðin kennir eingi mørk. Nú vilja vinstravendu flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja eyka skatt á øll, sum brúka Vágatunnilin. Lánini eru afturgoldin, so talan er bara um at gera tunnilin til eina pengamaskinu tíl óendaligu almennu penganýtslunu hjá vinstravendu samgonuni.

Hetta kann ikki góðtakast og eigur at steðgast sum skjótast. Brúkarin hevur hildi sín part av avtaluni og tí er moralst forkastiligt, um politikkarnir ikki halda sín part.

Komi at hugsa um at “Gevur tú illamanni lítlafingur............

Jørgen Niclasen, tingmaður

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly