NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Noy til eina leiðslu

31/3/2015

Comments

 
Picture
Fyrst Javnaðarflokkurin og nú løgmaður ynskja eina leiðslu fyri øll sjúkrahúsini. Tað kemur ikki uppá tal. Tað er ikki her trupulleikin er. Vænti ikki at succes´ in í heilsuverkinum verður at niðurleggja leiðslurnar á teimum smærru sjúkrahúsunum. Harafturímóti eru tað júst lokalu leiðslurnar, sum gera heilsuverkið sterkari. Skjótleiki, nærleiki og kapping eru lykilin til besta heilsuverkið. At seta eina leiðslu í Havn fyri øll trí sjúkrahúsini kann fara at gera enda á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Einum sera vælvirkandi sjúkrahúsi við tí hægsta sjúklinganøgdseminum.

Løgmaður Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur nú verið frammi alment og sagt sína hugsan um, hvussu okkara heilsuverk skal skipast í framtíðini. Hann sigur, at vit skulu hava eina leiðslu til tey trí sjúkrahúsini. Hann sigur eisini, at politikarar nú skulu halda fingrarnar burtur frá heilsuverkinum. Vit skulu setast uttanfyri alla ávirkan, hvussu heilsuverkið skal skipast. Hesum  skal serkunnleikin finna útav, tí politikarar eru ikki førir fyri tí heldur løgmaður.

Serfrøðin

Hoyri oftari og oftari, at politikkarar ikki skulu taka avgerðir. Trúði, at grundarsteinurin í demokratinum júst var,  at tað var fólkið í landinum, sum gjøgnum politikkarar tóku avgerðir fyri land og fólk.

Serfrøðingar eru neyðugur eisini fyri politikkarar, men avgerðirnar taka politikkarar. Sjálvt rættarskipanin brúkar vanliga fólkið í nevningatingið til at taka truplar sakir.

Kundi spurt, Hvussu við fiskivinnupolitikkinum? Skulu politikarnir eisini halda fingrarnar burtur her ? eru teir førir fyri hesum?
Hvussu við landbúnaði, skúlaverki og rúsdrekkapolitikki ?

 Skal serkunnleikin innanfyri hesi økini taka avgerðirnar. Skulu politikarnir bara setast út á eitt síðuspor her eisini, tí teir ikki hava skil fyri landbúnaði og skúlaskapi osv.

Ein kundi blivi við, men tað liggur heilt fast, at politikarnir eru valdir til at taka avgerðir, sum tæna heildini. Serfrøðin  skal altíð hoyrast og verður eisini hoyrd. Men gloymið ikki, tað eru politikarnir,  sum taka avgerðirnar. Tað eru vit vald til. Tað er okkara ábyrgd.

Serfrøðin ofta ósamd 

Eins og politikkarar, so eru serfrøðingar sanniliga eisini ósamdir. Um talan er um sakførarar, búskaparfrøðingar, fiskifrøðingar, læknar ella aðrar serfrøðingar, so eru hesi ymisk á máli.

Vit politikkarar skulu lurta eftir teirra ymsu sjónarmiðum og so taka tað støðu, sum tænir heildini best. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fingið til uppgávu at finna útav, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi. Løgmaður hevur sjálvur undirskrivað samgonguskjalið, har tað stendur skrivað at støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi. Um hansara einasta uppskot er ein leiðsla,  verður tað als ikki góðtikið. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingslimur.

Comments
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly