NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Unga Tjóðveldi vs. Lincoln

13/2/2019

Comments

 
Billede
​Til alla lukku var tað ikki Unga Tjóðveldi sum ráddi fyri borgum, tá ið trældómur skuldi bannast í Amerika. Tí so hevði gamli Lincoln verið noyddur at bitið í tað súra eplið og staðfest, at av tí at hann ikki eigur træl sjálvur, so kann hann ikki hava nakra meining um evnið yvirhøvur. Ei heldur kundi hann blanda seg uppí avgerðarrættin hjá trælaeigarunum

Ella um man skal brúka argumentatiónina hjá Unga Tjóðveldi og øðrum hampafólki viðvíkjandi fosturtøku, so hevði tað verið so.

Um vit so spola tíðina fram til í dag, so má trældómur loyvast, tí at ”veruleikin er at [trældómur] kemur fyri. Spontant og provokerað. Lógliga og ólógliga. Tað er ein veruleiki, vit ikki kunnu skúgva til viks.” (slík var argumentatiónin hjá UT í nýggjasta lesarabrævið teirra viðvíkjandi fosturtøku).

Eingin setur spurning til í dag, at fólk ikki kunnu verða sett í trældóm. Hetta er so fjarskotið, at tað hevði verið skammiligt at tikið hetta uppá tungu.
Vónandi fer tað eisini skjótt at verða óhugsandi, at ikki loyva okkara minstu og veikastu borgarum sín grundleggjandi rætt - rættin til lívið.

Eingin ivi er um, at í summum førum stinga óhepnar støður seg upp, tá kvinnur gerast við barn – men tá tað kemur til fosturtøku, snýr tað seg fyrst og fremst um barnið sjálvt. 

Huxa

Comments

​Landsbankin gamblað & mist 44 milliónir kr.

13/2/2019

Comments

 
Billede
LANDSBANKIN GAMBLAÐ & MIST 44 MIÓ KR😡

Landsbankin, ið umsitur millum 2,5 til 3 mia. kr., hevur í besta Wall Street stíli gamblað við útlendskum partabrøvum. Hetta hazard spælið endaði við, at landið tapti heilar 44 mió. kr. í 2018, staðfesti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til fyrispurning frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, í løgtinginum í dag.

– Gamblingin má steðga. Hetta er at spæla hazard við landsins pengum, og tað má fáa avleiðingar, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Ert tú samd/ur við Jørgeni?👍

Sjálvandi eru vit samd og hetta staðfestir bara, at tað var rætt at niðurleggja Landsbankan á sinni.

SáH

Comments

Elsebeth spyr um grønan fiskiflota

12/2/2019

Comments

 
Billede
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um landsstýrið hevur nakra ítøkiliga ætlan, hvussu fiskiflotin kann verða grønari.

– Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2 útlátið í fiskiflotanum?

– Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip, hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?

Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum.

Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkka málinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út við grønari og umhvørvisvinarligari skip.

Tað er tó lítið, ið bendir á, at landsstýrið ætlar at gera nakað við málið.

Hetta sæst m.a. aftur í lógini um sjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur, fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissuna um fiskiloyvini.

Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skip orsakað av fiskivinnunýskipanini.

Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld og ein grønan fiskiflota.

Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vil hon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.

Á løgtingi 13. februar 2019
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Comments

Sjúrður, fleirmælti tungutalarin – aftursvar!

12/2/2019

Comments

 
Billede
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, leggur í kvøld Fólkaflokkin undir at tosa við tveimum tungum, men hann er nokk tann einasti í Føroyum, ið dugir at tosa við trimum ella fýra tungum!

Hetta er greinin, “Fólkafloksins logikkur – latið okkum dálka í felag”, enn eitt gott dømi um.

Sjúrður Skaale dugir ómetaliga væl at skriva, men hann nevnir ikki við einum orði, hvussu vit lækka CO2 útlátið. Tað er tað sama politiska sjabbi: “Antin taka vit ábyrgd í felag – ella dálka vit í felag.”

Hetta er jú tað, javnaðarflokkurin hevur gjørt seinastu 4 árini. Tey tosa grønt, men handla kolasvart – tað er fakta!

Fiskiflotin stendur fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Skulu “vit taka ábyrgd í felag”, sum Sjúrður sigur, ja, mugu vit seta inn, har dálkingin er størst. Og tað er í fiskiflotanum.

Men ístaðin fyri at koma við einum konkretum dømi um, hvussu vit kunnu taka felagsábyrgd, vendir fleirmælti tungutalarin kanónini móti fólkaflokkinum.

Flott, Sjúrður, heilt ótrúliga flott. Tú vísir sanniliga felagsábyrgd!

Fólkaflokkurin er ikki bara einasti flokkurin, ið hevur víst á hetta, men vit eru einasti flokku, ið hevur eitt ítøkiligt uppskot.

Gera reiðaríir íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturgoldið.

Tað er konkret. Tað er nakað, tú kanst fyrihalda teg til. Og um tú veruliga vil umhvørvinum væl, mugu vit gera okkurt við fiskiflotan, tí hann stendur fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum!

Tað er tað, fólkaflokkurin leggur upp til, og tað er ikki bara besti, men eisini einast mátin, vit náa málinum um einar grønar Føroyar!

Hanus Samró – Fólkaflokkurin

*Lesarabrævið er aftursvar til greinina hjá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni. Les greinina her:

https://www.facebook.com/notes/sjúrður-skaale/fólkafloksins-logikkur-latið-okkum-dálka-í-felag/10156105618942913/

Comments

Mikrofonhaldarar í KVF

8/2/2019

Comments

 
Billede
Í Degi og Viku í kvøld hevði KVF eitt innslag um veiðuna undir Føroyum eftir toski og hýsu, sum var eitt frontalt álop á fiskidagaskipanina sum framvegis er í gildi, nú fiskurin aftur floymir innyvir landgrunnin.

Ein fiskifrøðingur og ein búskaparfrøðingur sluppu uttan ein einasta kritiskan spurning at húðfletta fiskidagaskipanina. Man stendur púra og aldeilis málleysur eftir eitt slíkt innslag við spurninginum, hví í himmalsins navni fingu hesir persónar ongan kritiskan spurning yvirhøvur. 

Er meiningin við at fleirfalda inntøkuna hjá KVF, at færri borandi og kritiskir spurningar skulu verða spurdir? Ella eru summi fólk, summir fakbólkar, friðhalgaðir fyri at skulla svara fyri seg?

Eftir nógv ár við lakum fiskiskapi, er fiskiskapurin blómaður aftur. Hetta segði Osmund Justinussen fyri trimum árum síðani fór at henda. Fá, og serliga ikki fiskifrøðingarnir, trúðu honum. 

Hesin fakbólkur, fiskifrøðingar, eru teir sum á hvørjum ári farna mannaminnið eru komnir við sínum deyðadómi yvir seinasta svimjandi toskin og hýsuna.

Hóskandi kundi kanska verið at spurt teir, hvaðani hesin stóri og feiti toskurin og hýsan ið floymir innyvir grunnarnar nú kemur frá, eftirsum teir í áravís hava prædikað, at onki kemur undan tí at veiðutrýstið er so høgt. Men nei, KVF er mikrofonhaldari burturav. 

Í áravís hevur ein skilamaður innan fiskivinnuna, Eyðun Hansen í Vestmanna, skrivað greinar og spurt Havstovuna útgreinandi og kritiskar spurningar um veiðuna undir Føroyum, hví tekur KVF ikki hendan táttin upp? 
Skal man hava heitið Frøðingur fyri at bera síni sjonarmið fram í alment fíggjaða miðli okkara? Ella er teirra orð vigað og funnið meiri passandi í vekt enn orðini frá teimum sum eru og hava verið í vinnuni?

Er almenni miðil okkara í ferð við at marginalisera alla praktiska vitan og eygleiðingar?
Dagliga hoyra vit sólskinssøgurnar um batnaða botnfiskiskapin undir Føroyum. Kallanes hevði 16000 pund í dag, Kvikk og Sandshavið landaðu 160000 pund í part eftir 10 dagar á sjónum. Stór og feit hýsa og toskur.

Øll fegnast, uttan tey sum vilja fiskidagaskipanini til lívs. Tey hava ein stóran forkláringstrupulleika, nú fiskiskapurin aftur hevur ment seg undir fiskidagaskipanini. Men álikavæl sleppa hesi fólkini snikkaleys, uttan ein einasta kritiskan spurning frá almenna miðli okkara.

Vit skulu halda fast við fiskidagaskipan okkara, og fegnast um at fiskiskapurin er á veg uppaftur. Svimjandi fiskur kann ikki girðast inni og goymast til vit hava brúk fyri at taka hann. Taka vit hann ikki meðan hann er har, er hann burturaftur áðrenn vit hava vent okkum. 

Náttúran er avgerandi, og hon letur seg ikki temja av nøkrum excel-arki.

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

Billede
Comments

Tríggjar stórar skipsmanningar arbeiðsleysar

5/2/2019

Comments

 
Billede
Sitandi blóðreyða samgonga sær reytt, um fólk yvirhøvur eftir teirra tykki tjena ov nógv og eiga ov nógv.    

Hetta fáa vit  staðfest dagliga. Seinasta skotið fyri bógvin hjá sjófólki okkara er uppboðssølan  av fiski á Flemish Cap.

Øll fiskivinnukollveltingin endurspeglar grammleikan hjá sitandi samgongu og fiskimálaráðharra  at drena og pumpa pening úr fiskivinnuni. So nógvan pening, at fiskivinnan bara so dánt klárar at svara hvørjum sítt.

Línuflotin hevur havt nógv rakár, men  er nú við at koma fyri seg aftur - væl at merkja uttan fiskivinnunýskipanina hjá Høgna Hoydal og co. Tað nýtir óivað helst fast, at tað  í løtuni gongur best í fiskivinnuni, har samgongan við Høgna Hoydal og co ikki hevur verið inni og forstýrað.

Flemish Cap er  ein kærkomin møguleiki hjá línuskipunum at vinna nakað av hart tiltrongdum  peningi. Men soleiðis skuldi ikki blíva. Grammleikin hjá samgonguni og fiskimálaráðharranum eftir meir peningi kemur enn einaferð  til sjóndar. Sosialistarnir fáa ongantíð nóg mikið av skattaborgarans peningi. Høgir skattir og avgjøld er teirra vørumerki. Ein partur av fiskinum skuldi partú  á uppboðssølu. Upprunaliga var ætlanin, at uppboðssølan skuldi verða afturlatin, men tað bleiv broytt eftir stórum trýsti.

Hetta vísir tó  sera væl muruna í teim blóðreyðu sosialistunum í Tinganesi í dag.  Sum um tað ikki var nokk, so sigur framsøgumaðurin hjá tjóðveldi í fiskimálum haraftrat,  at eitt sindur av takksemi hevði klætt teimum. Hvør skal vísa takksemi til hvønn ?

Sitandi samgonga og fiskivinnunýskipanin hava ongan sum helst heiður av fiskiskapinum á Flemish Cap.

Fiskiskapinum á Flemish kunnu vit takka teimum fyri,  sum hava ligið har og baksast og knossast síðan 1956. Langt burtur heimanífrá og  undir vánaligum umstøðum. Túrarnir kundu vara upp til hálvt ár, tí ofta var vánaligur fiskiskapur.  Nógvir av hesum monnum eru ikki ímillum okkum meir og aðrir merktir og niðurslitnir. Tað er hesum vit skulu vísa takksemi og heiður.

Reiðaríini sendu  línuskipini á Flemish Cap , hóast vánaligan fiskiskap,  men teir høvdu onki val og fóru kanska eisini fyri at varðveita rættindini.   Søguligu rættindini, sum hesir garparnir vunnu okkum við blóð, sveitta og tárum,  skal okkara fiskimálaráðharri nú selja á uppboði, og tað væntar samgongan sær tøkk fyri.  Makan til frekleika skal leitast leingi eftir.

Føroyingar fingu boð um, at frægast  var at gevast við fiskiskapinum á Flemish Cap  í 90-unum og teir aktaðu. Spaniólar og portugisar fiskaðu tó  víðari. Hans Erik, Borðoyarnes og Sigurfari blivu lagdir og 3 stórar skipsmanningar arbeiðsleysar. Ein vinnuligur sorgarleikur og fyri familjurnar, sum høvdu menn við har. Ein sorgarleikur fyri Klaksvík, sum andar og livir av fiskivinnu.   

Fiskiskapurin  hevur nú tikið seg uppaftur, og har hevur  verið rokfiskiskapur. Gud havi lov fyri tað. Tað er nú, at søguligu rættindini koma okkum til góðar. Søguligu rættindini høvdu møguliga verið uppaftur størri, um vit ikki aktaðu áheitanina um at gevast við fiskiskapinum. Men farið er farið.    Vit skulu vísa takksemi til manningarnar á skipunum á Flemish Cap, , sum hava fiskað har síðan 1956. Høgni Hoydal ella Ingolf S. Olsen eiga onga tøkk.

Landskassin fekk góða millión burtur úr uppboðssøluni av fiski á Flemish Cap. Hesa góðu milliónina kundi   landskassin verið fyriuttan. Hetta er dýrt vunnin peningur. Hon hevði gjørt størri gagn hjá reiðaríunum, sum hava  línuskip á Flemish Cap. Men landskassin er ómettiligur undir sosialistiskum stýri. Og vit kunnu vænta okkum meir av sama slag.

Sera  óvirðilig viðferð, sum samgongan vísir okkara sjófólki, sum siglir  fleiri fjórðingar yvir um hav at fiska.

Øll uppboðssøla verður avtikin

Øll uppboðssøla verður avtikin sama dag, sum fólkaflokkurin fær valdið. Fiskivinnan skal ikki trælka undir einum sosialistiskum oki. Nei til sosialismu,. Tað krevur, at fólkið gevur flokkinum valdið.  

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Comments

​Nú má løgmaður taka í nakkan á Poul Michelsen!

4/2/2019

Comments

 
Billede
At hava góð viðurskiftið við okkara grannar er sera týdningarmikið.

Síðan Poul Michelsen gjørdist uttanríkisráharri er vorðið sera kaldligt ímillum Íslandsku stjørnuna og landsstýrið, og sama ger seg galdandi við danska uttanríkisráðið og Poul Michelsen.

Tá Poul Michelsen fyri tíð síðan skuldi halda eina talu í Skotlandi, kom umbøn frá donsku stjørnini, um at fáa útskrift av taluni. Hetta er ongantíð hent fyrr. Sigur ikki so lítið um, hvUSSR lítid álit teir hava á Poul Michelsen.
Poul Michelsen segði í løgtinginum, at tá hann var á ráharra vitjan í Íslandi, fekk hann ikki so frægt sum ein kaffimunn á einari stjórnarskrivstovu og helt lítið um blíðskapin.

Alt tað eg veit um, so verða føroyingar sera væl móttiknir í Íslandi og blíðskapurin frammúr.
Um so er, at Poul Michelsen er orsøkin til kuldan og vánalig viðurskifti millum okkum og grannar okkara, so má løgmaður taka í nakkan á honum og um neyðugt at seta Poul Michelsen frá sum landsstýrismann.

Jákup Mikkelsen - Fólkaflokkurin

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.