NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KVF manipulerar fjøldina og vit vita onki !!!

27/2/2018

Comments

 
Billede
Tá ið Útvarpi ígjár tosaði við Borgarstjóran úr Kunoy, Sóleyð K. í Kongsstovu um, at Kunoyar Kommuna ætlar at kæra landstýriskvinnuna í umhvørvismálum um ógreið viðurskiftir í samband við umhvørvismetingina av smoltstøðini á Strond hjá Bakkafrost Farming - so leypur also mín keta av.

Les hvat Borgatstjórin meinar og ikki hvat kommunustýrislimirnir meina her: Kunoyar kommuna kært umhvørvisgóðkenning

Eg veit onki um, at Kunoyar Kommuna ætlar sær at kæra nakað sum helst hjá Bakkafrost og eg haldi, at tað er farið langt um mark, at leggja meg undir at taka undir við hesari kæru.

Um Borgarstjórin úr Kunoy gjarna vil kæra Bakkafrost - so má hon gjarna gera tað, men eg vil gjarna vita hví eg eri tikin við í leikin, tá ið eg onki veit um júst hesa sak ..?

Tað eigur heldur ikki at standa Kunoyar Kommuna undir skrivinum um kæruna, tá ið kommunustýrislimir onki vita um júst hesa sak. Hetta er manipulerandi og absalutt ikki nakað, sum eigur at vera góðtikið ... óansæð hvat vit tosað um. Eg vil ikki vera álagdur í, at taka undir við nøkrum, sum eg ONKI veit um. 

Vónandi tekur KVF seg saman og tosar um hetta eisini á teirra tíðindaflutningi, so at Føroyar fólk ikki vera villeidd í nøkrum sum ikki er sannheit.

JáH (y) 28.02.2018

Comments

Leggja nýggjar vatnleiðingar

27/2/2018

Comments

 
Billede
Vegadeildin og Vatndeildin arbeiða í hesum døgum við at leggja nýggja vatnleiðing frá Biskupsstøð og norðeftir.

Vegadeildin grevur í løtuni veit fyri Vatndeildina at leggja nýggjar vatnleiðingar í.

Á nøkrum fáum strekkum – framman fyri Bókasavnið og norður til Húsini hjá Ragnu Laksafoss, frammanfyri Effo og norður eftir kaiini, har sum Sam leggur at og norður til suðurendan á Heilsøluni liggja gomul stoypijarnsrør, sum nú verða skift út.

Arbeiðið kann væntast at taka á leið tríggjar vikur, og síðan verður farið longur norður eftir Biskupsstøðgøtu/Nólsoyar Pálsgøtu og fram við Effo.

Leiðingsarbeiðið er um at vera liðugt eftir kaini á Stongunum. Men av tí, at nakrir lekar eru á tí strekkinum - eitt nú nærhendis egningarskúrarnar, verða nýggir leidningar eisini lagdir har.

Kelda: klaksvik.fo

​SáH

Comments

Jacob Vestergaard helt eina lívliga talu (Video)

27/2/2018

Comments

 
Billede
Óansæð hvussu ein sær uppá tað, so helt Jacob Vestergaard eina undirhaldandi talu um javnstøðu ímillum mann og kvinnu.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum helt ikki at nakað varð galið við samfelaganum í dag og at ikki skuldi broytast meira ímillum mann og kvinnu.

Sjá talu hjá Jacob Vestergaard niðanfyri:

JáH (y) 27.02.2018

Comments

Sonja hevði Feminist blusu á sær

27/2/2018

Comments

 
Billede
Sonja J. Jógvansdóttir hevði eina ljósareyða Feminist blusu á sær, tá ið hon trein á Tingsins røðarapall í dag og stóðu orðini: A confident independent woman who get shit done eisini á blusuni hjá henni, tá ið tey í dag tosaðu um Javnstøðu ímillum mann og kvinnu.

Í dag bleiv sum sagt tosað um á Tinginum um Javnstøðupolitikk og hevði Bill Justinussen eina viðmerking til Sonju J. Jógvansdóttir, sum hon eisini hevði eitt gott svar uppá.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 27.02.2018

Comments

Lewinsky: Hatta varð groft misbrúk av makt

26/2/2018

Comments

 
Billede
Monica Lewinsky hevur aftur úttalað seg um fyrrverandi forsetan Bill Clinton, sum hon fjasaðist við fyri gott 20 árum síðani.

- Maðurin varð 27 ár eldri enn eg og hann átti at vita betri. Og nú eg hugsi um tað sum 44 ára gomul, so varð tað also ein stórur munur á at vera ein praktikant og ein forseti í tí Hvíta Húsinum.

Tað sum hendi ímillum meg og Bill Clinton varð ikki seksuellur ágangur, men groft misbrúk av makt
, sigur Lewinsky við blaðið Vanity Fair.

Les eisini: 20 ár síðani Monica Lewinsky skandaluna

Monica Lewinsky hevur verið ein stórur partur av MeToo rørsluni og hildið talur kring alt Amerika um júst tað sama. Hon hevur eisini alment sagt, at hon vil ikki hava nakra umbering fyri tað sum hent er - men hon vil samstundis eisini tosað um tingini, soleiðis hon upplivdi tey.

JáH (y) 27.02.2018

Comments

Lógartænastan eftirkannaði 222 uppskot

26/2/2018

Comments

 
Billede
​EFTIRKANNING: Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 222 uppskot í løgtingsárinum 2016. Hetta er 31 uppskot fleiri enn í 2015.

Í løgtingsárinum 2016 eftirkannaði lógartænastan á Løgmanskrivstovuni tilsamans 222 uppskot frá øllum átta stjórnarráðunum og frá tveimum stovnum, sum hava lógarheimild at kunngera kunngerðir í Kunngerðablaðnum. Hetta er 31 uppskot fleiri enn í 2015, men 7 færri enn í 2014, tá 229 uppskot vórðu eftirkannað. Nøgdin av uppskotum sigur tó ikki alt, tí uppskotini kunnu vera sera ymisk bæði í longd, torleika og margfeldið. Soleiðis var eisini í hesum tingárinum.

Hetta stendur millum annað at lesa í ársfrágreiðingini um eftirkanning fyri løgtingsárið 2016.

- Hetta er triðja ársfrágreiðingin, sum verður givin út. Endamálið við útgávuni er framvegis at kunna stjórnarráðini um, hvørjar okkara royndir hava verið seinasta løgtingárið, og hvussu hetta eftirkanningarárið eftir okkara tykki hevur hepnast, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni.

Ársfrágreiðingin er í trimum pørtum. Ein partur er um hagtøl, sum vísa, hvussu nógv uppskot eru eftirkannað, frá hvørjum stjórnarráði ella stovni tey eru, og hvussu langa tíð eftirkanningin tók. Annar partur er um tøkniligu eftirkanningina og hvørjar trupulleikar hava verið, tá tøkniligu broytingarnar skulu góðkennast. Triði parturin er um løgfrøðiligu eftirkanningina, har nøkur ávís evni, sum lógartænastan viðgjørdi í løgtingsárinum 2016, eru lýst fyri seg.

Ársfrágreiðingin kann lesast her

UM EFTIRKANNING

At eftirkanna eitt lógaruppskot er seinasti liður í tilgongdini at gera eitt lógaruppskot.

Við eftirkanningini í lógatænastuni hjá Løgmansskrivstovuni verður serliga hugt eftir, um uppskot til løgtingslógir og annað, sum skal leggjast fyri tingið, lúka formligu krøvini til innihaldið í løgtingslógaruppskotum og ríkislógartilmælum, sum eru ásett í § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings og rundskrivinum frá 4. juni 2014 um lógarsmíð.

JáH (y) 27.02.2018
Kelda: Løgmansskrivstovan

Comments

Amerika ákærir russar at hacka seg inn á OL

25/2/2018

Comments

 
Billede
Amerika ákærir russar at hava hackað seg inn fleiri hundrað teldur í PyeongChang í Suður Korea undan OL, veit Washington Post at siga frá.

Hackingin varð somikið væl gjørd, at tað skuldi síggja út sum um Norður Korea hevði framt hackingina.

Hackingin av teldunum í Suður Korea førdi við sær, at fleiri gestir ikki kundu luttaka, tá ið OL byrjaði og tískil so vóru fleiri setur tóm undan OL byrjan.

Hackingin av "russum" varð ein hevndaratsókn, tí Russland ikki slapp at luttaka grundað av dopingsakum, vilja amerikanskir mynduleikar also vera við til.

Nakrir russar sluppu tó at luttaka í OL. um teir ikki bóru tað russiska flaggi í kappingum og ei heldur bleiv tann russiski tjóðsangurin spældur, um russar stóðu til at vinna.

JáH (y) 26.02.2018

Comments

Framløga um javnstøðupolitikk

21/2/2018

Comments

 
Billede
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur í dag havt framløgu um javnstøðupolitikk í løgtinginum.

Týsdagin í komandi viku verður aðalorðaskifti um javnstøðupolitikkin og virkisætlanina, sum landsstýriskvinnan hevur gjørt til tess at fremja størri javnstøðu.
​
Til ber at taka niður javnstøðupolitikkin her og virkisætlanina her.

JáH (y) 21.02.2018
Kelda: Almannamálaráðið 21.02.2018


Comments

Løgmaður valt limirnar í Føroya váðaráði

20/2/2018

Comments

 
Billede
​Løgmaður hevur nú valt limirnar, ið skulu manna Føroya váðaráð komandi fýra árini.

Tað er ásett í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, at tað løgmaður, ið velur limirnar.

Teir fimm limirnir eru:

Malan Johansen, stjóri, Landsbanki Føroya (føddur formaður í váðaráðnum).

Jesper Rangvid, professari í fíggjarfrøði, Copenhagen Business School.

Björn Rúnar Guðmundsson, deildarstjóri, Hagstofa Íslands.

Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri, Fíggjarmálaráðið.

Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin.

Løgmaður velur limir og varalimir í Føroya váðaráð eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Limir verða valdir at sita í 4 ár og kunnu verða valdir aftur í mesta lagi 3 ferðir.

JáH (y) 21.02.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Norður Korea: Avlýsti at møtast við Pence

20/2/2018

Comments

 
Billede
Varaforsetin hjá Amerika skuldi ímillum annað møta systur Kim Jong-un, tá ið hann varð á OL vitjan í Pyeongchang, men sigur fyri fjølmiðlum at Norður Korea avlýsti møtið í seinasta sekundi:

- Pence varð til reiðar at møtast og hevði brúkt henda møguleikan, at siga frá teirra óttan yvir atomprogramminum hjá Norður Korea, fortelur talspersónurin hjá tí Hvíta Húsinum, Heather Nauert.

JáH (y) 21.02.2018

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly