NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Trump gevur Obama skyldina fyri lekan

28/2/2017

Comments

 
Billede
Núverandi amerikanski Forsetin Donald J. Trump leggur harðliga eftir fyrrverandi Forsetanum úr Amerika, Barack Obama og fortelur í einari samrøðu við Fox News:

- Eg haldi, at Obama er aftanfyri tað heila, tí hansara fólk eru tað ... eg haldi eisini, at hetta einans er politikkur, segði ein heldur bersøgin Trump við Fox News.

Amerikanski Forsetin hevur enntá fingið ákoyringar av fyrrverandi Forsetanum George W. Bush (yngra), har hann heldur at Trump ikki eigur at fara eftir tí fríu pressuni, sum hann ger uppá núverandi tíðspunkt. Og ikki tykkum at siga - so er tað nokkso stórt av Bush at siga hetta, eftir allar ákoyringarnir Bush hevur fingið ígjøgnum ár og dag - av fjølmiðlunum.

JáH (y) 28.02.2017

Comments

Skúla FM í íverksetan 2017

27/2/2017

Comments

 
Billede
Fríggjadagin 24. Februar var stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið kappaðust um besta vinnuliga íverksetarahugskotið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti finaluna í Norðurlandahúsinum. Røðan kann lesast her.

Vinnandi bólkurin í ár var CellShield við Barbaru Reynheim Petersen, Helenu Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir, sum allar ganga í Skúlanum á Fløtum. Uppskotið hjá vinnarabólkinum var at framleiða boksarasjorts, ið verja sáðið hjá mannfólki ímóti fartelefonstrálum. Vinnarabólkurin fekk ein kekk uppá kr. 5.000, sum Eik hevur latið, umframt Gullfræið, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið.

JáH (y) 28.02.2017
Kelda: Løgtingið 27.02.2017

Comments

Kanning av eik, og Taks

27/2/2017

Comments

 
Billede
​Taks hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at kannað Taks í samband við nógv umrødda skattamálið hjá Eik. Orsøkina sigur Taks verða, at tryggja at álitið á Taks framhaldandi verður gott. Samstundis sigur Taks, at teir eru vísir í at avgerðin teir hava tikið er røtt.

Vit staðfesta, at orsøkin til kanningina er at fáa staðfest og almannakunngjørt at skattamálið hjá Eik er rætt viðgjørt og somuleiðis at avgerðin Taks júst hevur tikið er tann rætta.

Tí undrar tað stórliga, at Løgmaður mikudagin í munnligum fyrispurningi á Løgtingi svaraði, at tað ikki var nakar trupulleiki við gegni hjá Kristinu Háfoss. Harumframt kom púra greitt fram, at Løgmaður als ikki hevur innlit í hetta mál. Tað er møguliga væl skiljandi, men tað er møguliga orsøkin til at Løgmaður fer so lætt um hetta mál.

Kristina Háfoss hevur arbeitt hjá Tryggingarsamtakinum sum juridiskur rágevi. Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum lesa vit m.a. hetta um hvar Kristina Háfoss hevur arbeitt: Deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum (2007-2011), og løgfrøðiligur og búskaparfrøðiligur ráðgevi (2011-2015).

Tryggingarfelagið er eitt holding felag, sum ongi starvsfólk hevur. Bert ein nevnd og ein stjóri. Eitt skifti vóru tveir stjórar. Felagið, har alt vald alla tíðina hevur ligið er Tryggingarfelagið Føroyar. Av tí sama hevur alt arbeiði hjá TF Holding altíð verið gjørt í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Í samband við skattamálið hjá Eik hava vit alment hoyrt, at Deloitte í samband við keypi av Eik Banka hevur víst á ein møguligan skattafrádrátt. Somuleiðis vita vit, at á fyrsta fundi í Eik, við luttøku av umboðum frá Tryggingarfelagnum/TF Holding, noktaðu bæði umboðini hjá TF Holding (nøvn á teimum eru óviðkomandi) at kunngerða roknskapin fyri 4 ársfj. 2010. Tað var tann, har skattafrádrátturin ikki var íroknaður. Somuleiðis vita vit, at frádrátturin bleiv nevndur í ársroknskapinum fyri 2011, sum bleiv gjørdur 1 ársfj. 2012.

Út frá hesum kunnu vit staðfesta, at tað er púra óhugsandi, at skattafrádrátturin ikki hevur verið umrøddur í TF samtakinum og í Tryggingarsambandi Føroya, har Kristina Háfoss var deildarleiðari fram til Løgtingsvalið í 2011. Løgtingsvalið var 29 oktober 2011.

Link frá ÍSF tann 31/3-2011, aftaná at avtala er undirskriva um at TF yvirtekur av Eik

Klikk her: "TK yvirtekur av Eik, link ÍSF"

Somuleiðis havi eg tosa við onkran ovarlaga í systeminum. Viðkomandi var samdur í at Krisina Háfoss var íblanda keypi av Eik. Viðkomandi meinti, at tað var skeivt at Kristina Háfoss stó fyri kanning av skattamálinum hjá Eik.

Tað er Taks sum skal kannast. Tað er rímuliga óhugsandi at niðurstøðan verður broytt. Samstundis er nakað sum bendur á, at orsøkin til at niðurstøðan gjørdist at Eik skuldi gjalda, men slapp undan at gjalda sekt er, at trupult er at prógva um fyrsti feilurin er við vilja ella bara er ein feilur. Umframt at onnur í líknandi støðu ivaleyst eru sloppin undan at gjalda sekt. Hetta er ikki soleiðis, sum vit lesa

bókstavin i lógum og reglum annars. Men hetta er ivaleyst gomul praxis og tað skal sjálvandi ikki broytast, tí at nú er møguleikin at áleggja stóra sekt á eitt ríkt felag.

Fyri at venda aftur til byrjanina. Ein kanning skal gerast fyri at fólkið í Føroyum skal varveita álitið á Taks.

Tað kann tí tykjast undarligt at Landstýriskvinnan, sum hevur sitið rundan um borið, tá ætlanin um at fáa frádrátt fyri nakað, sum Kristina Háfoss væl veit, als ikki er goldið fyri, skal fáast úr Landskassanum, nú skal kannað um Taks gjørdi rætt.

Vit eru væl ávegis at gerast eitt korrupt land. Vit hava ein fíggjarmálaráðharra, sum als ikki skilur at ógegni hevur nakað við álit at gera. Ynski at ráða líka mikið hvat og hvussu er størri enn vit og skil og umhugsni fyri álitið borgarans á Taks er óviðkomandi.

Vit hava ein løgmann, sum hóast hann er eftirlitsmynduleiki, ikki tímur at seta seg inn í eitt mál, men góðtekur eitt svar frá einum innhabilum fíggjarmálaráðharra, sum fær egnar embætismenn at siga at hon IKKI er ógegnið, tí hon sigur, at hon einki hevur havt við málið at gera.

Republikkin nærkast. Men tað gera bananirnar eisini.

Comments

Gymnasiala breytaskipanin verður eftirmett

22/2/2017

Comments

 
Billede
Eftir drúgt reformarbeiði var ein nýggj skipan fyri alt tað gymnasiala miðnámið sett í verk í 2013 við nýggjum kunngerðum og nýggjum námsætlanum. Í samgonguskjalinum frá 14. September 2015 er ásett, at nýskipaða miðnámsøkið frá 2013 skal vera eftirmett, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú sett ein endurskoðanarbólk við fólki frá Mentamálaráðnum, Próvstovuni, skúlaleiðslum, lærararáðnum, Yrkisfelagnum Miðnámi umframt eitt álitisfólk.

Bólkurin hevði sín fyrsta fund 13. februar í ár, og 10 fundir eru settir á skrá fram til í oktober í ár. Talan er um eina endurskoðan og ikki ein reform. Tað vil siga, at grundstruktururin við einari skipan, breytaskipan, valskipan, próvtøkuskipan og námsætlanum skal varðveitast, men bólkurin skal kanna, hvat virkar á teimum trimum økjunum – bygnaðinum, lærugreinunum og próvtøkunum – og hvat kundi virka betri.

Í bólkinum sita: Sámal í Skorini, fyri MMR (formaður), Helga Foldbo fyri Próvstovuna, Bogi Bech Jensen fyri leiðsluna í Glasir, Páll Isholm fyri leiðsluna í Miðnámi á Kambsdali, Kári Jespersen fyri Yrkisfelagið Miðnám, Hanna Ziskason fyri leiðsluna á Tøknibreytini, Eyðun Leo fyri leiðsluna á Tilfeingisbreytini, Guðrið Eriksdóttir Johansen fyri Lærararáðið í Suðuroy, Súsan K. Gregoriussen fyri Lærararáðið í Handilsskúlanum, Sámal Matras Kristiansen fyri Lærararáðið í Hoydølum, Kristinbjørg Høgnesen fyri Lærararáðið í Vestmanna, Bergmann Finnsson fyri Lærararáðið á Kambdsdali, Gunnhild Dahl Niclassen fyri Lærararáðið í Klaksvík og Nikolina Olsen, álitisfólk.

1. oktober skal bólkurin handa eitt hugskotskatalog við møguligum justeringum til landsstýriskvinnuna at taka støðu til.

MYNDIN: Felagsmynd av pisum í  Hoydølum í 2015.

JáH (y) 22.02.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Nýtt Sjálvstýri broytir navn til Sjálvstýri

21/2/2017

Comments

 
Billede
Nýtt Sjálvstýri hevur aftur broytt navn - og fer nú, eftir øllum at døma, at broyta navnið til Sjálvstýri.

- Seinast stevnuskráin varð tillagað var í 1997, og er okkara samfelag munandi broytt síðani, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Flokkurin er í einari broytingartíð, og seinasta árið er tingmannatalið tvífaldað, samstundis sum flokkurin.

JáH (y) 22.02.2017
Kelda: Jón Brian Hvidtfeldt, Bjarni Mohr/KVF

Comments

Trump byrjaður at tveita fólk út úr Amerika

21/2/2017

Comments

 
Billede
Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump er byrjaður at tveita fólk úr Amerika. Talan er um ólóglig flóttafólk, ljóðar tað úr tí Hvíta Húsinum.

Trygdarráðið er í ferð við at venja 10.000 nýggjar agentar, sum skula deportera ólóglig flóttafólk og herða um grensurnar í Amerika.

JáH (y) 22.02.2017

Comments

Nýggja forboðið hjá Trump liðugt hesa vikuna

20/2/2017

Comments

 
Billede
Eftir at Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump setti forboð fyri at 7 lond ikki sluppu at reisa til Amerika - hevur Forsetin havt stóran mótgongd.

Forboðini hjá Forsetanum blivu avvíst og tikin úr gildið av einum amerikonskum rættarstóli, men Forsetin sigur, at tey nýggju forboðini hjá Amerika vera sett í verka hesa vikuna.

JáH (y) 21.02.2017 

Comments

Pence visti onki um Flynn

14/2/2017

Comments

 
Billede
Amerikanski Varaforsetin Mike Pence visti ikki onki um fyrrverandi trygdarráðgevan Michael Flynn, sum Donald J. Trump hevur givið sekkin - eftir at tað er komið framm at Flynn hevur tosað við russiskt sendiboð.

Amerikanski Forsetin, Donald J. Trump leitar nú eftir einum nýggjum Trygdarráðgeva og sigur at innan stutta tíð so hevur hann funnið sær ein nýggjan.

JáH (y) 15.02.2017 

Comments

Søguligur sáttmáli við serlæknarnar

6/2/2017

Comments

 
Billede
Eitt týðandi stig er nú tikið fyri at tryggja eina støðugari tilgongd av serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya hevur við sær, at tað bæði verður lættari at útvega og at fáa serlæknar at støðast í Føroyum.  
​
"Nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt veruligt frambrot. Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá serlæknunum gera ein sáttmála. Søguligi sáttmálin tryggjar, at Føroyar gerast kappingarførar, tá umræður at fáa fleiri læknar í Føroyum. Vit hava í nógv ár havt eina ósmidliga og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki í nóg stóran mun hevur kveikt hugin hjá serlæknum at flyta til Føroya. Eg vænti, at nýggi sáttmálin fer at gera tað lættari at fáa fleiri serlæknar til Føroya," sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Les meira HER

Kelda: Løgtingið


Comments

François Fillion: Eg havi onki at goyma

6/2/2017

Comments

 
Billede
Forsetavalevni François Fillion úr Fraklandi hevur júst havt ein almennan fund fyri fjølmiðlunum, at hann ikki hevur framt nakað ólógligt og sagt at hann onki hevur at goyma.

Les meira um politikk HER

Valevni hjá tí konservativa flokkinum saman við konuni og barni er skuldsett fyri at taka ímóti pengum hjá skattgjaldaranum fyri arbeiðið, sum tey ikki hava gjørt.

JáH (y) 06.02.2017

Comments
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly