NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stóribeiggin hjá Castro deyður

24/2/2016

Comments

 
Billede
Nú er so stóribeiggin hjá Fidel Castro deyður. Ramón Castro bleiv eisini kallaður fyri Mongo og doyði 91 ára gamal.

Fidel Castro (nú 89 ár) sjálvur gavst sum forseti í 2008 grunda av heilsu, og har tók so miðbróðurin, Raúl Castro yvir og síðan hevur Kuba - fyri so vítt - havt tveir forsetar í longri tíð.

JáH (y) 24.02.2016

Comments

Serfrøðingarnir: Trump fer at vinna í Nevada

24/2/2016

Comments

 
Billede
Serfrøðingarnir meta, at ríkmaðurin Donald Trump eisini fer at vinna í Nevada og sostatt vinnur hann fyri triðju ferð - um so er.

Amerikumenn eru troyttur av politikkinum hjá forsetanum Barack Obama og meta, at Trump verður tann persónurin, sum fer at gera Amerika stórt aftur. Serfrøðingar aðrastaðnis frá - eru tó bangnir fyri politikkinum hjá Trump, sum tykist at vera:

Um tað ikki verður gjørt uppá mín máta, so verður tað slett yvirhøvur ikki gjørt ... Basta!

JáH (y) 24.02.2016

Comments

Trump vann stórt í Suður Karolina

21/2/2016

Comments

 
Billede
Donald Trump vann stórt í Suður Karolina og vann hann stórt, tí heili 10 % varð ímillum hann og næsta mannin, Mario Rubio (Rubio vann sera tepurt yvir Cruz annars).

Og Jeb Bush fekk gron av hesum og hevur tískil valt at gevast sum valevni.

JáH (y) 21.02.2016

Comments

Hillary vann undanvalið í Nevada

21/2/2016

Comments

 
Billede
Hillary Clinton vann yvir Bernie Sanders undanvalið í Nevada ...

Clinton fekk 53 % av steimmunum og Sanders fekk 47 %, so samanlagt so førir Hillary Clinton og kann sostatt enda sum Forseta-valevni 2016 fyri Demokratarnir.

JáH (y) 21.02.2016

Comments

Biden: Trump verður sikkurt Forsetavalevni 

19/2/2016

Comments

 
Billede
Vara-forsetin Joe Biden heldur, at tað er saktans sannlíkt, at ríkmaðurin Donald Trump fyri tann tjóðveldis-sinnaða flokkin, Rupublikanarnir, verður Forseta-valevni, tí at Trump dugir nevniliga at raka ræðsluna hjá tí amerikanska fólkinum í hansara talum.

JáH (y) 19.02.2016



Comments

Nú hoyrist einki frá Kringvarp Føroya

18/2/2016

Comments

 
Billede
Fyri einum árið síðani hevði kringvarpið fleiri sendingar um føroysku fiskivinnuna, har ið bæði landsstýrismaðurin, vinnan og fiskimenn blivu mistonkiliggjørdir.

Eitt ár seinni koyrir skipanin á sama hátt sum hon gjørdi áðrenn, men nu er annar landsstýrismaður, og tí hevur kringvarpið ongar kritiskar spurningar til førda politikkin.

Sera áhugavert, nú einki hoyrist til Kjartan Hoydal, Høgna Hoydal og Kringvarp Føroya.

Her filmsklipp, sjá niðanfyri, har Jacob Vestergaard vísir ósannindunum og uppáhaldunum um fiskivinnuna frá KVF aftur.

Kelda: Jacob Vestergaard

SáH

​

Comments

Uppstillingarfundur í Havn ímorgin

17/2/2016

Comments

 
Billede
Fyrsti uppstillingarfundur til býráðsvalið verður hóskvøldið 18. februar kl. 19.30 í hølum felagsins í Jónas Broncks gøtu 29. Øll fólkafloksáhugað eru vælkomin.

Havnar Framburðsfelag​

Comments

Trump hóttir Cruz á Twitter

13/2/2016

Comments

 
Billede
Donald Trump, valevni hjá tí Tjóðveldissinnaða flokkinum í Amerika - hóttir við at saksøkja valevni, Ted Cruz úr sama flokki um Cruz ikki gevst við at baksverta Trump.

Donald Trump er ikki bangin fyri at siga mong tossutt ting um hini valevnini - men sigast skal at hann tolir also ikki for nógv av sjálvur.

- Um Cruz ikki gevst við at baksverta meg og gjalda fyri negativa lýsingar, so havi eg grundarlag fyri at saksøkja hann fyri ikki at vera føddan í Amerika, skrivar ríkmaðurin Donald Trump úr tí Republikanska flokkinum á Twitter ígjár.

Annars so vilja serfrøðingar vera við til, at um Donald Trump endar sum forseti í Amerika, so fer tað at vera eitt satt kaos í heiminum, tí hesin maður simpulten ikki er til at stóla uppá.

JáH (y) 13.02.2016

Comments

Meðan vit bíða

12/2/2016

Comments

 
Billede
Nógv bendir á, at samgongan veit ikki síni livandi ráð í samband við nýskipan av fiskivinnuni . Nú er samgongan ikki so skrásikkur og hástór og ikki heilt so klók longur.   Vit hava næstan onki hoyrt ella sæð  til løgmann síðan valið. Kanska Kvf fer at gera eina “horvnir føroyingar” sending  um hann.

Vinstra samgongan hevur sett eina serfrøðinganevnd at arbeiða við at seta uppboðssølu á stovn. Stóra nevndin hevur bara eitt ella tvey umboð, sum koma frá fiskivinnuni. 

At bert eitt ella tvey umboð fyri fiskivinnuna er við í serfrøðinganevndini, skal møguliga síggjast  í ljósinum av tí,  sum tingformaðurin Páll á Reynatúgvu segði, at vinnan ikki mátti  blíva ov  stór og sterk.  Vinnan skal í mestan mun haldast uttanfyri og skal hava sum minst ávirkan. Vit kunnu bara  ímynda okkum, hvar Mærsk hevði verið í dag, um myndugleikarnir høvdu lagt forðingar í vegin í byrjanini hjá Mærsk.  Um teir t.d. blivu steðgaðir av einum øvundsjúkum reyðum blokki, tá teir áttu 5 skip ?  

Kortini hjá serfrøðingunum skulu haldast so tætt at kroppinum, at ongin skal fáa at vita hvat teir arbeiða við. Onki samskifti við almenningin, nevndin vil hava arbeiðsfrið. 

Hetta er sama samgonga sum áðrenn løgtingsvalið tosaði um opinleika, gjøgnuskygni, innlit og rúmligheit. Vit minnast øll til cip-málið. Núverandi samgonga førdi fram og koyrdi hart á saman við Kvf, at alt skuldi fram og kravdu opinleika. Hesin arbeiðshátturin  kundi týtt uppá eitt nýtt cip-mál, men nú eru ongar kritiskar røddir at hoyra. Hvar er rættartrygdin, opinleikin og innliti, sum tey áðrenn valið løgdu so stóran dent á - ella lótu sum um.

Hendan samgongan vann  valið m.a. uppá uppboðssøluna við at billa fólki inn, at alt fór at blíva meira rættvíst. Eg standi undrandi - hvørja vitan og hvørjar royndir aðrastaðni frá verður uppskotið um uppisølu bygt á? Ein kann eisini undrast á, hví tað eru lutfalsliga so fá fólk frá fiskivinnuni í bólkinum.

Nú  hevur samgongan skjótt sitið í eitt hálvt ár, og vit bíða framvegis.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Comments

Donald Trump: Vit gera Amerika stórt aftur

10/2/2016

Comments

 
Billede
Donald Trump vann stórt yvir Ted Cruz í New Hampshire og somuleiðis so vann Bernie Sanders eisini stórt ímóti Hilary Clinton.

Men kemur tað til undirhald, so er onki at ivast í, at Trump er tann persónurin, sum dugir best at undirhalda:

- Vit skula endurreisa herin hjá okkum og herurin skal vera so stórir, at ONGIN torir at fara í kamp við okkum. Vit fara at gera Amerika stórt aftur og so skula vit eisini í holt við at byggja handan veggin - og síðst men ikki minst - vit skula knúsa IS, segði Trump eftir sigrinum í New Hampshire.

JáH (y) 10.02.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.