NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Landsstýrið latið Løgtinginum 33 uppskot

27/2/2015

Comments

 
Picture
Landsstýrið hevur í dag latið Løgtinginum 33 uppskot. Talan er um 28 lógaruppskot, trý ríkislógartilmæli og tvey uppskot til samtyktar.

Uppskotini verða løgd fram, áðrenn framløgufreistina 6. mars 2015.

Uppskotini eru fjølbroytt og koma frá flest øllum stjórnarráðunum.

Millum uppskotini, ið Løgtingið í næstum skal taka støðu til, eru: Broytingar í løgtingslóg um vápn, uppskot til Løgtingslóg um fjarskifti, uppskot til samtyktar um at góðkenna endurskoðaða NAFO-sáttmálan, uppskot til samtyktar um Horizon 2020, uppskot til broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul og uppskot til løgtingslóg um stuðul til privatar fjølmðlar.

Øll uppskotini kunnu lesast her

Í tingsetuni hevur landsstýrið latið Løgtinginum í alt 52 uppskot. 

Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Løgtingsval 2015: Ikki ein kvistur verður bygdir í Tórshavn

24/2/2015

Comments

 
Picture
Her verður ikki ein kvistur bygdir í Havn, segði Rigmor Dam fyri nøkrum mánaðanum síðani á Tingsins røðarapallið og segði at Norðoya Mafian hevði skyldina av tí.

Tann 23. februar setti Karsten Hansen spakan í fyri einum projekti uppá yvir 500.000,00 kr. á Landssjúkrahúsinum.

Á Marknagili er eitt ørvitisprojekt fyri góðar 1. milliard ígongd, Bjørn Kalsø​ setti spakan í tað. 

Bank Nordik niðurleggur allar deildirnar í Føroyum, so ørvitisprojektið hjá teimum kann byggjast í Tórshavn. 

Posta niðurleggur eisini allar deildirnar í Føroyum, so øll umsiting verður í Tórshavn og teir byggja ella umvæla fyri milliónir júst nú.

Fótbóltssamband Føroya hevur bygt fyri 10 tals milliónir í Tórshavn.

Skansin skal bombast sundir, so aftur eitt ørvitisprojekt skal byggjast á einum brimplássið osv, osv, osv. Hvør er Mafian ídag, eru tað Norðoyingarnir ella kanst tú upplýsa okkum tað Rigmor Dam, Javnaðarkvinnan í Kontórshavn?

Hetta skrivar Norðlýsið tann 23.02.2015: 
Síðan 2013 til í dag hevur løgtingið játta umleið 1,2 mia. kr. í almennar bygningar (almenn arbeiðspláss). Av hesum er umleið 1,1 mia. beinleiðis brúkt innan fyri Molan í Havn meðan einans 100 mió. Kr. er játtaðar til almennar bygningar (almenn arbeiðspláss) í restina av landinum. 

Eg má spyrja, sita bara okkara politkkara í útjegarnum hendur í favn og hyggja at hesum óskilinum, ímeðna útjegarin spakuliga bløðir út. 

Sjálvandi skuldi tit allir tikið tykkum saman í ein bólk og so farið í hernað ímóti sentralisering og so sett gongd í desentraliseringina. Føroyar eru nógv ríkari við fleiri oyggjum, ístaðinfyri sum nú.  alt verður  koyrt til Havnar.

SáH

Comments

Løgtingsval 2015: Kringvarpið sín stóra lut í sentraliseringini

24/2/2015

Comments

 
Picture
Hetta segði tað almenna Føroyar í 2013, sjá filmsklipp herundir, har journalisturin Høgni í Jákupsstovu í Kringvarpinum, segði somu orð sum Rigmor Dam og kallaði okkum her norðuri "Norðoya Mafian".

Men hví tosar Kringvarpið ikki um, hví so nógvir pengar enda í Tórshavn, heilið 1.1 milliard síðani 2013 til almennar bygningar og bert 100 milliónir eru endaðar til allar hinar oyggjarnar í Føroyum.

SáH

Comments

Løgtingsval 2015: Dialysuviðgerðina til Klaksvíkar Sjúkrahús

19/2/2015

Comments

 
Picture
Stilli eg upp til Løgtingsvalið 2015 og verið valdir inn, so er eitt tað fyrsti eg ætli mær at gera og tað er at fáa Dialysuviðgerðina norður til Klaksvíkar Sjúkrahús skjótast gjørligt, so vit kunnu hjálpa okkara sjúklingum her norðuri.

Síðani vit stovnaði Facebook bólkin tann 29. januar 2014 eru fleiri Dialysusjúklinar deyðir her norðuri, minnist eg rætt, so eru fýra deyðir og høvdu hesi havt betri umstøður, so er ikki óhugsandi, at vit høvdu havt teirra ímillum okkum enn.

Tað má vera sera strævið og tungt, at fara heilt suður til Havnar til viðgerðar og vera har í fleiri tímar og síðani koyra norður aftur. Hevði tað ikki verið betur, at tað bleiv gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið?

Onkuntíð í vetur hava okkara sjúklingar, ikki kunna koma suður til Havnar, tí vegirnir hava verið stongdir og tað hevur verið kolandi stormur júst tann dagin, tey skulu suður til Havnar til viðgerðar og tá hevur tað staðið sera illa til hjá teimum, men so hevur tað almenna fyriskipa, at tey kundi fara við Ternuni via Toftir, men sjálvandi hevði tað verið betur, um vit eisini høvdu hesa tænastuna í Klaksvík.

Nokk er tosað, tað skal handlast og nú hevur Karsten Hansen havt ríkiliga tíð at fingið hatta uppá pláss.

Símun á Høvdanum

Comments

February 19th, 2015

19/2/2015

Comments

 
Comments

Tað eigur at vera samsvar millum arbeiðsbyrðu og samsýningar í almennum nevndum

11/2/2015

Comments

 
Picture© Løgmansskrivstovan
Løgmaður hevur svarað uppá 52a fyrispurningur frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um útsøgn løgmans at minka um talið av almennum nevndum og ráðum. Í svarinum sigur løgmaður m.a., at tað eigur at vera eitt rímiligt samband millum arbeiðsbyrðu og stødd á samsýning. Mannagongdin er, at Lønardeildin skal góðkenna samsýningar. Landsstýrið ásetur ella góðkennir ikki samsýningarnar í almennum partafeløgum. Ein bólkur er settur at gera uppskot um, hvussu landsins eigaraskapur skal verða útintur almennum partafeløgum, heruppí um løn til nevnd og stjórn.

Les meira HER

JáH (y) 12.02.2015
Kelda: Løgmansskrivstovan

Comments

Hvar liggur frambrotið Karsten ?

10/2/2015

Comments

 
Picture
At landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen, fór at brúka mandatið hann fekk í lut hetta valskeiðið, til at niðurleggja funktiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, høvdu fá roknað við. Tað hevur gingið ein lang og strævin tíð hjá sjúklingum og starvsfólki at bíða inntil hann fór at melda út. Tá hann nú endiliga, eftir meira enn trý ára umhugsunartíð skar ígjøgnum, so mundi fáur roknað við, at hetta fór at blíva úrslitið. Men tað er nú hent. Allar skurðviðgerður innan urologiina skulu av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Suðuroyar Sjúkrahús og á Landssjúkrahúsið.

Slagorðið var, at dupultfunktiónirnar skuldu burtur. Úrslitið er, at nú er urologiin flutt á trý ymisk støð. Hvat frambrot er í hesum ? Eg dugi íhvussu er at síggja eitt stórt vónbrot og afturstig fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hvar er sjúklingurin í øllum hesum?

Tað, sum stendur eftir er, hvar er sjúklingurin í øllum hesum? Nú skal hann til undankanning í Klaksvík. Til Suðuroyar ella til Havnar at skurðviðgerast og til samtalu í Havn. Sjúklingarnir eru ikki í tí yngra endanum og mugu teir tí oftast hava fylgjara við. Fyrr skuldu teir eitt stað og tað var í Klaksvík - nú skulu teir kanska trý støð.

If it works, don´t fix it !

Urologiin hevur verið vælvirkandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í minst 20 ár. Avvarðandi serlækni hevur enntá verið í fjølmiðlunum og róst starvsfólkunum á sjúkrahúsinum í hesi sergrein. Sjúklingur hevur eisini so seint sum í hesi vikuni verið í sjónvarpinum og róst sjúkrahúsinum fyri viðgerðina, sum hann hevði fingið á KS. Nú knappliga, sum snarljós av klárum himni verður hálsað um. Nú er knappliga best at skurðviðgerða á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Er nakað nýtt komið fram, sum vit ikki vita um ? hvat er orsøkin til at urologiin skal flytast ? Vit standa øll total spyrjandi .

Urologiskt ambulatorium ?

Urologiskt ambulatorium er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað hevur tað verið í nógv harrans ár. Vísandi til frágreiðingina frá Heilsumálaráðnum, so skal nú eitt urologiskt ambulatorium aftrat setast á stovn á Landssjúkrahúsinum ? Er tað ikki ein dupultfunktión at stovnseta eitt ambulatorium aftrat á Landssjúkrahúsinum, tá eitt longu er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frammanundan ? Hvat er meiningin við hesum ?
Haldi at landstýrismaðurin skyldar Klaksvíkar Sjúkrahúsi og norðoyingum eina frágreiðing um hesa støðutakan og upplýsa okkum um, hvar frambrotið liggur ? Hvat er grundin til hetta ? Hví verður hetta gjørt og kallað fyri eitt frambrot ?
Einasta sum í framtíðini verður eftir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi innan urologiina eru undankanningarnar. Enntá serlæknin verður fluttur av sjúkrahúsinum.
Tað er helst bara ein spurningur um tíð, so finna teir “klóku” útav, at tað ikki er so smart at hava undankanningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. So verða tær eisini burturfluttar.
Hvat tað næsta verður heilsumálaráðharrin fer at skera ígjøgnum við, kunnu vit bara gita okkum til. Tíbetur hava vit minni enn eitt ár eftir av hesum valskeiðnum. Havandi í huga, at tað tók meira enn 3 ár hjá landsstýrismanninum at fremja hesa ljótu gerð ímóti Klaksvíkar sjúkrahús, sum er eitt stórt vónbrot. So kunnu vit kanska vóna, at hann ikki megnar at fremja fleiri vónbrot fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hvat skal verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ?

Vildi sera gjarna enn einaferð spurt Heilsumálaráðharran, hvørjar funktiónir skulu verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Higartil hevur hann einans megnað at skorið ígjøgnum hvørjar funktiónir IKKI skulu vera her. Ert tú í ferð við at tøma Klaksvíkar Sjúkrahús ?
Vit eru dagliga vitni til, hvussu sjúkrahúsið spakuliga verður niðurlaga og niðurpínt. Hvat er meiningin við at brúka 15 mill. uppá Klaksvíkar Sjúkrahús, tá tað spakuliga verður dripið innanífrá.
Undangongumaðurin í heilsumálum flutti føðideildina og nú verður urologiin flutt.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur uppbygt og specialiserað seg innan urologi í eini 20 ár. Hví skal tað nú partú flytast á onnur sjúkrahús ? Hví kann hetta ikki verða á KS í frið. Tað hevur jú fungerað útmerkað og er blivið nógv róst. Totalt langt úti, at broyta nakað sum fungerar optimalt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur.


Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.