NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Avgerðarrættur í útlendingalógini á føroyskar hendur

23/1/2019

Comments

 
Billede
Í næstum verður stórur partur av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini fluttur á føroyskar hendur. Sostatt fara føroyskir myndugleikar nú at taka avgerð um, hvørjir útlendingar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.

Hetta er greitt eftir at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur fingið semju við donsku stjórnina um at yvirtaka umsitingina av avgerðunum um uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini. Semjan merkir, at Útlendingastovan fer at umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi o.a.

“Hetta er avgjørt eitt fet tann rætta vegin. Hetta er tann parturin av útlendingamálum, sum er mest viðkomandi fyri okkum í Føroyum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Higartil hevur Útlendingastovan í flestu førum ikki verið kunnað um endaligu avgerðirnar, og tískil hava føroyskir myndugleikar ikki vitað, hvør fær og hvør ikki fær uppihaldsloyvi í Føroyum. Útlendingastovan hevur virkað sum hoyringspartur hjá donskum myndugleikum, tá ið talan er um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

“Við hesum leistinum fáa vit ment okkara førleikar á útlendingaøkinum, og tað er ein umráðandi liður í fyrireikingunum til samlaðu yvirtøkuna av útlendingaøkinum, sum eisini fevnir um marknaðareftirlit. Yvirtøkuarbeiðið heldur tí fram,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja uppskot til ríkislógartilmæli fyri Løgtingið um at gera tær broytingarnar í útlendingalógini, sum skulu til fyri at føroyskir myndugleikar frameftir taka avgerðir um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi o.a.

Í fyrsta umfari verða reglurnar fyri innferð og uppihald í Føroyum ikki broyttar, men tað verður ásett, at føroyskir myndugleikar í eini komandi løgtingslóg um integratión kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at viðkomandi útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar og tískil skulu lúka málslig krøv umframt at hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur.

Uppskotið til ríkislógartilmæli fer til hoyringar í dag, sí her og her. Miðað verður ímóti, at Føroyar taka yvir málsviðgerðina á Ólavsøku í ár.

Comments

Sjúklingatrygdin á roulettina hjá Tjóðveldi

23/1/2019

Comments

 
Billede
Landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi hevur nú boðað frá, at landslæknaembætið skal yvirtakast - og Javnaðarflokkurin bara hyggur at og letur standa til

Landslæknin hevur til høvuðsuppávu at styrkja sjúklingatrygdina við at hava eftirlit og góðkenning av heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum. Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til at tryggja eitt trygt og gott heilsuverk.

Men nú vil landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, at landslæknaembætið skal yvirtakast uttan at vit vita, hvat kemur í staðin.

Hon hevur eisini nýliga noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum, ið kundi sett veruliga gongd á menningina innan diabetesviðgerðir í heilsuverkinum.

Hon noktar harafturat at taka ímóti gávum til at listprýða nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Hvussu langt sleppur landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi at spæla sær uttan at Javnaðarflokkurin so mikið sum setir spurnartekin við hesar avgerðirnar.

Og alt hetta hendir, meðan løgtingsnevndirnar ikki sleppa til arbeiðis, tí samgongan ikki fær manna lið.

Sambært løgmanni er hetta ikki ein fólkaræðisligur trupulleiki, tí landsstýrið er arbeiðsført. Ein staðfesting frá løgmanni um, at landsstýrið nú ræður øllum, eisini løgtinginum.

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Comments

Byggigølan Á Glasi – Tey Eru Skelka!

22/1/2019

Comments

 
Billede
Nú gremja tey seg, løgmaður, landsstýrisfólk og ikki minst forkvinnan í Fíggjarnevndini, um støðuna á Landsverk, og fleiri av teimum eru skelka.
Ógoldnar rokningar fyri 10-tals milliónir eru funnar á Landsverk seinastu dagarnar og tey vænta at finna fleiri. Ruðuleikin er fullkomin.

Tey látast sum um tey onki hava hoyrt og siga seg vera óvitandi um óskilið viðvíkjandi byggingini av Glasir, og leiklutinum hjá Landsverk.
Hettar er ikki so. Tey eru væl og virðiliga kunnaði, øll somul.

Kunningin, sum byrjaði í 2016, er farin fram undir orðaskiftum í Løgtinginum í samb. við munnligar fyrispurningar og viðgerðum av eykajáttanum til Glasir. Sama kunning er farin fram í Fíggjarnevndini, eisini meðan landsstýrisfólkini hava verið á fundi í Fíggjarnevndini saman við Landsverk.

Í 2016 bað eg um at landsstýrisfólkini blivu kallað í samráð í Fíggjarnevndina, men hesum noktaði meirilutin, samgonguumboðini, fyri. Tí er tað óskiljandi, at forkvinnan í Fíggjarnevndini, saman við øllum hinum, nú er skelka og tosar um at “her má annað skil koma í”, tá tey ikki hava lurtað eftir teirri kunning tey hava fingið og beinleiðis nokta fyri at kallað landsstýrisfólkini í samráð, fyri at fáa meiri kunning.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum sjálvur eitt skifti var stjóri á Landsverk, hevur sett fleiri kanningar í verk, stuttu tíðina hann hevur sitið sum landsstýrismaður, men hevur enn ikki funnið allar tær ógoldnu rokningarnar. Løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, hevur, honum so líkt, ikki tikið ábyrgd av nøkrum sum helst. Hann hevði fult álit á landsstýrisfólkunum, sum hava brúkt meira enn 50 milliónir í heimildarloysi.

Tað hevði verið best fyri allar partar, at samgongan legði frá sær, so ruddast kann upp í ruðuleikanum.

Jacob Vestergaard

Comments

​Eysturoyartunnilin Gongur Skjótt

20/1/2019

Comments

 
Billede
Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen var fríggjadagin 18. januar, saman við stjóranum í Eysturoyartunnlinum, heilt niðri við endan av tunnlinum.

Sprongt varð tann 17. januar í tunnlinum, og nú eru 1448 metrar eftir, til tunnilin kemur saman. Tilsamans mangla 80% av tunnlinum, men har gongur skjótt.

Landsstýrismaðurin og stjórin vóru -189 metrar undir sjóvarmálanum, og hetta er djúpasta stsðið í tunnlinum yvirhøvur.

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, sigur:
“Tað er ein verulig og stór gleði, at tunnilin kann koma saman hampiliga skjótt. Arbeitt verður av lívsins kreftum, og sprongt verður fyri tunnlinum. Tað er positivt, at arbeiðið gongur skjótt, og væntað verður, at í mars mánaða kemur tunnilin saman. Vit høvdu eitt sera gott upplivilsi í tunnlinum”.

Comments

Vaksandi ferðavinnan í Føroyum

16/1/2019

Comments

 
Billede
Ferðavinnan í Føroyum er alsamt vaksandi og tykist ongan enda at hava. Ferðafólkini streyma inn í okkara land, men hvørjum gagnar tað? Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at hetta er fantastiskt fyri Føroyar, men spyrt tú bóndurnir á smáplássunum, so eru tey mongu ferðafólkini ein stórur trupulleiki fyri teirra virksemi við føroyska landbúnaðinum longu nú. Alt bendir á, at talið á ferðafólki verður nógv vaksandi og vit mugu ansa eftir, at vit ikki enda í somu støðu sum Ísland er í.

Taka ikki hædd fyri smáplássunum.
Í grein á portal.fo í 2016 segði Guðrið Højgaard: “Tíbetur fylgir ferðavinnan við, og byggir út í takt við vaksandi eftirspurningin. Fleiri minni gistingarhús eru komin afturat seinasta árið. Okkara gistingarhús, matstovur og útboð av virksemi hava ongantíð verið betur og størri, og gestir okkara eru sera vælnøgdir.” 
Tíverri, so kann ikki sigast, at viðurskiftini á smáplássunum runt um í landinum samsvara við útsagnina hjá Guðrið. Taka vit Saksun sum dømi á hesum økinum, so eru sera nógv ferðafólk og vitja í Saksun, men flestu teirra koma, fara og leggja einki eftir seg. Úrslitið er, at ferðafólk fara ein túr í hagan, út á Lógv, taka nakrar flottar myndir og so fara tey í bilin og koyra avstað aftur, tá ið røttu myndirnar eru kliktar. Bóndin í Saksun hevur verið sera nógv frammi í miðlunum, tí hann ikki fær arbeiðsfrið. Ferðafólkini ganga á lendinum hjá festarinum og í lembingartíðini renna tey eftir lombunum fyri at fáa røttu myndirnar. Hetta darvar arbeiðinum hjá bóndanum nógv.

Ferðavinnan er ov óskipað.
Í einum lýsingahefti hjá Visit Faroe Islands varð í 2017 lýst soleiðis: “stop your car where you are, and go out for a walk”. Vaksandi trupulleikin við ferðafólkum, sum koma í neyð í haganum, er ein avleiðing av óskipaðu viðurskiftunum í Føroyum. Tá ið lýst verður, at man kann ganga runt har einum lystir, so er ikki løgið, at ferðafólk ganga seg í óføri á okkara klettum. Á fleiri av smáplássunum í Føroyum ganga ferðafólkini har, ið teimum lystir, tí tað eru ikki nokk av skeltum, sum seta avmarkingar. Úrslitið av hesum hevur verið, at fólk eru komin til skaða og onkur eru enntá omandottin. Javnan verða tyrlan og fjallaklintrarar boðsend, tí óvitandi ferðafólk hava gingið seg í óføri. Slík viðurskiftir mugu fáast í rætt lag, um vit skulu fáa eina væl skipaða ferðavinnu í Føroyum. Tað mugu verða skeltingar, ið vísa greitt hvar gott er at ganga.

Miðsavnanin av vinninginum.
Í grein á portal.fo 06/06-2018 sigur Guðrið Højgaard soleiðis: “Størsta avbjóðingin hjá okkum komandi tíðina verður at fáa fatur á arbeiðskraft. Seingjarplássini hevur verið ein fløskuhálsur, sum verður loystur komandi tíðina, men nú verður avbjóðingin at finna nokk av starvsfólkum, sigur Guðrið Højgaard, sum væntar, at næstu tvey árini fer tørvur at vera á 200 til 400 nýggjum ársverkum í ferðavinnuni í Føroyum.”
Tað er sjálvandi at gleðast um, at ferðavinnan skapar fleiri arbeiðspláss í Føroyum, men hvør fær ágóðan? Øll hotellini, ið verða bygd í løtuni, verða bygd í Havnini. Inntøkan úr ferðavinnuni endar í størstan mun í Havn og verður ikki deild út til økini, ið eru harðast rakt av ferðavinnuni. Hetta er ein sera stórur trupulleiki, tí tað er á smáplássunum, at fólk verða mest ávirkað av vaksandi ferðavinnuni. Tað kann ikki verða upp til bóndan, ið hevur nokk við sítt dagliga arbeiði, at verða noyddur at standa og selja kaffi til tey ferðandi. Víst hevði tað sikkurt givið yvirskot í lumman, men so høvdu tímarnir í arbeiðsdegnum ikki verði nóg nógvir. Tað er umráðandi, at hendan miðsavnanin ikki heldur áfram, men at pengarnir verða deildir út yvir landið.

Ísland merkir avleiðingarnar.
Tá ið tosað verður um ferðavinnu í Føroyum, so verður oftani samanborið við ferðavinnuna í Íslandi. Petur Petersen, sendihærri Føroya í Íslandi, segði soleiðis við in.fo 26/10-2018: “Føroyar eru enn ikki komnar til at merkja tað trýstið, mann hevur í Íslandi, tí mann hevur ein meira kontrolleraðan vøkstur í Føroyum, sigur hann.”
Í Íslandi eru stórir trupulleikar av ferðavinnuni í dag, tí ferðafólkini eru vorðin ov mong í tali og íslendarir eru noyddir at seta avmarkingar í verk, fyri at tálma ferðafólkatalinum. Ferðafólkatalið í Íslandi er tvífaldað síðani 2010. Til samanberingar við íslensku tølini, so høvdu 300.576 fólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum fyrstu 9 mánaðirnar í 2018, sum er ein vøkstur á 11 prosent í mun til somu tíð í 2017. Heldur hesin vøksturin fram, sum alt bendir á seinastu árini, so verða tað omanfyri 600.000 ferðandi um flogvøllin í Vágum fyrstu 9 mánaðirnar í 2025. 
At Føroyar ikki eru komnar til at merkja trýstið enn, sum er í Íslandi, er gleðiligt, men vit mugu verja fyri, at tað ikki verður soleiðis hjá okkum eisini, áðrenn tað er ov seint.

Vit føroyingar í Føroyum.
Eingin ivi er um, at vit við okkara vøkru oyggjum hava allar møguleikar fyri at skapa eina góða ferðavinnu í Føroyum, sum kann styrkja munandi um føroyska búskapin. Vit hava okkara náttúru, ið mest sum selur seg sjálva, men vit mugu verða betur til at gera gagn av møguleikunum við ferðavinnuni, og Føroyar mugu verða betur skipaðar innan ferðavinnu, áðrenn talið veksur ov nógv. Tað eru føroyingar, ið eiga hetta landi, og tað eru føroyingar, ið fyrst og fremst skulu trívast í hesum landi. Hvat gagnar ferðavinnan Føroyum, um hon ger av við smáplássini í landinum? Tá er einki vunnið.

Eyðstein Zachariasen
Huxa Fólkafloksungdómur

Comments

Tað Bleiv Stemma Nei Til Brexit Avtaluna Í Gjárskvøldið

15/1/2019

Comments

 
Billede
​Undirhúsið í Bretlandi vrakaði Brexit avltaluna við stórum meiriluta í gjárskvøldið. Tað vóru bara 202 sum stemmaðu fyri avtaluni og 432 stemmaði ímóti.

Hetta merkir at heilið 118 limur hjá Theresu May stemmaði ímóti henni og hetta var eisini væntandi, sostatt eitt klokkuklárt NEI til  Brexti avtaluna.

Undirhúsið hevur stemmað og stjórnin ætlar at lurtað eftir Undirhúsinum, segði Theresa May beint eftir at atkvøðan hevði verið.

SáH

Les eisini: May ávarar um tey ætla at fella hana

​

Comments

Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um at sleppa at velja til løgtingsvalið

13/1/2019

Comments

 
Billede
​Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsóknarblað fæst teldutøkt á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum og kann útfyllast og útskrivast beinleiðis av heimasíðuni. Til ber eisini at fáa umsóknarblað frá kommununum og føroysku viðskiftastovunum. Sí umsóknarblaðið her

Á umsóknarblaðnum skal tann lesandi eitt nú upplýsa heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðið. Tað er ikki longur neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum.

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Heitt verður á tey lesandi, sum búgva uttanlands, um longu nú at søkja um at koma á vallistan til komandi løgtingsval.

Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Lesandi uttanlands kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, t.d. sendistovur og donsk fólkayvirlit. Tað er eisini møguligt at greiða brævatkvøðu á einum fólkayvirliti í Føroyum. 

Kelda: www.himr.fo

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.