NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Øll State of the Union talan hjá Trump (Video)

30/1/2018

Comments

 
Billede
Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump, hevur júst hildið sína fyrstu State of the Union talu fyri teim amerikonsku fólkunum.

Hetta varð ein góð tala, sum talaði til hjørtini hjá republikaranum og demokratunum.

Umboðsmaðurin hjá demokratunum, Joe Kennedy III helt eina røðu - eftir taluna hjá Trump - men talan varð ikki líka gott skipað, sum tann hjá Trump og varð talan eisini sera stutt - ímun til taluna hjá Trump, sum vardi í góðar 1 tíma og 20 minuttir. Joe Kennedy III er abbasonur Robert F. Kennedy - sum varð bróðurin hjá John F. Kennedy.

Sjá taluna hjá Trump og Kennedy niðanfyri:

JáH (y) 31.01.2018

Comments

Málsligt samstarv millum minnilutatjóðir í Evropa

30/1/2018

Comments

 
BilledeMynd: Í tingsalinum hjá Fríslandi (Fryslân) í Leeuwarden 26.01.18 Frá vinstru: A.A.M. Brok, King's Commissioner í Fryslân; Aftara rað frá vinstru: Deo Debattista av Malta; Sietske Poepjes frackers Fryslân; Nia Lewis frá Wales Fremra rað frá vinstru Rigmor Dam, Eileen Mannion úr Galway í Írlandi; Irene Larraza Aizpurua úr Baskalandinum
​Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, var um vikuskifti í býnum Leeuwarden, sum liggur í landspartinum, Frísalandi, í Hollandi.

Har hitti hon umboð fyri fleiri tjóðir, sum eru minnilutar í størri ríkjum ella økjum - til dømis úr Írlandi, Wales, Baskaralandinum og Malta. Felags fyri hesi londini er, at tey øll hava sín egna sterka samleika og mentanararv, umframt sítt egna mál, sum dagliga verður talað.

Býurin Leeuwarden er kosin at vera Mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2018 - og sum part av setanini av hesum mentanarárinum var Rigmor Dam í kjaki við umboð úr áðurnevndu smátjóðum um menning og varðveitslu av minnilutamálum.

Rigmor Dam greiddi í hesum sambandi frá støðuni hjá føroyska málinum, og hvussu vit røkja og menna tað, umfrat at hon greiddi frá átakinum við málsligari menning hjá børnum. Tað vakti eisini miklan ans og bergtøku, tá landsstýriskvinnan vísti á síðuna Faroe Islands Translate, har útlendingar kunnu skriva orð inn, sum síðani verða umsett av vanligum føroyingum. 

- Samanumtikið snúðu fundirnir seg um týdningin av at styrkja og menna smáu uppruna málini í Evropa - og at menna eitt samstarv tjóðanna millum. Hóast málini og mentanirnar eru sera ymiskar, so er avbjóðingin í stóran mun tann sama hjá okkum øllum, tí enskt troðkar seg framat allastaðni. Vit eru eisini samd um, at vit mugu leggja doyðin á at rótfesta børn og ung í málinum, um ikki málini skulu doyggja út, sigur Rigmor Dam.

-  Tað er upplagt við einum tættari samstarvi millum smáu málini í Evropa, tí støða okkara er so eins, og vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum. Vit eiga ikki at undirmeta styrkina, sum liggur í at vera ein partur av tøttum samstarvi í Evropa. Høvuðseyðkenni í Evropa er jú júst breiða fjølbroytnið í mentan og máli. 

Hóast høvuðsdentur varð lagdur á mál og málsliga menning, umrøddu tey eisini støðuna hjá minnilutaøkjum í Evropa, framtíðarsamtarv í Evropa og hvussu vit sum smá samfeløg best tryggja integratión.

Dagarnir vóru skipaðir við framløgum frá øllum luttakarunum, umframt pallborðskjaki.

JáH (y) 31.01.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Donald J. Trump helt eina rimmar talu

30/1/2018

Comments

 
Billede
Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump helt eina rimmar State of the Union talu, sum júst er liðug.

Hann varð ikki bangin fyri at tosað um flóttafólka-politikk, DACA og fleiri onnur ting, sum demokratarnir hildu, at hann fór at lata vera við at gera.

Fjølmiðlarnir hava eisini givið honum rós av hansara talu og halda nú, at henda talan hjá Donald J. Trump hevur gjørt hann meira forsetasligan enn áður meint.

JáH (y) 31.01.2018

Comments

Ein dáragerð

30/1/2018

Comments

 
Billede
​Tað er mær ein gáta, at vælvirkandi og skræddaraseymaða Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík, nú skal flytast inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim. Eitt røktarheim, sum er bygt til røktarheim og ikki læknamiðstøð. Læknamiðstøðin er væl placerað beint við apotekið, góðir parkeringsmøguleikar og er løtt atkomilig hjá øllum. Hædd er enntá tikin fyri útbyggingarmøguleikum. Hetta verður alt gjørt ímóti viljanum hjá serkunnleikanum/kommunulæknunum á staðnum. Ella eru teir ikki eingang eftirspurdir ?

Hetta kann valla kallast annað enn ein dáragerð. Kommunulæknar og heilsustarvsfólk skulu flytast úr eini vælvirkandi læknamiðstøð, sum er skræddaraseymað/bygt til endamálið inn í eitt 34 ára gamalt røktarheim, sum er skræddaraseymað/bygt til røktarheim. Hetta eru tvey vítt ymisk endamál. Tað verður ofta sagt, at vit skulu burtur frá at keypa gamalt og umbyggja til endamálið, og hesum eri eg samd í. Í longdini verður hetta sum oftast ein dýrari og verri loysn enn at byggja nýtt. Her skulu brúkast 15 mill og vit fáa ikki bara onki fyri peningin, men vit fáa eitt verri produkt !

Hetta kann samanlíknast við, at eitt lutfallsliga nýtt og vælvirkandi bakarí flytir inn í ein lutfallsliga gamlan bilverkstað og bilverkstaðurin so flytir inn í bakaríið. Síðani skulu bæði umbyggjast til endamálið. Hol í høvdið vildu vit sagt, og hetta hevði neyvan komið fyri í privatu vinnuni. Hinvegin sýnist tað tíverri soleiðis, at alt ber til innanfyri tað almenna. Kanska serliga væl, tá tað snýr seg um veik og sjúk. Politiskar kabalir verða tiknar fram um. Alt snýr seg um at fáa ávirkan – enntá fyri einhvønn prís.

Standi eisini spyrjandi yvirfyri, at borgarstjórin saman við leiðsluni á KS hevur verið runt á stovnum í Klaksvík og greitt frá, at tey í felag skuldu niðurleggja vælvirkandi læknamiðstøðina, uttan so frægt sum at hava spurt serkunnleikan/kommunulæknarnar á staðnum fyrst ? Fólkið má vera við, annars verður alt til fánýtis.

Umbyggja læknamiðstøðina til røktarheim

Sum rosinan í pylsuendanum er ætlanin harumframt, at læknamiðstøðin skal umbyggjast til eitt røktarheim ?. Álvaratos, hvussu nógvan pening skal Klaksvíkar býráð nú brúka til at umbyggja læknamiðstøðina til eitt røktarheim ? Fer hetta at kosta skattahækking ? Nú má vit og skil koma í aftur. Lat okkum heldur gleðast um, seta prís uppá og varðveita tað, sum virkar.

Eitt er at gjalda skatt, har peningurin fer til eitt gott endamál, og tað sum er neyðugt. Í hesum førinum verða brúktar 15 mió til nakað sum frammanundan virkar og verður gjørt verri. Harumframt skal ein ókend milliónaupphædd brúkast til at broyta læknamiðstøðina til eitt røktarheim. Hesar 15 mill vildu gjørt so øgiliga nógv meiri nyttu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, til ábøtur uppraðfestingar har. Hetta er eiitt skúladømi uppá skilaleyst og nyttuleyst alment oyðsl. Vil staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar um heldur at útbyggja vælvirkandi læknamiðstøðina tá hetta gerst neyðugt til frama fyri brúkarnar av læknamiðstøðini og starvsfólkini har. Fari at endurtaka orðini fyrr í greinini, at ein treyt fyri, at eitt mál skal eydnast er, at tú hevur fólkið við.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna

Comments

​Oyðsl av almennum pengum!

30/1/2018

Comments

 
Billede
Á heystið 2016 kom bóklingurin "Heildarætlan - fyri heilsutænastur í Norðurøkinum út". Her vóru nevnd 10 átøk, ið skuldu fremjast, og flestu kunnugt er flytingin av kommunulæknaviðtaluni harímillum.

Eg taki ikki undir við ætlanini um, at flyta kommunulæknarnar úr Læknamiðstøðini út í Niðristovu. Hetta tykiskt í mínum eygum sum eitt stórt spill av skattgjaldarans pengum, og skilji eg ei heldur ikki grundgevingarnar.

- Víst verður á í 2016, at broytingar mugu fremjast innan kommunulæknaøkið, tí tað er ov óstøðugt. Bert ein kommunulækni er í føstum starvi, og tískil koma fólk til avloysarar, og aldrin til tann sama læknan.

Nú skriva vit 2018. Tann 1.apríl verður tann triði kommunulæknin settur. Tískil eru allar viðtalurnar settar, og hava vit eina støðuga tænastu til borgaran.

- Átak 2 í bóklinginum vísir á, at kommunulæknaviðtalan skal flytast út í Nirðistovu á Norðoya Røktarheimi, og samstundis sum røktarheimið flytur heim á Læknamiðstøðina. Hetta gevur 14 búpláss á Læknamiðstøðina.

At vit skulu flyta kommunulæknarnar úr læknamiðstøðini - ið er skræddaraseymað til endamálið - til eitt 35 ára gamalt røktarheim, og vit samstundis flyta búfólk úr einum heimið við 13 búplássum og einum umlætningarplássi, er burturúr vón og vit!

So alt í alt, so verða 15 milliónir av skattgjaldarns pengum brúktar uppá, at tað skal flytast runt, og har onki er vunnið. Hvørki viðvíkjandi umstøðunum hjá kommunulæknunum ella búpláss til okkara eldri. Vit í løtuni brúk fyri áleið 10 bráðfeingis plássum á røktarheimum nú, og steðgar listin ikki har. Lat okkum heldur taka hond um hetta, ístaðin at fara undir hesa ætlan.

Lat okkum endurskoða ætlanirnar, ið vóru settar út í kortið í undanfarnu býráðssetu, og taka hetta upp til nýggja viðgerð, har vit kunnu taka tey fakligu tilmælini við, ið enn ikki eru blivin hoyrd. Soleiðis fáa vit eina sakliga viðgerð fyri allar partar!

​Beinur Johannesen

Comments

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

26/1/2018

Comments

 
Billede
​Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Føroya Lærarafelag fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Lønirnar hækka 2,3% tann 1. oktober 2017 og 2,5% tann 1. oktober 2018. Hesar hækkingar samsvara við tað, ið landsstýrið hevur sett av til lønarhækkingar komandi tvey árini.

Nýtt í semjuni er, at fyri nýútbúnan lærara, sum fyrsta árið er í starvi, verða játtaðir 40 tímar til samstarv við royndan lærara, soleiðis at hesin fær eina betri byrjan í lærarastarvinum.

Ásetingarnar um barnferð, sum vóru avtalaðar við Starvsmannafelagið áðrenn jól, eru eisini avtalaðar við Lærarafelagið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálunum við Lærarafelagið altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Harumframt eru aðrar ávísar tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

JáH (y) 26.01.2018
Kelda: Fíggjarmálaráðið 25. januar 2017

Comments

Djóni, Høgni og Odd í Býráðið á fyrsta sinni

25/1/2018

Comments

 
Billede
Tá ið býráðsfundurin varð í gjár, vóru ikki færri enn tríggir mans, sum tóku sæti í býráðnum á fyrsta sinni. Allir tríggir eru valdir fyri Javnaðarflokkin.

Djóni N. Joensen er løgtingsmaður og útbúgvin námsfrøðingur.

Høgni Joensen er skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt og útbúgvin lærari.

Odd Færø er greinari á roknskapardeildini hjá SEV og útbúgvin í vinnubúskapi og hevur haraftrat eina tryggingarútbúgving.

JáH (y) 26.01.2018
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Krevjið umsitingina av Norðoyatunnilinum til Norðoyggjar beinanvegin

25/1/2018

Comments

 
Billede
Nú arbeiðsplássini í Eysturoynni og Norðoyggjum fara at minka munandi í framtíðini, er tað ongantíð ov skjótt, at fáa almennar stovnar frá Tórshavn til økini í Norðoyggjum og Eysturoynna. 

Líka til høgra beini er umsitingin av Norðoyatunnilinum
Tað sær út sum, at vit í Noroyggjum skulu blíva við at gjalda til Norðoyatunnilin, sjálvt um hann er útgoldin, men so er at krevja at umsitingin av Norðoyatunnilinum flutta til Norðoyggjar beinanvegin, helst í hesum mánaðinum ella í Februar. 

Inntøkurnar í Alivinnuni og Fiskivinnuni fara minka munandi, har fleiri hundratals arbeiðspláss á hesum økjum vera løgd niður. Tað er sjón fyri sókn, har Bakkafrost longu hevur sagt 147 fólkum úr starvið og um nakrar mánaðarar, so verður túrurin hjá okkum í Klaksvík og tað verður bæði í Alivinnuni og Fiskivinnuni.

Á Norðoyatunnlinum arbeiða ikki so nógv fólk, men tað er so ein lítil byrjan. Eydnast tann flytingin væl, so er bara at halda áfram, tað má vera uppá tíðina, at almennir stovnar vera fluttir runt alt Føroya land.

Fyri at hetta skal lata seg gera, so er tvingandi neyðugt, at allir útjaðarapolitikkarnir standa saman og so er at býta kristliga almennu stovnarnar ímillum økini. Onkrir kunnu fara til Suðuroyar, onkrir vestur til Vágar, onkrir til Sandoynna, onkrir til Eysturoynna, onkrir til Norðoyggjar og so sjálvandi onkrar í Suðurstreymoy. Hetta fer at gera eini javnari Føroyar og er tað ikki tað øll vilja hava.

Símun á Høvdanum

Comments

Mótmælisgongir ímóti Trump í Zürich

24/1/2018

Comments

 
Billede
Anti Kapitalistar hava verið í mótmælisgongum í Zürich ímóti tí amerikanska forsetanum Donald J. Trump sum skal halda eina talu í Davos. Løgreglan roknar við at áleið 2.000 fólk hava verið á mótmælisgongu.

Donald Trump skal eftir øllum at døma halda talu fríggjadagin fyri tiltakinum World Economic Forum og tað hóvar ikki tey vinstru har um leiðir, ið kallað seg sjálv fyri Anti Kapitalistar.

JáH (y) 24.01.2018

Comments

Landsstýriskvinnan: Læknar kunnu geva kannabis til medisinska nýtslu

21/1/2018

Comments

 
Billede
Allir læknar í føroyska heilsuverkinum hava rætt at geva kannabis til medisinska nýtslu og Apotekið útflýggjar longu slíkan heilivág til sjúklingar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.  

Í kjalarvørrinum av at danska fólkatingið hevur viðgjørt og samtykt eina royndarskipan við medisinskum kannabis skjýtur Miðflokkurin nú upp, at sama royndarskipan verður sett í verk í Føroyum.

Høvuðstættirnir í royndarskipanini í Danmark eru, at sjúklingar við til dømis varandi pínu, við sklerosu ella ógvusligari spýggju eftir kemoviðgerð kunnu fáa kannabisheilivág frá lækna, tá onnur viðgerð ikki er nøktandi. Tað er tann einstaki læknin, sum hevur ábyrgd av at geva hendan heilivág og tí er týðandi, at læknin kunnar sjúklingin um møguliga árin og vandar við viðgerðini.

Eg eri greið yvir, at fleiri sjúklingar hava gott av at fáa kannabisheilivág sum part av viðgerðini, tá onnur viðgerð hevur víst seg ikki at røkka. Og fleiri føroyskir sjúklingar fáa longu hendan heilivág í dag. Eitt nú fáa sjúklingar á Landssjúkrahúsinum kannabisheilivág fyri sklerosu og sum linnandi heilivág fyri pínu eftir at øll onnur pínuviðgerð ikki hevur virkað. Eisini á Suðuroyar sjúkrahúsi verður kannabilsheilivágur latin.    

Tað er týðandi at staðfesta, at sum er, hava allir kommunulæknar og allir yvirlæknar á sjúkrahúsunum møguleika at útskriva resept uppá medisinsk kannabis.   

Tað er nevniliga soleiðis, at allir læknar kunnu geva sonevndan magistrellan heilivág. Í stuttum snýr tað seg um, at Apotekið fær til vega hendan heilivág úr Danmark serstakt til einstakar sjúklingar eftir resept frá lækna. Læknin, ið útskrivar hendan heilivágin hevur serliga ábyrgd í mun til at kunna sjúklingin um nýtslu og møgulig hjáárin og skal beinanvegin boðað Heilsustýrinum frá hesum hjáárinum.
​
At so ikki allir læknar av ymsum ávum ikki lata hendan heilivág er ein annar spurningur. Fleiri vilja helst ikki – og tað er eisini heilt í lagi – aðrir kenna kanska ikki til teir møguleikar, sum longu finnast. Tí er kunning neyðug. Bæði um hvørjir møguleikar longu eru og um ta ábyrgd og tær treytir, ið fylgja við.  

Eg kann í hesum sambandi kunna um, at landslæknan og landsapotekarin koma við einari vegleiðing til læknar í samband við at teir útskriva magistrellan canabisheilivág til medisinska nýtslu. Eftir ætlan verður henda vegleiðing klár í leypi av februar.

Tørvur er ikki á royndarskipan í Føroyum í løtuni

Orsøkin til, at neyðugt er at vísa serligt ansni hesum viðvíkjandi er, at nógv vísundalig prógv eru fyri, at nýtir tú kannabis í longri tíðarskeið, so kann tað hava skaðilig árin. Viðhvørt eru hesi árin sera álvarsom.

Hinvegin eri tað ein sannroynd, at fleiri hava góðar royndir av at fáa kannabis sum medisinska nýtslu, tá onnur viðgerð ikki røkkur. Sum eg havi greitt frá omanfyri, so ber longu nú til hjá teimum at fáa viðgerð við kannabis.

Eg taki til eftirtektar tað, ið landslæknin og landsapotekarin vísa á, at tað í løtuni ikki er heilsufakligur tørvur á slíkari royndarætlan í Føroyum, tí longu í dag eru nøktandi møguleikar fyri at brúka kannabis til medisinsk endamál.

Í mun til spurningin hvørt vit í Føroyum eisini skulu gerast partur av donsku royndarskipanini við kannabisheilivági, so er mín støðan, at eg í løtuni ikki meti hetta vera neyðugt. Vísandi til teir møguleikar, ið longu finnast í skipanini.
Hinvegin ætli eg mær at fylgja væl við hvussu royndarverkætlanin í Danmark fer at eydnast í mun til klinisku royndirnar og hvørjar afturmeldingarnar vera til heilsumyndugleikarnar. Hetta fyri at tryggja trygdina hjá sjúklingunum.  

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Comments
<<Previous
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly