NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hendan hevur Trump valt í Hægstarætt

31/1/2017

Comments

 
Billede
Valið fall á 49 ára gaml Neil Gorsuch, sum er tann yngst valdi dómarin í 25 ára í Hægsta Rættinum í Amerika - sum sostatt fyllir tóma plássi hjá Antonin Scalia, sum doyði í februar ífjør ... 

Forsetin Donald J. Trump hevur ongantíð fjalt tað, at hann er ímóti abortum og at júst valið fall á Gorsuch er onki sjokkerandi, tí hann er eisini ein, sum sigst vera ímóti abortum.

Men sjálvt um Trump hevur valt sín dómara, so er tað ikki sikkurt - at Gorsuch sleppur at fylla tóma plássi hjá Scalia. Demokratarnir hava longu boða frá, at teir atla sær at stríðast yvir valið hjá Forsetanum Donald J. Trump.

Tað valdar spenningur í Amerika, tí 8 dómarar sita í Hægsta Rætti í dag, sum er javnt deiltir ímillum Republikanara og Demokratar - tískil um Gorsuch verður góðkendur av Senatinum, so er Rupublikanarnir í yvirluta.

JáH (y) 01.02.2017

Comments

Meiri OPINLEIKI hjá Kunoyar Kommunu

28/1/2017

Comments

 
Billede
Eitt av vallyftunum, sum undirritaði hevði - undan valið - varð nevniliga OPINLEIKI fyri Kunoyar fólk og annars øll í Norðoyggjum, sum hava áhuga fyri politikkinum hjá Kunoyar Kommunu.

Á fundinum tann 25.01.2017 - skrivaði undirritaði niður tær viðtøkur og mál, sum vit høvdu fyri á fundinum og ímillum annað bleiv hetta viðtikið og tosað um:

Val av Hegnsýnisnevnd:
Limir: Kári K. í Kongstovu, Jógvan Súni Michaelsen og Helgi K. Poulsen
Varalimir:    Sjúrður Kunoy, Ólavur Nybo og Mortan Jacobsen.

Val av einum barnaverndarlimi: Annbjørg á Høvdanum

Val av Kommunalum umboði í skúlastýri fyri Haraldsund: Sóleyð K. í Kongsstovu og Bárður Klode
Val av Kommunalum umboði í skúlastýri fyri Kunoy: Sonja K. Michaelsen og Jógvan á Høvdanum

Val av valnevndum fyri valstøðini í Haraldsundi og Kunoy til løtings, fólkatings, og kommunuval:
Haraldsund: Elinborg Jacobsen, Anna Hvannastein og Hanna Ovadóttir. Varalimir: Eyðbjørg Magnusson, Marita Klode og Sólva Klode.
Kunoy: Rógvi Josephsen, Eghild Poulsen og Anna Svøðstein. Varalimir: Sjúrður Kunoy, Annika Vilhelm og Helgi K. Poulsen.

Fastseting av almennum Kommunustýris fundum fyri 2017: 22. feb, 29. mars, 26. apríl 31. mai 28. juni juli (summarferia)30. aug., 27. sept., 25. okt., 29. nov., 13. des. Allir fundir byrja kl. 19.00 og ØLL eru hjartaliga vælkomin á fund.

Málið hjá Jón Magnusson, sum hevur fyrispurning um neyst í Haraldsundi - Jógvan á Høvdanum mátar økið upp. Tosið við Bárður Klode um hvar neystini skula stunda.

Bók um bygdirnar Kunoy og Haraldsund. Spyrja um prís uppá bókina fyrst. Málið verður tikið uppaftur.

Kunning um føroyskt brotflísar rundan-um kirkjurna.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Skrivari fyri Kunoyar Kommunu

Comments

Fekk ikki innlit í Bakkafrost málinum

28/1/2017

Comments

 
Billede
Undirritaði sum varð á fundi 25.01.2017 - spurdi um innlit av Bakkafrost málinum, men til tað svaraði Borgarstjórin fyri Kunoyar Kommunu, har undirritaði fekk onki svar henda fundin, men skuldi fáa svar til næsta Kommunufund, sum verður tann 22. februar.

So vónandi fer ikki at ganga alt ov long tíð til, at vit sum vald eru í Bygdaráðið fyri Kunoyar Kommunu - fáa greiðu á Bakkafrost málið, har roknast eisini kann við, at fleiri fólk úr Kunoyar Kommunu fáa arbeiðið hjá Bakkafrost ... um vit nú spæla kortini hjá okkum rætt.

Tað líkist ongum, at ikki fæst greiðu á hetta mál og at tað skal ganga so long tíð, sum tað nú einaferð hevur gingið - har faktist ongin veit við vissu - hvat tað heila snýr seg um. Soleiðis sum undirritaði annars hevur skilt tað, so skal Bakkafrost (umvegis Klaksvíkar Kommunu) læna vatn frá Kunoyar Kommunu, har Klaksvíkar Kommuna sjálv kemur at skipa fyri, at ongin á verður tømd og eftirlit verður við hesar áir regluliga, sum Bakkafrost fer at brúka. Umframt tað, so segði Regin á Bakka (stjóri á Bakkafrost), at fólk úr Kunoyar Kommunu - kunna rokna við, at fáa arbeiðið, tá ið heimsins størsta smoltstøð letur upp einaferð í nærmastu framtíð.

So stutt sagt - um ongin á verður tømd og vit fáa betri samstarv við Klaksvíkar Kommunu, umframt at fólk úr Kunoyar Kommunu fáa arbeiðið - hvat kann tá vera trupuleikin við at "læna" vatn til Klaksvíkar Kommunu ?!?

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu.

Comments

Sean Spicer: Vit vilja hava betri forhold til fjølmiðlarnir

23/1/2017

Comments

 
Billede
Pressumaðurin hjá Donald J. Trump Forseta, Sean Spicer biður nú um frið við fjølmiðlarnir, sum hann fyri kortum legði undir at lúgva.

Hann hevði ein fund við fjølmiðlarnir ígjár og har lovaði hann at hann ikki fór at lúgva, ímeðan hann samstundis vónandi fór at fáa eitt betri samstarv við fjølmiðlarnir í framtíðini.

JáH (y) 24.01.2017

Comments

Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

23/1/2017

Comments

 
Billede
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík. Hetta skal vera ein glæsiligur og arkitekttoniskur bygningur í hóskandi stødd. Sum ein tjóð, ið livir av tí, sum rørist í havinum er onki meir náttúrligt enn at hava eitt virðiligt og tíðarhóskandi akvarium , hetta við atliti til útbúgving , ferðavinnu og mentan.

Viðmerkingar:

Tíðin er nú komin hartil, at vit í Føroyum skulu hava eitt rættuligt akvarium.

​Tað eru nú longu fleiri ár síðan, at Føroya Sjómannadagur í samband við sjómannadagin setti kør upp á Stongunum við livandi fiski í. Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá - bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum. Havt var tá á orði, at vit áttu at havt eitt rættuligt, permanent akvarium í Klaksvík. Nakað eftir hetta kom eitt lítið akvarium úti á Argjum, og so bleiv ikki tosað meir um hetta.

Er tað nakað, sum hevur havt týdning fyri Føroyar, so er tað fiskurin. Hann hevur havt avgerandi týdning fyri lív ella deyða í Føroyum, síðan fólk á fyrsta sinni búsettust her. Í dag koma 95% av okkara útflutningsinntøku frá fiski . Fiskurin kastar sostatt milliardir av sær til okkara samfelag og rindar fyri okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt.

Tí er tað onki minni enn ein stór andsøgn, at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættuligt akvarium. Eitt imponerandi, stórt og arkitekttoniskt glæsiligt akvarium.

Vit hava tosað um ferðavinnu í nógv ár, og um hvat vit hava at bjóða ferðafólki. Eitt akvarium, sum nevnt omanfyri vildi verið gimsteinurin í perlurekkjuni av einastandandi føroyskum ferðamálum.

Í Danmark til dømis eru fleiri akvarium, hóast fiskivinnan har langtífrá hevur sama týdning, sum her, men tey hava týdning fyri ferðavinnuna har og fáa nógvar vitjanir.

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at best hóskandi og mest náttúrliga plássið at staðseta eitt tílíkt akvarium er í Klaksvík. Klaksvík er størsta einstaka plássið í Føroyum, har fiskurin hevur havt ovurhonds stóran og avgerandi týdning fyri flest fólk. Søguliga sæð hevur Klaksvík verið miðstøð fyri fiskivinnuna í Føroyum. Fólkið her hevur til allar tíðir livað sera tætt upp at fiskivinnuni og fluttu til Klaksvíkar at arbeiða í fiskivinnuni. Var tað uppiløga, ella minni fiskur at fáa, so merkti fólkið tað sama dag. Herfrá hava menn siglt út á nær og fjarleiðir at fiska til lívsins uppihald.

Mest náttúrliga staðið at staðseta eitt akvarium er tí soleiðis í Klaksvík. Samferðslunetið er nú so væl útbygt, at alt í veruleikanum nú kann staðsetast allastaðni, og ikki bert í einum og sama stað. Og samferðslunetið verður enn betri útbygt , tá Eysturoyar og Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Tá gerst grundarlagið fyri at byggja allar Føroyar enn størri.

Ymiskt, sum hevur havt og hevur tilknýti til fiskivinnuna, t.d. fiskiveiðireiðskapur upp ígjøgnum tíðirnar og annað viðkomandi, t d báturin “Rospiggen” hjá Aina Cederblom skal eisini kunna síggjast har, um vilji er til tess.

Comments

Løgmaður ynskir íslendsku stjórnini hepna hond

12/1/2017

Comments

 
Billede
Løgmaður hevur í dag ynskt Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra Íslands, hjartaliga til lukku við nýggja embætinum og góða eydnu við nýggju stjórnini.

Í brævinum til íslendska forsætisráðharran takkar løgmaður eisini fyri íslendska stuðulin í sambandi við ódnarveðrið um jólini.

"Vegna Føroya landsstýri og alt Føroya fólk vil eg nýta høvi at senda eina hjartans tøkk til íslendingar, sum sjálvbodnir fóru undir at veita føroyingum hjálp, tá hørðu ódnirnar herjaðu land okkara um jólini. Tað er rørandi at uppliva slíka umsorgan frá okkara íslendsku vinum," skrivar løgmaður millum annað.

Lesið bræv løgmans her

Kelda: Løgtingið 12.01.2017



Comments

Útjaðarin er eitt banniorð, har skal bara einki alment starv vera

5/1/2017

Comments

 
Billede
​Eg havi sagt tað og eg skal siga tað umaftur, vit hava sera vánaligar landspolitikkara í Norðoyggjum, einamest í okkara samgongu, men eisini í andstøðuni. KVF og samgongan gera alt fyri at siga at orðið ella setningurin "útjaðarin er eitt banniorð", "útjaðarin er eitt banniorð", har skal bara einki alment starv vera og Bank Nordik, Posthúsið, Politi, Sjúkrahús, hægri skúlar, farmaflutningurin osv. osv. osv.... øll hesi hava longu ella eru ígongd við at flyta alt sítt virksemi til Havnar, men har passar bara ikki alt inn í Havnina. For faxxx vaknið, gerð sum Danmark og Svøríki, fá arbeiðsplássini út um landi, so verður ongin trupuleiki við ferðsluni í Havn, hølistrupuleikarnir vera loystir, bústaðartrupuleikarnir í Havn vera loystir og tað verður meira javnvág í, hvar almennu pengarnir vera brúktir í øllum landinum, also Føroya land, fólksins ogn. Eg spyrji bara, hvar er orðið "desentralisering" blivi av?

​Símun á Høvdanum

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.