NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar eru framsøknar, tá tað snýr seg um mannarættindi

21/1/2016

Comments

 
Billede
Føroyar hava í dag verið til ST hoyring í Genéve. Tað var landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum, Poul Michelsen, sum umboðaði Føroyar til hoyringina. Hoyringin er liður í Universal Periodic Review (UPR) tilgongdini hjá ST.

Í framløgu síni segði landsstýrismaðurin m.a, at Føroyar eru framsøknar, tá ið tað snýr seg um mannarættindi. Tiltøk eru framd seinastu árini at stimbra javnstøðu í politikki, og nú síggjast úrslitini. Uppskot at broyta hjúnarbandslógina, so lógin eisini fevnir um tvey fólk av sama kyni, verður viðgjørt í Løgtinginum í løtuni. Harumframt hevur samgongan sett sær fyri at yvirtaka útlendingaøkið. Flóttafólk er partur av málsøkinum, og við at yvirtaka økið verða Føroyar førar fyri at gera sítt í mun til taka ímóti og hjálpa flóttarfólkum.

Millum tilmælini frá londunum í Mannarættindaráðnum var:

- at Føroyar dagføra revsilógina, soleiðis at parturin um revsing fyri neyðtøku er tíðarhóskandi

- at hjúnarbandslógin verður dagførd, soleiðis at samkynd kunnu ganga saman í hjúnarlag

- at ein óheftur Mannarættindastovnur verður settur á stovn í Føroyum

Støða skal nú takast til tilmælini, ið verða svarað, tá ið Mannarættindaráðið hittist aftur í juni.

Poul Michelsen, landssýrismaður sigur: “Vit fara nú at viðgera tilmælini, sum skulu svarast í juni, tá ið Mannarættindaráðið hittist aftur. Í fleiri umførum hevur verið víst á tørvin at seta ein óheftan Mannarættindastovn á stovn og tí havi eg í hyggju at seta skjøtul á tað arbeiði beinavegin.”

 Røðan hjá landsstýrismanninum:

Mr. President, distinguished delegates,

I also wish to express my sincere appreciation to the Human Rights Council for the opportunity to participate in this dialog.

*

The Faroe Islands have chosen to be subject to seven UN treaties and have since 2004 actively engaged in submitting contributions to reports from the Kingdom of Denmark to UN treaty bodies.

As a self-governing part of Denmark, and as a separate jurisdiction, we consider the UN monitoring processes as a crucial element in the strengthening of human rights in the Faroes. The recommendations from the expert Committees are given serious consideration and have for example fed directly into the policy development on Children’s Rights and Disability Rights.

*

The Faroes are few in number - around 49,000 people; still we are ambitious when it comes to securing our citizens a decent standard of living and fundamental human rights.

As part of a globalized world we also have a responsibility internationally. It is my firm belief that we should take responsibility in dealing with the worst refugee crisis since the Second World War. Negotiations on assuming responsibility of Immigration and Border Control have been initiated between the governments of the Faroes and Denmark. We aim at having full responsibility of this area in the near future, and this way to be able to do our part in terms of helping and receiving refugees.

I will now turn to the national report with a few remarks regarding our national consultation procedure.

In preparations for this report, The Foreign Service organized a public hearing in the capital Tórshavn in May 2015. The hearing offered NGOs and the general public the opportunity to present their views on human rights in the Faroes.

The submissions and inputs received have served as essential elements in our preparation for today’s review and will continue to do so in the process ahead.

A list of human rights issues are addressed in the report regarding the Faroes, many of which have been raised during consultations with the civil society. However, the issues addressed are by no means exhaustive. Due to the limits of text space, not all issues have found their way to the final report.

*

Mr. President,

Let me touch upon some of the concerns that have been raised during the consultation process.

When it comes to housing for people with special needs, a huge step has been taken in the right direction with the establishment of new residential facilities.

The target group is young people between 14 – 24 years with severe mental illness who therefore need nonstop care. These young people have traditionally been offered housing and care abroad, typically in Denmark. But with this new initiative they now have a safe and suitable option in their own country.

Gender equality is also an issue that has been raised on many occasions. Measures have been taken to address the low participation of women in public committees and politics, and we are now seeing the results.

Over the past three general elections, the share of women in the Faroese Parliament has gone from less than 10% to over 30%, i.e. more than tripled. And for the first time in Faroese history there is complete gender equality on the executive level. Following the general elections in 2015, women’s representation in the Faroese Government increased from 1 out of 8 ministerial posts to 4 out of 8.

The issue of equality also relates to other areas. A proposal on amending the Marriage Law to allow same-sex marriages has been submitted to Parliament and has received the first reading. I sincerely hope the amendment will pass, so LGBT citizens in the Faroes will be able to enjoy the same civil rights as other citizens.

The Government is also working on amending the Penal Code. An amendment will be submitted to Parliament in the autumn where the Penal Code will be reviewed - with special focus on the chapter regarding sexual offences. This to make sure that the Penal Code meets present day standards.

Legislation on protecting victims of stalking will also be presented at the same time.      

The Administration of Justice Act is also being reviewed. Amendments are needed and discussions have been initiated between Faroese and Danish authorities. One area of importance is strengthening the legal rights for persons in provisional detention.

Promoting and ensuring human rights is a dynamic and ongoing process. We highly appreciate such hearings as an opportunity for input and look forward to today’s review.

Thank you for your attention.

Kelda: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 21.01.2016

Comments

Sarah Palin stuðlar Donald Trump

20/1/2016

Comments

 
Billede
Fyrrverandi stakríkisstjórin úr Alaska, Sarah Palin hevur júst staðið á palli í Iowa saman við ríkmanninum Donald Trump og vísti á, at hon also stuðlaði Donald í tí amerikanska valstríðnum.

Um tað er gott ella ringt fyri umdømið hjá Trump kemur tíðin at vísa, tí Palin hevur dummað seg heilt ávorligt sjálv undir amerikonskum valstríðum, so kanska fólkini handan Demokratarnir fara at gera sær brúka av júst hesum ... hvør veit ..?

JáH (y) 20.01.2016

Comments

Rok ímillum Sanders og Clinton (video)

19/1/2016

Comments

 
Billede
Um tey apa sær eftir teim tjóðveldissinnaðu skula vit kanska ikki koma og siga - men ígjár so gekk tað harðliga fyri seg í einum kjaki ímillum Hilary Clinton og Bernie Sanders, sum bæði tvey eru valevni hjá tí Demokratiska flokkinum.

Hetta er ikki nakað nýtt fyri tí tjóðveldissinnaða (Republikanska) flokkinum, men nú tað nærkast tí amerikanska valinum, so er hetta absalutt nakað nýtt fyri Republikanska flokkinum. Hilary segði, at Sanders hugdi í so lætt uppá vápn og Sanders segði at Hilary hevði í so gott samband við fólkunum handan Wall Street.

Hetta varð annars seinaru ferð, at Demokratiski Flokkurin stendur anlits til anlits í einum opnum kjaki, áðrenn frumvalið sum verður tann 1. februar. 

​JáH (y) 18.01.2016

Comments

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú søkja um familjuískoyti

13/1/2016

Comments

 
Billede
Almannaverkið er nú til reiðar at taka ímóti og viðgera umsóknir um familjuískoyti.

Familjuískoyti er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur familjum við børnum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi.

Tað hevur týdning, at tú søkir so skjótt sum gjørligt, tí familjuískoyti verður útgoldið frá tí mánaði, ið umsóknin er móttikin. Tað merkir, at um tú søkir um familjuískoyti í januar mánað og lýkur krøvini at fáa stuðul, fær tú stuðul fyri januar, hóast fyrsta útgjaldið av familjuískoyti ikki verður útgoldið fyrr enn seinni í ár.

Upplýsingar um, hvussu tú kanst søkja eru at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum www.av.fo.

Familjuískoytið er sett soleiðis saman, at stakir uppihaldarar við einum barni fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Hjá pørum við einum barni er familjuískoyti 22.000 kr. um árið, umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er afturat tí fyrsta barninum. Fult familjuískoyti verður veitt teimum, sum hava árliga inntøku upp til 190.000 kr. um árið, og lækkar ískoytið stigvíst so hvørt, sum inntøkan hækkar.

Stuðulin verður útgoldin mánaðarliga.

Løgtingið samtykti beint fyri jól at seta í gildi lógina um familjuískoyti, og lógin fær virkna frá 1. januar í ár. Endamálið við lógini er at bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum við lágum inntøkum, og harvið minka um barnafátækradømi í Føroyum.

Kelda: Almannamálaráðið 13.01.2016

Comments

Hvør varð raskast at møta upp hjá Klaksvíkar Kommunu ..?

11/1/2016

Comments

 
Billede© Klaksvíkar Kommuna
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu gevur tær nú eitt alment innilit hvør varð raskast at møta upp á seinra hálvárið 2015.

Kaga sjálv/ur HER og tjekka av, hvør varð raskast at møta upp og kanska hvønn ella hvørja tú skalt velja til næsta Býráðsval, sum verður seinri í ár ..!

JáH (y) 11.01.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum, men vit eru ikki til reiðar enn

11/1/2016

Comments

 
Billede
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum hevur svarað § 52 fyrispurningi frá Kristinu H. Clementsen um flóttafólk. Í svarinum segði landsstýrismaðurin, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum, tí vit hava eina moralska skyldu sum partur av heimssamfelagnum. Sjálvbodna arbeiðið og innsavningar hjá hjálparfelagsskapum vísa eisini, at viljin at hjálpa neyðstøddum úti í heimi er stór millum føroyingar.

At taka móti flóttafólki og integrera útlendingar er ein stór og avbjóðandi ábyrgd fyri eitt hvørt samfelag. Tað er tí alneyðugt, at vit skipa og tillaga okkara tænastur so skynsamt sum gjørligt, og eisini eftir føroyskum viðurskiftum. Tí er mest skynsamt føroyingar yvirtaka og umsita útlendingaøkið. Landsstýrið er farið undir at kanna hvat skal til fyri at yvirtaka útlendingaøkið og taka ímóti flóttafólkum, og hvussu vit kunnu skipa hetta økið. Tær neyðugu fyrireikingarnar mugu gerast, tí ein tilvildarlig og ófyrireikað avgerð um at taka flóttar í dag kann fáa óhepnar sosialar fylgjur fyri okkum sum samfelag og okkara hugburð til flóttafólkaspurningin framyvir.

Men tað er ein politisk avgerð um Føroyar skulu taka móti flóttafólkum. Tá uppskot til yvirtøkuleist av útlendingaøkinum verður lagt fyri Løgtingið, inniheldur hesin eisini eitt uppskot um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum, sum løgtingið síðani skal taka støðu til.
​
Sí: Svar uppá fyrispurning frá Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 17/2015, viðvíkjandi flóttafólki.

Comments

Terroristarnir brúka Trump sum dømið

8/1/2016

Comments

 
Billede
IS (Islamiskur Statur) brúka ríkmannin Donald Trump sum dømið í einari nýggjari video.

Donald Trump segði herfyri, at hann um varð valdur sum forseti í Amerika, so fór hann at gera eitt muslim-forboð í Amerika, har ongin muslimur slapp at koma til teirra land - fyrr enn hann hevði funnið útav, hvat í veruleikanum hendir í Amerika.

Les eisini: Trump sleppur møguliga ikki til Bretland aftur !!!

Hetta hevur so IS brúkt í einari video, har teir royna at fáa nýggj ung fólk í teirra terrorist-bólk. Og so skal eisini sigast, at bretar taka nú støðu á Tinginum, um Trump yvirhøvur skal sleppa at koma til Onglands - grundað av hansara útsøgnum um muslimar.

Les eisini: Donald Trump heldur at USA skal banna muslimar at koma hagar!

Hóast Donald Trump kemur við ógvusligum útsøgnum, so førir maðurin í Amerika fyri Tjóðveldi og sær tað heldur ikki mætari út enn at hann fer at enda, sum valevni hjá teimum, tá ið Forsetavalið skal vera í november í ár.

JáH (y) 08.01.2016

Comments

Har er roykur - men ongin grind !!!

7/1/2016

Comments

 
Billede
Havi sent spurningar til Løgmann, Løgmansskrivstovuna, Høgna Hoydal og fleiri onnur - har eg gjarna vil vita, hvat Løgtingið fer at gera, nú tað fyri alvor nærkast at Sea Shepherd kemur aftur til Føroya lands.

Les eisini: Fyrispurning til Løgtingið !!!

Svarið tykist at vera tað sama og tað er, at henda spurning (ella spurningar) eigur Høgni Hoydal at svara uppá - og enn havi eg also onki svar fingið frá honum og tað tykist mær ógvuliga løgið, at ein ikki eingong vil svara tær aftur. Hvat er tað, sum Høgni Hoydal er bangin fyri at svara - ella er tað tí, at hann ikki kann svara ..?

Les eisini: Svar frá Løgtinginum: Tú eigur at spyrja Høgna ..!  

Tað eru kanska fleiri við mær, sum meta at vit áttu at gjørt sum Ísland, har tey hava bannlýst henda ófriðarbólk og undan Valið, so bleiv eisini lovað, at so skuldi vera. Nærum hvør politikari tók undir við mær, tá ið eg stillaði upp fyri Nýtt Sjálvstýri og nú ein tíðin er gingið - tykist tað sum um, at tað bert eru nakrir fáir føroyingar, sum kempa ein kamp ímóti Sea Shepherd. Eg kundi saktans latið sum luft og vent hin vangan til, men faktist so haldi eg, at vit føroyingar hava verið ivaleysa nokk húðflongdir av felagsskapinum og nú er also tíð uppá, at vit taka fyrsta stig og lóggeva tað soleiðis, at S.S. flotin ikki sleppur á føroyskt sjóøkið fyri at gera ónáðir. Og gera S.S. ferðafólk ónáðir, so skal tað eisini vera soleiðis - at tey vera tveitt úr Føroya landið fyri at gera júst tað. Hetta kundi væl lata seg gera - sí bert greinina, sum Annika Olsen skrivaði uppundir valið niðanfyri her:

Les greinina hjá Anniku her: Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Sheperd

Og tað varð ikki bert Annika Olsen, sum tosaði fyri at banna Sea Shepherd - nei, ein og hvør politikari uppundir Løgtingsvalið - lovaði fyri mær, at vóru tey vald inn á Løgting, so skuldu tey so sanniliga eisini hyggja nærri at hesum spurningum.

Billede
Her liggja spurningar á einum silvurfatið, folkens og tað einasta ein Løgtingslimur skal gera - er at seta spurningin, viðgera spurningin og seta spurningin í verka. Men eftur her, so má eg siga - at fyri mær, so byrjar hetta at líkast, at fólkini í Løgtinginum sova og fara tey ikki at vakna - fyrr enn ov seint er. Og sambart spurningi, sum eg havi sett fólkið, so vilja 95 % av føroyingum ikki tað, at Sea Shepherd blandar seg í okkara føroysku mentan.

Og sjálvur teknaði eg yvir 100 Anti Sea Shepherd tekningar ífjør - har eg vildi vísa á, at vit føroyingar saktans kundu geva Sea Shepherd ein kamp - um so skuldi vera. Grindafundurin á Fólkatinginum vísti eisini á, at júst í hesum - so stuðlar Danmark eisini okkum. So ja, eg bíði spentir eftir svarið sum eg fekk lova undir Løgtingsvalið og vónandi so er onkur har, sum lesur hetta og tekur hetta upp, tí tað kann simpulten ikki passa, at okkara Landsins valdu longu hava gloymt - hvat í tey hava lova ..! 

Og bara sum tit vita tað - so gevist eg sku' ikki fyrr ein broyting er komin !!!

JáH (y) 06.01.2016

Billede
Comments

Eitt fleirtal av bretum vilja úr ES

7/1/2016

Comments

 
Billede
Eitt fleirtal av bretum og her tosað vit also um 43 % av teim spurdu vilja gjarna úr ES, ímeðan einans 36 % vilja verandi verandi í ES. Og ein útav fimm vita faktist ikki hvat tey vilja.

Forsætisráðharrin David Cameron hevur lovað, at stemmast skal um tað í endanum av 2017, men nú kann gott vera, at Cameron ikki fær sín vilja hesum viðmerkjandi og at bretar longu fara at stemma í juni - um teir skula vera verandi ella ei í ES.

JáH (y) 07.01.2016

Comments

Trump sleppur møguliga ikki til Bretland aftur !!!

6/1/2016

Comments

 
Billede
Yvir 560.000 persónar hava skrivað undir uppá eitt mótmælisskriv, sum skal forbjóða tí amerikanska ríkmanninum og forsetavaldøminum Donald Trump at sleppa at reisa til Bretlands.

Les eisini: Donald Trump heldur at USA skal banna muslimar at koma hagar!

Lóggávutingi í Bretlandi hevur nú góðtikið hetta uppskot og skal tosast um tað tann 18. januar í tí enska Lóggávutinginum og spennandi verður tað, sum bretska Lóggávutingi fer at góðtika uppskot og harvið forbjóða Trump at koma til Bretlands.

Orsøkin til mótmælisskrivini av Trump er tí at hann ynskti at forbjóða øllum muslimar at koma til Amerika.

JáH (y) 06.01.2016

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.