NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

145 almennar nevndir, 743 nevndarsessir

29/1/2015

Comments

 
Picture
Árligu føstu samsýningarnar eru kr. 11.500.000,00 til nevndarlimir og formenn, og Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin ynskir svar uppá hvussu hesi viðurskiftini verða umskipaði, eins og løgmaður fyrr hevur fráboðað. 

Løgmaður hevur fyrr tala fyri at minka talið av almennum nevndum og ráðum, og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil nú hava løgmann at svara hvussu støðan nú er. 

Menn strúka avstað 
Í 2013 setti løgmanskrivstovan eitt arbeiði í gongd, fyri at gera eitt fullfíggja yvirlit yvir upplýsingar um nevndir og ráð, ið landsstýrið varðar av. 

Dagførda álitið staðfestir, at samsýningar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í almennum nevndum. Eisini eru nógv fleiri menn enn kvinnur, ið manna almennu nevndirnar. 

Í síni fráboðan segði løgmaður tá, at landsstýrið fer at kanna, hvussu nevndarøki kann umskipast, fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstri. 

Eru nakrar broytingar gjørdar? 
Nú eitt ár er farið afturum síðani løgmaður ætlaði at minka talið av almennum nevndum og ráðum, vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hava at vita, um talið av almennum nevndum og partafeløgunum er minkað? 

Eisini vil løgtingsmaðurin hava at vita um landsstýrið hevur tikið nøkur stig fyri at bøta um ójavna kynsbýti i almennum nevndum, og um løgmaður heldur, at tað er í lagi, at stórur munur er á løn/samsýning í almennum partafeløgum/nevndum. 

Blíðar heilsur, 

Sjálvstýrisflokkurin

Comments

Samstarvsavtala um Listaleypin undirskrivað

20/1/2015

Comments

 
Picture© Mentamálaráðið
Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Norðurlandahúsið og LISA hava í dag undirskrivað nýggja samstarvsavtalu um Listaleypin.

Listaleypurin er eitt gott amboð at kveikja forvitnið hjá næmingunum og teirra vitan og fatan fyri listarligum arbeiði. List og mentan hava stóran týdning í menningini bæði hjá einstaklinginum og samfelagnum sum heild.Tað er tí umráðandi, at børn og ung læra um og fáa innlit í ymsar listagreinar, so at tey kunnu seta orð á og saman við øðrum umrøða listarlig avrik.

Røðan, ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt í Kollafjarðar skúla í dag, kann lesast her.

Kelda: Mentamálaráðið


Comments

Svar uppá fyrispurning frá løgtingskvinnu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, viðvíkjandi serlæknaøkjunum

20/1/2015

Comments

 
Picture
1.      Hví fer arbeiðið ikki í gongd viðvíkjandi serlæknaøkjunum og hvussu hesi serlæknaøkini skulu skipast fyrr enn á vári 2015?

Sum kunnugt hevur landsstýrismaðurin arbeitt við eini heilsunýskipan, sum var til aðalorðaskifti í november í fjør. Í høvuðsheitum snýr heilsunýskipanin seg um, at heilsuverkið skal hava ein størri fyribyrgjandi leiklut. Tí setur nýskipanin serligt fokus á at seta í verk fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran. Hetta var eitt tilvitað val fyri at seta fokus á og fáa framt neyðugar broytingar í primera geiranum, sum alt ov lítil orka er brúkt uppá seinastu árini í Føroyum. 

Í 2014 er raðfest at fremja tey átøk, sum eru umrødd í heilsunýskipanini, umframt onnur fyribyrgjandi tiltøk. Sum dømir kunnu nevnast, at tað í løtuni verður arbeitt við at umskipa Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið til ein nýggjan Fólkaheilsustovn undir Heilsumálaráðnum. Eisini er skjøtul settur á arbeiðið at skipa heilsudeplar í Føroyum, har teir fyrstu deplarnir longu eru skipaðir. Harumframt er nógv orka løgd í at áseta reglur um endurvenjing, sum skal geva føroyingum ein lógartryggjaðan rætt til endurvenjing innan sjúkrahúsverkið. Eisini er settur ein arbeiðsbólkur til at fyrireika eina heilivágsgjøgnumgongd fyri eldri enn 65 ár, sum taka fleiri enn 5 ymisk sløg av heilivági. Umframt hetta, er eisini gongd sett á arbeiðið at framleiða eina rúsdrekka- og rúsevnisheildarætlan við uppskotum um ítøkilig átøk, sum skulu gjøgnumførast árini 2015 – 2020. Ein røð av hoyringsfundum hava seinastu tíðina verið við avvarðandi partar í hesum sambandi. Harumframt hevur landsstýrismaðurin raðfest at fáa dagført lógarøkið á heilsuøkinum, sum í stóran mun er donsk lóggáva. M.a. hava vit fingið nýggja og dagførda lóggávu á hesum øki: autorisatiónslóg fyri heilsustarvsfólk, autorisatiónslóg fyri sálarfrøðingar, lóg um euforiserandi evnir og lóg um siðseminevnd og gransking.

Við øðrum orðum er í 2014 tann avmarkaða orkan, sum er í Heilsumálaráðnum, serliga brúkt til at fáa sett átøkini í heilsunýskipanini í verk umframt at fáa dagført lóggávuna, sum er alneyðugt at fáa gjørt.

Hetta merkir tó ikki, at onki hendir við at skipa og samskipa serlæknaøkini millum sjúkrahúsini. Tað verða gjørdar samstarvsavtalur millum sjúkrahúsini á økinum og onkur er eisini ávegis. Seinasta dømi um tílíka samstarvsavtalu er at tað er settur ein liðlækni, sum hevur evstu fakligu ábyrgd av allari sjúkraflutningstænastu fyri Føroyar.

Ætlanin er framvegis at fara meira ítøkiligt undir arbeiðið við eini serlæknaætlan, sum hevur til endamáls at gera eina ætlan fyri hvørji serlæknaøki natúrliga eru partar av føroyska heilsuverkinum, hvussu tey skulu skipast, og hvørjar tænastur heilsuverkið eigur at keypa uttanlands. Ætlanin var at seta hetta arbeiðið í gongd í heyst, men vegna aðrar uppgávur, er hetta arbeiðið seinkað nakað og fer ætlandi í gongd á vári 2015.


2.      Hví raðfestir landsstýrismaðurin hesa uppgávuna so aftarlaga?

Sum áður nevnt verður arbeitt við at skipa og samskipa serlæknaøkini millum sjúkrahúsini. Samstundis er ætlanin at raðfesta hetta arbeiðið enn hægri í komandi ári. Samstundis er tað ein sannroynd at nógv orka er farin við at arbeiða við heilsunýskipanini, har serligt fokus er sett á fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran.

3.      Hví verður talið á seingjaplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkað úr 36 niður í 24?

Talið av songum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi minkar tí at gongdin her heima – eins og aðrastaðni – er tann, at seingjartíðin styttist, meðan ambulanta og dagvirksemið økist. Talið á songum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður framyvir 28-30 frá at hava verið 36.

4.      Kemur nakað ístaðin fyri hesi mistu seingjaplássini?

Tað plássið, ið verður leysgivið tá sengurnar verða færri, fer at koma sjúklinginum til góðar við betur tænastu, dagviðgerð, øktum ambulantum virksemi og betraðum sjúklingagongdum. Samstundis verða fleiri starvsfólk knýtt at hesi tænastu.

5.      Fer landsstýrismaðurin at kanna, um sjúklingar, sum hava tørv á  serlækna, fáa ta nøktandi serfrøðina í Føroyum, og um ikki, so um hesir kunnu velja/krevja/ ynskja at verða sendir uttanlands fyri at fáa viðgerð á nøktandi støði?

Tað liggur ikki í kortunum at gera tílíka kanning. Í dag skal ein sjúklingur ávísast av einum yvirlækna sum er settur í føroyska sjúkrahúsverkinum, um sjúkrahúsverkið skal gjalda fyri viðgerðina uttanlands. Um heilsuverkið skal seta eina skipan í verk, har sjúklingar sjálvir kunnu  velja ella krevja at fáa viðgerð uttanlands tá ið teir ikki meta seg fáa nøktandi viðgerð í Føroyum, verður tað ógjørligt at stýra útreiðslunum til serviðgerð uttanlands. Samstundis vildi tað kravt eina munandi størri játtan.

6.      Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar sergreinir eru á hvørjum sjúkrahúsi, og hagtølini fyri tær?

Í yvirlitinum niðanfyri síggjast allar læknafakligar sergreinar. Samstundis er tað tilskilað hvørjar sergreinar eru í føroyska sjúkrahúsverkinum og um tær eru mannaðar við føstum yvirlæknum ella konsulentum.   

Picture
Picture
Picture
Í løtuni er ikki møguligt at fáa virksemishagtøl fyri allar sergreinar í Føroyum. Trupulleikar eru tíverri í THS skipanini í løtuni, sum ger at góðskan á hagtølunum ikki er nóg góð. Heilsumálaráðið setti eina upphædd av í Fíggjarlógaruppskotinum til at menna leiðslukunningarskipanina í 2015, soleiðis at møguligt varð at fáa eftirfarandi hagtøl úr skipanini. Upphæddin sum Løgtingið játtaði til endamálið er tó 1 mió. kr. lægri enn umbiðið, so tað verða eisini avbjóðingar at fáa neyv hagtøl í 2015.

Tórshavn, 19. desember 2014

Karsten Hansen
Landsstýrismaður

Comments

Løgmaður á fund við Thorning-Schmidt og Lidegaard

12/1/2015

Comments

 
Picture
Løgmaður skal hesa vikuna á fleiri fundir í Danmark.

Mikudagin er fundur við Martin Lidegaard, danska uttanríkisráðharran, og hósdagin er fundur við Helle Thorning-Schmidt, danska forsætisráðharran, á skránni.

Á ferðini skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning, til móttøku í Fólkatinginum og hátíðarhald í Operuni, nú hon fyllir 10 ár.

Løgmaður kemur heim aftur fríggjadagin.

Kelda: Løgmansskrivstovan


Comments

Fólksins ogn rindar vælferðarsamfelagið.

9/1/2015

Comments

 
Picture
Andstøðutinglimir á vinstravonginum føra javnan fram,  at ríkidømið Føroya fólks   ikki kemur nóg nógvum til góðar. At tað eru ov fá, sum fáa ágóðan av stóra fiskiríkidøminum, sum vit hava upplivað síðstu árini.  Tey ríku blíva bara uppaftur ríkari. 

Tey duga sítt handverk.
Áðrenn eg fari víðari vil eg líka fyrst minna á, at um vit ikki áttu dugnalig vinnulívsfólk, sum dugdu sítt handverk, so var onki ríkidømi at fara eftir og tí heldur onki at klandrast um.
Tað nyttar  onki at hava stór virðir svimjandi runt um Føroyar, um vit  ikki duga at fáa gagn burtur úr teimum. Og tað duga vit. 
  
Sangurin  um  fiólina kom mær til hugs í hesum sambandi.  Fiólin fekk ikki virði, fyrrenn hon kom í hendurnar á einum, sum dugdi at stemma  og spæla uppá hana. 

Ongin áhugi var fyri fiólini áðrenn. Hon var gomul, ljót og støvut.  
Aktørarnir í fiskivinnuni í dag duga sítt yrki og tað hava teir altíð gjørt. Fiskivinnan hevur ment  og endurnýggjað seg upp ígjøgnum tíðirnar, hóast ofta trupult og tungt. Tað er neyðugt og altavgerandi, at tey sum fáast við fiskivinnu og alt annað virksemi duga sítt yrki. Flest alt vinnuligt virksemi mennir seg yvir tíð og lagar seg eftir umstøðunum Tað er tí umráðandi at vinnan hevur ráð at víðarimenna seg og gera seg betri og betri. 

Øll fáa ágóðan á ein ella annan hátt.
Vit vita øll,  at fiskivinnan og alivinnan eru  okkara fíggjarligu  grundsúlur, sum alt annað byggir á.

Tað er ikki heilt rætt, tá andstøðan førir fram, at tað eru ov fá, sum fáa ágóðan av hesum ríkidømi. Møguliga kundu uppaftur fleiri  fingið størri ágóða, men vit fáa øll meir ella minni ágóða á ein ella annan hátt.   
Fiskivinnan og alivinnan á sjógvi og landi føðir og klæðir flestallar føroyingar beinleiðis ella  óbeinleiðis.
Tað er sjálvsagt nógv annað sum skal til í einum vælferðarsamfelagi sum okkara. Heilsuverk, skúlaverk, stovnar, skrivstovur og  privat fyritaksemi.  Har starvast dagliga nógv fólk, sum gera eitt stórt virðismikið arbeiði. Hesi eru sanniliga virðismikil og neyðug eisini.   


Bara fyri at byrja við byrjanini, so ganga okkara børn  í vøggustovu og barnagarð og síðan 10 ár í fólkaskúla. Nakað av foreldragjaldi er , men annars ókeypis. Ókeypis útbúgvingar á fróðskaparsetrinum fyri allar føroyingar. Ókeypis heilsuverk fyri allar føroyingar,  óansæð inntøku.  Ókeypis at fara til kommunulæknan hjá øllum.  Og  ert tú so óheppin at fáa eina álvarsama sjúku, sum ikki kann viðgerðast í Føroyum, ja so hevur tú tilboðið at sleppa til DK til viðgerðar. Ókeypis. Heilsuverkið hevur  enntá eitt 1.klassa sjúkrahotell, har sjúklingar kunnu búgva ókeypis.

Er farið í gongd í hesum valskeiðinum.
Nógv nýtt er  bygt til børn og ung við serligum avbjóðingum í hesum valskeiðinum.  Kundi nevnt:
Nýggjur depil til børn og ung við fjølbreki í Runavík.
Íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verður bygt í Eysturoynni   í løtuni. 
Íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verður bygt í Klaksvík í løtuni.
Fountain House er upplatið í Tórshavn í 2014.
Virknis- og umlættingardepil verður bygdur  í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi.
Íbúðir til sálarsjúk í Havn osv.

Kundi eisini nevnt:
Barnahús í Tórshavn er latið upp, sum tryggjar samskipaða tænastu og nýggja vitan um harðskap móti børnum.
Avtala gjørd um fylgjaraskipan til fólk, ið bera brek osv osv
Felags fyri alt hetta er, at  tá føroyingurin hevur brúk fyri onkrum av hesum tilboðunum, hava øll sama rætt.  Tað verður ikki tikið hædd fyri hvør tú ert, inntøku, hvørjum báti tú siglir við osv..
Alt fólkið frá hægst til lægst fáa her ágóðan av fólksins ogn. 
Fiskurin hevur goldið fyri alt hetta umframt nógv annað. Jú sanniliga verður okkara ogn nýtt til okkum øll.

Fleiri arbeiðspláss
Í dag er arbeiðsloysið í Føroyum tað minsta í Evropa. Ja, enntá minni enn í Norra, sum er eitt oljuland. Norra verður mett at vera besta land í heiminum at búgva í, og er okkara næsti granni. 

Nógv nýggj arbeiðspláss eru skapt í  Suðuroynni við nýggja uppisjóvarvirkinum Varðin Pelagic. Nýtt uppisjóvarvirki  í Fuglafirði . Nógv nýggj arbeiðspláss.  Gloymið heldur ikki sjómenninar, sum  sigla við hesum skipum. 

Sjálvt Kommunurnar  hava ongantíð fyrr fingið so nógvan pening inn sum nú. Hvar koma pengarnir frá? Jú fyri stóran part frá fiskiríkidøminum og alivinnuni og avleidda virkseminum frá tí. Fólksins ogn kom aftur her fólkinum til góðar. 

Skattatrýstið í Klaksvík harmar meg.
Skattatrýstið í Klaksvík harmar meg.  Her situr vinstravongurin  við valdi saman við Sjálvstýrisflokkinum. Hetta eru somu flokkar, sum sita í andstøðu á løgtingi í dag.  Tey gera seg til talsmann fyri Palliba og Marsannu, men hóast tað, so  halda tey,  at  Palliba og Marsanna skulu gjalda meira  skatt. Hetta hóast tað ongantíð nakrantíð í býráðsins søgu er komnar so nógvar krónur  í kassan. Um hesir flokkar koma til valdið aftur á løgtingi, so hava fólk fingið eina greiða ábending um, hvat tey kunnu vænta sær, nevniliga meir skatt. 

Kenniteknið fyri vinstravongin er jú,  at hann heldur peningin liggja  betri í almennu kassunum enn í lummanum hjá tí, sum hevur arbeitt fyri peningin. Tey meta, at almennu kassarnir  vita best, hvat peningurin skal brúkast til.

Skattalætti til øll  
Við teim borgarligu í Tinganesi fekk Føroya fólk  skattalætta (flatskatt), sum vildi nakað. Nógv eru glað og takksom fyri henda skattalætta , sum hevur gjørt dagligdagin lættari. Enn er tó ikki komið á mál, tí  fólk við vanligari arbeiðsmannaløn  merkja ikki nóg nógv til skattalættan. Arbeitt verður fram ímóti,   at hesi eisini skulu merkja skattalætta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur


Comments

Býráðsfundirnir í 2015

6/1/2015

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu hava teir longu lagt eina dagsskrá út - hvussu teir komandi Býráðsfundirnir fara at vera og eisini plaga fundirnir at vera "live" streymaðir á teirra heimasíðu www.klaksvik.fo - so hevur lokal politikkur tín áhuga, so er at møta upp til fundirnar hjá Klaksvíkar Býráð niðanfyri:

Føstu almennu fundir Klaksvíkar býráðs í 2015 eru hesir:


29. januar - 26. februar - 26. mars - 30. apríl - 28. mai - 25. juni
- 10. september - 8. oktober - 12. november og 10. desember

Í juli og august heldur býráðið summarfrí. Býráðsfundirnir verða vanliga hildnir kl. 17.30 í býráðshøllini - Nólsoyar Pálsgøta 32.

JáH (y) 07.01.2014
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Løgtingsvallógin og kommunuvallógin til hoyringar

3/1/2015

Comments

 
Picture© Almannamálaráðið
Í nógv ár hevur verið tørvur á at dagføra løgtingsvallógina og kommunuvalógina. Í hesum sambandi eru tvey lógaruppskot send í almenna hoyring: «Uppskot til løgtingslóg um val til Løgtingið» og «Uppskot til løgtingslóg um val til kommunur».

Í uppskotunum verður m.a. minsta stødd av valstaði hækkað til 100 veljarar, fyri at tryggja grundleggjandi rættin til at atkvøða loyniligt. Samstundis verður rætturin til at greiða brævatkvøðu víðkaður eins og brævatkvøður sambært uppskotinum telja við, um tær eru komanar á valstaðið áðrenn atkvøðugreiðslan er endað.

Galdandi løgtings- og kommunuvallógir hava sera ymiskan bygnað, sum gera tær sera tungar at umsita. Endamálið við lógaruppskotunum er fyrst og fremst at dagføra lógirnar, soleiðis at tær bygnaðarliga líkjast meiri hvørji aðrari og verða lættari at skilja og umsita. Samstundis verða fleiri av ásetingunum í lógunum dagførdar og tillagaðar – bæði málsliga, innihaldsliga og tøkniliga.

Freistin fyri at gera viðmerkingar inn til lógaruppskotini er mánadagin 26. januar 2015. Skipað verður fyri almennum hoyringsfund um miðan januar 2015. Nærri upplýsingar um hetta kemur seinni. 

Lógaruppskotini við fylgiskjølum, har galdandi orðingar eru samanbornar við uppskotum til broytingar, eru tøk her.

JáH (y) 04.01.2014
Kelda: Almannamálaráðið


Comments

Røðan hjá Løgmanni - Skula vit hjálpa øðrum enn okkum sjálvi ?!?

3/1/2015

Comments

 
Picture
Løgmaður sigur í røðu síni - at vit áttu at tikið okkum av teim neyðstøddu uttanlanda og givið teim innivist í Føroyum. Men mong eru tey, sum ikki bera sama tanka sum hann.

Les alla Løgmansrøðuna HER

Kanska serliga eru føroyingar bangnir fyri, at vit ikki megna at hýsa teim neyðstøddu uttanlanda - tá vit ikki eingong megna at hýsa teim neyðstøddu, sum longu búgva í Føroyum ..?

Hvat heldur tú ..? Skula vit taka ímóti neyðstøddum í Føroyum ?!? Sig tína meining HER á okkara Fjesbukk síðu.

Annars so eru tað deildar meiningar um - at KVF spurdi mammuna hjá Kaj Leo ígjár - um hvat henni dámdi røðuna hjá soninum. Hon svaraði, at hon ikki hoyrdi sendingina. Uppaftur onnur meta, at her er talan um undirhald og skal ikki takast persónligt. 

JáH (y) 03.01.2014

Comments

Nýggjársrøðan hjá Heðin Mortensen, borgmeistari í Tórshavn

1/1/2015

Comments

 
Picture
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ber fram eina nýggjársheilsan til allar borgarar í kommununi og føroyingar annars. Hann vísir eisini á, hvat kommunan hevur fingið á skaftið seinasta árið, og hvat liggur í kortinum at gera í 2015.


Tað er Heðin Mortensen til høgru, klikk á myndina ella síggj nýggjársrøðuni herundir.

Norðoya Portalurin ynskir Tórshavnar Kommunu og Heðin Mortensen gott nýggjár.


SáH

Comments

Nýggjársrøðan hjá Helle T. Scmidt 2015, ikki eitt orð um Føroyar

1/1/2015

Comments

 
Picture
Ikki eitt orð um Føroyar. Helle Thorning Schmidt hevur aldrin verið serliga glað fyri Føroyar og tað vísti hon enn einaferð í nýggjársrøðuni hjá sær fyri 2015, har hon ikki nevndi Føroyar við einum tí einasta orðið. Hetta skrivar DR um hennar røður:

Økonomien er i fremgang i Danmark, og det vil danskerne kunne mærke i 2015, slog Helle Thorning-Schmidt fast i sin nytårstale.

Síggj nýggjársrøðuni við at klikka á myndina ella klikk á hetta linkið: Helles nytårstale 2015

Comments
    Picture
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    June 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014
    October 2013

    Politikkur

    Sig tykkara meining á Norðoya Portalinum. Send greinar og tilfar til klips.fo@live.dk ella mynameisjogvan@gmail.com

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.