NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.

3/9/2025

Comments

 
Picture
Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 26. september 2025.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 15. september 2025. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til [email protected]

Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling
Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Øll kunnu senda uppskot inn
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2025. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.

Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum:

• Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara 
Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.

• Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið 
Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

• Fangandi og kjakkveikjandi miðling 
Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.

Hesi eru heiðrað áður:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson

Granskingarráðið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.