NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýtt tónleikatilboð til ungdómin í Klaksvík

11/10/2019

Comments

 
Billede


Ung, sum eru áhugað at spæla og skapa tónleik og at gera ein tónleikabólk, kunnu nú fáa serkøna vegleiðing og hjálp til hetta í Dávavirkinum í Klaksvík. ListaRok er navnið á hesi royndarverkætlan, sum væl útbúni og royndi tónleikarin og sangskrivarin, Hans Edward Andreasen, stendur á odda fyri.

Tey, sum vita aftur í 70’ini og 80’ini, minnast fleiri kend tónleikanøvn, ið settu Klaksvík á tað rútmiska føroyakortið, og hóast Klaksvík og Norðoyggjar framvegis eiga fleiri sterk og spennandi tónleikanøvn, so eru neyvan fleiri meiningar um, at tað er longri millum hesi, enn tað onkuntíð fyrr hevur verið.

Men nú hava Klaksvíkar kommuna og konservatoriiútbúni tónleikarin Hans Edward Andreasen sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at menna hendan partin av tónleikinum í Klaksvík.

Royndarverkætlanin, sum hevur fingið navnið ”Listarok”, hevur til endamáls at geva ungum møguleika at royna ymisk ljóðføri, sum vónandi kann føra við sær, at nakrir nýggir, fjølbroyttar og spennandi tónleikabólkar fara at síggja dagsins ljós.

Skapa karmar fyri menning
Í farnu viku hittu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung, nøkur ung stjørnuskot, sum eru ógvuliga fegin um hetta tilboðið. Tey hava vant dúgliga, og hava longu ment seg nógv.

Jógvan Skorheim sigur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at tilboð til okkara ungdóm støðugt verða ment.

– Eg haldi, at Listarok hóskar sera væl til okkara bý, tí í nógv ár hava vit havt tónleikabólkar, sum veruliga hava gjørt vart við seg og hava ríkað føroyskan tónleik.

– Í Klaksvíkar kommunu ynskja vit at skapa karmar fyri menning og framburði á øllum økjum, eisini á tónleikaøkinum, og her bæði vóna og vænta vit, at ListaRok fer at slóða fyri og seta hægri ferð á menningina av tí rútmiska tónleikinum her í býnum og lokalsamfelagnum annars.

Hesum tekur Beinta Klakstein undir við og leggur afturat, at staðsetingin í Dávavirkinum er sjálvsøgd, tí her eru sera góðar tónleikavenjingarumstøður í hølum, sum eru innrættaði til endamálið.

– Eisini hevur henda staðseting tann fyrimun, at Húsið heldur til á sama staði, og tað kann vera við til at eggja ungum, sum hava dagliga gongd í Húsinum, til at royna hetta tilboðið, hóast tey ongar royndir hava frammanundan.

Oddamaðurin í The Dreams
Hans Edward Andreasen, sum fleiri kenna frá tónleikabólkinum The Dreams, fer at leggja teimum ungu lag á.

Við sínum drúgvu tónleikaroyndum og við at skriva løg, umframt kandidatsprógv í kompositión og sangskriving, hevur Hans Edward bestu fortreytir fyri at vegleiða og hjálpa ungum tónleikarum í gongd.

Hansara uppgáva verður frálæra í ymiskum ljóðførum, vegleiðing og samskipan. Harumframt fer hann at hjálpa bólkunum við samstarvi, sum er ein týðandi partur, tá ein tónleikabólkur skal skipast.

ListaRok fingið góða byrjan
Longu nú eru fimm bólkar tilmeldaðir, og eru teir mannaðir av bæði gentum og dreingjum.

Hans Edward vónar, at nógv ung fara at taka væl ímóti hesum tilboði, tí framvegis er pláss fyri nógv fleiri.

Tilboðið er ætlað ungum í aldrinum 13-18 ár. Møguligt er at tilmelda seg sum einstaklingur ella sum bólkur, og neyðugt er ikki at eiga ella duga at spæla á nakað ljóðføri, áðrenn meldað verður til.

Møguligt verður at venja tríggjar dagar um vikuna, men neyðugt er at bíleggja tíð í venjingarhølinum frammanundan. Meira kunning um kostnað og tilmelding er at finna á facebook.com/listarok

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.