- Peningurin fer til Hjartabarnið❤️
Leygardagin 13. desember eru vit við á Jóla Luksus Loppum í Badmintonhøllini í Klaksvík frá kl. 11-18. Her selja vit vøkru Madagaskar taskurnar í ymiskum støddum, sniði og í alskyns litum, har peningurinn fer til Hjartabarnið í Føroyum❤️
Klaksvíkar Inner Wheel selur hesar hondgjørdu taskur,
sum stuðul til kvinnurnar, ið gera taskurnar á Madagaskar.
Yvirskotið fer til HJARTABARNIÐ í Føroyum.
Taskurnar eru gjørdar úr sisal, basti og grasi, sum veksur á Madagaskar. Taskurnar fáast í nógvum ymiskum litum og støddum. Allar eru fóðraðar og hava ein innaralumma og band at rykkja saman, so innihaldið verður fjalt.
Stuðla einum góðum endamáli. Vit síggjast 13. desember😍
Hjartabarnið er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum í Føroyum. Bólkurin er ein partur av Hjartafelagnum í Føroyum og varð stovnaður í november 2008.
https://hjartafelag.fo/hjartabarnid
#hjartabarnið #madagaskartaskur #klaksvikarinnerwheel #luksusloppur #jólaluksusloppur
Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi
RSS Feed