Hjá føroyingum er karnitin serligt, tí onga staðni í verðini er títtleikin av CTD so høgur sum í Føroyum. Av teimum matvørum, vit hava kannað, er tað turt kjøt, sum hevur avgjørt hægsta karnitin innihaldið. Karnitin innihaldið er 268,5 mg pr. 100 gramm.
Tað er sera gott hjá teimum, ið hava ella eru berarar av CTD, at eta turt kjøt. Tí hóast CTD sjúklingar skulu taka karnitin tilskot, er eisini umráðandi, at eta mat, sum inniheldur karnitin.
Turt kjøt er sera góð kelda til sink, fosfor og B-12 vitamin. Harumframt inniheldur tað nógv selen, kalium, jarn og aðrar B-vitaminir (riboflavin, niacin, B5 og B6).
Turt kjøt hevur lægri vætuinnihald enn feskt kjøt. Tískil verður innihaldið av føðsluevnum hægri pr. 100 gramm í turrum enn feskum kjøti.
Í seyðabókini hjá Robert Joensen stendur, at lambskrov lætnar á leið eina helvt, frá tí at tað er nýflett, og til tað er turt á kyndilsmessu
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
RSS Feed