Sum nakað nýtt høvdu vit í ár eitt stórt felagskór, mannað av Kórinum í Christianskirkjuni, Klaksvíkar mannskóri og kvinnum úr Emmaus, og eydnaðist hetta sera væl .
Hornorkestri var veruliga í rætta essinum í kvøld, sera vælljómandi undir kønari leiðslu av Fionu Parker 🙂
Kórið syngur til gudstænastuna Jóladag -, so er jólafrí 🙂
Hevur tú hug at vera við í hesum fantastiska hópu, er bara at siga frá, nýggir sangarir eru vælkomnir eftir nýggjár 🙂
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól 🙂
Kórið í Christianskirkjuni
RSS Feed