Samstundis er hann ein, ið altíð er til reiðar at hjálpa - og gleðist, tá tað gongst øðrum væl. Eginleikar, sum vit í flokkinum seta stóran prís upp á.
Jacob - tú ert ein av teimum, ið hevur verið serliga drúgvur í føroyskum politikki; og sporini eftir teg - ja, tey síggjast væl og virðiliga. Millum annað hevur tú havt ein týðandi leiklut í fiskivinnuni, har tú vart við til at økja makrelkvoturnar hjá Føroyum, hóast mótstøðu frá bæði ES og Noregi.
Heldur ikki har bakkaði tú. Takk fyri tað - og fyri alt arbeiðið, tú leggur í flokkin.
Tit eru øll hjartaliga vælkomin at ynskja Jacobi Vestergaard til lukku 🎉
Fólkaflokkurin
RSS Feed