NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Heystkonsertin 2015

22/10/2015

Comments

 
Picture
Leygardagin 24. oktober, kl. 19.30

Føroya Symfoniorkestur. Solistur Eric Silberger. Dirigentur: Bernharður Wilkinson. 
P. Tschaikowsky, Op. 35 - steðgur - Sibelius: Symfoni nr. 2 46´
Kostnaður 150 kr. (keyp atgongumerki hjá www.nlh.fo)

Fyri tveimum árum síðani gav FSO okkum møguleikan at hoyra kendu klaverkonsertina eftir Tjaikovskij við framúrskarandi, unga russiska pianistinum Tavel Raykerus. Nú er aftur eitt av heimskendastu verkunum á skránni til heystkonsertina hjá FSO, violinkonsertin av Tjaikovskij (opus 35 í d-dur) við unga amerikanska violinvirtuosinum, Eric Silberger.


Konsertin er skrivað við Genfervatnið í Schweiz í 1878, og var upprunaliga ætlað kenda violinistinum Leopold Auer; men hann sendi nótarnar aftur og segði, at hetta kundi ikki spælast. Ein annar violinistur gjørdist áhugaður, Brodskij, og hann framførdi hesa ikki serliga takksomu uppgávu í Wien í 1879. Kendi ummælarin Hanslick gav henni ein rættiliga ónærisligan dóm:

“Nú spæla teir ikki longur á violinina; teir skræða í hana,
so hon bæði fýsir og gresjar,
og hon verður bankað gul og blá,
og tað er nógv fyri at siga,
at tað finst tónleikur, sum stinkar.”

Tjaikovskij tók sær hetta ummæli sera nær, og hann lærdi seg tað uttanat og bar tað fram við hvørt høvi. Men hóast henda lemjandi dóm, so er violinkonsertin í dag eitt av kendastu og best dámdu verkunum hjá Tjaikovskij, og tað er neyvan nakar ferðandi violinvirtuosur í dag, sum ikki hevur hesa konsertina á síni tónleikaskrá. Konsertin er í trimum satsum:

Satsur, allegro, byrjar við einum inngangi í orkestrinum, sum bendir á høvuðstemaið, sum síðani í piano verður tikið við av solistinum, sum improviserandi arbeiðir við temanum, so tað ber brá av einum yndisligum dansi. Sum móttema kemur eitt meira sangbært lag, sum víðkast til eina tekniska avbjóðing fyri solistin av teim allar torførastu og kemur í hæddina í kadansuni og økist enn meira í eini kvikari og brlillantari koda.

Satsur, Canzonetta, Andante. Eftir ein stuttan inngang frá blásarunum tekur solisturin við og spælir eitt serkent, melankolskt, slaviskt lag. Blásararnir koma aftur við innganginum, sum spaluliga kámast burtur til knappliga verður flutt yvir í Sats, Finale, Allegro vivacissimo. Eftir aftur ein inngang frá orkestrinum, har høvuðstemaið verður presenterað og einari stuttari violinkadence, taka brúsandi dansirútmur við. Temaið verður ment yndisligt og skemtiligt. Solisturin hevur úr at gera og er alla tíðina í undangongu, so satsurin endar í einum “rokasligum” endaspurti.

Fylg Føroya Symfoniorkestrið á www.fso.fo

JáH (y) 22.10.2015
Kelda: Norðurlandahúsið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.