NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gula húsið – aftur er komið til heiður og æru

22/12/2024

Comments

 
Picture
Sum vit hava nevnt áður, so fara vit at taka søgur og frásøgnir fram um gomlu læknahúsini. Vit hava tosað við Jógvan við Keldu, ið var limur í sjúkrahússtýrinum árini frá 1977-1984.

”Høvdu hesir veggirnir kunnað talað, høvdu mangir sannleikar sæð dagsins ljós” Soleiðis byrjar Jógvan sína frásøgn. Hann sigur víðari, at Klaksvíkar Sjúkrahús livdi undir sera ”tumultariskum” umstøðum í eini 20 ár frá umleið 1950. Skiftandi læknamanning var ein avbjóðing og sjúkrahúsumhvørvið stríddist fyri at fáa betri umstøður at virka undir.

Hesin serligi parturin fór fram til vit fyrst í 1970’unum fingu eitt nýbrot, ikki bara fyri hetta sjúkrahúsið, men fyri føroyska samfelagið. Hetta var tá Gordhan Rajani varð settur í fast starv. 

Rajani gjørdist ikki bara sjúkrahúslækni, hann hevði sergrein í ortopedi, sum tá ikki fanst í Føroyum.

Hetta gjørdust nøkur heilt serlig ár, mennandi og spennandi og færri sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar til viðgerð, tí nú kundu teir viðgerast her heima. Hann var í Baltimore og fekk upplæring í at skifta knø og mjadnar. Tá hann so kom aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús og fór undir hesar skurðviðgerðir, var tað samstundis sum donsku sjúkrahúsini byrjaðu, so tað hevur sanniliga verið eitt nýbrot.

Í sjúkrahúslógini var ásett, at hvørt sjúkrahús skuldi hava eitt sjúkrahússtýri, við 5 limum úr ávíkavist løgtinginum, ríkisumboðsmanni og umboð valt av landsstýrinum. Samstundis var eisini eitt felags-sjúkrahússtýri, sum hevði 3-4 fundir árliga. Jógvan við Keldu sat í sjúkrahússtýrinum, tilnevndur av Føroya landsstýri. Fyrru fýra árini sum stýrislimur og seinnu fýra árini sum formaður. Hann fór úr stýrinum í 1984, tí hann var borgarstjóri. 

Hesi árini sóu vit eisini útbyggingar og serstaka menning, har persónar sum Jóhan Simonsen, Asbjørn Joensen og Vilhelm Johannesen høvdu hetta málið sum hjartamál. Hetta vóru árini, tá útbygd varð ein ortopedisk sjúkradeild fyri allar Føroyar, her mentust serstøku toymini og ortopediska sertænastan SAHVA fekk fasta konsulenttænastu her. Hetta gjørdist tiltikið: eitt vælvirkandi sjúkrahús við góðum trivnaði og einum serliga arbeiðsomum lækna. Men umframt alt hetta ríkiliga arbeiði hjá honum, var hann hugaligur heimamaður, hann og konan, Guðrun, búðu í læknahúsunum við 5 børnum. 

Tá børnini hjá Gordhan og Guðrun Rajani vóru og vitjaðu gomlu læknahúsini herfyri, í sambandi við tiltakið Heystglóð, mintust tey aftur á tíðina, tá tey búðu har. Onkur teirra nevndi, at tá ”Rajani og hansara politisku samstarvsmenn fóru inn í sunnaru stovuna við cigarum, so var tað álvari og hurðin varð latin aftur”. 
Gordhan og Guðrun og børn teirra vóru seinastu búfólkini í gomlu læknahúsunum, tey fluttu út í 1995.

Jógvan endar sína frásøgn við at siga, at hann fegnast um at læknahúsini – Gula húsið – aftur er komið til heiður og æru. Somuleiðis takkar hann vegna konu sína, Betty, og seg sjálvan, fyri hugnaligar løtur í húsunum.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.