NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

13/3/2026

Comments

 
Picture
Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

Undanprát 
Stutt undanprát verður kl. 15.20.
Her fara dirigentur og tónaskald at tosa um verkini, ið verða framførd. Og hvør veit, kanska verður eisini onkur skemtisøga á skrá.

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruni og nú eisini Føroya Symfoniorkestri.
Orkesturverkið let me cry gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Eli. Verkið varð frumframført í 2024 á Nordic Music Days í Skotlandi. Hetta vakti stóran ans, og fleiri evropeisk orkestur hava síðani sett verkið á skrá.

Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lokið masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í 2025 hjá Jens Elvekjær, professara.
Aksel vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og
hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri.
Á várkonsertini spælir Aksel Remmel á fyrsta sinni eina heila klaverkonsert við symfoniorkestri.

Rachmaninov skrivaði klaverkonsert nr. 2 í árunum 1900 og 1901. Eftir eina katastrofala frumframførslu, har Rachmaninov sjálvur spældi klaver, gjørdist klaverkonsertin eftirfylgjandi eitt av mest spældu verkum hansara.

Tjajkovskij 4. symfoni
4. symfoni eftir Tjajkovskij varð skrivað millum 1877-1878. Verkið snýr seg um fatum, sum merkir lagna á latínskum, og tí eisini kent sum lagnusymfoniin.
Verkið varð skrivað, meðan Tjajkovski fór gjøgnum djúpa persónliga kreppu, sum hoyrist aftur í hugtunga og dramatiska tónleikinum.
Hóast symfoniin fyrst varð móttikin við blandaðum reaktiónum, so er verkið í dag mett at vera millum týdningarmiklastu verkum eftir tónaskaldið og verður framført kring allan heimin.

Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.
Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel (FO) 

Atgongumerkir, klikk her: Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.

Mentanarhúsið Varpið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.