Tosaði við døturnar og spurdi eftir Agnar og hvussu hann hevði tað? men søgdu tær, at hann var í ovara hæddini og hevði tað eftir umstøðunum gott. Visti væl at hann stríddist við herviligu sjúku og tá er at spyrja sum minst.
Vit tosaði eina løtu um okkara pápar og annað prát, tey fingu skjølini og eina forkláring og so fór eg avstað aftur.
Havi tonkt nógv uppá Agnar teir síðstu dagarnar, tonkt um nær vit hittust fyrsti ferð, um okkara lívsleið saman og um okkara góða vinarlag.
Tað mesta av okkara vinarlagi hevur verið vinnuligt, men møttist vit privat, so hevði hann altíð tíð at práta og spurdi hann um eg visti nakað nýtt?
Fyritøkan hjá Agnar á Dul hevur verið bókhaldari og grannskoðari hjá mær síðani tær vóru stovnaðar og vit hava havt eitt fyrimyndarlig samstarv øll tey mongu árini.
Tann sum hevur tikið sær mest av mínum fyritøkum tey seinastu mongu árini er dótturin Nathalia, hon hevur verið og er ófør og sera dugnalig og tá ið hon hevur bókað alt og gjørt roknskapirnar, so kom Agnar á Dul og setti punktum á.
Nógv kann skrivast um Agnar á Dul, men eitt er vist, hann hevur verið sera góðir við sína familju og øll børnini eru komin væl uppundan, har tey øll hava sítt at geva samfelagnum, einamest Klaksvík, júst tað sum Agnar og konan høvdu ynskt sær og tey bæði skulu vera stolt av teimum øllum.
Eg eri staddur í Danmark í løtuni og tískil ongan møgueleika at fylgja tær til tín síðsta hvíldarstað í dag, tað eri eg keddur av, men tankarnir eru hjá tykkum ið eftir sita, í tykkara sváru tíð sum kemur og tykkara stóru sorg, lat Harran stykja tykkum øll.
Við hesum fáu orðum, vil eg lýsa frið yvir minnini um Agnar á Dul.
Hvíl í friði vinur mín.
Símun á Høvdanum



RSS Feed