NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

EIN ER TÍÐIN AT LIVA

26/11/2019

Comments

 
Billede
​ALLARBESTU TIT, sum hava lisið, lurtað ella á annan hátt fylgt teimum vónríku og forpíndu persónunum í krimirøð míni. Og øll tit, sum hava kent tykkum sum part av umhvørvinum og skakandi hendingunum í tí rættuliga meinlíka føroyska samfelagnum.

Takk fyri góðar og svárar løtur. Alt fær ein enda. Eisini tann ringasta plágan. Tað verða ikki fleiri svik ella brotsverk. Heldur ikki fleiri freistingar og ódámligar ætlanir.

Við sorgblídni sigi eg bindiklubbanum farvæl. Hann hevur verið í mínum huga í skjótt fýra ár. Ein er tíðin til hevnd og hatur. Onnur til kærleika og fyrigeving. Nú er stundin at binda frið.

Seinasta bókin í krimirøðini er avdúkað. Eg má bíða tolin og í spenningi. Vitandi at tíðin er rættvísasti dómari.

Takk øll somul fyri miklan íblástur. Fyri vøkur orð og áhugaverdar afturmeldingar. Alt sum gav skerdum skaldaveingjum hugflog og dirvi at skriva.

Takk til Mentanargrunn Landsins og takk til bókasøvn, skúlar, fyritøkur og stovnar kring landið, sum hava stuðlað, keypt og víst bókarøðini ans.

Takk Sprotin og Edition krimi. Og takk góði Martin Schürholz fyri týsku umsetingina. Og takk Jan Nystrøm fyri tínar frálíku kápumyndir.

Takk til tykkum, sum hava lisið, rættað og viðmerkt í handritunum, áðrenn bøkurnar fóru til prent og vórðu lagdar fram fyri almenningin.

Til seinast takk, góða Jóngerð. Fyri títt tolsemi og áhuga, hóast mína fráveru í gerandisdegnum og mítt forelskilsi í nøkrum fremmandum kvinnum og einum forførandi skaldaheimi, sum hevur bundið niður mínar hendur og føtur hesi seinastu árini.

Ein er tíðin at skriva. Ein er tíðin at liva.

​Steintór Rasmussen

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.