Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera. Millum annað at gita livandi vekt á veðri, hespukapping, rullu- og kjøtpylsusmakking, verkstaðir til børn og barnsligar sálir, tónleikur á neystaloftinum, og besti flettari verður funnin.
Sum nakað serligt verður í samband við ársins Heystfagnað skipað fyri búmerkjakapping. Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú talgildum miðlum, marknaðarføringstilfari og t-blusum í óavmarkaða tíð.
Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr. 7.500,-.
Seinasta freist at lata inn uppskot er 12. september 2021 á midnátt.
Búmerkjakapping fyri Heystfagnaðin á Eiði | Eiðis kommuna (eidi.fo)
RSS Feed