NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Armslongd og faklig styrki í stuðulsumsitingini av yrkispalllistini

13/10/2025

Comments

 
Picture
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent uppskot til løgtingslóg til ummælis, har skotið verður upp at flyta stuðulin til yrkispalllistina frá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins. Endamálið er at tryggja armslongd og at savna fakligu viðgerðina av stuðulsumsóknum á einum staði.

Sambært uppskotinum verður tað Mentanargrunnurin, sum — eftir tilmæli frá sakkønum ráðgevum innan palllist —  fer at taka avgerðir um stuðul til yrkispalllist. Mentanargrunnurin umsitur longu fleiri stuðulsskipanir á mentanarøkinum eitt nú filmsstuðulin, sum varð fluttur hagar við ársbyrjan 2025. Stuðulin til yrkispalllistina fær sína egnu stuðulsjáttan á fíggjarlógini, soleiðis at greiður skilnaður verður millum ta játtanina og aðrar játtanir undir grunninum.

Við lógaruppskotinum verður eisini skotið upp at broyta heitið “leiklist” til “palllist”, ið verður mett at vera eitt breiðari hugtak, sum fevnir um øll sløg av pallsettari list t.d. sjónleik, dans, opera og aðrar samsvarandi palllistarligar greinar.

Við uppskotinum fær Leiklistaráðið á Tjóðpallinum, sum frameftir verður nevnt Palllistaráðið, varafólk og eisini betri møguleikar at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum saman við stjóranum. Ítøkiliga merkir hetta, at Leiklistaráðið ikki longur skal viðgera umsóknir um stuðul til fríyrkisbólkar og aðrar verkætlanir, men at Leiklistaráðið skal hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum.

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, sigur, at uppskotið tekur beinleiðis støði í samgonguskjalinum:

Listin skal stuðlast, ikki stýrast. Stuðulsjáttanir verða umsitnar sambært armslongdarmeginregluni. Játtanirnar til ymsu listagreinirnar verða endurskoðaðar og lagdar í fasta legu.”
Eirikur í Jákupsstovu leggur afturat:

Vit vilja tryggja, at stuðulin til listarligt virksemi verður skipaður á fakligum grundarlagi og við fullari armslongd frá politisku skipanini. Hetta er eitt natúrligt framhald av tí arbeiði, sum longu er gjørt á filmsøkinum og við avtøkuni av biograflógini.”
Ummælisfreistin er 3. november 2025.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.