Tøkk fyri nógvar ógloymandi løtur í 2025, tá ið vit øll vóru blá, KLASSI KÍ 💙💙💙
We wish you a Happy New Year🥳🎆
Maverick Barr
Maverick Barr ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri farna árið🥳🎆 Tøkk fyri nógvar ógloymandi løtur í 2025, tá ið vit øll vóru blá, KLASSI KÍ 💙💙💙 We wish you a Happy New Year🥳🎆 Maverick Barr 💚GLEÐILIG JÓL & GOTT NÝGGJÁR✨ Fólkaflokkurin ynskir øllum, úti sum heima, eini gleðilig og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár🎄✨ Fólkaflokkurin Meira enn bara eitt ves 😂😂😂 Hóast høvuðsendamálið framvegis er at vera eitt alment ves, hevur Pisshúsið fingið ein nærum kult-status. Tað verður ofta brúkt sum eitt kennileiti, tá ið fólk avtala at hittast í býnum, og tað verður ofta sýnt fram á myndum og í ferðafólkahondbókum sum eitt stuttligt og sermerkt stað í Klaksvík. Pisshúsið vísir, at sjálvt teir smæstu bygningarnir kunnu hava stóran týdning fyri samleikan hjá einum býi, um teir verða røktaðir og virdir sum partur av søguni. Vitlíki & SáH Gamli Klakksvíkshandilin er eisini opin mánadagin 22. desembur🌲 Handilin hevur verið ómetaliga væl vitjaður, og tí hava vit valt at eisini hava opið mánadagin 22. desembur kl 16-20. Í gamla Klakksvíkshandlinum kanst tú keypa steintoy fyri serprís, vakrar jólakalendarar, góðgæti í leysvekt, vælangandi sápur, heimabakstur og nógv annað. Kom á gátt hjá okkum, og kom í rættan jólahýr. Gamli Klakksvíkshandilin er besti jólahandil í Føroyum. Norðoya Kunningarstova Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar – frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur. Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á matstovum, á gøtuhornum og í hølum kring Klaksvík. Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan. Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á ólavsøku er sjón fyri søgn, tá løg hjá Nicolinu javnan verða sungin av túsundtals fólki á Vaglinum til miðnáttarsangin. Tey av Kamarinum vóru eisini røsk at taka útlendskan tónleik til sín og týða hann til føroyskt. Bólkurin varð stovnaður í 1955 og gjørdist skjótt ómetaliga vælumtóktur. Tey spældu konsertir og til veitslur og dans, og lótu frá sær plátur og løg – tónleik, sum enn í dag er at hoyra og verður framførdur. Sama hvar tey spældu, vóru hølini á tremur við spentum áhoyrarum. Heiðurskonsertin leygarkvøldið 11. apríl verður ein stásilig og virðilig heilsan og heiðran av tónlistarliga arvi teirra. Fleiri av føroya fremstu tónleikarum fara at framføra og tulka løg teirra. Hvørjir hesir tónleikarar eru, verður kunngjørt í næstum, men vit kunnu lova, at talan er um tónlistafólk av ovastu hill. Harafturat verður eitt satt stjørnuhúsorkestur á pallinum, sum fer at spæla undir hjá teimum frálíku artistunum. Málið er, at vit øll fara trallandi úr Varpinum, meðan vit aftur murra løg sum “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur”, “Mín fyrsta flamma” og mong, mong onnur. Eisini verður frásøgufólk á konsertini, sum fer at siga frá søgum um bólkin og ættina, og greiða frá, hvussu tað var at vera – kanska – fyrstu poppstjørnurnar í Føroyum. Kom við á tónleikaferð, sum lyftir tónleikaarv teirra av Kamarinum inn í nútíðina. Atgongumerki kunnu keypast her: Heiðurskonsert Klaksvíkar Kommuna Í samband við jólahøgtíðina verður søluskipanin av grundstykkjum dagførd 5. januar 2026 kl. 12.00. Sølulistin sæst her: Tøk grundstykkir Mánaðarlig dagføring Listin yvir tøk grundstykkir verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Gevi gætur: Í samband bið jólahøgtíðina verður søluskipanin dagf. 5. jan. 2026 kl.12.00. Bert ein bóking per stykki Fyrsta bóking tekur við. Aðrar bókingar verða sleptar. Fermetraprísur Millum Hjalla og Undir Klakki er fermetraprísurin kr. 380. Á Fossum er fermetraprísurin kr. 1150. Klaksvíkar Kommuna Í kvøld var siðbundna jólakonsertin hjá Klaksvìkar hornorkestri í Christianskirkjuni 🙂 Sum nakað nýtt høvdu vit í ár eitt stórt felagskór, mannað av Kórinum í Christianskirkjuni, Klaksvíkar mannskóri og kvinnum úr Emmaus, og eydnaðist hetta sera væl . Hornorkestri var veruliga í rætta essinum í kvøld, sera vælljómandi undir kønari leiðslu av Fionu Parker 🙂 Kórið syngur til gudstænastuna Jóladag -, so er jólafrí 🙂 Hevur tú hug at vera við í hesum fantastiska hópu, er bara at siga frá, nýggir sangarir eru vælkomnir eftir nýggjár 🙂 Vit ynskja øllum eini gleðilig jól 🙂 Kórið í Christianskirkjuni KARNITINBUMBAN 💣 Hjá føroyingum er karnitin serligt, tí onga staðni í verðini er títtleikin av CTD so høgur sum í Føroyum. Av teimum matvørum, vit hava kannað, er tað turt kjøt, sum hevur avgjørt hægsta karnitin innihaldið. Karnitin innihaldið er 268,5 mg pr. 100 gramm. Tað er sera gott hjá teimum, ið hava ella eru berarar av CTD, at eta turt kjøt. Tí hóast CTD sjúklingar skulu taka karnitin tilskot, er eisini umráðandi, at eta mat, sum inniheldur karnitin. Turt kjøt er sera góð kelda til sink, fosfor og B-12 vitamin. Harumframt inniheldur tað nógv selen, kalium, jarn og aðrar B-vitaminir (riboflavin, niacin, B5 og B6). Turt kjøt hevur lægri vætuinnihald enn feskt kjøt. Tískil verður innihaldið av føðsluevnum hægri pr. 100 gramm í turrum enn feskum kjøti. Í seyðabókini hjá Robert Joensen stendur, at lambskrov lætnar á leið eina helvt, frá tí at tað er nýflett, og til tað er turt á kyndilsmessu Heilsufrøðiliga Starvsstovan |
Greinar
January 2026
|