NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Matiné konsert við Havnarkórinum

18/12/2015

Comments

 
BilledeMyndin er úr Vesturkirkjuni seinasta leygardag, tá kósið, saman við strúkarum framførdi Messias hjá Handl
Seinasta konsertin hjá Havnarkórinum í 2015 verður í morgin leygardagin í Havnar kirkju, Dómkirkjuni kl. 11.30.

Skráin er henda:

​1. Ave Maria – Tomás Luis de Victoria 2. Ave Verum - Charles-Camille Saint-Saëns 3. Gläns över sjö och strand – Ivan Widéen/ Viktor Rydberg 4. Tað sótu seyðamenn á vakt – H.J. Højgaard/ Mikkjal á Ryggi 5. Julen har bragt velsignet bud – C.E.F Weyse / B.S. Ingemann 6. Nú hvíld er yvir bygd og bý – Niels la Cour / B.S. Ingemann /A.C. Evensen

Talan er um Matine-konsert og er skráin tískil ikki serliga long. Upplagt er tó hjá teimum, sum eru í miðbýnum –og sjálvandi øllum øðrum við- at njóta eina friðsæla løtu við góðum kórtónleiki framførdan av einum væluppløgdum Havnarkóri undir leiðslu av Leif Hansen. Verið hjartaliga vælkomin.

MH 18.12.2015

Comments

Prince givið nýggja fløgu út!

14/12/2015

Comments

 
Billede
Uttan eingong vit hava fingið ávaring um tað, so hevur popp-ikoni Prince givið eina fløgu út - sum annars ongin hevur vita nakað av.

57 ára gamli Prince, sum hevur havt eina ørgrynnu av nøvnum - gevur sítt 36. album út til Jólar og kann tú keypa fløguna hjá honum via streamingsíðuni Tidal.

Nýggja fløgan hjá Prince Hit 'n Run Phase Two er annar partur av Hit 'n Run Phase One, sum hann gav út á sama hátt í september í ár.

JáH (y) 14.12.2015 

Comments

Frank Sinatra 100 ár

12/12/2015

Comments

 
Billede
Hevði Frank Sinatra (føddur 12. desember 1915 - deyður: 14. mai 1998) verið á lívið, so hevði fylt 100 ár í dag. Og uppá heimsplan, so er tað ikki heilt smávegis henda legendan hevur selt fløgur - tí hansara plátur hava selt yvir 150 milliónir verðina runt.

Við songum sosum: Fly me to the Moon, New York New York og My Way - hevur Frank heilt ávorligt sligið seg í heimssøguna, sum ein tann mest seljandi tónleikarin. Vit á Norðoya Portali halda tó, at sangurin My Way faktist næstan ikki kann syngjast av øðrum - enn Frank sjálvum.

Visti tú annars av, at fyrrverandi sangarin úr Aria, Jógvan Hansen, elskar at syngja sangir hjá Frank Sinatra ..?

JáH (y) 12.12.2015 

Comments

Kul Ballingarsíða til Guitaristin!

11/12/2015

Comments

 
Billede
Nú Jólaveitslur eru á skránni - so er niðanfyri standandi síða - absalutt síðan til guitaristin, sum gloymt hevur sína Grønu Sangbók eftir.

Her eru allir møguligir føroyskir sangskattir at heinta og vera nýggir sangir upploadaðir fleiri ferðir um vikuna. Trýst HER fyri at koma á Party síðuna hjá føroysku heimasíðuni Guitar Greb!

JáH (y) 11.12.2015

Comments

​Summar Festivalurin leggur frá landi

4/12/2015

Comments

 
Picture
Dato sett á næsta Summar Festivalin, og forsølan er byrjað

Summar Festivalurin 2016 verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august 2016, og nú er forsølan til festivalin byrjað.

Síðani 2004 hevur Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík, og tiltakið næsta ár verður tann 13. Summar Festivalurin.

Summar Festivalurin er landsins størsta tónleikatiltak og bjóðar stór útlendsk nøvn og føroyskar bólkar. Seinnu árini hava bólkar sum Twisted Sister, Roxette, Westlife og Ronan Keating spælt á Summar Festivalinum. 

Í ár hevur Summar Festivalurin tikið nýggja atongumerkjaskipan í brúk, og frameftir skulu fólk, sum keypa vikuskiftispass online, sjálvi prenta síni atgongumerki út. Skipanin fer at gera tað lagaligari hjá bæði fyriskiparum og gestum.

Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og online á heimasíðuni sf.fo. Fyrstu 2000 vikuskiftispass verða seld fyri serligan byrjanarprís.

Comments

Sinead O'Connor hóttir við sjálvmorð fyri aðru ferð á Facebook!

2/12/2015

Comments

 
Picture
Fyrru ferð skrivaði írska Sinead O'Connor á hennara status á Facebook, at hon hevði tikið eina yvirdosis av tablettum og hesa ferð hevur hon skrivað:

- Um ein kvinna ikki fær succes fyrstu ferð, so roynir hon enn eina ferð. Eg krevji mítt rætt at doyggja!

Familja, vinir og kenningar eru sera bangin um Sinead, sum annars er kend fyri lagið: "Nothing compares to you" og at hon heldur átti at hugsa um hennara 4 børn - enn at hótta við sjálvmorð.

JáH (y) 02.12.2015

Comments
Forward>>
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.