NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

“TEIR SJEY LESTRARNIR” - GUDSTÆNASTA Í CHRISTIANSKIRKJUNI

27/11/2025

Comments

 
Picture
Sunnudagin,  30.november kl. 16.00 verður Liturgisk gudstænasta  í Christianskirkjuni við Marjuni Lómaklett, har leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnir frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.

Ímeðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Løtan verður hildin við sálmasangi, stillum urgutónleiki og møguleiki er fyri at tendra ljós.
 
Aftaná gudstænastuna verður ein góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum. Hjartaliga vælkomin øll somul!

“THE SEVEN READINGS” – IN CHRISTIANSKIRKJAN, KLAKSVÍK.
On Tuesday the 30th of November at 4pm there will be “the seven readings”-service in Christianskirkjan, Klaksvík with Marjun Lómaklett. Lay people will read the seven readings from the proclamation of the birth of Jesus to the wise men of the East.

While reading, the seven branched candlestick will be lit. There will be quiet organ music, you can light a candle, and hymns will be sung.

After the service, there will be coffee and cake served. Everyone is welcome!

Christianskirkjan

Comments

Jólakonsert í Kappróðrarneystinum í KIaksvík

22/11/2025

Comments

 
Picture
Jólakonsert í Kappróðrarneystinum í KIaksvík

Vilt tú koma í rættan jólahýr?
So set X í kalendarin 19. desembur tí tá verður JÓLAKONSERTIN í kuulastu hølunum hjá Kappróðrarneystinum

Á pallinum verður eingin annar enn Bjöllubandin.

Talan er um eitt stjørnuklætt lið av okkara fremstu tónleikarum:
✨ Benjamin Petersen
✨ Dánjal á Neystabø
✨ Torleik Mortensen
✨ Høgni Lisberg

Við sær hava teir Elinborg Pálsdóttir sum við sínari vøkru rødd fer at tulka nakrar jólasangir.

Keyp atgongumerki nú fyri at tryggja tær pláss, klikk á Visti North herundir:

Visit North

​Do you want to get into the true Christmas spirit?

Then mark your calendar for December 19th, because that’s when the Christmas Concert will take place in the coolest venue in town: Kappróðrarneystið!

On stage will be none other than Bjöllubandin – a star-studded group featuring some of the Faroe Islands’ finest musicians:
✨ Benjamin Petersen
✨ Dánjal á Neystabø
✨ Torleik Mortensen
✨ Høgni Lisberg

Joining them is Elinborg Pálsdóttir, who with her beautiful voice will bring a heartfelt interpretation of some beloved Christmas songs.

Get your ticket now to secure your spot!

Visit North

Comments

Mentanarvirðisløn landsins 2025 latin Bárði Oskarsson

21/11/2025

Comments

 
Picture
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur latið Bárði Oskarsson, rithøvundi, Mentanarvirðisløn landsins 2025 fyri útint listarligt avrik. 

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
"Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur".

Fyri listarliga avrik sítt fær Bárður Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025.
 Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Les alla grundgevingina HER

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Kinna Poulsen fingið Heiðursgávu landsins 2025

21/11/2025

Comments

 
Picture
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur latið Kinnu Poulsen, ummælara og listamiðlara, Heiðursgávu landsins 2025.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
"Sum ummælari og listamiðlari hevur Kinna Poulsen í meira enn 30 ár givið fólki innlit í og vitan um føroyska myndlist. Við greinum í fjølmiðlum og á egnum listabloggi hevur Kinna verið ein týðandi rødd hjá føroysku myndlistini – ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands".

Fyri sítt áhaldandi arbeiði sum ummælari og miðlari av føroyskari myndlist verður Heiðursgáva landsins latin Kinnu Poulsen.
Heiðursgáva landsins er 75.000 kr., og hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Les alla grundgevingina HER.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Mentanarvirðislønir landsins 2025

21/11/2025

Comments

 
Picture
Á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði í kvøld handar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til menta- og listafólk. Virðislønirnar, ið verða handaðar, eru hesar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Gott kvøld øll somul
Vælkomin til Eiðis – ein vøkur bygd í einum einastandandi vøkrum umhvørvi. 

Fortreytirnar fyri lívi og vøkstri á Eiði hava altíð verið góðar: stutt er út á góð fiskimið, og upplendið er stórt. Fólk settu búgv á Eiði longu tíðliga í tíðini, møguliga longu í landnámstíðini. Vit vita í øllum førum, at Eiði var ein stór bygd í miðøld. Í sambandi við vatnorkuútbyggingina hjá SEV við Eiðisvatn vístu fornfrøðiligar kanningar í Ærgisbrekku, at har hevði verið setur við djórahaldi longu tíðliga í miðøld.

Eiðiskollur er jarðfrøðiliga, plantufrøðiliga og fagurfrøðiliga einastandandi og mølin og niðara vatn er ein náttúruvøkur perla, ið Eiðisfólk brúka nógv.

Eiði er gomul kirkjubygd og kirkjan frá 1881 stendur væl fyri mitt í bygdini.

Frítíðar- og mentanarlívið á Eiði er virkið.

Føroyski dansurin gongur væl á Látrinum, og Heystfagnaðurin, har alt tað, ið hevur við landbúnað og siðsøgu er á skránni, hevur seinastu árini ment seg til eitt tiltak, ið dregur fólk úr øllum landinum til Eiðis.
Kanska ikki so løgið, at Risin og Kellingin valdu at seta endan á Eiðiskoll, tá tey ætlaðu at draga Føroyar heim við sær til Íslands.

Tað eydnaðist ikki at taka Føroyar við til Íslands - men samband og mentanarskifti millum menniskju og millum lond hevur altíð verið ein týðandi partur av mentanarligu menningini.

Vit plaga at siga, at føroyska myndlistin er ung, ikki nógv meira enn hundrað ára gomul. Tað er áhugavert, at ein týðandi partur av fyrstu menningini kom júst frá samskiftinum við útheimin. Elizabeth Taylor – ella Mistela, sum hon varð rópt á Eiði – var ferðabókahøvundur, ið millum annað hevði gingið á listaskúla í Paris. Hon skrivaði greinar til amerikonsk tíðarrit um støðini, hon vitjaði, og hon kom til Føroya fyrstu ferð í 1895. 

Tað var ikki óvanligt tá í tíðini, at granskarar og ævintýrarar komu higar at kanna og skráseta – men tað serliga við Elizabeth Taylor var, at hon steðgaði her í tíggju ár. Fimm teirra búði hon á Eiði, har hon leigaði kamar hjá foreldrunum hjá Niels Kruse. Hennara ávirkan á føroyska list gjørdist týðandi, tí hon lærdi frá sær til evnarík fólk á staðnum, og Niels Kruse gjørdist ein av fyrstu føroysku landslagsmálarunum.

Samskiftið við útheimin var ikki bara ígjøgnum tey, sum komu higar – føroysk listafólk fóru eisini sjálv út í heim, til Keypmannahavnar, Paris og aðrastaðni. Og her á Eiði hevur listalívið eisini Í nútíðini vunnið fram. Abbadóttir Niels Kruse - og eitt av okkara fremstu myndlistafólkum, Sigrun Gunnarsdóttir, býr og virkar her á Eiði. Sigrun fekk Mentanarvirðisløn landsins fyri 2020.

Mentanarvirðislønir landsins hava verið handaðar á nærum hvørjum ári síðani 1998 og eru vorðnar ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins. 

Kring landið eru mentanarhús miðdeplar fyri eitt virkið mentanarlív. Her á Eiði hevur gamla fimleikarhøllin í skúlanum, Kolshøll, verið ein virkin mentanarhøll síðani 2016. 

Vælkomin í Kolshøll til handanina av mentanarvirðislønum landsins. 
Heiðurin at handa virðislønirnar er fallin mær, sum landsstýrismanni í almanna- og mentamálum, í lut. 
Stóra takk, tit í Eiðis kommunu, fyri at tit vildu hýsa handanini av mentanarvirðislønunum í ár.

Tríggjar virðislønir handaðar í kvøld: Virðisløn til ungt listafólk, Heiðursgáva landsins og Mentanarvirðisløn landsins. Heiðursbrøvini hevur bókbindarin á Landsbókasavninum bundið so hegnisliga inn. Á tiltakinum í kvøld verða eisini røður og framførslur.

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum. Eg vóni, at vit fáa eitt gott kvøld saman.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Eirikur í Jákupsstovu takkar fyri

21/11/2025

Comments

 
Picture
So var handanin av  Mentanarvirðislønum landsins 2025  í Kolshøll á Eiði av. 

Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá Eiriki í Jákupsstovu til hetta høvið:

Í kvøld hava vit heiðrað og fagnað teimum, sum við síni list og mentanarliga virki hava ríkað okkum sum menniskju og styrkt okkara samanhald sum tjóð. 

List og mentan koma ikki av sær sjálvum, men verða ment av fólki, ið tora at hugsa, tora at skapa og  sýna fram, geva út og bera okkum nakað, ið bæði ríkar og skapar virði og livilíkindi í okkara samfelagi. 

Og tað er tað, ið list og mentan kunnu: at flyta okkum, at geva okkum nýggja sjón, at vísa okkum hvørji vit eru – og hvørji vit kunnu verða.

List og mentan eru drívmegi fyri broyting, samanhaldi og menning. List og mentan binda okkum at fortíðini og vísa leiðina fram í tíðina, samstundis sum list og mentan eru grundarsteinar í okkara vælferð. 

Mentanarvirðislønirnar eru ikki bara eitt klapp á herðarnar. Tær eru eitt tekin um, at vit sum samfelag skilja virðið av og vilja stimbra list og mentan.

Mentanarvirðislønirnar minna okkum á, at list og mentan eru sjálvt alvið í lívinum.

Hjartaliga tillukku tit trý, Bárður Oskarsson, Kinna Poulsen og Lea Kampmann, við virðislønunum. Takk fyri tykkara týðandi íkast til føroyska mentan og list.  
Eg vil eisini nýta høvið at takka tykkum øllum, sum hava sett dám á kvøldið við framúr góðum framførslum. Og ein serlig tøkk til Kringvarp Føroya fyri at senda beinleiðis frá tiltakinum og gera tað møguligt hjá fólki kring alt landið at fylgja við.

Mentanarvirðislønir landsins eru ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins, og tað hevur stóran týdning, at mentanarpolitikkurin sæst aftur og merkist í verki kring alt landið – eisini til tiltøk sum hetta.

Tað hevur tí verið ein stórur heiður og ein sonn fragd fyri meg, sum landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, at kunna handa mentanarvirðislønir landsins her í Kolshøll á Eiði í kvøld.

Takk fyri.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Nýggj kunngerð styrkir eftirlitið á eldraøkinum

21/11/2025

Comments

 
Picture
Ein týðandi nýskipan innan eldraøkið er nú sett í gildi. Ein nýggj kunngerð tryggjar, at eftirlit við heimatænastu, eldrarøkt og øðrum tilboðum sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður skipað, regluligt og eins í øllum landinum.

Sambært lógini hava kommunurnar ábyrgdina av eftirlitinum. Men við nýggju kunngerðini fáa tær nú ein greiðan og felags leist fyri, hvussu eftirlitið skal fara fram, hvat eftirlitið skal fevna um, og eina freist nær eftirlitið skal verða framt.

Kunngerðin er gjørd í tøttum samstarvi millum Almanna- og mentamálaráðið og kommunurnar, og arbeiðið fær gott skotsmál av landsstýrismanninum:

"Nú er long tíð liðin, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, men reglur um sjálvt eftirlitið hava mangla. Tað hava vit nú bøtt um. Við hesi kunngerðini fáa kommunur og kommunal samstørv greiðar karmar at fremja eftirlit við tilboðum og tænastum, sum tær veita,” sigur landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu.
 

 

Kunngerðin er nú lýst og arbeiðið við at fremja eitt støðugt eftirlit kann nú veruliga fara í gongd í øllum landinum. 

Kunngerðin kann lesast her.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Lea Kampmann fekk Virðisløn til ungt listafólk 2025

21/11/2025

Comments

 
Picture
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur handað Leu Kampmann, tónleikara, Virðisløn til ungt listafólk 2025. 

í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
"Ljóðførini eru ein kensluborin rødd, mettaðar gittarstrofur og stundum ein fiólstrongur. Ofta í moll. Einfalt og samansett. Lea Kampmann megnar at gera tær stóru kenslurnar einfaldar, so tær geva afturljóð hjá áhoyrarunum".

Á seinastu útgávuni, Seinferð, frá 2024 ger Lea Kampmann upp við tað skundmikla í tíðini. Lea Kampmann fær okkum at steðga á - og kanska at seta ferðina niður.
Les alla grundgevingina HER.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Almanna- og mentamálaráðið

Comments

Country-gospel-kafé-konsert við Eyðun Jacobsen  í Varpinum, Klaksvík.

14/11/2025

Comments

 
Picture
Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving.

Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum. Atgongumerkini kosta 250 kr, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú kanst hava desert og drekka við inn til kafé-borðini, so mugu tey sum heldur vilja sita bleytt í reyðu setrunum á hágólvi og svala, bíða til pausuna, at fáa sær ein drekkamunn.

Atgongumerkið kunnu bíleggjast á varpid.fo

UM EYÐUN:
Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sína tónleikaferð sum smádrongur á Kósini saman við Karl Martin Samuelsen, Joen Jacob Jacobsen, Jóhan Laksafoss og Jóannes hjá Rosu í bólkinum The Tigers.

Síðani tá hevur Eyðun verið sera virkin innan andaligan tónleik og hevur verið við í fleiri bólkum og útgávum. Hann bleiv giftur við Dinnu Nónklett og flutti til Søldarfirðar í 1975 har hann helt fram við tónleikinum.  

Í 1983 flutti hann saman við familjuni til Danmarkar har tey búðu í 17 ár, eisini har var hann sera virkin við sínum sang og tónleikagávum. Síðani tey fluttu heima aftur til Føroyar, hevur Eyðun ikki ligið á latu síðuni tónleikaliga.

Hann hevur givið út 5 fløgur sum einstaklingur og 2 fløgur saman við døtrunum undir navninum Zamar.


Hann hevur verið nógv í USA í samband við tónleika innspælingar, bæði hjá sær sjálvum og fleiri øðrum. Hvørja viku syngur og spælir hann saman við tónleikarunum á teimum ymisku samkomu kafeinum.

Eisini skipar hann fyri ymiskum tónleiktiltøkum, so sum tann sera vældámdi Gospeltúrurin við Norrønu.

Tað er eingin ivi, Eyðun er country maður. Hansara tónleikur er Country Gospel. Eitt sum eyðkennir konsertir og
framførslur hjá Eyðun er, at hann dugur væl at fáa áhoyrarnar at syngja við sær og hetta er sera væl dámt.

Konsertin í Varpinum verður einki undantak, fólk kunnu gleða seg til at sleppa at syngja við.

Eyðun hevur góðar tónleikarar afturat sær. Nevnast kunnu: Gotfred Joensen klaver, Jóhan Danielsen bass, Herálvur Jensen el guitar, Terje Jóhannesen El-guitar og mandolin, Andrew Jensen trummur, Petur Hermansen steel guitar og sjálvur spælir Eyðun akkustiskan guitar. Kórrøddirnar eiga Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen og Kristbjørn Olsen.

Á konsertini koma eisini 4 gestasangarar at luttaka, teir eru: Magni Christiansen, Terje B. Vestergaard, Bill Justinussen og Dan Hjelm. 

Eyðun Jacobsen 

Comments

Kunngerð broytt - skal ganga skjótari at betra um kirkjur

10/11/2025

Comments

 
Picture
Kirkjurnar hjá Føroysku fólkakirkjani eru fyrst og fremst bygningar, har mennskju hava samfelag við Gud, og tí hevur atgongdin til kirkjurnar høga raðfesting. Um eitthvørt skal gerast við eitt nú atkomuviðurskiftini til dømis fyri at lætta um hjá fólki, ið bera brek, er neyðugt at viðkomandi myndugleikar bera so skjótt at, sum umstøðurnar loyva tí, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu.

Landsstýrismaðurin hevur tí nú broytt kunngerðina um bygningar fólkakirkjunnar, soleiðis at freistir eru ásettar, nær ummæli skulu fáast til vegar frá Tjóðsavninum, áðrenn farast kann undir umvæling av kirkjubygningum, ella áðrenn innbúgv, tilhoyr og prýði kunnu broytast ella umvælast. Freistin er hálvt ár fyri bygningar, tríggir mánaðir fyri innbúgv/tilhoyr og tveir mánaðir fyri prýði.

Av tí at málini ikki altíð eru so væl upplýst, tá ið Tjóðsavnið skal gera sítt ummæli, verður latið upp fyri, at landsstýrisfólkið, eftir áheitan frá Tjóðsavninum, í heilt serligum førum kann víkja frá nevndu freistum.

Nakað annað, sum til tíðir eisini hevur tikið tíð, er at finna ein arkitekt, ið hevur gjølligan kunnleika til føroyskar kirkjubygningar at standa fyri einum umvælingararbeiði. Føroysku kirkjubygningarnir eru heilt serligir, og tí kunnu aðrir byggikønir førleikar eisini brúkast, tá ið umræður hollan kunnleika til eldri føroyskar kirkjubygningar. Kunngerðin loyvir tí nú, at onnur byggisakkøn við gjølligum kunnleika til føroyskar kirkjubygningar eisini kunnu standa fyri einum umvælingararbeiði.

Eg fegnist um broytingarnar í kunngerðini, ið eru gjørdar í sátt og semju við fólkakirkjuna. Vónandi fara broytingarnar at gera tað greiðari fyri allar partar, nær farast kann undir eitt arbeiði við kirkjubygningum og øðrum, ið er fevnt av kunngerðini", sigur landsstýrismaðurin.

Almanna- og mentamálaráðið

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.