Stutt andakt verður við Øssuri Kjølbro.
Ein góður drekkamunnur verður at fáa.
Christianskirkjan
Fríggjadagin, 03. oktober, er hugnaløta í kirkjukjallaranum kl. 15.00 v/Armgarð Arge: "Mín vegur til guðfrødi og Kvf". Stutt andakt verður við Øssuri Kjølbro. Ein góður drekkamunnur verður at fáa. Christianskirkjan Í samband við 95-ára føðingardagin hjá Alexi Sólstein fer klaverleikarin Jóhannes Andreasen at spæla eina serstaka heiðurskonsert í Varpinum 🎶🎵 Á skránni er vakur klavertónleikur eftir tvey av yndis-tónaskøldunum hjá Alexi, nevniliga Mozart og Schubert. Heiðurskonsertin í Varpinum verður sunnudagin 5. okt. kl.16. Tiltakið er alment og ókeypis, og neyðugt er ikki at bíleggja pláss í salinum. Ein drekkamunnur verður at fáa eftir konsertina. Stóra tøkk til Klaksvíkar Kommunu, ið hevur stuðlað heiðurskonsertini! Mentanarhúsið Varpið Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í heyst kendan enskan skemtileik til heiðurs fyri undangongukvinnu innan sjónleik. Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin "Friður á pallinum!", sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum. Leikurin, ið hevur upprunaheitið "Noises Off", varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982. Leikurin fekk sera góð ummæli, og fólk streymaðu til sýningarnar, sum koyrdu uttan íhald í fimm ár. Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir – eitt nú í Bretlandi og í USA. Tað ber illa til at tosa um sjónleik í Klaksvík og í Føroyum uttan at nevna Adelborg Linklett, sum var undangongukvinna í sjónleikaumhvørvinum. Hon fór fyri góðum ári síðani. Leikararnir í Klaksvíkar sjónleikarafelaga tosaðu ofta um, at framføra leikin "Noises Off", og nú leikurin verður settur upp í Klaksvík, verður tað gjørt til heiðurs fyri Adelborg, sum hevði so stóran týdning fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Leikurin “Friður á pallinum!” verður sýndur í Varpinum í Klaksvík, og hetta er fyrstu ferð, at stórur sjónleikur verður settur upp har. Adelborg Linklett loysti fyrsta flagið, tá ið stásiliga mentanarhúsið skuldi byggjast, og tí gongur alt upp í hægri eind, nú skemtileikur verður sýndur har til heiðurs fyri Adelborg. Níggju leikarar eru við í "Friður á pallinum!", og hesi eru bæði eldri og yngri leikarar við royndum – eisini saman við Adelborg Linklett. Fimm menn og fýra kvinnur eru í leikinum, og tey, sum fara at spæla, eru: Karl Sofus í Heimistovu, Karl Marius Poulsen, Hans Hjalti Skaale, Jan Gardar, Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jancy Kalsø og Eliana Svøðstein. Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt. Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø ger pallmyndina og Nikolaj Falck, sum er giftur ommudóttir Adelborg Linklett, verður pallsmiður. Samstarv er gjørt við Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, og teirra vegna fer Sjúrður Sólstein, leiðari á timburdeildini, at leggja næmingum lag á. Leikurin gongur fyri seg í nútíðini, har sjónleikabólkurin spælir ein sjónleik, sum gongur fyri seg fyri umleið øld síðani. Hetta krevur góðar búnar og leiklutir. Venjingarnar til "Friður á pallinum!" byrjaðu um miðjan august, og venjingarnar hava gingið væl. Leikurin er krejvandi, og krevur sannførandi spæl og góðan neyvleika. Spælt verður frammanfyri og aftanfyri pallin, og tað setur stór krøv til pallmyndina, sum skal kunna snarast runt. "Friður á pallinum!" verður frumsýndur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 24. Oktober 2025. Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Maverick letur upp klokkan 17:00 í dag. FIMMARI, Champions League, Ringling og tónleikur
Tottenham vann sín dyst og nú verður spennandi um FCK og Barcalona fara at vinna, her skráin: Kl. 17:00 FIMMARI Kl. 17:45 F.C.Keypmannahavn - Bayer Leverkusen Kl. 17:45 Club Brugge - Monaco Kl. 20:00 Newcastle - Barcelona Kl. 20:00 Manchester City - SSC Napoli Kl. 21:00-22:00 RINGLING Eisini verður tónleikur á skránni, støkkið inn á gólvið og fái tykkum eina kalda. Tað skal nokk vera stuttligt. Maverick Barr Sunnudagin 21. septembur kl 16.00 hevur "Københavns Politi Sangkor ", konsert í Christianskirkjuni. Um kórið siga teir: Københavns Politi Sangkor varð stovnað 13. marts 1913 sum fleirræddað mannskór við tí endamáli at syngja fyri borgarum og harvið virkað fyri áliti og sínámillum fatan millum borgarar og løgreglu. Løgreglusangurin er kortini eldri, við tað at tað longu 14. Juni 1884 varð stovnað eitt kór, sum gjørdist ótrúliga væl dámt millum manna, og góvu nógvar koncertir fram til 1908. Áhugin fyri kórsangi vardi tó við, og aftaná nógv ynsktu og eggjaðu til at halda áfram, varð núverandi mannskór stovnað 5 ár seinni. Skráin spennir vía, frá donskum sangum og sálmun yvir klassisk kórverk, opera– og operettekór til barbershop og musicals. Kórið framførir bæði til kirkjuligar og aðrar koncertir, antin a capella ella við klaver- og orgulfylgispæli. Umframt umfatandi koncertvirksemið í Danmark, framførir kórið javnan í útlandinum, ofta av internationalum sambandi ímillum løgreglukór. Københavns Politi Sangkor hevur m.a. havt konsertir í Norðurlondum, Týsklandi, Onglandi, Litauen og Ruslandi. " Christianskirkjan Virkið Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. okt. – 11. okt. Tvey onnur tiltøk verða knýtt at Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fjølmentanarvikuna og Heystglóð. Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum m.a. skulu eggja borgarum at vera virkin saman og hugbundin. Fjølmentanarvikan er í høvuðsheitum eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum. Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum. Leygardagin 11. oktober verður Heystglóð. Tá er tað handilsvinnan, sum veruliga fer at spíla seg út við nógvum spennandi átøkum. Send okkum títt hugskot Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við Virkið Heyst er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum. Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 30. september 2025. Boða frá her: Virkið Heyst 2025 Klaksvíkar Kommuna Leygarkvøldið 22.nov bjóða Eyðun Jacobsen og Varpið til eina øðrvísi kafékonsert-uppliving. Eyðun vil gjarna skapa ein hugnaligan og óformellan stemning. Áhoyrarnir kunnu tí velja ímillum at sita í vanligu reyðu áhoyrara-stólunum, ella við kaféborð niðri á gólvinum. Atgongumerkini kosta 250 kr, og tá er kaffi og desert íroknað prísin. Einasti munurin er, at meðan tú kanst hava desert og drekka við inn til kafé-borðini, so mugu tey sum heldur vilja sita bleytt í reyðu setrunum á hágólvi og svala, bíða til pausuna, at fáa sær ein drekkamunn. UM EYÐUN: Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sína tónleikaferð sum smádrongur á Kósini saman við Karl Martin Samuelsen, Joen Jacob Jacobsen, Jóhan Laksafoss og Jóannes hjá Rosu í bólkinum The Tigers. Síðani tá hevur Eyðun verið sera virkin innan andaligan tónleik og hevur verið við í fleiri bólkum og útgávum. Hann bleiv giftur við Dinnu Nónklett og flutti til Søldarfirðar í 1975 har hann helt fram við tónleikinum. Í 1983 flutti hann saman við familjuni til Danmarkar har tey búðu í 17 ár, eisini har var hann sera virkin við sínum sang og tónleikagávum. Síðani tey fluttu heima aftur til Føroyar, hevur Eyðun ikki ligið á latu síðuni tónleikaliga. Hann hevur givið út 5 fløgur sum einstaklingur og 2 fløgur saman við døtrunum undir navninum Zamar. Hann hevur verið nógv í USA í samband við tónleika innspælingar, bæði hjá sær sjálvum og fleiri øðrum. Hvørja viku syngur og spælir hann saman við tónleikarunum á teimum ymisku samkomu kafeinum. Eisini skipar hann fyri ymiskum tónleiktiltøkum, so sum tann sera vældámdi Gospeltúrurin við Norrønu. Tað er eingin ivi, Eyðun er country maður. Hansara tónleikur er Country Gospel. Eitt sum eyðkennir konsertir og framførslur hjá Eyðun er, at hann dugur væl at fáa áhoyrarnar at syngja við sær og hetta er sera væl dámt. Konsertin í Varpinum verður einki undantak, fólk kunnu gleða seg til at sleppa at syngja við. Eyðun hevur góðar tónleikarar afturat sær. Nevnast kunnu: Gotfred Joensen klaver, Jóhan Danielsen bass, Herálvur Jensen el guitar, Andrew Jensen trummur, Petur Hermansen steel guitar og sjálvur spælir Eyðun akkustiskan guitar. Kórrøddirnar eiga Birgit Nónklett Hansen, Kristina Nónklett Hansen, Heidi Nónklett Andersen og Kristbjørn Olsen. Keyp atgongumerkir her: "Country gospel kafékonsert hjá Eyðuni Jacobsen" Mentanarhúsið Varpið Tú kanst vera við at avgera, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking.3/9/2025 Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 26. september 2025. Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 15. september 2025. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til [email protected] Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum. Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið. Øll kunnu senda uppskot inn Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2025. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar. Dómsnevndin fer at meta uppskotini út frá hesum evnum: • Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling. • Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið. • Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars. Hesi eru heiðrað áður: 2012 - Dorete Bloch 2013 - Pál Weihe 2014 - Kári Sólstein 2015 - Bogi Hansen 2017 - Jens-Kjeld Jensen 2018 - Magni Mohr 2019 - Lis Mortensen 2020 - Debes Christiansen 2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen 2022 - Maria Skaalum Petersen 2023 - Heini í Skorini 2024 - Silas Olofson Granskingarráðið Fríggjadagin, 05.09.2025 er hugnaløta kl. 15.00 í kirkjukjallaraum. Eyðun Eliassen av Trøllanesi hugleiðir um lívið á bygd og býi. Øssur kjølbro hevur eina stutta andakt, og ein góður drekkamunnur verður at fáa. COZY TIME ON FRIDAY AT 5TH' OF SEPTEMBER AT 3PM On Friday, 5th' of September we have a cozy time in the church's basement at 3pm. Eyðun Eliassen from Trøllanes wil have a reflection about the life in rural commuties and cities. Øssur Kjølbro will have a short devotion. Coffee, tea and cakes will be served. Christianskirkjan Føroyska Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið. Sunnudagin 7. septembur kl. 11.00 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Rituvíkar kirkju. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar. Bergur Debes Joensen, sum er formaður í Bíbliustýrinum, kunnar um virkið og ætlanir felagsins og talvan gongur fyri Bíbliufelagið. Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagsskapur, og umboðar flestu kirkjur og samkomur í landinum. Endamálið er, at útgeva og breiða út Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna. Bíbliufelagið er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin. Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum síðani 1961. Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. M.a. hava føroyingar stuðla Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri. Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og møguleiki er at stuðla arbeiðinum umvegis heimasíðuna www.biblia.fo Føroyska Bíbliufelagið |
Greinar
January 2026
|