Páskaferian gjørdist 36 tímar styttri enn hon átti. Tá ið farast skuldi avsta tann 27. apríl bleiv túrurin útsettur eitt døgn og heimreisan bleiv framskundað 12 tímar.
Men tað var ikki tað einasta, heimreisan gjørdist sera drúgv, hon tók heili 58 tímar og taka við siglingartíðina við eisini, so gjørdist páskaferian 46 tímar styttri.
Farast skuldi avstað klokkan 03:00 sunnumorgunin og vit silgdu klokkan umleið klokkan 04:00 frá Hirtshals, beint áðrenn ódnin Dave skuldi raka Danmark við aldu omanfyri 11 metrum og vindmegi í ódnarstyrki, 30 m/s og í hvirlunum enn meira.
Vit sigldu til Albæk Bugt og har løgdu vit okkum at kroka í samfull 12 tímar.
Har leikaði hart á, alt stóð í einum aldaleypi tað einu løtuna, men Norrøna royndist væl, hon legði seg nokkso langt á liðuna einar 2-3 ferðir, men so legði hon seg upp móti vindinum og har helt hon kósina.
Tænanstan var góð umborð, vit fingu ókeypist morgunmat og døgurða og ferðafólkini tóku tað heilt róligt.
Vit vóru á Havnini týsdagin tann 7. apríl klokkan 13:30.
Her nakrar myndir frá túrinum.
SáH





RSS Feed