NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Breitt samstarv um integratión

27/2/2026

Comments

 
Picture
Í samband við at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.

- Í dag kunnu vit alment boða frá, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eitt samstarv um integratión saman við kommununum í Norðoyggjum, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Soleiðis sigur Karl Johansen, borgarstjóri, sum fegnast um, at kommunurnar nú fara at søkja eftir fólki til nýggja starvi sum integratiónssamskipari.

- Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður m.a. at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.

- Vit hava verið tilvitaði um hendan tørvin leingi, og tí er tað í tøkum tíma, at vit nú meira skipað kunnu fara undir at byggja brýr millum tilflytarar og lokalsamfelagið.

- Integratión er eitt stórt øki, og tað eru nógv átøk, sum hava eydnast væl, men tað er ein sannroynd, at tað eisini eru ymisk viðurskifti, sum kunnu gerast betri.

- Tað at tilflytarar nú koma at hava eitt fólk at venda sær til í nærumhvørvinum, sum kann vegleiða og upplýsa um ymisk viðurskifti er avgjørt ein bati, men ein forteyt er, at samstarv við myndugleikar, stovnar, felagskapir og onnur, sum arbeiða við integratión, fer at eydnast væl. Og tað eri eg sannførdur um, at nýggja starvsfólki fer at megna, sigur Karl Johansen.

Starvslýsingin til starvið sum integratiónssamskipari sæst her: Starvslýsing

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Vælkomin í 20 ára føðingardag

25/2/2026

Comments

 
Picture
Fríggjadagin 27 februar eru júst 20 ár síðani Húsið læt hurðarnar upp fyri børnum og ungum í Norðoyggjum á fyrsta sinni. Tað skal sjálvandi hátíðarhaldast!

Vit vilja fegin bjóða øllum - stórum og smáum, høgum og lágum, ungum og gomlum - og øllum har ímillum - inn at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Vit lata hurðarnar upp kl. 16.30 og skráin við røðum, tónleiki og onkrum søtum til góman, byrjar kl. 17.00

Frá kl. 20.00 er kvøldið ætlað teimum ungu frá 7. flokki og upp. Tá er silent disco og konsert við Adrenaline á skránni, umframt at Tekniski skúli fer at borðreiða við onkrum smávegis til matna.

Vit eru spent at bjóða tykkum inn í okkara deiligu hølir í Bøgøtu, og at gleðast saman við tykkum um, at Klaksvíkar Kommuna valdi at gera eina íløgu í okkara fantastisku børn og ungu.

Vit vóna at síggja nógv fólk, siga tey í Húsinum. 

Húsið - Klaksvíkar Kommuna

Comments

Søluprísurin fyri sjógvhita lækkar við nærum eini helvt

24/2/2026

Comments

 
Picture
Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð hevur samtykt at regulera søluprísin á sjógvhita úr 55 oyru kWh til 30 oyru kWh, galdandi frá 1. januar 2026.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein týðandi liður í, at fáa fleiri veitarar knýttar at skipanini, og at hetta er ein prísjavni, sum veruliga fer at muna hjá brúkarunum.

- Tað var í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026, at viðmælt varð, at peningur skuldi setast av til at endurskoða og regluera sjógvhita frá sjógvhitaskipanini hjá Klaksvíkar kommunu.  

- Verkætlanin við sjógvhitanum er framvegis ikki liðug, og tí hevur ikki verður møguligt at økja um talið á brúkarum, men seinastu tíðina hava tað verið gjørdar ymiskar útbyggingar, sum ger tað møguligt, at fáa fleiri brúkarar uppí skipanina.

- Hetta styrkir bæði støðuna hjá kommununi sum veitara av grønari orku, og betrar um møguleikarnar hjá kommununi at fáa nýggjar brúkarar at knýta seg í eina grøna orkuskipan til ein kappingarføran prís.

- Saman við Varpinum, Biskupstorgi, Føroya Banka, Angus, Kappróðrarneystinum, Betesda, Føroya Tele, Norðoya Sparikassa, Skúlatrøð og Rótini eru KG og LÍV bygningurin nú eisini knýttir uppí skipanina, og tískil er óvist, hvat avkastið verður í 2027, men ynski er framvegis at vera so tætt at upprunaligu ætlanini hjá kommununi, sum var ein søluprísur á umleið 25 oyru kWh. Eitt er tó vist, og tað er, at fermetrarøkið við sjógvhitanum er tvífaldað seinasta árið, og tað er eitt stórt framstig. 

- Fíggjarnevndin samtykti eisini, at prísreguleringar framyvir verða gjørdar árliga í samsvari við upprunaliga tilmæli frá 2019, sigur Karl Johansen, sum fegnast um, at ferð aftur verður sett á hesa týðandi verkætlan.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Herluf´s Kafé leygarmorgunin, frá kl. 9:00-12:00

20/2/2026

Comments

 
Picture
Herluf´s Kafé leygarmorgunin, frá kl. 9:00-12:00

Kom og fái tykkum rundstykkir, kaffi, og køkur.

Afturvið verður ymist gott undirhald.

Poul Sivar Olsen hevur okkurt, sum hann hevur hug at deila við okkum😉

Hallur bróður kemur á gátt. Hann fer at syngja nakrar sangir fyri okkum🎼
Felagssangur(sjómanssangir). Olgar,

Magnus, og Noel, og kanska aðrir spæla undir🪗🎸🪕

Sigmar hevur onkrar góðar at koyra avstað😂

! Hesuferð halda vit til í ovaru hæddini, og inngongd verður upp trappurnar

Noel Joesen - Herluf's Kafé 

Comments

Filmskvøld og prát um skisofreni

18/2/2026

Comments

 
Picture
Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu bjóðar Sinnisbati til filmskvøld og prát um skisofreni. Hetta er fyrsta av fleiri sýningum kring landið. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Skisofreni er helst tann sálarlíðingin, ið flestu fordómar og misskiljingar eru knýttar at, hetta, hóast nógv fólk liva við sjúkuni.

Sinnisbati bjóðar til filmskvøld og prát við tema skisofreni. Tað verður sýning við heimildar stuttfilminum 'Mammuskepilsið', prát við leikstjóran og fyrilestur um skisofreni.

Fyrsta sýningin verður í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík 2. mars kl. 19.00.

Skrá:
Kl. 19:00: Vælkomin
Kl. 19:05: Marin Magnusardóttir Østerø: Hvat er skisofreni?
Kl. 19:30: Sýning av heimildarfilminum Mammuskepilsið
Kl. 20:00: Samrøða við Mariu Tórgarð

Hvat er skisofreni?
Áðrenn filmssýningina fer Marin Magnusardóttir Østerø í stuttum at greiða frá eyðkennunum við skisofreni og loysa nakrar av misskiljingunum knýttar at líðingini.

Filmskvøld og prát:
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin er í uppskoti til Geytavirðislønina 2026. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.

Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.

At enda verður samrøða við Mariu Tórgarð, leikstjóra, um tilgongdina til filmin, samt at vera avvarðandi. Høvi verður at seta leikstjóranum spurningar.

Yrkingasavnið ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe verður til sølu á kvøldinum.

Leinkja til trailara:

https://www.youtube.com/watch?v=7abHIMzsFyE

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Í LØTUNI TEKUR TAÐ LONGRI TÍÐ AT FÁA NÝTT PASS

17/2/2026

Comments

 
Picture
Í LØTUNI TEKUR TAÐ LONGRI TÍÐ AT FÁA NÝTT PASS❗️

Orsakað av avbjóðingum við veitingini av passum úr Danmark tekur tað nógv longri tíð enn vanligt at fáa nýggj pass heim til Føroya.
Vit mæla tí øllum borgarum til at bíleggja pass í eyka góðari tíð.
Minst til at bíleggja tíð til borgaratænastuna í Havn. Tað gert tú her👇🏻
https://politi.fo/bilegg-tid-til-borgarataenastuna-i...
Les meira um bílegging av passi og um hvat tú skalt hava við tær á politistøðina her👇🏻
https://politi.fo/pass

DET TAGER I ØJEBLIKKET LÆNGERE TID AT FÅ NYT PAS❗️
På grund af udfordringer med leveringen af pas fra Danmark tager det i øjeblikket væsentligt længere tid end normalt at få nye pas til Færøerne.
Vi anbefaler derfor alle borgere at bestille pas i ekstra god tid.
Husk at bestille tid i Borgerservice i Tórshavn her👇🏻
https://politi.fo/bilegg-tid-til-borgarataenastuna-i...
Læs mere om pasbestilling og om, hvad du skal medbringe på politistationen her👇🏻
https://politi.fo/pass

LONGER PROCESSING TIME FOR PASSPORTS❗️ 
Due to challenges with the delivery of passports from Denmark, it currently takes significantly longer than usual to receive new passports in the Faroe Islands.
We therefore recommend that all citizens apply for passports well in advance.
Remember to book an appointment to the service desk in Tórshavn here👇🏻
https://politi.fo/bilegg-tid-til-borgarataenastuna-i...
Read more about applying for a passport and what to bring to the police station here👇🏻
https://politi.fo/pass

Føroya Politi

Comments

Løgmaður: Bert føroyingar, ið hava føroysk áhugamál fremst í huga

15/2/2026

Comments

 
Picture
Seinastu dagarnar hevur løgmaður luttikið á árligu trygdarráðstevnuni í München, har heimsins leiðarar hittust at umrøða áleikandi uttanríkis- og trygdarpolitisk mál.

Í ár var samstarvið millum Evropa og USA eitt av høvuðsevnunum.

Tá ið viðurskiftini millum Evropa og USA broytast, so fer tað á ein ella annan hátt eisini at ávirka okkum í Føroyum. Men tað eru bert vit føroyingar, sum hava føroysk áhugamál fremst í huga. Sostatt eru tað eisini bara vit, sum kunnu vísa á broytingar úti í heimi, ið gera Føroyar tryggari og koma Føroya fólki og vinnu til góðar. Tað er okkara høvuðsatlit á eini slíkari ráðstevnu.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Á trygdarráðstevnuni í München hevði løgmaður millum annað høvið at vera við í pallborðskjaki um trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi umframt hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, uttanríkisleiðaran í ES, Kaja Kallas, og grønlendska landsstýrisformannin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen.

Á fundinum við Jens-Frederik Nielsen endurtók løgmaður boðskapin um, at Føroyar stuðla Grønlandi og taka fult undir við, at tað er grønlendska fólkið, ið avger framtíðina hjá Grønlandi.

Nógvir føroyingar hava tilknýti til Grønlands og eru góðir við landið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum landsstýri áhaldandi at vísa samhaldsfesti við grønlendingum. Støðan er álvarsom, og tá er ein og hvør hjálpandi hond kærkomin – eisini okkara.
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Løgmansskrivstovan

Comments

Torraskráin 2026 er tøk

11/2/2026

Comments

 
Picture
Torraskráin 2026 er tøk

Torradagarnir verða á skrá 16. – 21. februar

Les Torraskránna her: Torraskráin

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Okkurt ræst á loftinum í Spinnarínum

10/2/2026

Comments

 
Picture
Árið var 2016 og í Bunkaranum varð savnaður ein lítil leikbólkur, ið seinni kallaði seg Totalt langt úti, eftir teknirøðini hjá Jógvani á Høvdanum (y). Ein av teimum sum helt til í Bunkaranum, var netup Jógvan, ið var ein týðandi partur av Klaksvíkar sjónleikarfelag og helt lív í felagnum, tá ið tað sá svart út.

Tað er eisini í hesum anda, at konseptið við bíligum svørtum skemti er føtt: ein pallur, har skemt sleppur at vera skemt – uttan at verða tálmað av tí reyða penninum. Av tí sama er skemtið, ið leikbólkurin fæst við, ja… totalt langt úti!

Atgongumerkir á 100 kr. fáast á www.atgongumerki.fo 

Framført verður 19. 20. 21. februar, kl.19:00 og 20:30.

Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Brellbitar frá Norðoyastevnuteitinum 2018, har bróður Jógvan á Høvdanum var ordiliga í essinum, klikk filmsklipp herundir:


Comments

Stuðul til mentan og list 2026

3/2/2026

Comments

 
Picture
Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Freistirnar at søkja eru ávikavist 17 mars 2026 og 14. apríl 2026. Les lýsing her.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.