NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Heilsugranskingareindin stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum

14/1/2026

Comments

 
Picture
3,7 mió. kr. játtaðar í stuðli til granskingarverkætlan um immunverju 

Danska Umhvørvisstýrið, sum hevur pengar á fíggjarlógini til granskingarverkætlanir í Arktis, játtaði beint fyri jól Heilsugranskingareindini 3,7 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 2½ ár. National Institutes of Health (NIH) hevur játtað knappliga 2,7 mió. til somu verkætlan. 

Talan er um endurkanning av eini burðarkohortu við knapt 630 børnum, sum eru fødd í 2020-2022 og sum verða boðin til kanning við 5 ára aldur. Ulrike Steuerwald tekur sær av læknaligu kanningunum av børnunum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Syddansk Universitet, University of Rhode Island og Sjúkrahúsverkið. 

Vit byrjaðu arbeiðið við burðarkohortum í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum burðarkohortum. Umleið 3.000 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum verkætlanum. Áður hava vit serliga kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú kanna vit í størri mun immunverjuna nágreiniliga, tí tað tykist sum at 
immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum, serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara barnakohortum. 

Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at hygga at, hvussu 5 ára vaksinatiónin hjá børnum virkar, og um dálkandi evni hava tálmað virkingin, eins og vit áður hava ávíst. Í kohortu 6 hava vit fylgt kvinnum, sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, tikið blóð frá nalvastreingi við føðing og síðani kannað børnini, tá tey vóru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul, og nú aftur, tá tey gerast 5 ár. 

Verkætlanin fer í gongd um miðjan januar, og vit vóna, at hon aftur hesaferð fær góða undirtøku, soleiðis sum hinar kanningarnar hava gjøgnum árini. 

Samband fæst við Pál Weihe, yvirlækna á tlf. 316696 ella á [email protected]. 

Comments

EIN HEILSAN frá Mirjam

12/1/2026

Comments

 
Picture
2025 er farin afturum bak og vit eru farin inn í 2026. 

Ì 2024 vóru vit heppin at fáa skótahjálpina. Tað hevur ligið mær á hjarta at hjálpa børnum úti á bygd, sum ongan skúla hava at ganga í. 

Vit fingu eina umbøn frá bygdafólkinum í Henry James Village. Har eru 70 børn, sum ikki ganga í skúla. Bygdin er so fjarlagin, at tey yngru børnini ikki sleppa í skúla fyrr enn tey eru 10/11 áragomul.

Vit fingu 80.000 kr  - ein ordans gáva frá skótahjálpini. 

Kvinnur og menn í bygdini fóru til verka at fáa tilfar til skúlan. Bygdin liggur í regnskóginum; so mennirnir høgga timbur og kvinnurnar bera tað heim.   

Vit skulu so keypa bøkur, skúla borð, stólar, talvur o.a. Vit takka tykkum fyri tykkara stuðul til børnini í Liberia, sum eru sloppin í skúla,  tí tit hava valgt at stuðla børnum og/ella skúlanum. Tit vita neyvan, hvussu stóran týdning hetta 
hevur fyri tað einstaka barnið. 

10. Nov. fóru Krista og eg til Liberia. Skúlin varð vígdur tann, 15. nov. 2025. Vit hava lagt myndir út á FB bólkin Mirjam. Har kunnu tit fylgja við. Vinarliga tak tær stundir at síggja filmin. sum var gjørdur um skúlan:  

https://www.youtube.com/watch?v=olDOPB9_B4w  

Tit kunnu stuðla skúlanum ella barnið við eini fastari ella eingangs flyting. Konta 9865-3346700 

Við bestu ynskjum 
Vegna Felagskapin Mirjam 


Hilda og Krista   
[email protected] Tel. 216785 

Comments

Havnar Framburðsfelag vil ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár og takka fyri tað brátt farna.

2/1/2026

Comments

 
Picture
💚Vit fara nú inn í eitt spennandi ár, har vit bæði hava Fólkatingsval og Løgtingsval fyri framman. Seinastu veljarakanningarnar hava verið sera góðar fyri Fólkaflokkin, og gleðiligt er at síggja, at tær vísa eisini eina framgongd á 9-10% her í høvuðsstaðnum. 

✨Vit í Havnar Framburðsfelag eru longu byrjað at fyrireika okkum til val, hava longu fleiri góð valevni og arbeiða aktivt við einari valskrá. 

Hetta er ein valskrá, sum serliga er góð fyri familjuna og vinnuna her í høvuðsstaðnum og í øllum Føroyum. 

Tað er sera týdningarmikið,  at vit sláa manngarð um tey kristnu kjarnuvirðini og fara aftur til kjarnuvirðini hjá okkum føroyingum. Her skulu ongar Moskur byggjast í Føroyum!

💚Familjan er kjarnin í samfelagnum, og vit skulu hava borgaran í fokus. Skatturin skal niður og barnafrádrátturin upp, tí fólkið skal hava mest møguliga eftir av sínum egnu tjentu pengum. 

Vinnan skal fáa frið at arbeiða, og tað politiska skal blanda seg minst møguligt uppí.  

Vit eru spent at fara til verka í 2026 og ætlanin er at hava 1. uppstillingarfund tiðliga í 2026.

💚Hóast góðu veljarakanningarnar, so mugu vit halda áfram við at arbeiða hart og vísa á góða politikkin, sum er fólkaflokspolitikkur.

✨Soleiðis vinna vit valið og fáa ein sterkan Fólkaflokk inn í 2026.

Havnar Framburðsfelag
Fólkaflokkurin

Comments

Maverick Barr ynskir gott nýggjár til øll

31/12/2025

Comments

 
Picture
Maverick Barr ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri farna árið🥳🎆

Tøkk fyri nógvar ógloymandi løtur í 2025, tá ið vit øll vóru blá, KLASSI KÍ 💙💙💙

We wish you a Happy New Year
🥳🎆

​Maverick Barr


Comments

GLEÐILIG JÓL & GOTT NÝGGJÁR

23/12/2025

Comments

 
Picture
💚GLEÐILIG JÓL & GOTT NÝGGJÁR✨

Fólkaflokkurin ynskir øllum, úti sum heima, eini gleðilig og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár🎄✨

Fólkaflokkurin

Comments

Vitlíki um týdningin av Pisshúsinum í Klaksvík

22/12/2025

Comments

 
Picture
Meira enn bara eitt ves 😂😂😂

Hóast høvuðsendamálið framvegis er at vera eitt alment ves, hevur Pisshúsið fingið ein nærum kult-status.

​Tað verður ofta brúkt sum eitt kennileiti, tá ið fólk avtala at hittast í býnum, og tað verður ofta sýnt fram á myndum og í ferðafólkahondbókum sum eitt stuttligt og sermerkt stað í Klaksvík.

Pisshúsið vísir, at sjálvt teir smæstu bygningarnir kunnu hava stóran týdning fyri samleikan hjá einum býi, um teir verða røktaðir og virdir sum partur av søguni.

Vitlíki & SáH


Comments

Gamli Klakksvíkshandilin er eisini opin mánadagin 22. desembur

21/12/2025

Comments

 
Picture
Gamli Klakksvíkshandilin er eisini opin mánadagin 22. desembur🌲

Handilin hevur verið ómetaliga væl vitjaður, og tí hava vit valt at eisini hava opið mánadagin 22. desembur kl 16-20. 

Í gamla Klakksvíkshandlinum kanst tú keypa steintoy fyri serprís, vakrar jólakalendarar, góðgæti í leysvekt, vælangandi sápur, heimabakstur og nógv annað. Kom á gátt hjá okkum, og kom í rættan jólahýr. 

Gamli Klakksvíkshandilin er besti jólahandil í Føroyum.

Norðoya Kunningarstova

Comments

Jólaheilsan Granskingarráðið

19/12/2025

Comments

 
Picture
Comments

Várljóð 6. – 11. apríl 2026

17/12/2025

Comments

 
Picture
Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar – frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur.

Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á matstovum, á gøtuhornum og í hølum kring Klaksvík.

Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan.

Heiðurskonsert fyri Teimum av Kamarinum
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum. Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn – løg, sum enn verða sungin av føroyingum í øllum aldri. Á ólavsøku er sjón fyri søgn, tá løg hjá Nicolinu javnan verða sungin av túsundtals fólki á Vaglinum til miðnáttarsangin.

Tey av Kamarinum vóru eisini røsk at taka útlendskan tónleik til sín og týða hann til føroyskt.
Bólkurin varð stovnaður í 1955 og gjørdist skjótt ómetaliga vælumtóktur. Tey spældu konsertir og til veitslur og dans, og lótu frá sær plátur og løg – tónleik, sum enn í dag er at hoyra og verður framførdur. Sama hvar tey spældu, vóru hølini á tremur við spentum áhoyrarum.

Heiðurskonsertin leygarkvøldið 11. apríl verður ein stásilig og virðilig heilsan og heiðran av tónlistarliga arvi teirra. Fleiri av føroya fremstu tónleikarum fara at framføra og tulka løg teirra.
Hvørjir hesir tónleikarar eru, verður kunngjørt í næstum, men vit kunnu lova, at talan er um tónlistafólk av ovastu hill.
Harafturat verður eitt satt stjørnuhúsorkestur á pallinum, sum fer at spæla undir hjá teimum frálíku artistunum.

Málið er, at vit øll fara trallandi úr Varpinum, meðan vit aftur murra løg sum “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur”, “Mín fyrsta flamma” og mong, mong onnur.

Eisini verður frásøgufólk á konsertini, sum fer at siga frá søgum um bólkin og ættina, og greiða frá, hvussu tað var at vera – kanska – fyrstu poppstjørnurnar í Føroyum. Kom við á tónleikaferð, sum lyftir tónleikaarv teirra av Kamarinum inn í nútíðina. 

Atgongumerki kunnu keypast her: Heiðurskonsert

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Sølulistin dagførdur 5. januar 2026

17/12/2025

Comments

 
Picture
Í samband við jólahøgtíðina verður søluskipanin av grundstykkjum dagførd 5. januar 2026 kl. 12.00.

Sølulistin sæst her: Tøk grundstykkir

Mánaðarlig dagføring
Listin yvir tøk grundstykkir verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). 

Gevi gætur: Í samband bið jólahøgtíðina verður søluskipanin dagf. 5. jan. 2026 kl.12.00.

Bert ein bóking per stykki
Fyrsta bóking tekur við. Aðrar bókingar verða sleptar.

Fermetraprísur
Millum Hjalla og Undir Klakki er fermetraprísurin kr. 380. Á Fossum er fermetraprísurin kr. 1150.​

Klaksvíkar Kommuna

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    April 2025
    March 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    September 2023
    August 2023
    May 2023
    November 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    May 2017
    March 2017
    February 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.