Talan er um eitt nýtt og spennandi starv. KT-økið er í støðugari menning, og fær nýggi leiðarin, saman við dugnaligum starvsfólkum, møguleika at mynda framtíðarmenningina á KT-økinum hjá kommununi. Høvuðsuppgávan hjá KT-leiðaranum verður at viðlíkahalda og menna verandi skipanir, soleiðis, at tær áhaldandi skapa meirvirði fyri bæði starvsfólk og borgarar. KT-økið er fjøltáttað og spennandi, og verður uppgávan hjá KT-leiðaranum eisini at meta um góðar og skynsamar KT-loysnir, sum frameftir menna og stuðla undir góðar arbeiðsgongdir og harvið geva eina góða tænastu til borgaran. Sum KT-leiðari skipar tú KT-økið og tryggjar, at vit sum kommuna handfara okkara dátur á tryggan og skynsaman hátt, og at okkara skipanir lúka krøvini sambært dátuverndarlógini. KT-leiðarin samstarvar tætt við starvsfólk í fyrisitingini, stovnsleiðarar og veitarar. Tað er tí ein fyritreyt, at umsøkjarin hevur góðar samskiftisførleikar. KT-leiðarin skal somuleiðis tryggja, at talgildar tænastur, sum Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta eru partar av, verða gagnnýttar og skapa virði fyri borgarar, fyritøkur og onnur í kommununi. Arbeiðsstaðurin verður í kommunalu fyrisitingini. Eftir tørvi verður eisini komið runt á stovnum hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Høvuðsuppgávur eru millum annað, at:
Umráðandi er, at tú:
Vit bjóða:
Førleikakrøv:
Setanarviðurskifti: Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Rasmussen, kommunustjóra, telefon 224021, teldupostur [email protected]. Starvið verður sett 1. apríl 2022 ella eftir avtalu. Umsókn: Umsókn við prógvi, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. februar. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 8. Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: KT leiðari til Klaksvíkar kommunu. Um Klaksvíkar kommunu Klaksvíkar kommuna er næst størsta kommuna í landinum. Tað starvast á leið 350 fólk í kommununi. Umsitingin í Klaksvíkar kommunu er skipað í eitt trivnaðarøki, vinnu- og mentanarøki og eitt tekniskt øki. Harumframt fevnir umsitingin um eina stjórnarskrivstovu, sum er mannað við ymiskum fakbólkum á fjølbroyttum fakøkjum. Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu starvast á leið 200 starvsfólk á teimum 11 eindunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Til ber at lesa meira um kommununa á klaksvik.fo og um NBH á nbh.fo. Klaksvíkar Kommuna Lýst verður hervið eftir teknikara til P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði. Arbeiðsøkið fevnir um: Tann, ið settur verður kemur, saman við øðrum teknikarum á virkinum, at taka sær av øllum maskinaríðnum á virkinum. Hetta merkir m.a. viðlíkahald, um- og útbygging, o.s.fr. Arbeiðstíðin: Arbeitt verður í toymi á 3 fólk, og vaktirnar eru 12 tímar tá framleiðsla er, og 8 tímar tá eingin framleiðsla er, og annars eftir tørvi. Skift verður millum dag- og náttarvakt. Útbúgving: Tann, ið settur verður, skal helst verða útbúgvin Maskinmaður/elektrikari. Fólk við øðrum tekniskum- ella maskinútbúgvingum, og royndum við elektriskum arbeiði, kunna eisini søkja. Umráðandi er at tann, ið settur verður, dugir eitt sindur av hvørjum, innan elektriskt og tekniskt/maskinarbeiði. Løn: Løn sambært avtalu. Freist at søkja: Miða verður ímóti at tann, ið settur verður, skal kunna byrja sum skjótast. Umsóknir kunnu sendast til [email protected] í seinasta lagi 27. Mars 2020. Eitt sindur um felagið: P.P. Faroe Pelagic er uppisjóvarvirkið |
News.foSímun Á Høvdanum Arkiver
April 2022
Kategorier |