NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Begga Ellingsgaard seinasta arbeiðsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

19/9/2020

Comments

 
Billede
Hetta skrivar Begga Ellingsgaard á sín Facebook vanga í gjár. Ein lívsál fyri Klaksvíkar Sjúkrahús hevur havt sín seinasta arbeiðsdag, her takkar hon fyri seg og vit øll í Klaksvík takka eisini Beggu fyri sera góða og trúgva tænastu, betri arbeiðsfólk finst ikki.

So upprann fráfaringarløta mín á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eftir 43 ár havi eg nú takkað fyri meg á tí, sum hevur verið mítt lívsstarv. Betri arbeiðspláss og betri starvsfelagar finnast ikki!

Hjartans tøkk til tykkum, sum ríkaðu mær løtuna við røðum, sangi og tónleiki. Takk fyri allar tær mongu gávurnar og takk fyri, at tit hava verið ein so stórur partur av mínum lívið.

Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús fyri at skipa fyri á so frálíkan hátt. Hendan løtan verður ongantíð gloymd! ❤️🌸❤️

Billede
Comments

Løgmaður sent íslendska forsetanum lukkuynski

29/6/2020

Comments

 
Billede
​Løgmaður sent íslendska forsetanum lukkuynski

Løgmaður hevur vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk ynskt Guðna Thorlacius Johannesarsyni hjartaliga til lukku við flotta valsigrinum og afturvalinum sum forseti Íslands.

Í brævinum stendur millum annað:

“Tú hevur tænt íslendsku tjóðini væl og fyrimyndarliga og ert ein sannur føroyavinur. Vit gleðast um, at tú heldur áfram í embætinum.”

Brævið hjá løgmanni kann lesast her

Løgmansskrivsstovan

Billede
Comments

​Ársaðalfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag

26/5/2020

Comments

 
Billede
Ársaðalfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag verður í Gamla Seglhúsinum, mándagin 15. juni 2020 kl. 19.30.

Skrá:
· Nevndin gevur frágreiðing um farna árið.
· Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar.
· Val av nevnd.
· Val av limi & eykalimi í floksleiðsluna.
· Val av tveimum roknskapargrannskoðarum.
· Ymiskt

Aftaná fundin verður annar uppstillingarfundur til kommunustýrisvalið 2020.

Møtið fjølment

Norðoya Fólkafloksfelag

Comments

​Dópur, altargangur og brúðarvígsla í Coronatíðum

24/3/2020

Comments

 
Billede
Støðan í landinum og um allan heimin er álvarsom vegna Covid-19. Fólkakirkjan fylgir neyvt boðunum frá landsins myndugleikum, ið eftir okkara fatan hava gjørt eitt megnar arbeiði. Talan er bæði um politiska myndugleikan og tað læknaliga fakliga.

Hjá fólkakirkjuni er hetta ein svár tíð. Tað kennist ikki væl at nokta fólki tænastur, ið tey biðja um og ynskja inni við hjartarøturnar. Tænastur, ið tey hava rætt til.

Tó, ásannað verður, at eisini prestar og kirkjunnar tænastufólk kunnu bera smittuna til onnur. Er tað svárt at nokta fólki kirkjuligar tænastur, eins svárt er tað, um kirkjan er orsøk til spjaðing av smittuni. Serliga hugsa vit um eldri, veik og smábørn.

Kirkjan ynskir at tæna fólkinum við kristnum anda, viti og skili. Tað merkir, at tænastustøðið lækkar enn meira.

Vit hava verið í góðum samskifti við læknaliga myndugleikan á økinum. Støðan við atliti at omanfyri nevndu tænastum er væl greinað.

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir frá, at sakramentini – dópur og altargangur – verða umsitin undir núverandi umstøðum.

Somuleiðis verður mælt frá, at vígslur fara fram í kirkjum, prestagørðum ella í tí heimliga undir núverandi umstøðum.

Undantøk verða eyðvitað givin, um talan er um bráðneyðugar tænastur. Orðið bráðneyðugt sipar til lívshóttandi sjúku, lívshóttandi umstøður ella sálarligt órógv.

Um umstøðurnar eru bráðneyðugar, er tað umráðandi, at kirkjuliga tænastan verður framd saman við Guðs orði og bøn. Gert hetta neyðugt, er einans tann/tey, ið skal/skulu hava tænastuna, til staðar saman við presti og vitnum.

Orsøkin til, at leiðslan í fólkakirkjuni avmarkar tænastu prestanna, er grundað í almennu boðunum frá landsins myndugleikum, at vit avmarka smittuvandan mest møguligt.

Tá ið vit koma burturúr undantaksstøðuni, skapar tað frið, at vit vóru fyrivarin heldur enn eftirsnarin, at vit royndu at tálma smittuni. Við bøn um at tað eydnast. Guð signi land og fólk.

Tórshavn 24. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Billede
Comments

​Nú leygardagin tann 7. mars er luksuslopur í Klaksvík.

3/3/2020

Comments

 
Billede
Felagskapurin Mirjam hevur ein bás við, tombola og sølu av afrikanskum lutum. 

Peningurin fer til køk til skúlan í Namilok. Lutir til Tombola kunnu avleverast á Helnabrekku 23. 

Um tit ikki hava stundir at pakka lutir, ber til at geva sodavatn, chips, kaffi, keks oa so pakka vit sjálvi, helst árðenn mikudagin 4 mars :) 

Stóra takk fyri hjálpina <3 luti endiligani

Mirjam 

Comments

Skrúvugudstænastan flutt til hóskvøldið 06. februar

4/2/2020

Comments

 
Billede
Hóskvøldið, 06.februar kl. 17.30 er skrúvugudstænasta v/Hanus á Gørðum.

Urgunæmingarnir, Jensa Mortansdóttir og Una Michaelsen, spæla præ- og postludium.

Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin í kirkjukjallarin til skrúvur og kjøtsós.

Christianskirkjan

Billede
Comments

ARNOLD VEGGHAMAR Í GAMLA SEGLHÚSINUM

22/1/2020

Comments

 
Billede
​Sunnudagin 26. februar 2020 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við verkum eftir Arnold Vegghamar.

Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða. Eisini verður tónleikur og lættari ábit. Møguleiki er eisini at hitta listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 21. februar 2020.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

GAMLA SEGLHÚSIÐ
KLAKSVÍKSVEGUR 48
700 KLAKSVÍK

Lýsing Hiddenfjord
Billede
Lýsing Hiddenfjord
Comments

​Mentanarvirðislønir landsins handaðar mikukvøldið

14/1/2020

Comments

 
Billede
Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Virðislønirnar í ár eru tríggjar.

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000.

Tiltakið er alment og byrjar kl. 19.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Billede
Billede
Comments

Hugnaløta í Kirkjukjallarnum í dag kl. 15:00

10/1/2020

Comments

 
Billede
Fríggjadagin 10 jan kl. 15.00 verður Hugnaløta í Kirkjukjallaranum. Niclas Heri Jákupsson hugleiðir: Jaligur hugburður og virðiligt samskifti. Marjun Lómaklett hevur andakt.

Niclas Heri kemur at hugleiða um týdningin at hava jaligan hugburð til lívsins viðurskiftir. Øll menniskju uppliva mótgongd, trupulleikar og sorg á lívsinsleið, og øll menniskju kenna til einsemi, máttloysi, vónloysi, ørkymlan, stúran, ótta og enn tá deyða - tað er ein partur av lívinum.

Men hvussu tora vit at vera í mótgongdini, trupulleikunum og sorgini - og merkja kenslur, sum gera at vit vera kedd, vónsvikin, fella í fátt og gráta - og samstundis hava vón og trúgv at eftir grátur, so kemur látur?

Hvussu kunnu vit í dagligdegnum venja okkum við at hava ein jaligan hugburð til lívið? Har vit merkja nærveruna og orkuna, og har vit hava yvirskot at hjálpa og gera mun fyri onnur - samstundis sum vit sjálvi eru eyðmjúk og takksom.
Niclas Heri kemur eisini inn á hvussu stóran týdning virðiligt samskifti hevur - her serliga evnini at lurta við nærveru, og at duga at spyrja við áhuga.

Niclas Heri sigur sjálvur, at hann fer at leggja dent á at tað verður hugnaligt, lætt og stuttligt, samstundis sum tað skal vera fakligt og gevandi.

Ein góður drekkamunnur verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Billede
Billede
Comments

SKRÚVUGUDSTÆNASTA Í CHRISTIANSKIRKJUNI

8/1/2020

Comments

 
Billede
Í dag mikudagin, 8. januar, er skrúvuguðstænasta kl 17.30 v/ Marjun Lómaklett.

Urgunæmingar, Rannvá Andreassen og Olivia í Lon luttaka við urguspæli.

Aftaná guðstænastuna eru øll vælkomin til skrúvur og kjøtsós í kirkjukjallaranum.

Øll hjartaliga vælkomin!

Billede
Lýsing Norðoya Sparikassi
Comments
<<Previous
Forward>>

    Arkiver

    August 2022
    May 2022
    April 2022
    February 2022
    January 2022
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    December 2020
    October 2020
    September 2020
    June 2020
    May 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    December 2015

    Kategorier

    All

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.