
![]() Henda joke'in riggar best - um tú samstundis lurtar eftir niðurlaginum til sangin Rulla Páskaregg, sum Hermann Jacobsen (sáli) syngur so fagurt. ![]() Eg havi teknað teknirøðir alt tað eg kann minnast til og hugsaði mær sjálvum, at hetta faktist er ein lærdómur fyri seg sjálvan - sum eg gjarna vil sleppa at læra frá mær. Fyrst muga vit duga at teknað eitt sindur - og til tess, so krevst einans venjing, venjing og aftur venjing. Tú nýtist ikki at geva upp beinavegin, men heldur lata teg noyða við tær tekningar, sum tú nú einaferð hevur gjørt. Venjing ger ein til meistara og til teknirøðir, so nýtist tað ikki at vera so perfekt, sum tað oftað krevst til ymiskt annað handaligt arbeiðið. Minst bert til teknað - tí tú faktist heldur tað er stuttligt at teknað. ![]() Eg sjálvur brúki ein blýant nummar 6B, tá ið eg geri skitsjur til eina tekning. Mær dámar væl, at tað er bleytt og nemt at teknað á eitt papír - tí teknistrikurnar frá blýantinum vera seinni viskaðar vekk. Eftir at eg havi teknað tað sum eg vil við blýantinum, so tekni eg við einum Uni Pin penni nr: 0,8 útyvir teknistrikurnar. Síðan viski eg teknistrikurnar av blýantinum vekk og onkuntíð so brúkti eg eisini Uni Pin nr: 0,2, tá ið eg vil hava eitt sindur minni strikur á tekningini. Tað finnast sjálvandi fleiri aðrir mátar, sum ein kann teknað upp og heldur tú, at tín máti er betri enn mín og tínir pennar samstundis betri at brúka, so brúka teir pennarnir - tí tú skalt brúka ta tól, sum fellur tær nemmast at brúka. Tað er hóast alt tú, sum kemur at teknað tínar framtíðar tekningar. ![]() Men vit leypa bara beint í tað, folkens. Minst til, at fyrst brúka blýant til hesa tekning - og síðan teknað útyvir við einum penni. 1. Tað fyrsta vit fara at teknað er eitt egg, sum víst á myndini til vinstru. Trýst á mynd - fyri at gera myndina størri. 2. Síðan teknað vit nakrar strikur á eggi, sum víst á mynd nr. 2. 3. Har sum strika B er - teknað vit tvey eygu. Eitt hvørju megna eggi. 4. Síðan teknað vit eina nøs á striku B, C og A. 5. Á striku D teknað vit ein munn. 6. Og til endans kanst tú teknað hár á eggi, eygnabrýr - ella hvat tú hevur hug til. So nemt kann tað vera, at teknað eitt høvd og verður hesin teknikkurin brúktir víða um. Til vit síggjast næstu ferð, so vil eg ráða tær til at teknað, teknað og aftur teknað. Hav í huga, at hetta er ein stuttlig venjing og jú meira tú venur, jú stuttligari verður tað. Jógvan á Høvdanum (yngri) 21.02.2018 |
Follow Ugly Joe Comix's on Facebook HERE
Arkiv
February 2020
Katagori |